AT LEITA SÆR HJÁLP


BRÁÐFEINGISHJÁLP?

» Er talan um eina bráðfeingisstøðu, heita vit á at ringja 112 ella til læknavaktina á 1870.


Tú kanst eisini seta teg í samband við:

» KVINNUHÚSIÐ

Tørvar tær hjálp og ráðgeving í samband við harðskap, ring til Kvinnuhúsið á tel. 317 200. Telefonin svarar alt samdøgrið.  Eisini ber til at  skriva til post@kvinnuhusid.fo.

Les meira um Kvinnuhúsið við at trýsta her.

» NEYÐTØKUTILBÚGVINGINA

Hevur tú verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, kanst tú seta teg í samband við neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum á tel. 304 600. Telefonin svarar alt samdøgrið, og tey síggja ikki, hvørjum nummari verður ringt frá.

Tú fært samband við ein sjúkrarøktarfrøðing í Bráðmóttøkuni á Landssjúkrahúsinum, sum verður um teg, tá tú kemur á sjúkrahúsið. Um neyðugt verður tú kannað av serlækna í kvinnusjúkum, og royndir verða tiknar fyri at útiloka smittu við kynssjúkum.

Vegleitt verður um víðari framferð ella hjálp frá øðrum myndugleikum.

Tað er ikki neyðugt at melda tilburðin til løgregluna fyrst.

Les meira um Neyðtøkutilbúgvingina á síðuni hjá Landssjúkrahúsinum við at trýsta her.

» KJATT-RÁÐGEVINGINA HJÁ SINNISBATA

Tú kanst kjatta við ráðgevum hjá Sinnisbata sunnukvøld-hóskvøld millum kl. 20:00-22:00.

» TÚ & EG - RÁÐGEVINGINA

Tilber at seta seg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina hjá Barnabata á tel. 116 11 hvørt kvøld millum 20:00-22:00 og gerandisdagar frá kl. 9:00-16:00.

Les meira her.

» RÚSLINJUNA

Rúslinjan hjá Blákrossheiminum svarar alt samdøgrið á tel. 770 777.


VEGLEIÐINGAR

Niðanfyri eru ymiskar vegleiðingar í samband við at leita sær hjálp og tøk tilboð í Føroyum