Tøgnin

Eftir Eyðbjørg Reynslág

,,Eg elski teg,’’ segði hon við einum ivandi smíli. Tað kendist, sum steðgaði tíðin upp við hasum orðunum. Kroppur mín stívnaði, hálsurin turrur. Hvat skuldi eg nú gera? Vit høvdu bara verið par í sjey mánaðir, og eg ætlaði mær at gera tað liðugt. Eg hevði bara ikki funnið rætta tíðspunktið at gera tað enn… Vónin í eygum hennara slóknaði meira og meira við sekundunum, ið gingu. Tað gjørdi smílið eisini. Eg burdi havt gjørt tað liðugt, áðrenn tað kom so langt, men sannleikin var, at mær dámdi hennara lætta huglag, og eg vildi helst ikki særa hana. Trupulleikin var bara, at tað gekk ov skjótt. Eg visti ikki enn, um eg vildi fara so langt við henni. Eg visti ikki eingang, hvat eg vildi um eina viku! Hon kundi ikki bara bresta út við sovorðnum orðum og fáa tey at ljóða so løtt at siga. Tað vóru tey ikki! Ikki um tú meinti tað ordiligt.

,,E-eg… E-eg haldi ikki… At v-vit skulu síggjast longur.’’ Tað var sum at svølgja turt havragrýn, og mín ryggur byrjaði at blíva gjøgnumbloyttur. Eygu hennara leitaðu eftir skemti í mínum. Hon fann tó skjótt útav, at eg meinti tað av álvara. Tað var tøgn í óendaligar minuttir. Ikki fyrr enn eg hoyrdi higst og hugdi upp á hana aftur, sá eg tárini renna oman eftir kjálkunum. Aldrin hevði eg kent meg so illa sum nú. ‘’Orsaka, men eg eri ikki vísur í, um tú ert-‘’ byrjaði eg, men bleiv avbrotin.

‘’S-spar meg fyri umberingum! Tú e-er og fer altíð at v-vera bangin fyri at fara víðari!’’

Hon hevði ikki hugt uppá meg síðani. Ikki so frætt sum eitt lítið eygnakast av nøkrum slagi. Eg harafturímóti kláraði tað ikki so væl. Eyguni vóru sum límað til hana. Hennara mjúka, langa hár, sum angaði av tí eyðkenda sjampoinum, hon altíð brúkti, fall sum tað altíð plagdi. Eg saknaði hennara nærveru, hennara látur og at hyggja at henni og síggja hennara skálkaliga smíl. Síggja, hvar hon nú leitaði eftir at finna onkran, sum hon kundi arga eitt sindur. Tíbetur fór hon ongantíð ov langt. Hon visti, nær hon skuldi steðga. Tað einasta, hon vildi, var at vinna sær nøkur smíl frá teimum rundanum seg. Hon hevði ikki verið so smílandi, sum hon plagdi. Tað var nú kanska heldur ikki so løgið, tá eg nú hevði gjørt tað liðugt soleiðis. Tað helt eg sjálvur vera eitt slag undir beltið. Vinir mínir hildu, at nú var tíð uppá at koma víðari, eftir at eg hevði sitið og start í mínum egna heimi í tríggjar vikur nú. Teir hildu meg hava gjørt eitt mistak. Men eg visti betur. Eg skuldi ikki binda meg til nakað, ið var ov langt úti í framtíðini at hugsa um. Tó hevði eg ynskt, at tað var eitt sindur lættari at lata hana fara.

Eg hevði nógv skúlating, men tað gekk ikki serliga væl við nøkrum av teimum. Hvørja síðu í søgubókini mátti eg lesa minst tríggjar ferðir, um eg skuldi fáa nakað við, men enntá tá fylgdi mín heili ikki ordiliga við. Tá eg skuldi skriva stílin í enskum, var tað í heilum, at eg hevði skrivað hennara navn í staðin fyri navnið á høvuðspersóninum í søguni, eg skuldi greina. At sova gekk ikki nógv betur. Tað tók mær øldir at fáa ta tungu kensluna í kroppin, so at hann ikki vildi flyta seg alla tíðina. Tá eg so endiliga var sovnaður, tók hon pínadoyð eisini yvir mínar dreymar. Gentan hevði sníkt seg inn í mítt lív og yvirtikið alt! Tað gingu ikki meira enn tvey sekund, áðrenn tankarnir aftur fóru til hana. Nú var also ovboðið! Eg hevði gjørt eitt mistak, sum mátti rættast…

Har gekk hon sum vant. Vit plagdu altíð at fylgjast í skúla, men eg var byrjaður at ganga fyrr í skúla, so at eg ikki skuldi møta henni á vegnum. Vónandi fór hon at fyrigeva mær, men óansæð hvat, skyldaði eg henni sannleikan. Eg hevði endiliga savnað mær nóg mikið av dirvi saman, hevði hugsað um hvørt orð, eg skuldi siga, og hevði vant tað frammanfyri spegilinum heima. ‘’Lív!’’ Hon hvørki steðgaði á ella hugdi aftur um seg. Hetta fór kanska at verða eitt sindur verri, enn eg hevði væntað. Eg setti ferðina upp, men tað kendist, sum merkti hon tað og gjørdi tað sama. Ikki fyrr enn vit vóru komin til høvuðsvegin, fangaði eg hana aftur. ‘’Lív!’’ ‘’Hvat??? Hvat vilt tú mær? Hevur tú ikki gjørt nóg mikið?’’ hvesti hon eftir mær. Orð hennara stungu, men eg hevði uppiborið tað. Eygu hennara leitaðu í mínum. Hørð. Særd…

‘’Eg veit væl, at eg nokk eri tann persónurin, tú minst vil síggja fyri tíðina, og tað skilji eg væl. Eg hugsaði bara at siga tær sannleikan, tí eg fái ikki sovið ella etið ordiligt ella nakað sum helst uttan teg. Orsaka, fyri mátan eg gjørdi tað liðugt uppá. Tað var barnsligt av mær, og tað var bara tí, at eg ikki tordi at føra okkara parlag víðari… Eg vóni, at tú kann fyrigeva mær, men eg skilji væl, um tú ikki kann. Eg vildi bara hava teg at vita, at eg…’’ Eg hugdi inn í eygu hennara. Tað fór alt at verða í lagi.

‘’Eg elski teg,’’ segði eg. Men har fór ongantíð at koma eitt aftursvar frá henni. Regnið rann eftir ljósagráa gravsteininum. Aftaná bilurin hevði rakt okkum handan lagnudagin, var beinanvegin ringt eftir sjúkrabili. Í skundi vórðu vit førd á sjúkrahúsið, har eg bleiv lagdur í andahjálpartól. Tað bleiv skjótt staðfest, at hon var deyð á staðnum. Eg náddi ikki sum frætt at siga henni tað… ‘’Eg elski teg.’’