Sinnisbati 35 ár í dag

Í dag, 24. mai 2017, eru 35 ár liðin síðani Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, bleiv sett á stovn. Í tí sambandi vilja vit nýta høvið til at vísa á ein part av søgu felagsins. 6. juni 2002, í sambandi við at Sinnisbati fylti 20 ár, var ein grein um Sinnisbata, sum Føroya Fiskimannafelag gav út í blaðnum FFBlaðið, Blað Verka- og Veiðimanna. Tað var ein góð og lýsandi grein, sum eisini greiddi frá hátíðarhaldi, ið var hildið tá. Tú kanst lesa greinina niðanfyri:

Tann 24. mai vóru 20 ár liðin síðan felagið Sinnisbati varð sett á stovn. Hetta er, sum navnið sigur, felagið, sum skal arbeiða fyri at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnisbrekaðu. Dagurin varð hildin við “maner” leygardagin tann 25. mai.

Seinnapartin var ein samkoma í Norðurlandahúsinum, har tveir íslendskir gestir greiddu frá royndum í Íslandi við sálarrøkt. Annar var Heðinn Unnsteinsson, sálarfrøðingur, sum er leiðari fyri “verk- ætlanini til sálarliga heilsu”. Heðinn er fyrrverandi tunglyndissjúklingur, sum sjálvur kennir til trupulleikarnar við at hava sálarligt brek. Hin var Ebba Ásmundsdóttir, sum hugleiddi um sálarliga heilsu. Bæði sluppu sera væl burtur úr teirra framløgum. Annars skipaði Maria Andersen saman við dóttrini Lenu og manni hennara Niclas fyri undirhaldinum, og setti hetta sín serliga dám á. Um kvøldið var samkoma á Hotel Hafnia, hagar tey, sum á einhvønn hátt høvdu dugnað felagnum hesi farni 20 árini, vórðu boðin. Her greiddi Katrin Dahl,sum var ein av teimum, sum vóru við til at stovna Sinnisbata, frá, hvussu hetta tiltakið kom í lag.

Karin Margretha Joensen Næs var eldsálin aftanfyri stovnanina av Sinnisbata, men hon doyði alt ov ung.

Her legði hon serligan dent á tann týdning, sum Karin Margretha Joensen Næs hevði havt fyri Sinnisbata,og greiddi hon m.a. soleiðis frá: Karin Margretha Í samband við at vit halda stovningardag fyri Sinnisbata, er tað natúrligt, at vit minnast Karin Margretu Joensen Næs. Tað var hon, sum tók stig til at stovna felagið. Eitt kvøldið, eg var á vakt á Deild 2, ringdi Karin Margreta. Hon spurdi um eg vildi vera við til at stovna felag við tí endamáli at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnissjúku. Eftir umhugsan játtaði eg, av tí at eg helt, at hevði hon orku til slíkt arbeiði,kundi eg ikki annað enn stuðla tí. Kanska var tað eitt gott útgangspunkt. Karin Margreta kendi sostatt til hesa her viligu sjúku út frá egnum royndum, og eg hevði ta fakligu ekspertisu frá mínum arbeiði. Vit tosaðu við Berlinu Hentze, og var hon til dystin fús at vera við. Karin Margreta gjørdi endamálsorðing, lógaruppskot, og vit kallaðu saman til stovnandi aðalfund.

Nógv fólk møttu til fundar, nógv fleiri enn vit høvdu væntað. Tað gleðiliga var, at fleiri frá statshospitalinum eisini møttu upp. Millum onnur var Árni Olsen sáli. Nevnd bleiv vald, felagið fekk navn, og tað var Hans Birgir Hansen (Bigge), sum hevði uppskot um at felagið skuldi eita Sinnisbati. Næsta tak var at skaffa pening, fyri at hava nakað at arbeiða við. Vit gjørdu bingo, sjálvt um eingin av okkum kendi nakað til hettar, sum var rættiliga nýtt tá, og væl bar til.Vit fingu fitt av peningi, og ógvuliga góðan stuðul frá fólki. Felagið fekk ikki so lítið á skafti. Tað fekk gjøgnumbrot á fleiri økjum, so sum at keypa hús á Sólteigi til vardan bústað til fólk, sum høvdu verið innløgd í longri tíð, og sum sostatt kundu royndarútskrivast.

Felagið fekk gjørt eina byrjan til distriktpsykiatri, sum slett ikki var í Føroyum tá. Skipað bleiv fyri pallborðsfundi, sum bleiv sjón- og útvarpaður, og mangt annað. Alt hettar eigur Karin Margreta størstu tøkkina uppiborna fyri. Hon fekk tað mest ómøguliga til at gerast møguligt. Tað, sum hon fór í holt við, fekk hon gjøgnumført. Hon hevði eina eldsál, sum brendi fyri, at bøta um umstøðurnar hjá øllum brekaðum í Føroyum. MBF, meginfelag teirra brekaðu, hevur ómetaliga nógv at takka Karin Margretu fyri. Hóast trupulleikar í egnari familju, so hevði hon altíð yvirskot til at hjálpa øðrum eisini. Og so hevði hon eitt sinnalag og humor av Guds náði. Tá trupulleikarnir vóru størst, plagdi hon at siga – gloym hettar eina løtu – og so fann hon uppá okkurt heilt annað at taka sær til. Mangar stuttligar løtur minnast vit hana fyri. Sinnisbati hevur havt stóran týdning Tað vóru eisini fleiri onnur, sum høvdu orðið og víst varð á, hvussu stóran týdning Sinnisbati hevði havt.

Felagið kann sigast at hava tvinnar høvuðsuppgávur. Onnur er at fáa játtan og orku til at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnisveiku. Hin er at virka fyri, at tað skal verða roknað fyri at vera eins náttúrligt at vera sjúkur í sinninum, sum at hava eina vanliga likamliga sjúku. Tað er sjálvsagt rættiliga ringt at máta, hvussu tað gongur við hesi seinni uppgávuni,men tað gongur í hvussu er rætta vegin. Viðvíkjandi teirri fyrru, so er rættiliga nógv hent, ikki minst seinastu tíðina.

Eitt, sum hevur stóran týdning, er, at tað er komið eitt álit um heildarpsykoatri, so nú hava politikkararnir fingið eina nágreiniliga kós at sigla eftir, og er uppgávan hjá Sinnisbata at halda teimum til. Eitt stórmál er eisini, at tað júst nú er settur ein psykoatriskur samskipari, so tey sálarliga sjúku nú vita hvagar tey kunnu venda sær um tað er eitthvørt áfatt. Tað er eisini nakað við at henda í royndunum at loysa íbúðartørvin hjá teimum sinnisveiku og verður eitt sambýli nú bygt.Tað skal tó sigast, at her er langt á mál, og tað er rættiliga avgerandi eisini at fáa slík sambýli úti um landið.