Tann stóra avbyrgingin
Tann stóra avbyrgingin, ella interneringin, er ein søgulig hending, sum hevur røtur frá 1500 talinum, og gekk upp til í øllum førum 1800 talið - og hekk møguliga við líka inn í 1900 talið.
Øll tey, sum vórðu sædd sum vandamikil, dovin, ella óvirkin/nyttuleys, vórðu avbyrgd í interneringini. Fólk við sálarsjúku vóru partur av hesari internering. Við tíðini vórðu menniskju við sálarsjúku meiri og meiri isolerað. Tey síðstu at vera atskild frá teimum við sálarsjúku, vóru brotsgerðarfólk.
Frá dárakistum til spennitroyggjur (1700-1800)
Í Danmark løgdu tey fólk við sálarsjúku í sokallaðar „dárakistur“. Tað vóru bókstaviliga kistur, sum tey lógu í, við tjúkkum træi, fyri at gera tað ómøguligt at bróta út úr, við einari lúku, sum tey kundu opna, fyri at fáa mat inn ígjøgnum. Nøkur fólk kundu liggja í hesum kistum í áravís. Síðst í 1700, og inn í 1800 talið, fóru tey frá at brúka dárakistur, til at brúka spennitroyggjur. Í dag vildu vit mett, at ein spennitroyggja er eitt inntriv inn í okkara frælsi. Men fyri tey, sum høvdu ligið í dárakistum í áravís, var tað ein frígerðing, tí nú sluppu tey endiliga at koma út og røra seg. Hóast spennitroyggjan bleiv meiri vanlig síðst í 1700, so koyrdu tey enn fólk í dárakistur væl inn í 1800 talið.
Færø Amts Hospital úti á Lágbø (1829)
Hóast tað hevði heitið „Hospital“, so er betur at síggja tað sum ein forsorgarstovn, sum skuldi røkta menniskju, sum ikki megnaðu at taka sær av sær sjálvum. Amtmaður skrivar í 1826 bræv um hetta hospital, sum skal byggjast: „fattige, krøblinge og sindsyge, som ingen slægtninge har, af hvem de kunne modtages og plejes, for fattigkassens regning“ (Jacobsen, 2004, p. 146). Hetta var sostatt meiri ein forsorgarstovnur, enn eitt veruligt sjúkrahús, og tað var serliga galdandi fyri menniskju við sálarsjúku. Røktin til likamligar sjúkur var ikki tann besta, men okkurt slag av viðgerð var. Eingin verulig viðgerð fyri sálarsjúku var, og vórðu hesi menniskjur tískil koyrd inn í kømur fyri seg sjálvi, og goymd burtur har.
Cellan úti á Lágbø (1867)
Í 1867 varð nýbygging gjørd í Hospitalinum úti á Lágbø, og varð hesin bygningur róptur fyri „Cellan“. Tað var ein avdeiling á Hospitalinum, har tey koyrdu fólk við sálarsjúku inn. Hetta var tí, har var eitt ynski um at skilja tey við sálarsjúku burtur frá teimum, við likamligum sjúkum, fyri at ikki órógva hinar sjúklingarnar. Í 1875 kemur ein játting uppá 500 kr., sum skal nýtast til vaktarhald yvir menniskjum við sálarsjúku. í 1891 verða 800 kr. játtaðar til Færø Amts Hospital, til vaktarhald yvir menniskjum við sálarsjúku. Sostatt var eitt vaksandi ynski um at halda vakt yvir menniskjum við sálarsjúku, heldur enn at viðgerða tey. Fyrst í 1900, vildi Umsjónarnevndin fyri Færø Amts Hospital hava játtan til umvæling av celluni, so tey kundu isolera celluna betur, so tey „sinnissjúku“ ikki órógvaðu hinar sjúklingarnar. Tað varð hildið at vera neyðugt at fáa eitt asyl til: „uhelbredelige patienter“ (Jacobsen, 2004, p. 178). Í 1902 kritiserar Tingakrossur, hvussu ræðuligt tað er, at onnur fólk skulu hoyra uppá tey sinnissjúku, sum hoyrast allan vegin oman til vegin á Sandagarði. Hóast psykiatriin kom til Føroya í 1969, so bleiv Cellan ikki rivin niður fyrr enn í 1977.
Frá Avbyrging til Niðursending
Tílíkar avbyrgingar, sum vórðu gjørdar við Celluni í Færø Amts Hospital, hildu áfram, hóast tey byrjaðu at senda fólk av landinum miskeiðis í 1800, vegna plásstrot í Danmark. Tað var bert pláss fyri at senda eini 2-3 patientar niður um árið, so restin mátti vera á bíðilista í Celluni í Føroyum. At senda fólk av landinum, er jú eisini ein formur fyri avbyrging, tá fólk verða tikin frá sínum heimi, niður í fremmant land, við fremmandari mentan og fremmandum máli.
Keldur:
Foucault, M. (2008). Galskapens Historie. Oslo: Gyldendal Akademisk. Hansen, D. (1996).
Søgan um hini. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur. Jacobsen, E. S. (2004).
Slóðir í Heilsuverkssøguni. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag. Tingakrossur. (1929, Oktobur 9). Sjúkrahúsini og Løgtingið, Nr. 39.
Vaczy Kragh (red.), J. (2008). Psykiatriens historie i Danmark. København: Hans Reitzels Forlag.