FØROYSK PSYKIATRISØGA - TÍÐARYVIRLIT


Føroyska psykiatrisøgan er lang, hóast psykiatriin ikki kom til Føroya fyrr enn á heyst í 1969. Har var nógv, sum hendi áðrenn psykiatriin í Føroyum lat upp í 1969. Sostatt kann ein siga, at tíðin áðrenn 1969 slóðaði fyri tíðina, sum kom aftaná. Hyggja vit at tíðini frá umleið 1800 til 1969, so kunnu vit býta tíðina upp í 3 yvirskipað tíðarskeiðir: Tann Stóra Avbyrgingin (uml. 1800-1900), Niðursending til Danmarkar (uml. 1850-1969) og Politisk Raðfesting (uml. 1900- 1969. Sum sæð á árstølunum, so flóta tíðarskeiðini saman. Avbyrgingin helt ikki uppat, bert tí man sendi fólk av landinum. At senda fólk av landinum er jú eisini eitt slag av avbyrging. Politiska raðfestingin var eisini allatíðina uppi at venda í 1900 talinum.


Tann Stóra Avbyrgingin (uml. 1800-1900)
Avbyrgingin, sum gekk fyri seg í hesi tíðini, kann lýsast við hugtakinum, interneringin. Interneringin hevur røtur aftur til 1500 talið, har man byrjaði at rudda upp í samfelagnum. Øll tey, sum vórðu sæð sum vandamikil, dovin, ella óvirkin/nyttuleys, vórðu avbyrgd í interneringini, og vórðu menniskju við sálarsjúku partur av hesari internering. Hendan interneringin gekk fyri seg úti í umheiminum, men sæst eisini í Føroyum. Sjúkrahúsið, sum varð bygt úti í Lágbø í 1829, var eins nógv ein forsorgarstovnur fyri óhjálpin/nyttuleys fólk, sum tað var eitt sjúkrahús. Ein bygningur, róptur fyri „Cellan“, varð gjørdur til sjúkrahúsið, har man stongdi fólk við sálarsjúku inni. Vit høvdu ikki eina veruliga psykiatri til at viðgerða sálarsjúku, so fólk vórðu koyrd inn í Celluna, og goymd burtur har.


Niðursendingin til Danmarkar: Tann Stóri Óttin (1850-1900)
3. Apríl 1858, lat Oringe stovnurin upp, har flest føroyingar vórðu sendir av landinum til. At senda fólk av landinum var ein trupul ferð, bæði fyri tann sjúka, men eisini fyri tann, sum skuldi ferðast við tann sjúka. Plásstrot var ofta ein trupulleiki, og sostatt kundu fólk standa leingi á „bíðilista“ til at verða send niður. Tá plásstrotið var stórt, øktist tørvurin á sálarligari viðgerð í Føroyum, tí fólk fingu ikki ta viðgerðina, tey høvdu brúk fyri, til røttu tíðina. Tann, sum skuldi ferðast saman við tí sjúka til Danmarkar, fekk løn fyri „vaktarhald“. At nýta orðið „vaktarhald“, inniberð, at tann sjúki er ein vandamikil persónur, ið má haldast vakt yvir. Gjøgnumgangandi í hesari tíðini, var eisini ein ótti fyri sálarsjúku, har man grundleggjandi meinti, at sálarsjúka var nakað vandamikið, ið mátti temjast. Tá hesi fólkini komu aftur til Føroyar, sást hesin óttin eisini, og var tað ein „ófrættakensla“ fyri menniskju við sálarsjúku í Føroyum. Hendan avbyrgingin og niðursendingin, hevur eisini havt við sær, at nógv vórðu fremmandagjørd fyri samfelagnum, tá tey komu aftur.


