AÐALFUNDUR & ALMENT TILTAK

Aðalfundur & alment tiltak

Týskvøldið 19. mars kl. 19.00 verður árligi aðalfundurin hjá Sinnisbata. Aðalfundurin verður hildin á Reinsaríinum í Tórsgøtu í Havn.

Kvøldið verður skipað í tveimum pørtum. Fyrst vera tað tvær framløgur, sum báðar varpa ljós á tað, at vera avvarðandi at einum við sálarsjúku.

Jana Mortensen, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya og mamma, kemur at tosa um virði um autonomu/sjálvræði. Virði um sjálvræði er ein av týdningarmiklastu etisku virðunum vit hava innan heilsutænastur í vesturheiminum, har sjúklingar eiga rættin til at taka avgerðir um sína egnu viðgerð. Í hesi framløgu, sum tekur støði í eini case um diagnostisering, verður róð framundir, at ráðandi fatanin um sjálvræði eisini kann skúgva onnur týdningarmikil virðir til viks, m.a. tá tað kemur til avvarðandi.

Sinnisbati hevur síðani 2016 skipað fyri bólkum til bæði børn, ung og vaksin, sum eru avvarðandi at einum við sálarsjúku, og hava hesir verið væl vitjaðir. Á tiltakinum kemur Dagmar Clothier, námsfrøðingur og bólkaleiðari, at greiða frá um okkara Time Out bólkar. Time Out eru ætlaðir børnum og ungum millum 12-18 ár, ið hava foreldur ella systkin við sálarsjúku.

Skrá:

19.00: Vælkomin

19.05: Ávirkanin, sum virði um autonomi kann hava á møguleikan hjá avvarðandi at stuðla sínum kæru – v/ Janu Mortensen námslektari á Fróðskaparsetri Føroya og mammu.

19.35  TIME OUT bólkar – v/ Dagmar Clothier, námsfrøðingur og bólkaleiðari

20.00: Steðgur

20.10: Aðalfundur

Skrá er sambært viðtøkum felagsins:

– Val av orðstýrara

– Ársfrágreiðing forfólksins

– Framløga av granskoðaðum roknskapi fyri seinasta rakstrarár felagsins

– Møguligar lógarbroytingar

– Innkomin mál

– Limagjald fyri komandi ár

– Nevndarval

– Val av grannskoðara

– Ymiskt

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

Stilla upp í nevndina

Hevur tú hug at vera við í arbeiðinum at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra, varpa ljós á sálarheilsu og skipa fyri tiltøkum og átøkum? Stilla so upp í nevndina hjá Sinnisbata.

Ynskir tú at stilla upp í nevndina og hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo ella ringja á 597913.

AVVARÐANDIBÓLKUR TIL UNG 18-35 ÁR

Bólkur til ung, ið kenna ótta og angist

15. januar byrjar nýggjur sjálvhjálparbólkur í Tórshavn til ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist.


Um bólkin
Í sjálvhjálparbólkinum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir saman. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum.

Bólkurin byrjar 15. januar. Luttakarar møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara, mánadagar millum kl. 16.00. og 18.00 í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 10 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur. Vivian nýtir millum annað amboð innan kunstterapi og mindfulness. Eingi krøv ella ávísir førleikar eru neyðugir fyri at kunna luttaka í bólkinum – einans at tú ert yvir 18 ár.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum, men avmarkað pláss er.


Luttakandi um bólkin:

– Eg haldi, at fleiri kundu fingið hjálp við at møtast við øðrum

– Eg havi havt ein dag, har eg havi kunnað fortalt, lurtað, grátið og flent

– Læruríkt, og tað hevur verið gott at kunnað snakkað við onnur, sum kenna til støðuna

– Deiligt at kunna brúka onnur tól enn at tosa


Melda til
Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ávísing ella diagnosa er ikki neyðug fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

399654231_728174042674184_4152552688592737259_n

Altjóða mannfólkadagur 2023: Menn, sálarheilsa og felagsskapur

Við fyrilestri, skemti, tónleiki og samrøðum skipa Javnstøðunevndin og Sinnisbati fyri almennum tiltaki á altjóða mannfólkadegnum 19. novembur. Í ár verður høvið nýtt til at varpa ljós á menn og sálarheilsu.


