317724374_10227052102421475_6207285824577440020_n

ALLIR BORGARAR MUGU VERA VIÐ. Altjóða dagur teirra, ið bera brek

Í dag er altjóða dagur teirra, ið bera brek. Vit eru komin longri á leið. Men hygg kring teg og síggj veruleikan. Tað eru hópin av borgarum, sum ikki hava somu atgongd, sum flestu okkara. Til skúla og útbúgving, til eitt arbeiði, til ítriv og menning, til eitt heilsugott lív, til egnan bústað, til at luttaka í almenna kjakinum – og nakað so einfalt sum at fylgja við og luttaka í einum valstríði.

SKAMMSØGA OKKARA

Einaferð útfluttu vit okkara egnu borgarar, tí fá ella eingi tilboð vóru til teirra. Eg var sjálv smágenta, tá vit góvust við hesi ómenniskjaligu “loysn”. Minnist, tá hesi byrjaðu at flyta heim. Mamma, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, arbeiddi á nýstovnaðu psykiatrisku deildini, har fleiri fluttu inn, tí bústaðir ikki vóru til øll. Hon segði frá um manga lagnu, og seinni las eg “Søgan um hini” eftir Doris Hansen og “Jana-eitt hjartabarn” eftir Tóruni Ellingsgaard.

Jú víst er mangt blivið betri, tí vit tóku ábyrgd. MEN. Her er nógv eftir at gera. Okkum tørvar at tryggja grundleggjandi rættindi fyri fólk, ið bera brek. Tey eiga eisini at kunna velja, hvar tey vilja búgva, og hvørjum tey vilja búgva saman við. Okkum tørvar lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum, so til ber at kæra um mismun.

Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Er tað rímiligt, at eitt barn, ið ber brek, ikki sleppur í skúla altíð, tá onnur børn sleppa? Nei!

Vit mugu samskipa tilboðini, so familjur og borgarar, ið bera brek, ikki skulu brúka alla orku sína til at stríðast fyri sjálvsøgd tilboð og rættindi. Øll børn og ung við avbjóðingum eiga at fáa eitt samskipað tilboð, so hjálp og stuðul gerast samanhangandi og munadygg. Ein hurð!

VALLYFTI OKKARA

Vit í Tjóðveldi vilja halda fram at arbeiða fyri atgongd fyri øll. Vit vilja fremja brekpolitisku virkisætlanina. Tryggja øllum atkomu til bygningar – og til tænastur og tilfar á internetinum. Brekpolitiskt umboð skal skipast. Vit vilja áhaldandi byggja nútímans bústovnar og heim til fólk við serligum tørvi. Og vit vilja arbeiða fyri betri korum og eftirløn, eisini til fyritíðarpensjonistar.

Føroyar skulu eisini gerast eitt gott ferðamál fyri fólk, ið bera brek. Lat okkum stremba eftir at koma á heimskortið fyri at vera eitt land við javnrættindum og møguleikum fyri allar borgarar.

Í dag brennur kalendaraljósið frá Dugna fyri júst tí!

Greinin kann lesast við teldutalu á www.tjodveldi.fo/bjort

X við E 🇫🇴🍀

Bjørt Samuelsen

316663641_10225949029905359_3690409568442998698_n

Psykiatriin má styrkjast

Bíðilistarnir til barnapsykiatriina bara vaksa og bíðitíðin er nú uml. 2 ár. Tvey ár í einum barnalívi, hvussu leingi er tað ikki? Og hvussu má støðan vera í familjunum, meðan bíða verður? Tað er lætt at ímynda sær, hvussu trupult og vónleyst tað má upplivast.

