Málið styrkir fordómarnar


Skulu vit vinna á øllum fordómunum um sálarligar líðingar og sjúkur, er tað týdningarmikið at vit hugsa um, hvussu vit orða okkum á skrift og talu í gerandisdegnum, miðlum, filmum o.ø. Hyggja vit eftir søguni, er málburðurin tíbetur broyttur nógv til tað betra.


Gransking vísir á, at okkara uppfatan av heiminum verður ávirkað av, hvørji orð og vendingar vit nýta í gerandisdegnum. Okkara málburður avspeglar okkara veruleika. Brúka vit ávísar orðingar um fólk við sálarsjúku, kunnu hesar vera við til at skapa eina ávísa áskoðan og fatan.

Vit hoyra javnan orðingar so sum “hann er skitsofrenur”, “øll hava eitt sindur av ADHD”, “eg fái OCD av øllum óruddinum” ella "ert tú sinnissjúkur?". Brúka vit slíkar orðingar javnan, eru tær við til at skapa eina felags fatan av heiminum - eisini hóast tað er ósætt, og er grundað á manglandi vitan.

Vitan um sálarsjúku er umráðandi

Hugburður til sálarsjúku og líðing er tætt knýttur at vitan og fakta, tí at okkara fatan av sálarsjúku er myndað av teimum forteljingum, vit møta í gerandisdegnum, tá vit eru til arbeiðis, í skúla, í heilsuverkinum, í miðlunum og í filmum og bókum - samanumtikið, hvussu vit tosa við hvønn annan.

Vit kunnu øll gerast betri til at tosa um sálarsjúku - og fyri at tosa minni stigmatiserandi. Ein rapport frá Spørg Mere (2022), kannar hugburð hjá børnum og vaksnum til sálarsjúku.  Rapportin vísir, at tað eru tey vaksnu, sum hava eina størri negativa mynd av og hugburð um sálarsjúku. Eisini vísir rapportin, at miðlarnir spæla ein týdningarmiklan leiklut í at halda fordómum á lívi.  Umleið 9 av 10 siga, at tey fáa størsta partin av upplýsingum frá sjónvarpinum.  Tí er tað eisini so umráðandi, at miðlarnir eru tilvitaðir um málburð.

Rapportin hevur serliga tvey ítøkilig tilmæli til politisku skipanina at seta í verk:

  • Tabu og fordómar skulu basast ígjøgnum upplýsingarátøk, undirvísing og málburðin hjá miðlunum.
  • Førleikarnir og vitanin hjá fakpersónum í regiónum og kommunum skulu styrkjast, soleiðis at tey vita, hvussu sálarsjúka ávirkar familjur. Fakfólk skulu stuðlast í at berja tabu og fordómar niður, og soleiðis gera tað lættari at tosa opið um sálarligar avbjóðingar.

Málburður í søguni

Søgan vísir okkum á týdningin, sum mál hevur í samband við okkara fatan av sálarsjúku, og hvussu hetta kann nýtast til bæði at stigmatisera og avstigmatisera.

Tað er ikki fyrr enn vit koma í seinnu helvt av 1800 talinum og fyrst í 1900, at vit byrja at síggja eina størri broyting í málburðinum. Fyrra helvt av 1900 talinum er eisini merkt av fordómum, men her verður av alvor byrjað at tosa um týdningin av at fáa eina menniskjaliga viðgerð til fólk við sálarsjúku.

Havast skal tó í huga, at málsøgan vísir okkum, at orð merktu ikki neyðturviliga tað sama fyrr, sum í dag. Tað er ikki vist at „býtt“ „sinnissjúk“ og „ófullfør“ høvdu sama týdning fyrr, sum tey hava í dag. Tó, um hugt verður eftir søguni, og ikki bert orðunum, ið vórðu nýtt, so sæst, at fólk við sálarsjúku vórðu avbyrgd frá samfelagnum og sett inn í cellur, har tey vórðu innistongd og høvdu vakthald yvir sær. Ein kann filosofera um søguliga týdningin av orðinum „býtt“ og „ófullfør“, men at ítøkiliga verða innistongd/ur og avbyrgd/ur frá samfelagnum og ómynduggjørd/ur og missa sjálvræði, er ikki ein málsøguligur/filosofiskur spurningur. Tað hevði ítøkiligar avleiðingar fyri tey, sum vórðu útsett fyri hesum.


Nøkur ráð í samband málburð og sálarsjúku:

  • Tú hevur eina sálarsjúku.
  • Tú ERT ikki ein diagnosa ella sjúka.
  • Nýt ikki myndberingar um diagnosur so sum “Veðrið er skitsofrent í dag”.
  • Ger vart við tað, um onnur brúka niðrandi málburð og orðingar um sálarsjúku.
  • Royn og lat vera við at generalisera. Øll menniskju eru ymisk og hava ymiskar avbjóðingar.
  • Leita tær vitan um sálarsjúku og diagnosur.

