Avvarðandibólkar

Sinnisbati skipar sum meginreglu fyri 2-3 avvarðandi bólkar um árið. Í 2019 skipaðu vit fyri einum bólki fyri ung millum 12-18 ár, ein sonevndan “Time Out” bólk. Eisini skipaðu vit fyri einum ungdómsbólki fyri aldursbólkin 18-35 og einum mannfólkabólki, sum var staðsettur í Klaksvík. 

***

Vit hava havt seks ymisk sløg av avvarðandibólkum higartil:

  • Bólk fyri børn millum 8-10 ár. Hetta var eitt vikuskiftisforløb, sum var í 2017
  • Time Out Bólkar. Hesar bólkar hava vit havt síðani 2017. 
  • Bólk fyri foreldur. Hesar bólkar hava vit havt síðani 2016. 
  • Bólk fyri makar. Hesin bólkur var í 2018 
  • Mannfólkabólkar. Hesar bólkar hava vit havt tveir av, í ávikavist 2018 og 2020 
  • Blandaðir bólkar. Hesir bólkar hava vit havt í 217 og 2019.

***

Vit vilja fegin víðka okkara tilboð soleiðis, at avvarðandibólkarnir vera staðsettir kring landið og nøkta ein størri tørv, men tíanverri hevur tað ikki verið gjørligt vegna væntandi fíggjarliga orku. 

Hvussu eru bólkarnir skipaðir? 

Avvarðandi bólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. ​Tey​ avvarðandi​ kunnu tosa opið og erligt um uppliving​ar​, trupul​leikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera. Endamálið við bólk​unum​ er, at ein k​ann​ ​hitta​ fólk í líknandi støðum, og at luttakar​ar​nir kunnu stuðla hvør øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp. Sostatt er tilboðið ikki eitt viðgerða​r​ tilboð, men luttakar​ar​nir kunnu​ saman​ finna loys​n​ir og deila ​royndir​. Bólkarn​i​r verð​a​ stuðla​ðir​ av tve​imum​ fakfólk​um​, sum hava serkun​n​leika innan økið. Luttaka​​r​ar​nir og fakfólkini eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.

Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er m.a., at avvarðandi fáa møguleika at hitta onnur í somu støðu, eitt frírúm, at hittast uttanfyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarðandi og á hendan hátt fáa orku, at halda áfram, at stuðla teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum.

Ynskir tú at koma við í bólk​in​, kanst tú melda teg til umvegis tilmeldingarskjali​ð​ her á heimasíðuni. Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til Sinnisbata á tlf. 59 7913 ella skriva til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo, ella umvegis Facebook.