Hvat merkja einsemi, sosial sambond og felagsskapur fyri sálarheilsu og trivnað? Hví eru menn serliga útsettir í samtíðini? Hvussu megna vit at varpa ljós á hesi viðurskifti, og hvussu kunnu vit bøta um tey?

Millum annað hesar spurningar fer Svend Aage Madsen, sálarfrøðingur og formaður í Forum for Mænds Sundhed, at halda fyrilestur um. Eftir fyrilesturin verður sofaprát um menn, sálarheilsu og felagsskap. Teir, sum fara at skifta orð um evnið, vera Pál Weihe, yvirlækni, Magni Højgaard, leiðari fyri RÓWT og Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari hjá Javnstøðunevndini. Umframt hetta, verður skemt við Svannu Hentze í Gong og tónleikur frá Lyon Hansen á skránni. Bjarni Arge verður vertur.

Øll eru hjartaliga vælkomin í OY sunnudagin 19. novembur. Dyrnar lata upp kl. 16.00, og møguleiki verður at keypa sær okkurt at eta og drekka. Livandi tónleikur verður eisini at hoyra. Skráin byrjar kl. 17.00.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Skráin:
16.00: Dyrnar lata upp
– Lyon Hansen spælir nøkur løg, og møguleiki verður at keypa sær okkurt at eta og drekka.
17.00: Skráin byrjar
– Javnstøðunevndin og Sinnisbati bjóða vælkomin
17.05: Menn, sálarheilsa og felagsskapur v/ Svend Aage Madsen, sálarfrøðingi og formanni í Forum for Mænds Sundhed.
17.50: Skemt v/ Svannu Hentze í Gong
18.05: Steðgur
18.20: Sofaprát
– Pál Weihe, yvirlækni, Magni Højgaard, leiðari fyri RÓWT og Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari hjá Javnstøðunevndini, skifta orð um menn, sálarheilsu og felagsskap.
18.55: Lyon Hansen spælir nøkur løg
19.00 Tiltakið endar

Vit gleða okkum at hátíðarhalda dagin við tykkum
– Javnstøðunevndin og Sinnisbati

Design uden navn

Áheitan um at halda áfram við ókeypis sálarfrøðihjálp til 15-35 ára gomul

Í samband við, at royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp til ung millum 15-35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, fer úr gildi 31. oktobur 2023, vil Sinnisbati heita á fíggjarnevndina at halda áfram við skipanini – eisini til aldursbólkin millum 25-35 ár.


Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 stendur, at virksemið verður skipað av nýggjum undir Heilsutrygdarveitingum, og at settar eru 3,4 mio. kr av til sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15-25 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi.

Sinnisbati harmast um ætlanina, at tilboðið frameftir bert fer at fevna um tey 15-25 ára gomlu. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur í innslagi við KVF, at tað er týdningarmikið, at tað eru tey, sum hava mest tørv á skipanini, sum eiga at verða fevnd av henni. Landsstýriskvinnan nevnir m.a, at tað eru tey lesandi, sum eru fíggjarliga sperd, sum skulu fáa tilboðið. Tó hava vit í Føroyum ein hægri miðalaldur fyri lesandi, har fleiri eru væl eldri enn 25 ár, og tí verða rakt meint, tá tilboðið verður skert.

Seinasta fólkaheilsukanning frá Fólkaheilsuráðnum vísti eisini, at tað eru 58% av teimum 18-34 ára gomlu, sum hava kent seg tyngd av síni fíggjarstøðu. Neyvan er støðan betri í 2023 við hækkandi prísunum á gerandisvørum, búðstaðartroti og livikostnaði generelt. 

Heilsutrygd hevur í summar gjørt eina eftirmeting av tilboðnum um ókeypis sálarfrøðihjálp, sum vísir, at tað er eitt javnt aldursbýti av brúkarum av skipanini, men at tað er aldursbólkurin 30-35 ár, sum hava brúkt skipanina mest inntil víðari. 

