Yvirlit
- Bláir menn
- Barnsburðatunglyndið og tað at berjast fyri at fáa gleðina aftur
- Angist: Kenslan av at drukna
- Eg eri eisini bangin fyri sjálvur at gerast sjúkur
- At vera maki: Tað tykiskt ofta púra vónleyst
- Tað varð, sum um onkur hevði givið mær hondjørn uppá
- Sovorðrið sum nógv onnur klára uttan trupuleikar
Barnsburðatunglyndið og tað at berjast fyri at fáa gleðina aftur
Í 2012 stóð eg við einum positivum testið. Ongantíð í lívinum, havi eg følt slíka gleði, sum tá eg stardi at teimum báðum strikunum á hesum plastiktinginum. Eg bar uppá eitt ynski barn, og øll gleddust saman við mær.
Graviditeturin var góður, eg føldi einki serligt til óbehag, og barnið vaks í hvørjum. Alt var gott. Forvantingarnar vóru stórar, eg ímyndaði mær, hvussu okkara familjulív fór at vera. Sum føðingin nærkaðist byrjaði eg at hugsa um føðingina, um eg í veruleikanum var før fyri at taka mær av einum smábarnið. Eg hevði jú aldrin roynt at vera mamma áður. Hvat nú, um barnið feilti eitthvørt? Hvat nú, um eg als ikki var egnað hóast alt? Hvat um føðingin gekk galið? 1000 tankar flugu runt í høvdinum á mær. Eg kom til ta niðurstøðu, at eg mátti bara fáa at síggja hvussu alt bleiv.
Drongurin kom so í verðina. Alt var klárt, til at taka ímóti hesum vælskapta nýføðingi. Drongurin var lítil, tá hann kom. Men tað gekk fáir dagar, so vaks hann seg stóran og raskan. Hann var góður og át væl. Svøvnurin kom í rætt lag, og eg var so lætta. Allir mínir tankar høvdu verið til fánýtis, einki barn var meira fullborið, enn mín lítli drongur.
Eg kom skjótt í mammurolluna. Eg passaði mín drong til fulnar. Men so fekk eg boð um, at eitt skriv var komi frá føðideildini. At móður og barn ikki høvdu tí kontaktina, tey mettu var neyðug fyri at móður og barn skuldu tilknýta seg til hvørt annað. Ì fyrstuni ristið eg við høvdinum. Eg visti, at eg tók mær av barninum, eg visti at har var kontakt. Mítt barn menntist akkurát líka væl, sum øll børn í hansara aldri.
Sum frá leið, byrjaði eg at hugsa meira og meira um hesi orðini frá føðideildini. Høvdu tey rætt? Tey máttu vita betri enn eg, hvussu nærkontakt og samband millum móður og barn átti at vera. Eg bleiv meira og meira bangin fyri at missa sonin. Eg kannaði fleiri ferðir um tíman, um hann andaði rætt, meðan hann svav. Tá eg var til handils, hevði eg babyalarmin við í taskuni, tí hvat nú um onkur fór avstað við dronginum í vogninum. Eg var bangin fyri at hava drongin í bað, fyri at eg mistið hann og hann fór undur vatnið.
Sum drongurin vaks, vaks óttin um at missa hann. Tá hann fór til gongu, var óttin har um at hann datt í trappunum, at hann datt niður, tá hann klatraði og at hann setti matin í hálsin og kvaldist. Eg tordi illani at hava drongin í bilið og bátið, tí hvat um ein vanlukka hendi.
Eg visti, at tað var heilt vanligt, at vera bangin um sítt barn, men eg var skjótt klár yvir, at hesin óttin var ikki ein vanligur ótti. Eg føldi meg meira og meira kedda. Eg var einki glað, og eg hevði stóra skuldarkenslu. Hví var eg ikki glað? Eg hevði jú ein so vælskaptan son. Eg hevði ein sjeik, sum elskaði meg yvur alt. Eg hevði eina góða familju og vinir, sum vildu mær alt tað besta. Eg hevði alt. Men alíkavæl var eg kedd. Eg kundi ikki njóta, at vera mamma. Eg var bangin og óttin tók yvur.
Eg setti meg í samband við heilsusystrina. Hon segði beinavegin, at eg hevði fingið føðitunglyndi. Eg fór til lækna og hann staðfesti barnsburðatunglyndi. Eg fekk tilboð at fara til sálarfrøðing og tók av. Hon setti seg í samband við Psykiatiska depilin og eg slapp at koma til bólkasamtalur við aðrar mammur við barnburðatunglyndi. Eg var 2 ferðir, men føldi ikki at tað hjálpti mær. Eg var ikki í sama støði sum hinar. Eg var ikki líkaglað um sonin, eg var ikki niðri í kolkjallaranum. Ja eg helt, at eg var nógv betri fyri enn tær.
