time ouutt

Søguligt baksýni á stigma & stigmatisering


Stigma og stigmatisering er ein ótti/ófrættakensla av tí ókenda og tí ónormala. Og hyggja vit at søguni, síggja vit, hvussu hetta hevur gingið fyri seg. Í 1900 talinum er tað komið fyri, at ein við sálarsjúku er steinaður úti á gøtuni í Føroyum. Fara vit heilt langt aftur í tíð, aftur til 1500 talið, og eisini í 1700 talinum, so hava fólk við sálarsjúku í Evropa verið forfylgd og rikin út úr sínum heimstaði.


Søgulig internering av fólki við sálarsjúku

Frá umleið 1500 til umleið 1800, gekk ein internering fyri seg í Evropa, har menniskjur við sálarsjúku vórðu gjørd til ein samfelagsligan trupulleika, sum skuldi ruddast upp í samfelagnum. Hendan interneringin var fyri m.a evnaveik, arbeiðisleys, fátøk, brotsgerðarfólk og fólk, ið vóru sálarliga illa fyri. Tey síðstu, ið vórðu skild frá brotsgerðarfólkum, vóru fólk við sálarsjúku.

Dárakistur í Danmark í 1800-talinum

Fara vit aftur til 1800 talið í Danmark, fáa vit eina óhugnaliga søgu um, hvussu fólk við sálarsjúku eru viðførd. Danski staturin legði dent á at avbyrgja og pasifisera menniskju við sálarsjúku. Hetta varð gjørt, við m.a. at koyra tey í sonevndar dárakistur. Dárakistan var bókstaviligt ein kista, sum hevði eina matlúku, og var bygd við tjúkkum træi, fyri at gera tað nærum ómøguligt at bróta út. Tað kom fyri, at menniskju lógu í dárakistum í áravís. Hetta var fyri tey, ið vórðu mett at vera vandamikil. Í navninum „dárakista“ liggur, at tey, ið verða koyrd í har, eru dárar. Tey, ið minni vandamikil vóru, vórðu koyrd í spennitroyggjur, sum varð hildið at vera frígerandi í mun til dárakistuna.

Cellan í Føroyum í miskeiðis 1800-talinum
Í Føroyum, miskeiðis í 1800 talinum, høvdu tey eina deild á Hospitalinum, sum tey kallaðu fyri Cellan. Í hasum navninum sæst ein hugburður í at avbyrgja fólk við sálarsjúku, sum at nærmast koyra tey í fongsul. „uhyggelige fængsel... galehus... uting... frygtelig pine“ (Jacobsen, 2004, pp. 173-174) vóru orðini, ið vórðu nýtt til at lýsa Celluna, og sum heild tykist ein hugburður at vera, at hesi fólkini máttu avbyrgjast, so at tey ikki órógvaðu onnur fólk.

Vit hava tíbetur flutt okkum nógv, bæði í viðgerðarhættum og hugburð til sálarsjúku. Søgan vísir okkum, hvussu menniskju kunnu verða viðfarin, tá hugburðurin, ella fatanin er tann, at tey eru vandamikil og mugu avbyrgjast.

 

Skrivað hevur John Sigurd Hammer

 


Keldur
Det Etiske Råd. (2012). Samfundet og ”de gale” - Magt og afmagt i psykiatrien. Hentet fra Det

Etiske Råd: https://www.etiskraad.dk/~/media/Etisk-Raad/Etiske-
Temaer/Psykiatri/Publikationer/2012-06-19-samfundet-de-gale.pdf

Foucault, M. (2008). Galskapens Historie. Oslo: Gyldendal Akademisk.
Jacobsen, E. S. (2004). Slóðir í Heilsuverkssøguni. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag.
Stórá, T., & Joensen, E. (29. oktober 2019). Tematýsdagur um psykiatri:
https://kvf.fo/non?sid=100453 (tikið niður 28.05.21). (G. Nolsøe, Interviewer)
Vaczy Kragh (red.), J. (2008). Psykiatriens historie i Danmark. København: Hans Reitzels

time ouutt

ONGIN VEIT Í MORGIN AT SIGA

Skrivað hevur Beinta V. S. Hentze

Elin hugdi út gjøgnum vindeygað. Sólin skein oman og niðan, fuglaljóð var at hoyra allastaðni og smálombini spældu sær á bønum. Elin hevði alla grund til at vera glað og vælnøgd. Mann og trý børn átti hon, eitt heim til sína familju og bil í bilhúsinum. Arbeiði hevði hon eisini. At síggja út til, var hon sera væl fyri, bæði kropsliga og sálarliga. Hon legði myndir út í heilum, av øllum støðunum hon og familjan vitjaðu, selfie av sær sjálvari við einum positivum teksti til myndina og so eisini myndir av øllum tí lekkra matinum familjan át.