Bíðilistarnir til barnapsykiatriina vóru so at siga burtur í 2019. Meðan vit sótu í samgongu, fingu vit eisini eina barnapsykiatriska dagdeild setta á stovn umframt eina røð av øðrum batum á psykiatriska økinum sum heild. Til dømis fingu vit økispsykiatri til Vágarnar, Sandoynna/Skúvoynna og Suðuroynna, og ABC fyri sálarheilsu fór av bakkastokki. Ábøtur blivu gjørdar á innleggingardeildini, og tey seinastu búfólkini, sum høvdu búð á psykiatriska deplinum í áratíggju, fingu góðan bústað hjá Almannaverkinum.

Nakrir bíðilistar til útgreining av vaksnum eru tíbetur minkaðir seinnu árini, men teir eru enn alt ov langir.

Ókeypis sálarfrøðilig hjálp til ung er komin í hesum valskeiðnum. Tað fegnast vit um. Annars er ikki nakað annað av nýggju sálarheilsuætlanini sett í verk í valskeiðnum. Tað frættist at vælskipaða tilboðið til mammur við barnsburðartunglyndi er, um ikki dottið niðurfyri, so skert. Tað er syrgiligt og má fáast í rættlag beinanvegin.

Tað mugu veruliga takast stór tøk á øllum sálarheilsuøkinum. Dentur má leggjast á bæði fyribyrgingarpartin, á útgreining og á viðgerðarpartin.

Vit hava Gigni, sum arbeiðir við heilsufremjan í øllum barnafamiljum og eisini á skúlaøkinum. Tað er nógv at vinna við at menna og styrkja Gigni, so vit fáa vent gongdini og gjørt meira við trivnað og fyribyrging, meðan børnini eru smá.

Meira má eisini gerast í stundini fyri at fáa bíðilistan til útgreining í barnapsykiatriini niður. Og tey tilmæli og tær viðgerðarætlanir, sum verða tilmæltar, mugu kunna setast í verk í skúlum, barnagørðum, frítíðartilboðum o.s.fr.

Føroyar eru lítlar. Tað mugu vit kunna draga fyrimunir av og bøta um samstarv millum fakbólkar og ymiskir geirar. Onga aðrastaðni í heiminum eigur tað at vera so lætt sum í Føroyum.

Vit hoyra nógvar røddir, sum siga, at tað kann ikki vera rætt, at so nógv fólk stríðast og hava ilt í sálini. Tað kann tað vera nakað um, og sjálvsagt eiga vit altíð at hyggja eftir um tað eru strukturar í samfelagnum, sum eru viðvirkandi til vánaligan trivnað, strongd og sálarligar trupulleikar. Men tað er eisini vert at hava fyri eyga, at sálarsjúka og sálarligir trupulleikar altíð hava verið av størstu fólkasjúkum. Tær hava bara verið so tabu´seraðar og stigmatiseringin hevur verið so stór, at tað hevur verið fjalt sera væl. Nú er opinleiki um økið og viðgerðartilboðini vaksa. Og tað er bara at fegnast um.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

316534106_10230032980434334_385909598119644013_n

Vit mugu hava sálarliga skaðastovu

Tá ið vit koma í eina kropsliga bráðfeingisstøðu, so kunnu vit fara á skaðastovuna og fáa hjálp. Er talan tó um eina sálarliga bráðfeingisstøðu, ja so mugu vit ofta bíða í fleiri dagar, áðrenn hjálp er at fáa. Tá er oftani ov seint. Vit mugu hava eina sálarliga skaðastovu, ið kann veita bráðfeingishjálp.

Herfyri fekk eg eina søgu sendandi frá einari, ið vildi fortelja mær, hvussu lívið er sum ung kvinna í Føroyum, ið stríðist við ADHD, angist og autismu. Hon vísir á týdningin at fáa styrkt psykiatriina, men ikki minst at vit fáa eina sálarliga skaðastovu, so at hjálp er at heinta, tá ið vit eru í eini bráðfeingisstøðu. Við loyvi frá henni, deili eg her eitt brot úr tí, hon skrivaði til mín:

“Og í fleiri kvøld og nætur, tá eg hevdi tað soleiðis, spurdi eg mammu, um vit ikki kundu fara til læknan at fáa hjálp, um eg ikki kundi fáa medisin beint nú, og hetta var á miðjari nátt..