So fekk eg tað nógv betri. Samtalurnar við sálarfrøðing minkaðu. Lækna og heilsusystur viðtalur minkaðu og óttin um at missa sonin minkaði. Eg hevði eina frálíka tíð, har eg nýtti hvørt sekund, at vera um sonin. Hann var heima hjá mær og vit hugnaðu okkum hvønn einasta dag.
Tá drongurin var knapt 1 ár, byrjaði hann at vera nógv sjúkur. Hann var sjúkur fleiri dagar um mánaðin, oftani 2 ferðir um mánaðin. Hetta sleit nógv uppá meg. Hann bleiv innlagdur við feburkrampa, og tá kom óttin sníkjandi aftur. Hvat um eg fór at missa hann? Eg skumpaði hendan tankan til síðis, og var um sonin.
Summari 2014 gjørdu vit av, at koyra sonin í vøggustovu. Hendan avgerðin vísti seg at vera ein tann besta avgerðin vit hava tikið. Men tað tók tíð at innsíggja tað.
Eg helt tað vera stuttligt at finna uppá matpakka hugskot, elskaði at pynta sonin og at fylgja við hansara menning. Drongurin treivst.
So byrjaði spakuliga persónligir trupulleikar at stinga seg upp. Sonurin byrjaði at mistrívast í vøggustovuni, maðurin hevði ting at dragast við og eg sjálv legði ikki til merkis, at eg var á veg til eitt tunglyndi, sum endavendi mínum lívið.
Eg legði alla mína orku í, at sonurin skuldi trívast. Eg bleiv meira og meira bangin fyri, at eg ikki megnaði at takað mær av dronginum, so at barnaverndin mátti tilkallast. Hesin óttin fylti so nógv, at eg ikki yvaððist í, at gjørdi eg minsta feilin, so bleiv drongurin tikin. Eg hevði onga verðsins grund til, at hava tann tankan, tí eg passaði drongin til fulnar. Hann var reinur, mettur og fekk nógvan kærleika. Einki var at seta fingur á.
Men eg fór yvurum frá at hava ótta, til at hava tvangstankar. Matpakkin hjá dronginum skuldi vera perfektur. Eg hevði ein lista, sum eg gekk eftir hvønn dag, hvat hann skuldi hava við. Eg fór heilt í panik, um vit ikki áttu eitthvørt inni, sum skuldi í matpakkan. Eg fekk fleiri ferðir at vita, at sonurin hevði ov nógv við í matpakkanum, men eg tók mær ikki av tí. Eg kundi ikki broyta nakað, tí so manglaði í matpakkanum.
Klæðini skuldu eisini vera perfekt. Einki hol, einki slit og ongin plettur. Sjálvt undirklæðir og hosur skuldu riggað saman við restini av klæðunum. Hettar bleiv dýrt í longdini, men tað hugsaði eg ikki um. Ongin skuldi koma og siga, at drongurin hjá mær var ófantaligur.
Tað sama var galdandi fyri leikutoyði. Hann skuldi eiga nokk av øllum. Ongantíð ov lítið. Hann eigur alskyns leikutoy, men nú er nógv goymt burtur. Eg vildi ikki út nakrastaðnis við soninum, tí ongin skuldi kunnað seta fingur á mína mammurollu. Eg var bangin tá eg skuldi á fund við vøggustovuna, tí eg yvaðist onga løtu í, at barnaverndin fór at vera har.
Eg var so besett av at gera alt rætt viðvíkjandi soninum, at eg gloymdi meg sjálva.
Eg fekk tað verri og verri sálarliga. Hevði lítla og onga orku, tí alt var um drongin. Sjálvt tad vanliga í húsinum bleiv ein bardagi. At koma upp um morgunin hevði eg ringt við, tí at eg svav illa um náttina. Eisini dámdi mær betri at vera í songini, tí har kundi ongin døma meg.
Matarlysturin fór út at koyra, keðiligir tankar um meg sjálvan fyltu meira og meira. Eg kundi ikki brúkast til nakað sum helst, og betri var, um eg flutti, so sluppu maðurin og sonurin undan at hanga uppá meg.
Eg hevði so ringt sjálvsálit, at eg fór ikki út um huðrina.
Eg byrjaði uppá koyrikortið, men hevði so nógvar persónligar trupulleikar, at koyrilærarin uppgav meg.
Ymiskir persónligir trupulleikar stungu seg eisini upp. Eg mistið eitt barn í móðurlívið og onnur ting spældu inn. Eg hevði tað ræðuligt. Men vildi einki siga. Eg bleiv sera góð til at spæla skuðuspæl. Ongin sá, hvussu ringt eg hevði tað. Eg vildi hvørki siga ella vísa tað fyri nøkrum. Eg føldi meg púra einsamalla.
