HVAT MERKIR STIGMA & STIGMATISERING


Tað verður oftani tosað um stigma og stigmatisering í samband við sálarsjúku. Men hvat er tað, heilt ítøkiligt?


Allýsing av stigma

Hyggja vit at allýsingini hjá Etiska Ráðnum, so er stigma eitt sosialt stempul tú fært, meðan stigmatisering er sosiala tilgongdin at fáa hetta stempul. Millum annað verður sagt: „Stigmatisering […] handler om opfattelser hos dem, der stigmatiserer- og ikke så meget om egenskaber hos dem, der bliver stigmatiseret“ (Det Etiske Råd, 2012, p. 9).


Stigma vegna vantandi vitan

Hendan stigmatiseringin, also tann neiliga fatanin av sálarsjúku, kemst ofta av ótta, sum kemst vegna vantandi vitan, og kann hetta ganga fyri seg í bæði viðgerðarskipanini, frá teimum avvarðandi og sjálvstigmatisering frá teimum, sum hava sálarsjúku. Tormóður Stórá, yvirlækni og serlækni í psykiatri, er inni á tí sama, har hann nevnir arbeiðisfólkið innan psykiatri, tey avvarðandi, sjálvstigmatisering frá menniskjum, sum hava sálarsjúku, og so eisini skipanarstigmatisering. Skipanarstigmatisering tí at likamligar sjúkur og sálarligar sjúkur verða deildar upp, og soleiðis munur gjørdur á tí likamliga og sálarliga. At munur verður gjørdur á likamligum og sálarligum sjúkum, kann hava við sær, at fólk fara at uppfata likamligar sjúkur sum nakað normalt, og sálarligar sjúkur sum nakað ónormalt. Hevur tú eina influensu, so er tað púra normalt og einki at skammast yvir, men hevur tú angist, so er tað okkurt galið við tær persónliga. At nakað fer frá normalt til ónormalt, og hinvegin aftur, kallast heilt einfalt fyri normalisering.


Normalt og ónormalt – normalisering

Samanumtikið kunnu vit siga, at stigma er ótti fyri einum fyribrigdi, sum vit ikki skilja vegna vantandi vitan, og ein fatan av tí normala og ónormala. Hetta er ein normaliseringstilgongd, sum kann koma av skipanini ella strukturinum í samfelagnum. Um fatanin er tann, at ein likamlig sjúka er skild frá persóninum, og hevur einki við persónin at gera, men ein sálarlig sjúka er partur av samleikanum hjá einum persóni, og harvið ein inngrógvin partur av, hvør persónurin er, so kann fatanin skjótt blíva, at likamligar sjúkur eru normalar, men sálarligar sjúkur eru ónormalar. Likamligar sjúkur er einki at skammast yvir, men sálarligar sjúkur er nakað, tú vilt goyma burtur. Og í hesum liggur stigma og stigmatisering: ótti, ella ófrættakensla, sum kemst av eini fatan av, hvat er normalt ella ónormalt. Also, tá eitt menniskja við sálarsjúku verður stigmatiserað, so verður viðkomandi uppfatað/ur sum ónormal/ur, og harvið ein vandi fyri samfelagið. Vitan, fatan, normalt og ónormalt, og ótti er so tað, sum liggur í stigma og stigmatisering.


Keldur
Det Etiske Råd. (2012). Samfundet og ”de gale” – Magt og afmagt i psykiatrien. Retrieved from

Det Etiske Råd: https://www.etiskraad.dk/~/media/Etisk-Raad/Etiske-
Temaer/Psykiatri/Publikationer/2012-06-19-samfundet-de-gale.pdf

Foucault, M. (1995). Discipline & Punish: The Birth of the Prison. Vintage Books.

Stórá, T. (2019, oktober 29). Tematýsdagur um psykiatri: https://kvf.fo/non?sid=100453 (tikið
niður 28.05.21). (G. Nolsøe, Interviewer)