Tað ongin visti av var, at tað ber væl til at smílast, sjálvt um ein grætur innaní, ella at tað ber væl til at fara alla møguliga staðnis við familjuni, sjálvt um ein helst hevði vilja ligið heima í songini. Selfieni vóru øll redigeraði, so at ongin skuldi síggja nakað á henni.Matin á myndunum hevði hon als ikki gjørt sjálv. Tað var maðurin, sum hevði tikið sær av matgerðini tær seinastu 3 vikurnar.

Tað var bara gott, at ongin kundi koma at vitja tey í løtuni, tí hon var væl klár yvir, at tey beinavegin høvdu sæð, hvørjari støðu hon enn einaferð var enda í. Faktiskt var støðan nógv verri nú, enn hon nakrantíð hevði upplivað fyrr. Òvissan um framtíðina, frástøðan frá øllum hon var góð við, og ikki minst óttin um at ein av hennara nærmastu skuldi blívað smittaður fylti sera nógv. Heilt erligt, so fylti hesi tingini alt hjá henni.

Elin hevði ta fyrstu tíðina als ikki kunna tendra útvarpið, tí alt var um hesa herviligu sjúkuna sum kallaðist Korona. Hon bleiv so rastleys, órólig og føldi eina slíka hjartabankan sum aldrin fyrr, hvørjaferð orðið Korona bleiv nevnt. Hví góvu tey eini sjúku sama navn, sum eitt slag av øl? Nú tá hon alikavæl var komin í gongd við yvurhugsanina, so kundi hon akkurát tað sama hugsa um hetta eisini. Kanska var tað tí, at líka nógv fólk runt í heiminum doyðu av sjúkuni, sum av drekkaríði? Ella kanska var tað tí, at sjúkan var akkurát líka óálítandi sum alkoholið?  Korona kundi faktiskt gott samanlíknast við alkohol. Korona kom sníkjandi inn í heimið, Korona spurdi ikki um tú var ríkur ella fátækur og Korona hevði knúst fleiri familjur. Jú Elin var sannførd um, at tað var akkurát hendan samanlíkningin, sum hevði givið sjúkuni navnið Korona.Tað hevði jú ljóða undarligt, um Covid -19 bleiv kallað fyri Veðr ella Calsberg. So var Korona meira passaligt.

Elin reisti seg frá vindeyganum. Nú var nokk hugsa um Korona fyri í dag. Hon hevði  funnið útav, at meira hon hoyrdi, tosaði og hugsaði um Korona verri fyri bleiv hon. Tað ávirkaði bæði sinnalagið, hugsunarháttin og orkuna. Tað ringasta var óttin um framtíðina, men eisini tað at hon ikki kundi gera øll tey vanligu gerandistingini. So einkult sum, at fara til vinkonur og fáa sær eitt gott prát ella at fara ein svimjitúr. Tíbetur hevði hon fastar samtalur við fakfólk ígjøgnum ZOOM programmið. Tað hjálpti eisini nógv, at hon kundi brúka facetime, at halda kontaktina við sínar vinkonur.

Tá hon kom inn í køkin vóru børnini í gongd við eina rundu av Ludo. Korona hevði als ikki bara havt negativar ávirkanir. Aldrin áður høvdu tey havt tíð til, at vera so nógv saman sum familja. Hon sá væl á børnunum, at tey vóru ordliga livnaði upp hesar síðstu vikurnar. Har tey vóru sloppin at vera saman við foreldrunum. Men Elin mátti innrømmað, at tað sanniliga kundi vera ein útfordring, at fáa tvey tey elstu at gera skúlating, tí lítlu at sita góða og spæla, meðan hon sjálv skuldi ornað arbeiðisuppgávurnar ígjøgnum telduna. Men við góðari hjálp frá manninum, sum faktiskt eisini arbeiddi heimanifrá, hevði tað eisini gingið. Faktiskt hevði tað gingið so væl, at fleiri ting sum høvdu ligið og bíða í fleiri mánaðir, vóru gjørd liðug nú. Alt húsið strálaði, og fyri fyrstuferð í langa tíð, dámdi henni at vera heima.