Tað er ikki í trá við tilmælini í eftirmetingini hjá Heilsutrygd at lækka aldursbólkin. Heilsutrygd mælir hinvegin til at gera royndarskipanina til eina permanenta skipan, og siga, at allar ábendingar vitna um eina skipan, sum virkar. Tað er sera lítið fráfall og fyrstu eftirmetingarspurnarbløðini benda á høgum lutfalli fyri betring. 

Tillagið visitatiónina heldur enn aldursbólkin

Eftirmetingin hjá Heilsutrygd vísir tó á nakrar trupulleikar við ov breiðari visitatión, enn upprunaliga ætlað til skipanina. Her snýr tað seg serliga um høga talið av endurávísingum, og at tað tykist at vera ein bólkur av borgarum, ið stríðist við ov svárar avbjóðingar til royndarskipanina, og ein minni bólkur hevur ov lættar avbjóðingar. Tað eru fleiri við svárum og samansettum avbjóðingum, ið nýta skipanina, og hetta er eisini orsøkin til høga talið av endurávísingum. Tí er tað eisini umráðandi at hyggja eftir visitatiónini, so at hesi kunnu fáa røttu hjálpina og viðgerðina fyri sínar avbjóðingar. Tað loysir ikki avbjóðingarnar í skipanini at lækka aldurin.

Heilsutrygd mælir til at samskipa eina tilgongd til at stramma upp í mun til visitatiónina, heldur enn at avgerandi broyta skipanina. Her er m.a skotið upp at økja um kunningina til kommunulæknar, seta meira nágreiniligar ásetingar í ávísingarskjalið, og at kommunulæknar sum fyrsta stig kunnu ávísa til eina ‘meting’ hjá sálarfrøðingi. Ein møguleiki er eisini at knýta serfrøðingar til primera geiran at gera gjøllari visitatiónir. 

Raðfestingar á sálarheilsuna eru bíligari fyri samfelagið í síðsta enda

Tað fer at kosta minni fyri samfelagið í síðsta enda, um vit veruliga raðfesta sálarheilsuøkið, og veita viðgerð til tey, sum hava tørv á hesum. Hetta kann fyribyrgja fleiri sjúkrameldingar og at fólk ikki fara av arbeiðsmarknaðinum orsaka av sálarligum avbjóðingum. 

Ongland hevur havt eina skipan við ókeypis sálarfrøðihjálp fyri angist og tunglyndi síðani 2008, og kanningar hava víst, at tað er bíligari í longdini at raðfesta í sálarfrøðiligum viðgerðum. Í Onglandi hava tey økt um fíggingina og víðkað skipanina hesi 15 árini, tí at í síðsta enda loysir ein skipan við ókeypis sálarhjálp seg betur fyri samlaða samfelagsbúskapin.

Sinnisbati undrast tí á avgerðina hjá landsstýrinum at gera sparingar á millum einastu viðgerðartilboðum til ung við sálarligum avbjóðingum, samstundis sum at vit vita at tørvurin er stórur og mistrivnaðurin millum ung er í vøkstri. 

Sinnisbati ynskir at síggja ein størri vilja frá politisku skipanini um, at veruliga raðfesta sálarheilsuøkið á fíggjarlógini 2024. Tað er okkara inniliga áheitan at ikki skerja í tilboðnum, uttan samstundis at tryggja sær at loysa avbjóðingarnar á annan hátt. 

70e7748f1026f63b1c0c716be7790204305a1cdd_w1120_h648_fC_ha50_va30_afp1

Skjót hjálp er dupult hjálp

Heilsuverkið boðaði í farnu viku frá, at tað bert er ein bíðilisti til barna- og ungdómspsykiatriina, og at bíðitíðin nú er 24 mánaðir. Land og kommunur, saman við okkum øllum, mugu nú taka hesa avbjóðing í størsta álvara. Øll, ið tørva hjálp, hava rætt til skjóta hjálp, sum heildarætlanin frá 2018 um sálarliga heilsu í Føroyum gjørdi vart við. Men hví verður heildarætlanin ikki tikin í størri álvara og til fulnar sett í verk?

Hvat merkir bráðfeingis?