Har mamma svaraði mær aftur, at Nei góða tað kunnu vit ikki, tí vit hava ikki tann møguleikan her i Føroyum.. Tað, haldi eg, er alt ov langt úti, at man ikki kann fáa hjálp, tá man hevur brúk fyri henni…”

Sum tingkvinna havi eg roynt at fáa hetta evnið á dagskrá. Tað hevur týdning, at vit styrkja sálarheilsuøkið í Føroyum á fleiri økjum. Tað nyttar einki, at tað tekur dagar og longur enn tað, áðrenn tú fært hjálp. Bráðfeingishjálp skal vera klár – líkamikið um vit hava tørv á kropsligari ella sálarligari bráðfeingishjálp.

Hervør Pálsdóttir,

Valevni fyri Tjóðveldi

316406853_5994933720525953_352899763834842937_n

Skal man rinda fyri at verða sjúkur?

Vit reypa okkum ofta av, at vit hava eitt heilsuverk, ið er fíggjað av skattagjaldarunum. Tó má man minnast á, at tað eru ógvuliga nógv brúkaragjøld á heilsuvøruu og tænastuu, ið leggja ein keðiligan fíggjarligan byr á sjúkum borgarum. Eg upplivi ofta í mínum læknastarvi, at sjúklingar eru afturhaldandi við at fara til fysioterapi, sálarfrøðing ella fáa resept uppá dýran heiligvág, hóast tað er teimum tilmælt læknaliga. Tað er tørvur á, at vit endurskoða okkara heilsuskipan og gera upp við tey óneyðugu brúkaragjøldini, ið finnast.

Heiligvágur

Heiligvágur er ofta dýrur og kann tí verða ein keðilig útreiðsla fyri nógvum borgarum – serliga barnafamiljur og borgarir við kroniskum sjúkum. Man kann enda við at rinda 2.200 kr fyri heiligvág, áðrenn Heilsutrygd traðkar inn við fult tilskot. Men tá er tað eisini nógv sløg av heiligvág, ið ikki verða dekkaði av hesum tilskotinum.

Mítt uppskot er heilt konkret, at allur heiligvágur, ið er ordineraður av lækna, eigur at verða dekkaður av fullum tilskoti, soleiðis at borgarin ikki hevur nakað egingjald. Landskassin eigur ikki at hava tørv á at skula taka pening frá sjúkum borgarum

Tannlæknahjálp

Tað er fullkomiliga ólogiskt, at okkara samfelag er innrættað soleiðis, at ein fær ókeypis læknahjálp tá man hevur kropsligan skaða ella sjúku, men man skal rindað túsindavís fyri grundleggjandi tannlæknahjálp og viðgerð.

Tað finnast longu ein skipan har barnatannrøkt er ókeypis, og Heilsutrygd dekkar eisini ein part av tannlæknarokningunum. Tað er lætt og neyðugt at fremja tað, at allar tannlæknaviðgerðir – undantikið tær kosmetisku – skula verða fíggjaðar av landskassanum.

Sálarfrøðing

Sálarligir trupulleikar skula eisini javnsetast við kropsligum trupulleikin. Royndarverkætlanin fyri at veita ungum millum 15-35 ár við angist ella tunglyndi ókeypis sálarfrøðihjálp hevur verður væleydnað, og hevur givið nógvum ungum eina atgongd til sálarliga hjálp, ið tey ikki høvdu frammanundan. Hendan skipanin eigur tó ikki at gera aldursmismun, og tí má tann avmarkingin takast burtur, soleiðis at allir borgarir við relavantum sálarligum trupulleikum fáa atgongd til sálarfrøðiliga hjálp.