 


Keldur:

Amtslægekreds. (1931, Februar 2). Til Amtmannin, 1 Bilag. 2. Februar 1931. 102, XVIII Nr. 488, 6/2 31 F. A. J. 1930 No 1022. Landsskjalasavnið.
Arkitektur. (1930, Juni 10). Til Justitsministeriet. København: Landsskjalasavnið. Bevogter. (1901, Mai 20). Bevogter, F. A. J. 1901, Nr. 418. Tórshavn, Danmark: Landsskjalasavnið.
C. B. (1901, Marts 26). Til Direktionen for Østifternes Syndssygeanstalt ved Vordingborg, F. A. J 1901, Nr. 232, F. A, 26/03. Landsskjalasavnið.
C. B. (1901, Marts 27). Til Forstanderskabet for Norderøernes Præstegælds Kommune, F. A. J. 1901, Nr. 232, F. A., 27/03. Landsskjalasavnið.
Det Etiske Råd. (2012). Samfundet og ”de gale” - Magt og afmagt i psykiatrien. Retrieved from Det Etiske Råd: https://nationaltcenterforetik.dk/Media/637880575339434320/2012-06-19-samfundet-de gale.pdf [tikið niður 19.09.2023]
Direktionen for Sindssygeanstalten ved Vordingborg. (1888, April 13). Bræv frá Vordingborg til Færø Amt, F. a. j., Nr. 266. Vordingborg, Sjælland, Denmark: Landsskjalasavnið.
Direktionen for Sindssygehospitalet ved Vordingborg. (1918, Oktobur 4). Til Færø Amt, J. Nr. L. 11. 1918/19, F. a. j. 1918 Nr. 463. Vordingborg, Danmark: Landsskjalasavnið.
Direktionen for Østifternes Syndssygeanstalt ved Vordingborg. (1885, August 1). Underretning for dem, der ønske patienter optagne paa Østifternes Syndssygeanstalt ved Vordingborg. Underretning. Vordingborg, Denmark: Landsskjalasavnið.
Færø Amt. (1935, Oktobur 8). F. A. J. 1935 No 891. Tórshavn: Landsskjalasavnið. Føroya Løgting. (1935, Septembur 28). F. A. J. 1935 No 891, Færø Amt. Tórshavn: Landsskjalasavnið.
Føroya Løgting. (1935, Septembur 12). Udvalgsbetænkning i Lagtingssag Nr. V-15/1935: Sinnissjúkrahús í Føroyum, F. A. J. 1935 No 891, 12. Septembur 1935. Landsskjalasavnið.
Jacobsen, E. S. (2004). Slóðir í Heilsuverkssøguni. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag.
Jákupsstovu, B. í. (2006). Kunnskap og Makt. Tórshavn: Fróðskapur, Faroe University Press.
Justitsministeriet. (1891, Januar 15). Justitsministeriet, Kjøbenhavn, F. a. j. 1891, Nr. 56. Keypmannahavn, Danmark: Landsskjalasavnið.
Justitsministeriet. (1931, Januar 23). Forslag til Lov om Opførelse af et Sindssygehospital ved Thorshavn, F. A. J. 1930, Nr. 1022 - Udkast., 23/01/1931. Tórshavn, Føroyar: Landsskjalasavnið.
Kjøbenhavns Politi. (1912, Juni 15). Politikammeret, 24/6 F. A. J. 1912, Nr 722. Keypmannahavn, Danmark: Landsskjalasavnið.
Løgtingið. (1889, September 16). Skriv frá Løgtinginum, F. a. j 1889, No. 779. Tórshavn, Føroyar: Landsskjalasavnið.
Løgtingið. (1890, August 7). Betænkning, [Bil. 2], I afskrift, Lagtingssalen. Landsskjalasavnið. Schrøter, J. H. (1887). Til Lagthinget, L. J. 1887, No. 109. Landsskjalasavnið.
Sosialurin. (2019). Psykiatriin 50ár. Sosialurin, 13-28.
Sølvará, H. A. (2013). Frá Tilboði til Læknastríð. Tórshavn: Fróðskapur - Faroe University Press. Tingakrossur. (1929, Oktobur 9). Sjúkrahúsini og Løgtingið, Nr. 39.
Vaczy Kragh (red.), J. (2008). Psykiatriens historie i Danmark. København: Hans Reitzels Forlag.
Wang, A. G. (1981, mars 23). Establishment of a local psychiatric service. Acta Psychiatrica Scandinavia 64, pp. 150-157.
Wang, A. G. (1984, oktober). A comprehensive psychiatric service. General Hospital Psychiatry 6(4), pp. 258-260.
Yvurlækni í Vordingborg. (1912, Januar 28). 12/8 F. A. J. 1912, Nr. 722. Vordingborg, Danmark: Landsskjalasavnið.
Yvurlækni við Vordingborg. (1911, Oktober 31). Fra Overlægen ved Sindssygeanstalten ved Vordingborg til Færøernes Sorenskriveri, J. Nr. 113-1911/12. Føroya Amt. Vordingborg, Danmark: Landsskjalasavnið.
Zachariasen, J. (1934). Medicinalberetning for Aarene 1932 og 1933 for Færøernes Amtslægekreds. Tórshavn: H. N. Jacobsen Bókahandils Accidentstrykkeri .
Zachariasen, J. (1936). Medicinalberetning for Aaret 1934 for Færøernes Amtslægekreds. Tórshavn: H. N. Jacobsen Bókahandils Accidentstrykkeri.
Zachariasen, J. (1936). Medicinalberetning for Aaret 1935 for Færøernes Amtslægekreds. Tórshavn: H. N. Jacobsen Bókahandils Accidentstrykkeri.
Zachariasen, J. (1937). Medicinalberetning for Aaret 1936 for Færøernes Amtslægekreds. Tórshavn: H. N. Jacobsen Bókahandils Accidentstrykkeri .
Zachariasen, J. (1938). Medicinalberetning for Aaret 1937 for Færøernes Amtslægekreds . Tórshavn: H. N. Jacobsen Bókahandils Accidentstrykkeri.