Tosið um tað 2020

6. februar er Tosið um tað dagur, á enskum nevnt Time to Talk Day.
Endamálið við degnum er at skapa tilvitsku um evnið, soleiðis at vit gerast meira opin um okkara sinnisliga heilsu.
Tí fara vit at varpa ljós á týdningin av at tosa um tað, sum onkutíð kann vera torført.

Vit fara at deila persónligar søgur á heimasíðu okkara gjøgnum restina av vikuna (frá 6.-9. februar 2020). Men vit steðga ikki á har!  Vit halda áfram við at deila søgur og vit ynskja tí at fáa fleiri søgur sendandi inn. So hevur tú nakað uppá hjartað, so er at senda inn til sinnisbati@sinnisbati.fo

Alt sum verður sent inn verður í trúðnað, og tú verður somuleiðis dulnevnd/ur, um tú ynskir tað. 

So hevur tú nakað uppá hjartað, so er at tosið um tað og senda tað inn!

Í Sinnisbata eru vit farin undir eitt átak, har vit tørva hjálp frá tær. Vit ynskja millum annað at lýsa persónligar søgur um sálarsjúku, tað at vera sjúkur og tað at vera avvarðandi, á heimasíðu okkara, á Facebook og á Instagram.

So hevur tú sjálv/ur havt ella hevur sálarligar avbjóðingar ella sinnisórógv, sum til dømis tunglyndi, bipolar, skitsofreni, etingarórógv ella annað, ella ert tú kanska avvarðandi hjá einum, sum er sjúkur? So vilja vit fegin hoyra tína søgu! So hevur tú eina søgu, sum tú hevur hug at deila við okkum.

GG!
* Søgan má ikki verða longri enn 2400 tekin.
* Sinnisbati hevur rætt til at broyta í tekstinum (so sum at stytta ella strika nøvn), eins og vit kunnu velja at ikki almannakunngera søguna.
* Øll í nevndini hava tagnarskyldu í mun til okkara arbeiði.
* Tú kanst velja at verða dulnevndur!

Søgurnar sum vit longu hava fingið, eru at finna til vinstru.
Deilið tykkara tankar og verið við at tosa hart um tað undir hashtaggini #tíðtilbroyting #tosiðumtað #timetotalk á Instagram og Facebook 💜