Fysioterapi

Fysioterapi gerst ein alsamt størri partur av heildarviðgerðini av ymiskum sjúkum. Tað er ikki rætt, at sjúklingar við akuttum og kroniskum trupulleikum í rørslulagnum skula rinda stóran part av fysioterapeutiska hjálp sjálvi. Heilsutrygd dekkar longu ein part av rokningini, um ein lækni hevur ávíst til viðgerð – mítt uppskot er, at allur kostnaðurin verður dekkaður.

 

Aksel Kambsskarð Berg
Valevni
Miðflokkurin

316411779_10228552409661072_1272912623618178180_n

Takk Sinnisbati, sálarheilsa og psykiatriska økið

Sinnisbati takk fyri at tit eru við at varpa ljós á sálarheilsu og psykiatriska økið. Eitt sera gott átak, og eru heilt víst nógv sum skal gerðast á hesum økinum.

Heilt víst eitt økið sum skal uppraðfestast, og her má gerðast ein langtíðarloysn. Trupulleikin minkar ikki, og um onki verður gjørt beinavegin, so endar galið.

Eg taki alt til mín sum kom framm í kvøld, og fari at seta meg enn meira inn í hettar økið, tí her skulu loysnir á borðið.

Føroyar er eitt land fyri okkum øll, og sjálvandi hava allir føroyingar rætt til hjálp.

Eg og fólkaflokkurin fer at virka fyri at sálarheilsa verður raðfest nógv meira, og tað fyrsta sum skal gerðast er at fáa eina bráðfeingis móttøku setta á stovn, til fólk við sálartrupulleikum og pskiatriskum trupulleikum. Hettar er neyðugt, tí í løtuni er tað alt ov nógv, sum ikki fáa neyðuga hjálp.

Eisini skulu vit stytta bíðilistar, tað er ikki rætt at bíða meir enn eitt ár, fyri at fáa hjálp.

Vit skulu gera eina langtíðar loysn á økinum, sum skal verða yvir fleiri ár, har ein breið politiska semja er hornasteinurin.

Hettar økið má raðfestast, hettar er ein íløga í menniskjur, sum hava somu rættindir sum onnur 💚

Hettar fari eg at stríðast fyri 🇫🇴💚

X við Dánial Hansen

Valevni fyri Fólkaflokkin

316667148_10160450883023485_5663702811824529992_n

SÁLARSJÚKA OG SÁLARHEILSA – KANN RAKA OKKUM ØLL

Vit skulu arbeiða fyri eini betri sálarheilsu og hava betri tilboðum til teirra, sum hava sálarsjúku. Tí vit skulu ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.

Fólkaheilsuráðið hevur sett sálarheilsu á skrá, og Sinnisbati og Fountain House gera eitt stórt arbeiðið. Vit eru í dag meira tilvitað um týdningin av tilboðum, viðgerð og kunning um sálarsjúku og sálarheilsu. Sálarligar avbjóðingar eru ikki longdur tagdar burtur sum fyrr, tá ið fólk ’endaðu úti hjá Árna’, um tey skuldu á Psykiatriska Depilin, ella ‘Statshospitalið’, og so varð ikki tosað meira um tað.

Sálarsjúka kann raka okkum øll, og millum ein triðingur og helvtin av okkum verða rakt av sálarligari sjúku á okkara lívsleið. Angist og tunglyndi koma oftast fyri, og umleið 30 prosent hava angist ella fáa angist eina ferð í lívinum. Men við røttum viðgerðartilboðum ber til hjá nógvum at sleppa av við sálarligu líðingarnar ella at liva við teimum.

Neyðugt er við hægri raðfesting og við fleiri tilboðum til sálarsjúk, so sum:

 

• sálarfrøðilig bráðfeingismóttøka

• betri hjálp til børn og ung við sálarligum avbjóðingum

• lættari atgongd til sálarfrøðing

• betri hjálp fyri angist

• fleiri bústaðartilboð til menniskju, sum stríðast við sálarliga líðing

• fyritíðarpensjónin skal betrast

• betri og lættari tilknýtið til arbeiðsmarknaðin

 

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái høvi eftir løgtingsvalið 8. desember.

