Eg eri eisini bangin fyri sjálvur at gerast sjúkur

Hon er mamma mín, men kortini eri eg bangin fyri henni. Eg veit ongantíð nær hon fer um mark, nær hon er farlig fyri meg ella seg sjálva, nær hon hevur drukkið, ella nær demonirnar eru komnar fram. Men eg veit tað so skjótt, eg taki í hurðina. Eg føli tað líkasom. Tað er ringt at greiða frá, men eg veit tað bara.

Eg var heilt lítil fyrstu ferð, eg ringdi til sjúkrahúsið. Eg var kanska um fimm ára aldur. Mamma hevði lært meg sítt p-tal, so eg dugdi tað uttanat, soleiðis at eg kundi siga tað, tá eg skuldi ringja. Har var altíð ein fitt sjúkrasystur í telefónini, sum eg tosaði við. Tað var ofta tann sama konan, so vit kendust næstan. Hon var blíð, og eg minnist enn røddin hjá henni. Eg fekk eisini eitt akutt nummar, eg altíð kundi ringja til. So kom ein lækni út til okkum. Hann var ikki altíð líka fittur, og onkuntíð minnist eg, at eg var heilt einsamøll, tá mamma bleiv koyrd avstað. So sat eg og bíðaði eftir ommu ella mostir. Onkuntíð var tað ein úr kommununi, sum kom og tók meg við sær. So bleiv eg koyrd til eina familju. Men ikki altíð teirri somu. Har var eg so. Onkuntíð var tað bara eina nátt, onkuntíð var tað í longri tíð. Tá mamma hevði tað betri aftur og bleiv útskrivað, kom eg eisini heim aftur.

Eg eri ikki bara bangin fyri mammu, eg eri eisini bangin fyri sjálvur at gerast sjúkur. Hvat um eg hava arvað sjúkuna, hvat um eg eisini fái tað ringt og ikki klári at ganga í skúla ella arbeiða, ella hvat um komandi børnini hjá mær eisini verða bangin fyri mær? Eg ræðist ordiliga hetta. Eg veit, har er ein møguleiki fyri, at ein verður ávirkaður á ein sovorðnan hátt, at ein t.d. kann blíva tunglyntur ella strongdur, og eg veit, at eg havi lyndi til, at hugsa neiligt og gerast keddur. Tað er kanska púra vanligt, men nær veit ein, hvar markið