Sinnisbati hevur skipað fyri avvarðandibólkur fyri menn tvær ferðir!
Fyrstu ferð var hann í Tórshavn, men seinast flutti hann til Klaksvíkar!
Næsti bólkur: Einki ásett tíðspunkt í løtuni (upd. 20. novembur 2020)
***
Erling Fles, sálarfrøðingur, kemur at leiða bólkin
Erling Fles er autoriseraður sálarfrøðingur. Hann hevur eina 2 ára serútbúgving innan kognitiva atferðarterapi. Harumframt arbeiðir hann sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur og hevur eisini arbeitt á Psykiatriska deplinum í 5 ár, áðrenn hann byrjaði at arbeiða sjálvstøðugt. Erling er klaksvíkingur og 37 ár.
Erling Fles hevur royndir innan flestu sálarfrøðiligu øki. Eitt nú arbeiðir hann við viðgerð og kanningum av vaksnum og eisini ungum og børnum. Hetta er bæði fyri privatkundar og almennar stovnar.Supervisjón av starvsfólkum og stovnum/virkum. Erlingsa arbeiði fevnir eisini innan organisatiónssálarfrøði við ósemjuhandfaring o.ø., undirvísing, skeið og fyrilestrar.
Avvarðandibólkarnar hjá Sinnisbata
Avvarðandi bólkarnir hjá Sinnisbata eru bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera.
Bólkur fyri avvarðandi mannfólk
Endamálið er:at møta monnum í líknandi støðuat læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan háttat læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egna støðuTað verður bygt upp við undirvísing, felagspráti, psykoedukatión og sosialum tiltøkum.