At vera maki: Tað tykiskt ofta púra vónleyst

Tad at liva saman vid einum persòni sum hevur tunglyndi, ynski eg ikki fyri mìn ringasta fìgginda. Tad er
torturur, og tad tykist ofta pùra vónleyst at halda framm ì einum slìkum parforholdi, og mangan er man
farin totalt nidur vid flagginum, og hevur havt hug at tveita handklædi ì ringin - totalt geva skarvin yvir, og
bidja um hjùnarskilnad. Man hugsar at ALT annad er frægari enn at liva saman vid einum vid sàlarsjùku,
og tì er lætt at geva upp.

Tà man sum forsyrgjari ì familju sum hevur hùs, bil, hund, tvey fitt og nosslig børn verur ùtsettur fyri at
hjùnarfelagin fær tunglyndi, verur man fyrst og fremst illur og irriteradur. Sìdan verur man stùrin og
spyrjandi, og til seinast verur man lìkagladur og uppgevandi. Hetta er helst orsøkin til at fleiri velja at fara
hvør til sìtt, tì man ger ikki nòg mikid til at skilja tann sjùka. Um vit ikki høvdu givid hvørjum ødrum lyfti
um vidgang og mòtgang ì kirkjuni, høvdu vit langt sìdani veri farin hvør til sìtt.

Tad er ikki lætt at skilja eina sjùku sum tù aldrin hevur fatad, og tad finnast ikki nògv stød har man kann
leita eftir svarum uppà teir òteljandi spurningarnar man hevur. Google er mangan hent at hava, men tad
hjàlpir onki uppà tìna spesifikku stødu, tì har eru fimmhundrad ymisk svar uppà hvønn spurning. Man
stendur sum eitt stòrt spurnartekin vid sinninum ì kòk ! tì hevdi verid hent at havt onkran vidtalustovn,
sum kundu greitt frà ùt ì æsir hvat hetta er fyri nakad, sum rakar familjuna, tà onkur gert sàlarsjùkur. Tad
hevdi hjàlpt ein stòran deil, um man hevdi havt onkran at pràta vid, um hesi tingini og sum kundi givid
svar uppà allar spurningarnar sum man hevur sum avvardandi. Her meini eg ikki vid ein tilfeldigan
sàlarfrøding ella tìlìkt – men ein vidtalustovn sum veruliga visti hvat hetta snyr seg um. Tad hevdi hjàlpt
ein stòran deil.

Tad ringasta var tablettirnar sum hjùnarfelagin fekk fyri hetta sokallada tunglyndi. Tær gjørdu alt nògv
verri enn tad var frammanundan, og stødan bara versnadi. Eftir eitt heilt àr, byrjadi hjùnarfelagin at
trappa nidur uppà hetta medisini, og fyri hàlvum àri sìdan gavst vidkomandi heilt vid at taka medisin.
Eftir hetta er sum vent ì holuni ! Lagid er gott, og vit halda framm har vit sleptu fyri hàlvum ødrum àri
sìdani – tò vid varni, fyri ikki at frammprovokera nakad sum kanska liggur og ulmar. Alt sær heilt ok ùt nù,
men tad var mangan tungt ! Ikki minst fyri hjùnarfelagan sum nù er frìskur, og ikki minnist stòrt til tær
episodurnar har tad stòd ringast til.

Kann vera at hetta ljòdar kalt og kyniskt, men eg eri ì hvussu er erligur hesum vidvìkjandi.