Angist: Kenslan av at drukna

Eitt tað torførasta við at hava angist, er at fáa hini (og ein sjálvan) at skilja, hvat tað
er sum fyrigongur í høvdinum. Hvussu kann mann hava tað so ringt, tá tað ikki sæst
á einum?

Eg havi altíð kent ein óró á mær, men aldrin skilt, hvat hetta hevur verið. Tað er ikki
altíð, at eg veit, hví eg føli ótta á mær. Tað nýtist ikki at vera ein ávís grund, hann er
har bara, og summir dagar vinnur óttin á mær, líkamikið hvussu nógv eg royni at
stríðast ímóti. Tað kann vera sera ringt at góðtaka og viðurkenna, at allir dagar ikki
eru eins góðir. Tá er týdningarmikið at vita, at tað er lov at siga frá, at mann ikki fær
komi út júst í dag, eins og mann ikki fer út at renna við einum brotnum beini.
Tað kennist sum høvdið er um at bresta við tankum, tað er serliga um kvøldarnar.
dagurin skal gjøgnumgangast, hvørt lítið smáting skal endavendast, og hugsast
ígjøgnum.

Hvat segði eg, og gjørdi eg skeivt í dag?

Tankarnir renna sum villir hestar runt í høvdinum, og aðrar tíðir kennist tað, sum
heilin er fullkomiliga tómur, og mann fær ikki eitt einasta orð upp, fær ikki hugsa
ein tanka. Sum um tú ert farin úr tínum egna kroppi.

Búkurin kennist sum eitt svart hol, ið etur meir og meir burturav endaleysa
tómleikanum.

Angist heldur mær vaknum alla náttina, tó at eg ikki kenni meg troyttan, tá eg skal
upp um morgnarnar, tað kennist sum dagarnar ikki klára at fylgja við míni egnu
ferð. Kroppurin er troyttir, men hugurin er klárvakin.

Tað er serliga tað sosiala, ið kann verða hart. Tað kennist sum øll verðin sær beint
ígjøgnum teg. Tað kann verða óhugsandi, at fara í ein handil at keypa ein pakka av
mjólk, meðan aðrar dagar er tað eingin trupulleiki.

Í ávísum støðum kann tað gerast ov nógv, og tá koma panikkherðindini. Mann
gloymir, hvussu mann andar, búkurin knýtir seg saman, hjarta pumpar títt,
adrenalini koyrir uppá tað hægsta, og tað prikar í øllum kroppinum. Tað kennist
satt at siga, sum um mann druknar, ella doyr. Alt hetta kann ganga fyri seg, meðan
eingin annar leggur til merkis, at nakað er áfatt. Uttaná kann eg síggja út sum um,
eg havi tað fínt, meðan nakað heilt annað fyrigongur í høvdinum. Tá eg so royni at
greiða frá, hvat er galið, er tað ringt hjá fólki at skilja, og mann fær ofta eitt “royn
bara og slappa av” svar. Tað er tað síðsta mann vil hoyra í tí løtuni, tí tað er
ómøguligt.

So koma tær góðu løturnar. Hóast summir dagar kennast endaleysir, so er vert at
leggja sær í geyma, at teir góðu dagarnir, eisini eru góðir. Tað er lov at hava tað
gott, gleðast og flenna, hóast tú stríðist við angist og tunglyndi í einum tíðarskeiði.
Tí vit eru øll menniskju við avbjóðingum, summi við sálarligum og onnur við
likamligum, og vit megna meir, enn vit ofta halda.