Sovorðrið sum nógv onnur klára uttan trupuleikar

Sum vaksin kona, havi eg enduliga fingið tær røttu diagnosurnar. Havi alt mítt vaksna lív fingið at vita at eg hevði tunglyndi, fingið heilivág fyri tað, og havi gingið nógv til psykoterapeutar, men uttan at blíva frísk og ordiligar broytingar hava verið. Tí eri eg sera takksom at hava fingið røttu diagnosurnar, og tað vil siga rætta viðgerð á fleiri økjum. Og tað besta av øllum at tann harða, drúgva og intensiva viðgerðin blívur ein frískur av, ella kann mann siga at mann lærir seg at halda symptomini undir kontrol.

Tað er hart at kempa seg ígjøgnum, familjan verður ávirkað og inndrigin (men uttan tey er næstan ómøguligt). Havi mangan ynskt at eg hevði eina likamliga sjúku ístaðin, so tað bleiv meira góðtikið og fólk vístu meira áhuga og forstáðilsi. Eingin sær mína pínu, sum kann verða so sterk at hon er ring at greiða frá, einki sum tey kunnu fyrihalda seg til. Bert viðmerkingar sum ”tú sært ikki sjúk út” ella ”øll hava tað ringt og upp og niður viðhvørt”. Um eg skal gera nógv og verða saman við nógvum ymsum fólkum gjøgnum eina viku, eri eg so troytt likamliga og sálarliga, at tað gongur útyvir meg sjálva og mína familju. Sovorðrið sum nógv onnur klára uttan trupuleikar. So eg má læra at siga nei til summi ting og planleggja betur hvat eg kann og vil. Gerandisdagurin verður eisini ávirkaður økonomiskt. Havi ikki klárað at arbeitt í eitt longri tíðarskeið, men fái onga økonomiska hjálp, og eg helt at øll høvdu rætt til hjálp sum hava brúk fyri tí, men so er tíverri ikki. Vil gjarna skjótt út á arbeiðis marknaðin aftur, men makti ikki alt for nógvar tímar enn, komið kanska ongantíð at klára fulla tíð, men hví skal tað ikki verða pláss fyri mær og mínar líku, úti í samfelagnum eisini? Vónandi fer alt at laga seg og fólk blíva meira opin og vitandi á hesum økinum.