Hóast øll eru samd um, at bíðilistin til barna- og ungdómspsykiatriina skal vera rættvísur, so er ilt at gera upp, hvat er bráðfeingis. Tí eitt pláss á bíðilista til hjálp um 24 mánaðir kann seta varandi mein í barnasinnini og harvið ávirka alla familjuna og nærumhvørvið. 

Hóast Heilsuverkið viðurkennir, at bíðitíðin setur foreldur undir trýst, so vil depilsleiðari í familjudeplinum í Heilsuverkinum vera við, at bara heilt, heilt fá børn og ung á bíðilistanum eru í bráðfeingisstøðu. 

Hagtøl úr heildarætlanini frá 2018 avdúkaðu, at alt fleiri ung, sum eru millum 15 og 24 ár, fáa heilivág fyri tunglyndi. Umframt hetta vísti Almannaverkið á sálarligar líðingar, sum størstu orsøkina til óarbeiðsføri hjá ungum føroyingum. Sernám vísti á, at ein vaksandi bólkur av børnum og ungum megna ikki skúlan vegna sálarligar avbjóðingar, aloftast angist. Somuleiðis varð víst á skrásetingar hjá heilsufrøðingum, at umleið fjórði hvør næmingur í fólkaskúlanum livir við trupulleikum ella avbjóðingum, ið kundu ávirka teirra sálarligu heilsu. 

Heildarætlanin vísti eisini, at enn eru áhaldandi avbjóðingarnar við støðugt vaksandi ávísingum til barna- og ungdómspsykiatriina. Á bíðilistanum standa í dag 281 børn og ung. Higartil í ár hava tey fingið 311 ávísingar. Við hesi gongdini verða, við tølum úr Degi og viku, við árslok 470 børn ávíst bara í 2023. 

Ikki allur mistrivnaður hoyrir heima í psykiatriini

Avbjóðingin við bíðilistanum eigur at verða loyst á bráðfeingis grundarlagi, har vit samstundis hyggja eftir, hvussu okkara skipanir eru settar saman, og hvussu vit í alt størri mun kunnu fyribyrgja mistrivnað. Øll, ið hava tørv á psykiatriskari viðgerð, hava rætt til hana og eiga ikki at bíða. Tó eru tað ikki allar avbjóðingar, ið eru psykiatriskar, og eiga hesar tí at verða loystar á annan hátt. 

Tá ið ein so stórur partur av okkara børnum og ungum verða ávíst til psykiatriina, er neyðugt at hyggja eftir samfelagsligum og bygnaðarligum skeivleikum. Tað eigur til dømis ikki at vera neyðugt við einari psykiatriskari diagnosu fyri at fáa hjálp, tá ið eitt barn mistrívist í skúla, á dagstovni, heima ella á annan hátt. Hendan hjálpin má kunna gevast og verða tøk uttan útgreinan og diagnosu. 

Hetta samsvarar eisini við framsøknu málini og tey seks átøkini, sum arbeiðsbólkurin í 2018 setti fram í heildarætlanina fyri sálarliga heilsu í Føroyum. Heildarætlanin vísur eitt nú á, at tað bæði er ein samfelagsligur og fíggjarligur fyrimunur at gera íløgur so tíðliga sum gjørligt í mennandi og fyribyrgjandi skipanir fyri børn og ung. Samstundis kann tað bæði vera skaðiligt og fíggjarliga óskynsamt, um bíðað verður ov leingi við at veita nøktandi hjálp.

Góð sálarheilsa er ein avgerandi fyritreyt fyri menning og læring hjá børnum og ungum, fyri útbúgving og seinni at fáa fótafestið á arbeiðsmarknaðinum. Tí er týdningarmikið, at vit gera nakað munagott fyri at lyfta sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum, sum ikki trívast. 

Trupult er tó at fáa eygað á breiða, stóra og álvarsama ynski hjá arbeiðsbólkinum í samfelagnum í dag. 