 

X við Javnaðarflokkin

 

X við Kristionnu Winther Poulsen

316800801_10160732918509695_2197613576280567917_n

Mammur sleptar uppá fjall

Skipanin, har mammur við barnsburðartunglyndi kundu fáa hjálp, varð í 2021 niðurløgd uttan fráboðan!

At verða við barn, at eiga og at gerast foreldur eigur at verða ein spennandi og gleðilig tíð fyri alla familjuna og í flestu førum gongur hetta væl, men í summum førum fær mamman barnsburðartunglyndi.

Í Føroyum fáa allar mammur í boði at vera kannaðar fyri barnsburðartunglyndi 8 vikur eftir barnsburð, tað er heilsufrøðingurin, ið við einum internationalt góðtiknum spurnarblaði (EPDS) stendur fyri kanningini.

Tað er týdningarmikið at fáa fram, at vit kanna ikki mammurnar fyri at finna eina diagnosu, tí barnsburðartunglyndi, hóast tað kann líkjast tunglyndi ella angist, ikki er tað sama, vit skulu ikki sjúkliggera mammurnar. Vit finna tær mammur, sum eru í vanda fyri at fáa barnsburðartunglyndi og eru í eini støðu, har tær ikki trívast, tí er trivnaðurin hóttur, so mugu vit gera nakað. Manglandi trivnaður hjá mammuni ávirkar nevniliga ikki bara hana, men alla familjuna og kann hava sera keðiligar og skaðandi avleiðingar.

Í Føroyum byrjaðu vit at bjóða kanning fyri barnsburðartunglyndi í 2012. Samstundis varð eitt fleirfakligt sertoymi set á stovn, sum var staðsett á psykiatriska deplinum. Tey seinastu árini vóru 2 sjúkrarøktarfrøðingar frá økispykiatri, sálarfrøðingur, musikterapeutur og lækni við í toyminum. Toymið hevði somuleiðis fund við psykiatara 14. hvønn dag.

Um ein mamma við fyrstu kanning skoraði í hægra lagi, setti heilsufrøðingur fyrst inn við tveimum eykavitjanum, men varð ongin bati, so varð mamman ávíst til kommunulækna og samstundis til sertoymið á psykiatriska deplinum. Hetta var ein skipan, ið riggaði og mammurnar kundu fáa skjóta og góða hjálp.

Men í dag eru onki sertoymið! Tann servitan, ið var upparbeitt og kundi kvalitetssikra økið er niðurløgd, uttan at nakað annað er sett inn!

Í árunum 2012-2014 vórðu 1242 børn fødd í Føroyum. Tøl frá innheintan av kanningum fyri barnsburðartunglyndi vísa, at fyri fyrstuferðseigandi eru 18 % í vanda fyri at fáa barnsburðartunglyndi og fyri tær, ið hava átt fyrr, er talið 11 %. Tølini stava frá 917 kanningum og gevur tað eitt svar uppá 75 %. Tølini passa rættuliga væl við tøl frá øllum heiminum, har talið av mammum, ið fáa barnsburðartunglyndi er 12-20 %. Tað merkir, at vit kunnu vænta, at umleið 1 av hvørjari 5 – 10 kvinnum vilja uppliva manglandi trivna eftir barnsburð og hevur tí tørv á stuðul og hjálp.

Allar mammur fáa áhaldandi bjóða kanning, men í dag er einasta tilboð, umframt at heilsufrøðingur fer á eykavitjan, at mammur verða ávístar til kommunulækna og síðani víðari til sálarfrøðing. Hetta er ikki gott nok! Sum er, er long bíðitíð til sálarfrøðing og ongin servitan.

