Hvat merkir tað at hava stakfobiir?


Tey flestu av okkum kenna til at hava stakfobiir. Fobiir eru eyðkendar við, at ein persónur hevur ein ovurstóran ótta fyri einum ávísum luti, støðu ella djóri. Tað kann eitt nú vera klaustrofobi (angist fyri trongum støðum og at vera fangað), agorafobi (angist fyri opnum plássum og fólkamongdum) ella araknofobi (angist fyri eiturkoppum). Tá man hevur stakfobi, so er angistin avmarkað til ávísar lutir, men kann vera sera oyðileggjandi fyri persónin.

Nógv kunnu liva fínt við eini fobi, men fyri onnur kann hetta darva og avmarka tey so nógv, at tað gongur út yvir gerandisdagin, arbeiðið og sosiala lívið – tað er fyrst tá, at talan er um eina diagnosu. Tú kanst hava so nógva agorafobi, at tú ikki kemur út gjøgnum hurðina, ella vera so bangin fyri at flúgva og koyra í bili, at tú ikki kanst ferðast og koma aftur og fram til arbeiði. Fólk við ógvusligari stakfobi kunnu útvikla eina undanførslu-atferð, har ein roynir at sleppa sær undan fobiini.

Angist eyðkenni, sum eru knýtt at stakfobium, eru tey somu, sum eyðkenna aðrar angist diagnosur og líðingar.