Eg búraði meg inni. Vildi ikki út. Fór ikki og avheintaði sonin, tí eg var bangin um, at starvsfólkini søgdu okkurt negativt. Fór ikki til nakað tiltak, tí eg var yvurbevíst um, at øll tosaðu ilt um meg. Eg tók alt nær. Hvat enn tað var, so tók eg tað persónligt. Um ein ikki heilsaði ella gekk forbíð meg, ja so toldu tey meg ikki. Segði nakrar okkurt ringt, ja so høvdu tey okkurt ímóti mær. Sjálvt vinirnar helt eg høvdu okkurt ímóti mær. So eg valdi at kvettað sambandi.
Til endans innsá eg, at tí var aftur til at seta meg í samband við lækna, heilsusystur og sálarfrøðing. Eftur einari samtalu við læknan bleiv eg sjúkrameldað og fekk medisin. Eg fekk regluliga viðtalur við sálarfrøðing og kom í kognitiva terapi. Heilsusysturin kom og tosaði við meg, og vit avtalaðu at barnaverndin kom at tosað við meg. So at eg kundi niðurberja óttan, um at drongurin bleiv tikin.
Hesi tingini hjálptu mær væl. Eg fekk minni og minni óttað fyri barnaverndini. Eg prøvaði meg av, við at ikki hava lista til matpakkan, at lata drongin í hosur og blusu við ymiskum litum og fara út við honum til ymisk tiltøk.
Eg eri byrjað at ganga túrar aftur. Gerandisdagurin hevur fingið sínar føstu rutinur aftur. Eg eri ikki hysterisk, um døgurðin ikki er á borðinum kl 18 ella drongurin ikki liggur í songini kl 20. Eg takið tað meira sum tað kemur. Kreativiteturin er komin aftur, og eg taki mær tíð til at gera ting mær dámar. Matgerðin er blivin eitt spæl. Eg havi sonin við í øllum tí húsliga, og soleiðis lærur hann eisini.
Orkan er komin aftur. Nái eg ikki at gera eitthvørt tann dagin, so seti eg tað á listan til at gera tað dagin eftir. Eg havi enn listar, men tað hjálpur mær at minnast og fáa tingini gjørd. Eg skrivi mær 5 góð ting, sum eru hend tann dagin niður. Allar oftast má eg skrivað 7-8 ting niður, tí 5 er ov lítið. Eg skrivi ein sokallaðan trupulleika lista hvønn mána, sum eg gjøgnumgangi 2. Hvønn dag. Ein sokallaður aktivierings listið verður eisini skrivaður hvørja viku.
Alt tað húsliga verður gjørt, meðan sonurin er á stovni. Tá hann er heima, er tað hann sum er í fokus. Tað eru ikki orð fyri hvussu lætta eg eri. Eg kann fara í ein handil og keypa sonurin okkurt smart, uttan at hugsa “Hann MÀ hava hattar, tí annars er barnaverndin har”. Eg kann forkelað hann við onkrum leikutoyi, sum hann ynskir sær, uttan at hava nakran baktanka. Tað allarbesta er, at eg kann hugna mær við familjuni.
Eg fór á Aglow møtið saman við eini vinkonu. Har innsá eg, at alt er lættari, um man hevur Gud við sína lið. Eg eri byrjað at syngja við einum sangkórið, og vit hava framført á møtum. Hettar er nakað, sum eg als ikki hevði droymt um, fyri 4 mánum síðani. Tá hevði eg hugsað “ Eg kann ikki syngja, tað dugi eg ikki”. Eg føli meg glaða, og havi eg onkran trupulleika, so biði eg Gud um at hjálpa mær ígjøgnum tað.
Enn havi eg lyndi til, at fáa tunglyndi. Ikki allir dagar eru eins góðir. Men munurin er, at tankagongdin hjá mær er broytt. Eg royni at koma upp um morgunin, og vera í sving allatíðuna. Summar tíðir verið eg stressa, men tá royni eg at taka mær av løttum. Eg hugsi meira um, hvussu eg orði meg bæði fyri soninum, manninum og øðrum. Mangan kann onkur siga “Doys lag er á tær”. Ja lagið er ikki altíð líka gott, men tær løturnar vera færri og færri.
Tá eg hevði tað ringast, byrjaði eg at skrivað blogg, har eg skrivaði mín kamp niður. Bæði tankar og hendingar. Bloggurin bleiv væl umtøktur, og eg eri glað fyri, at eg kann bera boðskapin víðari og harvið bróta tapu´ið. Man sær ikki á einum persóni, um hann hevur tað ringt sálarliga. Eg segði tað ikki við nakran sum helst, og eg yvist stórliga í, um nakar visti av tí. Tí uttanifrá sá eg út til at hava tað gott. Eg var jú ikki úti, um eg hevði tað ringt.
Eg dugdi at smílast, tað var lættari. Ongin spyr hví tú smílist, men tey spyrja hví tú grætur.
Eg stúri stórliga fyri, at eg komi í somu støðu aftur. Tunglyndið koyrdi mítt sjálvsálit í botn, og eg føli at 2.5 ár eru tikin frá mær. Men eg kann ikki brúka fortíðina til nakað, uttan at takað við læru og hjálpa øðrum í somu støðu.