Hvat er sosialangist?
Sosialangist ella sosialfobi er angist í sosialum støðum. Øll kunnu uppliva angist ella nervøsitet í ymiskum sosialum sambondum, men fyri nøkur kann hetta vera ein ógvuliga stórur trupulleiki.
Tað er vanligt at føla ótta og nervøsitet, áðrenn tú skal hava eina framløgu fyri nógvum fólki, skal upp í eini próvtøku ella á annan hátt skal dømast ella metast av øðrum fólkum. Tað kann verða strævið og krevja nógva venjing til man kennir seg tryggan í slíkum støðum, men hetta er púra vanligt.
Fyri nøkur, kann óttin og nervøsiteturin verða so ógvusligur, at sjálvt vanligar sosialar støður kunnu kennast ógjørligar at koma ígjøgnum. Tað kann eitt nú vera at bíleggja mat á matstovu, spyrja, hvat ein vøra kostar í handlinum, rætta fingurin upp og svara spurningum í skúlanum ella ringja og biðja um tíð til læknaviðtalu. Hesar støður kunnu útloysa angist og panikherðindi. Um eyðkennini gerast umfatandi, drúgv og áhaldandi, og tað kennist ógjørligt at fullføra gerandisuppgávur, so er ofta talan um diagnosuna sosialangist.
Tað, sum eyðkennir sosiala angist, og skilur hana burtur frá øðrum sløgum av angist, er óttin fyri at verða mettur negativt, kritiseraður, avvístur og dømdur av øðrum menniskjum. Tað er óttin fyri at verða hildin fyri gjøldur, har onnur eru til staðar. Tú hevur ein ovurstóran ótta um, hvat onnur hugsa og halda um teg.
Angistin er sjálvforsterkandi
Tá man upplivir angist, følist tað sum um at man er í vanda. Tá man hevur sosiala angist, kann tað følast sum um at man er í vanda fyri at verða dømdur, eygleiddur og kritiseraður - angistin er rættað ímóti øðrum fólki. Fólk við sosialari angist hava nógvar neiligar tankar og kenslur um seg sjálvi og eru sera sjálvkritiskt. Samstundis uppliva tey eisini fleiri kropslig eyðkenni. Tá ein persónur við sosialari angist er saman við øðrum fólki, kann hann fáa hjartabankan, ristast, fáa sveittabrot, turran munn og rodna. Tað kann eisini vera ein ótti fyri at missa tamarhaldið á kroppinum frammanfyri øðrum. Man kann vera bangin fyri at koma at spýggja, pissa í buks ella fáa eitt panikherðindi.
Ofta kanst tú uppliva meira angist og stúranir, áðrenn tú skal í eina ávísa sosiala støðu, enn tú í roynd og veru upplivir í sjálvari støðuni. Í sosialu støðuni hugsar tú nógv um, hvussu tú sær út, hvussu tú stendur, hvussu tú sigur tingini og uppførir teg. Eftir sosialu støðuna kanst tú eisini hugsa sera nógv um, hvussu tað gekk, hvat tú segði, og hvussu onnur reageraðu. Ofta upplivir tú støðuna neiligari, enn hon í veruleikanum var.
Sosialangist førir ofta til avbyrging og einsemi. Nógv hava eitt grundsjónarmið um, at onnur fólk ikki dáma teg, og nógv bera seg undan at vera saman við øðrum fólki. Av tí sama kann sosiala angistin gerast enn verri. Nógv royna at goyma sosialu angistina fyri øðrum, tí man skammast og óttast um, ikki at verða tikin í álvara.
Hví fáa fólk sosiala angist?
Sum við flest øðrum angistlíðingum, spæla biologisk, sálarfrøðilig og umhvørvislig viðurskifti ein leiklut. Fólk við sosialari angist kunnu hava lært og eygleitt frá familju og vinum, at verðin er eitt vandamikið stað. Tað kann vera tilvitað ella ótilvitað innlært, at summar støður eru vandamiklari enn aðrar.
Tú kanst eisini hava havt keðiligar upplivingar í sosialum støðum, eitt nú eina óbehagiliga próvtøku, framløga ella flóvislig støða í skúlanum. Summi kunnu hava ein viðføddan ‘tendens’ ella eru meiri sárbær til at útvikla angist.
Tað eru ymiskir viðgerðarhættir og ymiskir mátar at vinna á sosiala óttanum. Tað snýr seg ofta um at arbeiða við tonkunum og tankamynstrum. Vend tær til tín kommunulækna, og hann kann m.a geva tær ávísing til sálarfrøðing.