Stigma og stigmatisering er ein ótti/ófrættakensla av tí ókenda og tí ónormala. Og hyggja vit at søguni, síggja vit, hvussu hetta hevur gingið fyri seg. Í 1900 talinum er tað komið fyri, at ein við sálarsjúku er steinaður úti á gøtuni í Føroyum (Stórá & Joensen, 2019). Fara vit heilt langt aftur í tíð, aftur til 1500 talið, og eisini í 1700 talinum, so hava fólk við sálarsjúku í Evropa verið forfylgd og rikin út úr sínum heimstaði (Foucault, 2008).
Søgulig Internering av Menniskjum við Sálarsjúku
Frá umleið 1500 til umleið 1800, gekk ein internering fyri seg í Evropa, har menniskjur við sálarsjúku vórðu gjørd til ein samfelagsligan trupulleika, sum skuldi ruddast upp í samfelagnum (Foucault, 2008). Hendan interneringin var fyri m.a evnaveik, arbeiðisleys, fátøk, brotsgerðarfólk og fólk, ið vóru sálarliga illa fyri (ibid.). Tey síðstu, ið vórðu skild frá brotsgerðarfólkum, vóru fólk við sálarsjúku (ibid.).
Dárakistur í Danmark í 1800-talinum
Fara vit aftur til 1800 talið í Danmark, fáa vit eina óhugnaliga søgu um, hvussu menniskjur við sálarsjúku eru viðførd. Danski staturin legði dent á at avbyrgja og pasifisera menniskjur við sálarsjúku (Vaczy Kragh (red.), 2008, s. 59). Hetta varð gjørt, við m.a. at koyra tey í sonevndar dárakistur (Vaczy Kragh (red.), 2008, pp. 33-34). Dárakistan var bókstaviligt ein kista, sum hevði eina matlúku, og var bygd við tjúkkum træi, fyri at gera tað nærum ómøguligt at bróta út (Det Etiske Råd, 2012, p. 3). Tað kom fyri, at menniskjur lógu í dárakistum í áravís (Vaczy Kragh (red.), 2008, p. 34). Hetta var fyri tey, ið vórðu mett at vera vandamikil (ibid.). í navninum „dárakista“ liggur, at tey, ið verða koyrd í har, eru dárar. Tey, ið minni vandamikil vóru, vórðu koyrd í spennitroyggjur, sum varð hildið at vera frígerandi í mun til dárakistuna (Vaczy Kragh (red.), 2008, p. 52).
Cellan í Føroyum í miskeiðis 1800-talinum
Í Føroyum, miskeiðis í 1800 talinum, høvdu tey eina deild á Hospitalinum, sum tey kallaðu fyri Cellan (Jacobsen, 2004). Í hasum navninum sæst ein hugburður í at avbyrgja menniskjur við sálarsjúku, sum at nærmast koyra tey í fongsul. „uhyggelige fængsel... galehus... uting... frygtelig pine“ (Jacobsen, 2004, pp. 173-174) vóru orðini, ið vórðu nýtt til at lýsa Celluna, og sum heild tykist ein hugburður at vera, at hesi fólkini máttu avbyrgjast, so at tey ikki órógva onnur fólk (Jacobsen, 2004).
Vit hava tíbetur flutt okkum nógv, bæði í viðgerðarhættum og hugburð til menniskjur við sálarsjúku. Søgan vísir okkum, hvussu hesi menniskju kunnu verða viðførd, tá hugburðurin, ella fatanin er tann, at tey eru vandamikil og mugu avbyrgjast.
Skrivað hevur John Sigurd Hammer
Keldur
Det Etiske Råd. (2012). Samfundet og ”de gale” - Magt og afmagt i psykiatrien. Hentet fra Det
Etiske Råd: https://www.etiskraad.dk/~/media/Etisk-Raad/Etiske-
Temaer/Psykiatri/Publikationer/2012-06-19-samfundet-de-gale.pdf
Foucault, M. (2008). Galskapens Historie. Oslo: Gyldendal Akademisk.
Jacobsen, E. S. (2004). Slóðir í Heilsuverkssøguni. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag.
Stórá, T., & Joensen, E. (29. oktober 2019). Tematýsdagur um psykiatri:
https://kvf.fo/non?sid=100453 (tikið niður 28.05.21). (G. Nolsøe, Interviewer)
Vaczy Kragh (red.), J. (2008). Psykiatriens historie i Danmark. København: Hans Reitzels