Vit mugu øll standa saman um trupulleikarnar á psykiatriska økinum

Grein 7 í brekrættindasáttmálanum um børn, ið bera brek, sigur, at Føroyar skulu taka øll neyðug stig fyri at tryggja, at børn, ið bera brek, til fulnar kunnu njóta øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum børnum. Í øllum atgerðum, sum víkja at børnum, ið bera brek, skal tað „barnsins besta” vera hitt fremsta atlitið. 

Yvirlýsingin í vár frá MEGD og øllum 24 limafeløgunum gjørdi harumframt vart við, at tað enn „eru viðurskifti og umstøður í Føroyum, ið beinleiðis og áhaldandi føra við sær, at rættindi hjá fleiri børnum og ungum, ið bera brek, ikki verða vird.” 

Bíðilistarnir til barna- og ungdómspsykiatriina eru eitt ítøkilig dømi um hetta. Yvirlýsingin vísir eisini grundleggjandi tørvin á at hoyra og taka viðkomandi áhugafeløg upp á ráð, soleiðis at ítøkiligar avbjóðingar og virðiligar og munagóðar loysnir kunnu finnast. Tí sagt verður, at skjót hjálp er dupult hjálp.

Sinnisbati og MEGD

Skærmbillede 2023-09-19 kl. 1.24.57 PM

Fráfaringarløta fyri Rasmus Patursson

Fríggjadagin 29. septembur verður bjóðað til almenna móttøku í samband við at Rasmus Patursson eftir 38 ár gevst sum leiðari á Sólteigi og Eysturstræti. Rasmus hevur verið leiðari øll árini, líka síðani búfelagsskapirnir vórðu settir á stovn.

Móttøkan verður á Sólteigi 11 í Tórshavn kl. 14.00-16.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin

IMG-0193 – redigeret – redigeret (1)

Ókeypis sálarfrøðihjálp tikið ringasta trýstið hjá nógvum ungum

Royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp til ung millum 15-35 ár, sum byrjaði á vári 2021, endar 31. oktobur 2023. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur 15. septembur í aftursvari til §52a fyrispurning, at enn er ikki gjørt av, hvussu tilboðið skal skipast frameftir.


Skipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp er eitt av 39 ítøkiligum tilmælum í heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum kom út í 2018, og Sinnisbati fegnast um, at tilboðið endiliga gjørdist veruleiki í 2021. Tað er tí eisini okkara vón, at hetta er ein skipan, sum er komin fyri at vera. Samstundis vóna vit, at vit fara at síggja ein størri vilja frá politisku skipanini á komandi fíggjarlóg – og framyvir – um at veruliga raðfesta sálarheilsuøkið. Hóast heildarætlanin kom út í 2018, er alt ov lítið hent á økinum hesi fimm árini.

Trýst á royndarskipanini

Heilsutrygd hevur eftirmett skipanina um ókeypis sálarfrøðihjálp, og vísir eftirmetingin, at nógv ung hava fingið hjálp ígjøgnum skipanina, og at tørvur er á eini tílíkari skipan. Tað hava verið umleið 1.770 ávísingar til skipanina og samanlagt eru umleið 12.200 viðtalur framdar. Eisini hevur tað víst seg, at skipanin hevur verið munandi dýrari enn upprunaliga mett.

Tað er eingin loyna, at nógv trýst hevur verið á skipanini, tí 30. juni í 2022, tá árið var hálvrunnið, komu boð frá Heilsutrygd um, at játtanin fyri 2022 var uppi. Steðgur kom í skipanina, og fleiri vóru noydd at avbróta sína viðgerð og avlýsa viðtalutíðir, sum tey møguliga høvdu bíðað eftir í fleiri vikur ella mánaðar – tí bíðilistarnir hjá sálarfrøðingum eisini gjørdust longri, tá skipanin fór í gongd.

Tað er umráðandi, at tilboðið heldur fram, og at tey, ið hava tørv á viðgerð, fáa viðgerð. Tað er enn dýrari fyri samfelagið, og okkum øll, um eingin hjálp er tøk.

