Yvirlit
- Bláir menn
- Barnsburðatunglyndið og tað at berjast fyri at fáa gleðina aftur
- Angist: Kenslan av at drukna
- Eg eri eisini bangin fyri sjálvur at gerast sjúkur
- At vera maki: Tað tykiskt ofta púra vónleyst
- Tað varð, sum um onkur hevði givið mær hondjørn uppá
- Sovorðrið sum nógv onnur klára uttan trupuleikar
Tað varð, sum um onkur hevði givið mær hondjørn uppá
Skuldi skriva uppgávu í 9. flokki. Hevði sjálv valt evni og visti akkurát hvat eg skuldi skriva. Var orduliga spent. Hevði eina heila viku. Men onki orð kom á telduna. Eg kundi ikki flyta armarnar. Tað varð, sum um onkur hevði givið mær hondjørn uppá. Hugsaði tað fór at blíva betri í morgin. Men tað bleiv í morgin og í morgin og í morgin. Onki orð. Tann morgunin uppgávan skuld latast inn, kom panikkurin. Ringdi meg saman á gólvinum. Nú varð lívið farið....
Sat í stovuni og mamma hevði lagt ein bunka av reinum klæðum, hjá mær á stólin. Hon bað meg taka bunkan við mær upp í kamarið, næstu ferð eg fór upp á loftið. Hesin tankin byrjaði at fylla ræðuliga nógv í høvdinum. Logikkurin segði, at hetta hevði onki uppá seg. Eg skuldi bara taka meg saman og taka bunkan. Eg skuldi upp á loft alíkavæl. Tað bar ikki til. Tankin vaks í høvdinum og bleiv óyvirskoðiligir. Knúturin vaks í búkinum. Eg kundi ikki brúkast til nakað sum helst. Ikki ein gongd tey mest vanligu tingini, kundi eg gera.
Man veit oftani væl, hvat man kann gera, fyri at fáa ta betri. Men heilin forðar tær í at gera tað. Tann logiski sansurin er har, men man hevur ikki nóg nógvan kapasitet í høvdinum, til at fáa útint tingini. Tað er við hvørt so galið, at bara tað at flyta armin ella venda tær, tí tú liggur illa, er ein slík fyritøka, at man verður liggjandi í einum vánaligum stillingi. Totalt kiksað.