Eldri sonurin rópti okkurt um, at hann var svangur. So Elin fór í gongd við at geva børnunum millummálað. Hon setti seg saman við teimum, og fekk sær ein bita. Telefonin ringdi. Tað var Linda barndómsvinkonan sum var í horninum. “ Hevur tú hoyrt útvarpið í morgun?” Sjálvandi hevði Elin ikki tendrað útvarpið, so Linda mátti fortelja hvat var sagt. “Jú tey siga, at ein kann væl møtast við fáum fólkum, um tað er uttandurað og við frástøðu”. Tær tosaðu eina langa løtu og avtalaðu so at fara ein gongutúr ein hálvan tíma seinni.

Elin var sum eitt annað menniskja tá hon kom til hús. Tað hevði verið fantastiskt at kunna tosað og tvælta við vinkonuna aftur. Sjálvt maðurin og børnini løgdu til merkis, at Elin hevði havt gott av túrinum. Teir næstu dagarnar blivu gongutúrar við vinkonunum fastur táttur í degnum. Tað var ikki bara tað, at Elin bleiv glaðari, hon fekk eisini nógv meira orku. Gerandis uppgávurnar tóktust ikki so tungar, hon hevði orku til at vera í sving og hon hugsaði ikki líka nógv um Korona.

Elin var akkurát vaknað, tá maðurin kom inn til hennara. “Nú siga tey, at børnini kunnu fara á stovn og skúla Mánadagin”. Elin klárvaknaði. Mánadagin longu? Tankarnir flugu runt í høvdinum á henni. Tað var heilt hol í høvdið í hennara verð, at koyra børn út aftur í samfelagið sum tey fyrstu. Hvat um fleiri blivu smittaði? Hon vistið av royndum, at børn vóru skjótir smittuberar. Hvat um hennara elskaðu børn fingu hendan ræðuliga virusin? Hon hevði hoyrt, at børn vóru innløgd vegna Korona. Tað var ikki langt frá, at hon eisini hevði hoyrt, at okkurt barn ikki hevði yvurlivað. Nei so kortanei, at hon koyrdi børnini longu avstað.

Elin føldi hvussu óttin vaks í sær við morgunmatarborðið. Børnini høvdu fangað, at tey sluppu í skúla og barnagarð aftur. Òttin gjørdist ikki betri, tá hon seinni um dagin tosaði við mammuna. Orðini hjá mammuni hingu sum svørt toka. “Sjálvandi skal tú koyra tey avstað. Hvat er at vera bangin fyri? Eg skilji als ikki hví tú altíð yvurdramatikiserar tingini Elin”. Mamman hevði ongantíð skilt, hvat tað var Elin stríddist við. Hon var als ikki tann einasta. Nógv vóru tey, sum hildu at nógv at hesum óttanum bert var tvætl av Elin. Okkurt slag av uppmerksomheit, hevði hon mangan fingið at vita.

Sum árini gingu, so hevði Elin faktiskt hildi, at tað var tvætl av sær. Tað var ongin normalur persónur, sum fekk hjartabankan, tí makin ikki tók telefonina. Ei heldur var tað ikki vanligt, at ikki tora summartíðir at vera einsamøll við hús saman við børnunum, tí hon var bangin fyri at okkurt hendi børninum. Hesin óttin hevði verið ein sera tung byra fyri Elin í fleiri ár. Tá hon hugsaði um tað, so byrjaði hesin óttin at koma, tá hon fekk børnini. Tað vóru bert 20 mánaðir ímillum dreingirnar, og tað hevði kravt sítt. Maðurin hevði eitt arbeiði, sum kravdi at hann var tøkur næstan 24 tímar í døgninum. So hon hevði meira ella minni verið einsamøll við dreingjunum.