Verið eg vald og komi í tingið, so fari eg at arbeiða fyri, at vit aftur fáa eitt sertoymi fyri mammur við barnsburðartunglyndi og kanska skal tilboðið ikki bert verða til mammur, tí pápar kunnu eisini fáa barnsburðartunglyndi. Vit mugu øllum førum hava eina loysn fyri at tryggja eina góða byrjan fyri allar familjur í Føroyum.

 

Sára Gullfoss, heilsufrøðingur

Valevni fyri javnaðarflokkin

316800606_10160007366512348_6431516349660950650_n

Vit mugu geva børnum røttu hjálp tíðliga!

At raðfesta at børn og ung fáa røttu hjálp rættstundis, má vera ein av størstu uppgávum í komandi tíðum. Hjálp í tøkum tíma!

Sum miðnámsskúlalærari síggi eg ofta at næmingar stríðast. Mong hava avbjóðingar av ymiskum slagi, sum ikki eru staðfestar fyrrenn seint, kanska ikki fyrrenn, tá tey ganga í miðnámsskúla. Hetta mugu vit broyta.

Vit mugu raðfesta at geva børnum og ungum hjálp, tá teimum tørvar – óansæð um tað er ein diagnosa sum teimum tørvar, ella um tað eru avbjóðingar av sosialum slag tey stríðast við.

Hjálpa vit børnunum, teirra foreldrum og teimum starvsfólkum,sum eru um tey á dagstovni og í skúla rættstundis, spara vit hetta inn aftur í álvarsligum fylgjum og viðgerum seinni í lívinum.

Avleiðingarnar av, at tú ikki fært røttu hjálp rættstundis eru ógvusligar og kunnu vera ein av orsøkunum til at so nógv børn og ung standa á bíðilista til psykiatriina.

Tað snýr seg um raðfesting og stimbran á røttum stað og ikki minst, at tryggja umstøðurnar hjá teimum, sum eru um børnini tey fyrstu árini. Tey mugu hava góðar arbeiðsumstøður, fáa røttu eftirútbúgvingar og røttu serfrøðingar at samstarva við, so at tey framhaldandi halda út at vera verandi á økinum.

Um hetta verður raðfest, fara okkara børn at hava tað betri, okkara ungu fáa betri sjálvsvirði og vit verða ríkari sum samfelag.

Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg fái tín kross 8. desembur!

Birna Heinesen, valevni Javnaðarfloksins

317505633_10209817030579454_3342906040506003966_n

Sálarheilsan hjá okkara ungu

Javnan hoyra vit um ung við sálarligum avbjóðingum, ið ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar.

Í fjør var skipan við ókeypis sálarhjálp til ung millum 15-35 ár sett á stovn, og vísti tað seg, at tørvurin á sálarfrøðiligari hjálp millum okkara ungu var nógv størri enn væntað. At hendan skipan varð sett á stovn er at fegnast um, men har eru viðurskifti, ið kunnu gerast betri.

Skipanin er ætlað ungum millum 15 og 35 ár. Men tað eru ikki einans ung í aldrinum 15 ár og eldri, ið kunnu hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp. Tí átti hetta at verið endurskoðað, so at ung yngri enn 15 ár eisini verða fevnd av skipanini.

Ein onnur avbjóðing við skipanini er, at sálarfrøðingar ikki eru tengdir at henni. Tey, sum koma í skipanina, mugu sjálvi finna ein privatpraktiserandi sálarfrøðing, ið hevur tíð til tey. Hetta kann vera ein stór avbjóðing, tí flestu sálarfrøðingar hava sera nógv at gera, og bíðitíðin kann tí vera upp til eitt ár ella meira. Skipanin eigur tí at verða endurskoðað, so at okkara ungu fáa ta hjálp, teimum tørvar, tá teimum tørvar hana.