Fleiri og fjølbroyttari tilboð

Ein orsøk til stóra trýstið á royndarskipanini kann eisini vera, at vit hava ov fá tilboð í Føroyum til ung, ið stríðast við eitthvørt, og at tilboðini eru øgiliga smøl samanborið við onnur lond. Skipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp er millum einastu tilboð, ung kunnu brúka,

um tey hava ilt í sálini. Øll menniskju eru ymisk, og tí riggar sama loysn ikki til øll. Neyðugt er við fleiri fjølbroyttum tilboðum til tann ymiska tørvin, sum er. Við at hava ymisk tilboð kunnu vit eisini lofta fleiri, áðrenn tey gerast so illa fyri, at tey eru viðgerðarkrevjandi.

Á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur í ár fer Sinnisbati at viðgera júst hetta – hvussu vit kunnu fyribyrgja mistrivnaði ímillum ung við at m.a hava fleiri lágottartilboð og lættatkomuliga hjálp.

 

– Nevndin í Sinnisbata

Screenshot_2023-09-14_at_17.43.30

Nýggjur leiðari á Sólteigi og Eysturstræti


Andrias Hansen tekur við eftir Rasmus Patursson, sum nú leggur frá sær vegna aldur, eftir at hava verið leiðari á sjálvsognarstovninum síðan 1.apríl 1985.


Andrias er 50 ára gamal, útbúgvin ergoterapeutur, og hevur drúgvar royndir innan psykiatriska økið, har hann hevur starvast í 20 ár. Andreas hevur leiðsluroyndir frá ergoterapiini á Psykiatriska deplinum, og hevur starvast bæði á stongdari og opnari deild, í sosialpsykatriini og nú seinastu árini í Fountainhúsinum.

Andreas hevur eisini starvast á ymsum stovnum í Danmark, áðrenn hann kom heim aftur til Føroya í 2009 og fór á Psykiatriska Depilin at arbeiða.

Andrias byrjar í starvinum 1. oktober 2023.

Sinnisbati ynskir Andriasi blíðan byr í starvinum, og takkar Rasmus Patursson fyri sítt góða og drúgva arbeiði sum leiðari á sjálvsognarstovninum.

2

AVVARÐANDIBÓLKUR TIL UNG 18-35 ÁR

Ert tú millum 18-35 ár og avvarðandi til ein, sum hevur sálarsjúku? So er avvarðandibólkurin hjá Sinnisbata møguliga fyri teg


Endamálið við bólkinum er:

– at møta øðrum ungum í líknandi støðu
– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egnu støðu

Bólkurin byrjar 19. oktobur, ella tá fullteknað er. Luttakarar møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara, hósdagar millum kl. 17.00-19.00 í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 8 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Róu Midjord. Róa er m.a gestaltterapøut, náttúruterapøutur og rúsviðgera, og hevur hollar royndir sum bólkaleiðari í avvarðandibólkum hjá Sinnisbata.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert ímillum 18-35 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Tilmelding og kostnaður

Eitt gjald á 300 kr. er fyri at luttaka, sum dekkar kostnaða fyri kaffi o.a. Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo við navni og telefonnummari.

Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.


Um avvarðandibólkarnar hjá Sinnisbata

Avvarðandibólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í sjálvhjálparbólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila, kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og gerandisdagin sum avvarðandi. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.

bólkuradd

AVVARÐANDI BÓLKUR TIL MENN

Sinnisbati hevur tvær ferðir skipa fyri avvarðandibólki til menn – bæði í Tórshavn og í Klaksvík. Í heyst fara vit aftur at hava ein bólk.


Endamálið við bólkinum er:

– at møta monnum í líknandi støðu
– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egnu støðu

Bólkurin byrjar 26. Septembur, ella tá fullteknað er. Luttakarar møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara, týsdagar millum kl. 16.00-18.00 í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 8 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við sálarfrøðing Erling Fles, ið kemur at leiða bólkin.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert mannfólk yvir 18 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum

Tilmelding og kostnaður

Eitt gjald á 300 kr. er fyri at luttaka, sum dekkar kostnaða fyri kaffi o.a. Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo við navni og telefonnummari.

Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.


Um avvarðandibólkarnar hjá Sinnisbata

Avvarðandi bólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í sjálvhjálparbólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila, kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og gerandisdagin sum avvarðandi. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.