Satt at siga, so hevði hon følt seg fullstendiga øðrvísi. Men hon hevði so til endans samla sær mót at innrømmað, at tað mátti professinell hjálp til. So hon hevði skaffað sær ein Sálarfrøðing. Tá hon hevði fortalt teimum nærmastu um sína støðu, hevði hon als ikki fingið tann stuðulin, sum hon vónaði at fáa. Tvørtur ímóti, so høvdu tey meira ella minni hildi hana vera tápuliga. Tað var ikki neyðugt við sálarfrøðingi. Hon skuldi bara takað seg saman, og ikki vera so bangin av sær søgdu tey.

Hetta var eisini orsøkin til, at hon hevði tað so ringt hesa Korona tíðina. Tað var als ikki tað sama, at sita við eina teldu og tosað um tingini. Stuðul frá øðrum fekk hon lítlan og ongan av. Tíbetur var maðurin raskur til at stuðla henni. Hann hevði verið hennara klettur ígjøgnum øll árini. Hann uppfordraði hana til at takað kognitiva terapt ímót Angist. Hesin bólkurin hevði verið til eina sera stóra hjálp. Eisini hevði hon verið á fleiri angist mindfulness skeiðum, sum eisini hevði verið gott fyri hana.

Hon hevði havt ein sera góðan og innihaldsríkan dag við nógvum aktivitetum, sum høvdu hjálpt henni at halda tankarnar burtur. Men so kom hendan Koronaðin og vendi alt samfelagið á høvdi. Hon hevði aldrin klára ógvusligar broytingar. So hendan tíðin var serliga hørð fyri hana. Men við nógvum gongutúrum, mindfulness á youtube, samtalum og tíð at vera saman við manninum og børnunum, so hevði hon megnað at koma so mikið fyri seg. Hon føldi hvønn dag at gleðin yvur lívið vaks og óttin byrjaði so smátt at leggja seg.

Seinni um dagin fór Elin ein langan túr. À túrinum sá hon tvey tjøldur, sum jakstraðu tveir Ravnar. Allarhelst vóru Ravnarnir komnir ov nær at reiðrinum. Hon hugsaði við sær sjálvari “Sum hasi Tjøldrini eru djørv. Ravnarnir kunnu sum einki jarðleggja tey. Men tey vísa Ravnunum, at tey eru ikki bangin og verja sítt.” Restina av túrinum hugsaði hon nógv um hendan tilburðin við fuglunum. Tilburðurin hevði gjørt okkurt við hana.

Tá Elin kom heim gjørdi hon sær tee og setti seg við telduna. Maðurin kom inn og spurdi hvat hon gjørdi. Við einum smílið segði hon “Eg havi skrivað ein teldupost til skúlan og barnagarðin og sagt frá, at børnini koma Mánadagin”. Maðurin mussaði hana á kjálkan og segði “Eg eri so stoltur av tær”. Nøkur gleðistár runnu eftir kinnunum á Elini. Beint tá kom dótturin inn og spurdi “Mamma er tú okay?”. “Ja Elskaða mamma er nógv meira enn okay, mamma er lætta”.

Døgurðin var liðugur, tá Elin kom út í køkin til familjuna. Elin hugdi rundanum seg, tók eitt Selfie og skrivaði “Tað er okay, at ikki vera okay” og sendi tað til alla sína familju og vinir. Tá tað var gjørt tendraði hon útvarpið sum segði “Vandi verður fyri, at meira vera smittaði. Tí er óvist enn nær samfelagið fer at koyra vanligt aftur”. Við einum smílið segði Elin “Tað er sannliga gott, at vit hava hvønn annan. Tí her koyrur alt, sum tað skal”. Meðan hon tók eina mynd av matinum, føldi hon hvussu hennara deiliga familja smíltist hvør at øðrum. Tað ljóðaði eitt pling í telefonini hjá manninum. Har var ein mynd av matinum og tekstinum “Sum tað er gott at eiga ein mann, sum ger mær mat hvønn dag”. Tey hugdu uppá hvønn annan og smíltust. Tað skuldi ikki meira til, bæði vistu at nú fór at ganga frameftir. So mátti Korona vera Korona.