Vera

Eftir Fíu Winther Poulsen

Hon hevði alt lívið havt allar møguleikar liggjandi beint frammanfyri sær. Hon var ein hvít, hinskynd, nøkunlunda kløn kvinna, sum búði í Føroyum. Foreldrini vóru rík og vóru løgið nokk rættiliga góð foreldur. Onkuntíð kundu tey finna uppá at læsa hana inni eitt sindur ov leingi, ella at vaska yndisblusuna skeivt við vilja, so hon bleiv ov lítil, ella fekk skeivan lit. Tey høvdu ongantíð sett nøkur mørk ella givið nakrar strangar reglur. Hon skuldi bara smíla og vera blíð, tá hon var við teimum. Smáting, sum songartíð, telefontíð, lektiur, pengar, at ballast, vinfólk, frítríðarítriv og tílíkt hildu tey hana læra best sjálv. Og í mun til foreldur, hon hevði hoyrt um, vildi hon givið sínum foreldrum eitt 11 tal í karakter, tey vóru relativt góð. Sjálv hevði hon eisini alt tað, hon kundi ynskja sær. Hon kláraði seg væl í skúlanum, hevði nógv vinfólk og var sum so væl dámd ímillum fólk. Soleiðis hevði tað altíð verið, og hon var góð til at skapa góðan stemning rundanum seg, og royndi at syrgja fyri at fólk høvdu tað gott í hennara selskapi.

Høvdið hjá henni var ofta eitt strævið stað at vera. Tað føldist onkuntíð sum hon bar uppá eina 60 kilos vekt í høvdinum. Men sum oftast føldist tað sum høvdið var tómt. Tá kundi hon finna uppá at slamma nakrar heysar fyri at fáa ein góðan láturkrampa. Ella fyri at føla tónleikin í kroppinum. Ella fyri at merkja matin í munninum.

Síðani hon var 14 ár og besta vinkonan nakkaði sjeikin hjá henni, hevði hon havt okkurt slag av múri rundanum kensluliga lív sítt. Hon bygdi ein vegg upp fyri at verja seg sjálva. Men hon dugdi væl at goyma tað, tí uttanifrá sá tað út sum øll sluppu innum, men hon visti, at um nakar traðkaði feil, so var veggurin uppi aftur og álitið burtur. Tað var altíð hesin tómleikin í høvdinum, sum stýrdi. Hann var har næstan allatíð. Tað var ikki fyrr enn hon var um at detta av einum kanti, at kensluliga lívið opnaðist. Tá opnaðist tað eisini so nógv, at hon hevði hug at snara hjólunum á bilinum ímeðan hon koyrdi 140 við vilja, so kenslurnar hildu uppat. Ella at taka rakiblaðið og skera eina langu linju eftir beininum. Men tað hendi tíbetur so sjáldan at hon lat kenslurnar taka yvir. Sum oftast var hon bara lamsligin. Og tað var eisini gott, tí tað hevði eisini hildið hana frá at blíva forelskað, sum var marran. Tá gentur blivu forelskaðar, lótust tær til at missa alla sjálvsrespekt. Hon hevði sjálvandi nakrar ferðir verið eitt sindur hugtikin av onkrum dreingi, men hon hevði tamarhald á støðuni. Einaferð var ein fittur drongur, sum avvísti hana. Tá skrivaði hon eitt bræv við menstruatiónsblóði til hann og koyrdi tað í postkassan. Men hann fylti ikki í høvdinum longur. Har var eisini tann, sum tók jomfruheitina hjá henni á vesinum í Basecamp. Vikuskiftið eftir sá hon hann við einari aðrari gentu, so hon koyrdi eina sjóverkstablett í hennara mojito, ímeðan eingin sá. Men hetta vóru tó bara smáting, vildi hon mett.

Seinasta árið var hon byrja at prøva ymiskt av, sum at sniffa nakrar linjur av og á. Tað dámdi henni væl. Hon gjørdi tað bara tí hon keddi seg, ikki tí hon mátti. Hon visti, at hon skuldi ansa eftir við slíkum, so tað gjørdi hon eisini. So hon helt seg til at gera tað í vikuskiftinum. Kanska onkuntíð, tá hon hevði ein strævnan dag í skúlanum, men aldrin ov nógv. Hon helt seg meira til at slamma heysar, tað metti hon vera í lagi at gera. Fólk spurdu hana ofta um tey kundu sleppa at prøva at roykja við henni. Eisini fólk, sum hon ikki fylgdist við til dagligt. Hon føldi seg sum nakað serligt, tá tey spurdu hana. Tað virkaði sum tey hildu hana vera kula, so hon lat tey bara fáa tað ókeypis.

Hon hevði eisini filmað seg sjálva nakrar ferðir á onlyfans. Tað dámdi henni sum so væl, men bara av og á. Ein av hennara vinmonnum, sum hon plagdi at sniffa við, tímdi væl at gera onlyfans video við henni. Ella ja, hann filmaði hana og legði tað út. Men tað var super, tí hann goymdi filmsbrotini á telduni, og hjálpti við at klippa tey. Hann vísti tað eisini fyri vinmonnunum fyri at fáa teirra meining um tey, so tað var so lætt.

Føroyar var eitt fantastiskt land, men hon hevði ein dreym um at flyta hiðani tá hon bleiv eldri. Kanska til New York, har hon var ein meyra í mun til øll fólkini. Tað fór sjálvandi at verða ringt at leggja øll tey fantastisku minnini úr Føroyum frá sær, men hon helt eisini til tíðir at lívið í Føroyum var eitt sindur rotið. Onkuntíð skrivaði hon enntá í dagbókina at hon hataði tað, men tað segði hon ikki hart. Tað passaði nokk ikki, tað mátti vera eitt úrslit av onkrum degi, tá hon lat kenslurnar taka yvir. Lívið hjá henni var jú relativt fantastiskt. Hon hevði jú alt nakar kundi biðja um. Hon var ein hvít, hinskynd, nøkunlunda kløn kvinna, sum búði í Føroyum. Foreldrini vóru rík og vóru løgið nokk rættiliga góð foreldur. Og hóast hon bleiv smá kedd, tá tey læstu hana inni, vildi hon mett, at hon hevði tað heilt ótrúliga gott.