Politiska Raðfestingin (1900-1969)
Tíðliga í 1900 verða ymiskir kritikkir gjørdir til vánaligu umstøðurnar fyri sálarsjúk í Føroyum, og verður eisini víst á vaksandi tørvin á eini psykiatri í Føroyum. í 1928 byrja tekin um ynski at bøta um viðurskiftini í Føroyum at vísa seg. Løgmálaráðið spyr Heilsustýrið eftir ætlanum um at opna eitt sjúkrahús fyri sálarsjúku í Føroyum. 26. August 1929 verður uppskot sent til Løgtingið um at fáa eina psykiatri til Føroya, sum er á sama støði sum stovnarnar í Danmark. Uppskotið verður einmælt samtykt við 22 atkvøðum í tinginum. Tó, so gingu tað 40 ár, áðrenn psykiatriin endiliga kom í 1969. Í oktobur 1929 kritiserar Tingakrossur stóru útreiðslurnar, sum fara at komast av at innføra eina psykiatri. Í 1934 verður í samráðingum millum danskar embætismenn og føroyskar løgtingslimir lagt fram, at føroyingar mugu velja ímillum íløgur til vegarbeiði, ella íløgur til eina psykiatri; føroysku løgtingslimirnir valdu vegarbeiði. Táverandi amtslækni, J. Zachariasen kritiseraði hetta harðligani:

„ligesom Esav i sin Tid solgte sin Førstefødslelsret for en Ret Linser, saaledes bortbyttede den Lagtingsdelegation, som rejste til Danmark for at forhandle med Regeringen, dette Hospital for nogle Veje.“ (Zachariasen, 1936, p. 7)

Beint undan at 2. Heimskríggj brast á, var aftur eitt uppskot um psykiatri í Føroyum einmælt samtykt, men hetta bleiv ikki til nakað, tá 2. Heimskríggj órógvaði. Og so aftur í 1952 varð aftur tosað um at fáa eina psykiatri, men tá varð hildið, at útbúgving til leiðandi yvirlækna vantaði. Í 1960 byrjar man av álvara at síggja týdningin í at fáa eina psykiatri til Føroya, tá vantandi psykiatriin ikki er gott fyri nakran, hvørki fólk ella land. Í 1968 kemur eitt ambulatorium til psykiatri, og í heyst í 1969 tekur. Statshospitalið ímóti fyrstu 20 sjúklingunum fyri psykatriskari viðgerð, og var nú á fyrsta sinni talan um eina veruliga psykiatri í Føroyum.


Keldur:

Bevogter. (1901, Mai 20). Bevogter, F. A. J. 1901, Nr. 418. Tórshavn, Danmark:  Landsskjalasavnið. 

Direktionen for Østifternes Syndssygeanstalt ved Vordingborg. (1885, August 1). Underretning  for dem, der ønske patienter optagne paa Østifternes Syndssygeanstalt ved Vordingborg.  Underretning. Vordingborg, Denmark: Landsskjalasavnið. 

Foucault, M. (2008). Galskapens Historie. Oslo: Gyldendal Akademisk. 

Hansen, D. (1996). Søgan um hini. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur. Jacobsen, E. S. (2004). Slóðir í Heilsuverkssøguni. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag. Løgtingið. (1890, August 7). Betænkning, [Bil. 2], I afskrift, Lagtingssalen. Landsskjalasavnið. 

Løgtingið. (1929). Sinnissjúkrahús. Retrieved from Løgtingstíðindi 1880-1997:  https://logting.elektron.fo/lgt/prenta.asp?ar=1929&fil=00013214.GIF (tikið niður  16.05.21) 

Rasmussen, R. K. (1953). Om sindssyge på Færøerne i tiden 1820-1952. Bibilotek for Læger vol.  145, pp. 29-40. 

Schrøter, J. H. (1887). Til Lagthinget, L. J. 1887, No. 109. Landsskjalasavnið. 

Stórá, T. (2019, Oktober 29). Tematýsdagur um psykiatri: https://kvf.fo/non?sid=100453 (tikið  niður 28.05.21). (G. Nolsøe, Interviewer) 

Tingakrossur. (1929, Oktobur 9). Sjúkrahúsini og Løgtingið, Nr. 39. 

Vaag, U. H. (1967, 31 8). Færøske psykiatriske patienters forhold. Ugeskrift for Læger 129/35,  pp. 1125-1130. 

Vaczy Kragh (red.), J. (2008). Psykiatriens historie i Danmark. København: Hans Reitzels  Forlag. 

Zachariasen, J. (1936). Medicinalberetning for Aaret 1935 for Færøernes Amtslægekreds. Tórshavn: H. N. Jacobsen Bókahandils Accidentstrykkeri. 

Zachariasen, J. (1937). Medicinalberetning for Aaret 1936 for Færøernes Amtslægekreds. Tórshavn: H. N. Jacobsen Bókahandils Accidentstrykkeri .