Eisini er neyðugt at styrkja barna- og ungdómspsykiatriina. Hóast bíðitíðin er stytt, so er hon framvegis alt ov long. T.d. er bíðitíðin til útgreining fyri ADHD 20 mánaðir, og er hetta eisini alt ov long tíð at vera í bíðistøðu.

Alneyðugt er tí at veita okkara ungu viðgerðartrygd á hesum øki, so at tey kunnu fáa hjálp, tá teimum tørvar hana og ikki eitt ár ella tvey seinni.

Jónleyg J. Bech

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

317440418_505106404978211_6960005771123095935_n

LOYSA MARKAFORÐINGAR Á BARNA- OG UNGDÒMSØKINUM

Børn skulu ongantíð detta niður ímillum tveir stovnar, tvær skipanir ella tvey ráð, sum vit ferð eftir ferð
hoyra og síggja í Føroyum.

Tórmóður Stórá hevur sagt tað fleiri ferðir – vit skulu droppa at noyða skipanir í Føroyum til at samstarva, tí

tað riggar ikki. Vit skulu ístaðin samskapa nakað nýtt. Tað megna vit. Og tað ynski eg, at verða við til.
Yvirskipað veit man, at tað er trupult hjá ymsu skipanunum í Føroyum at samstarva tvørturum geirar,
tvørturum politisk løg og tvørturum ymisk fakfólk.

Í Íslandi hava tey fyri kortum rist posanum av nýggjum, tá ið tað viðkemur barnaøkið. Og tey eru komin við
eini nýggjari loysn, ið riggar framúr væl inntil víðari.
Tey hava sett á stovn eitt barnamálaráð!

Eitt barnamálaráð, har tað er EIN málaráðharri, ið einans skal arbeiða fyri børnum. EIN, ið hevur ábyrgdina
av barnaøkinum.

Tíðin er komin til, at vit hyggja at mátanum, ið vit hava skipað okkara samfelag og okkara skipanir. Borgarar
og fakfólk rópa um kapp fyri at vísa á, at verandi skipanir ikki rigga nóg væl, og so slettis ikki nóg væl saman.
Um vit hyggja at okkara verandi skipan, so er tað skipað m.a. soleiðis:

– Gigni er undir Heilsumálaráðnum
– Almannaverkið og Barnaverndartænasturnar eru undir Almannamálaráðnum
– Nám/Undirvísingarstýrið er undir Uttanríkis og Mentamálaráðnum

Her eru trý ymisk ráð, trý ymisk lógarverk og tríggir ymiskir málaráðharrar, ið kunnu hava við sama barn at
gera.

Okkara barnaøkið er deilt upp í fleiri økir og ráð. Fleiri økir við egnum lógarverkið, reglugerðum og
kunngerðum, sum fyri tað mesta virka leys av hvørjum øðrum. Lopið frá eini skipan til tí næstu er
avbjóðandi – fyri at siga tað milt – og tess fleiri skipanir eru, tess fleiri eru lopini. Er tað undarligt, at børn
detta niður ímillum?

Við at seta eitt Barnamálaráð á stovn í Føroyum, merkir tað, at øll, sum arbeiða við og fyri børn, hoyra undir
sama ráð – og harvið eru fleiri markaforðingar longu tiknar burtur, sum vit stríðast við í Føroyum.
Í Føroyum royna vit øll at draga í somu línu, fyri at bata um barnaøkið. Gigni, Sernám, Almannastovan,
Barnaverndartænastur, Løgregla, kommunur, frítíðarfelagsskapir v.m., men tað er enn ov stirvið og vit
koma ikki nóg langt fram við verandi skipanum.

Fyri at stovnarnir kunnu fremja eina burðardygga samskapan krevst, at stovnarnir hvør sær hava rættar
karmar at virka undir. Tað verður gjørt við dagføra lógargrundarlagið og syrgja fyri nøktandi fíggjarkørmum.

Ásla Leila Birgisdóttir Johansen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi