IMG_3357

Leiðari settur fyri Ungdómsráðgevingina hjá Sinnisbata

Sinnisbati hevur sett Gunnvá Árnadóttir Djurhuus í starv sum leiðara fyri nýggju Ungdómsráðgevingina hjá felagnum.

Gunnvá er 39 ára gomul, úr Leirvík og útbúgvin sosialráðgevi. Hon hevur meira enn 10 ára royndir innan barna- og ungdómsøkið, sosialum arbeiði og tvørfakligum samstarvi.

Ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata er eitt nýtt fyribyrgjandi tilboð til øll ung í Føroyum. Endamálið er at skapa eitt trygt, ókeypis og lætt atkomuligt stað, har ung kunnu venda sær, tá teimum tørvar hjálp, ráðgeving ella onkran at tosa við. Tilboðið er ment við íblástri frá Headspace í Danmark og Íslandi.

Við sínum drúgvu royndum fer Gunnvá at hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum at menna og skapa eitt dygdargott tilboð til ung.

“Vit eru sera fegin um at kunna bjóða Gunnvá vælkomnari sum leiðara fyri nýggju Ungdómsráðgevingina. Við setanini tekur Sinnisbati enn eitt týðandi stig í arbeiðinum við at styrkja sálarheilsuna hjá børnum og ungum í Føroyum og menna fyribyrgjandi átøk, sum kunnu lofta ungum í mistrivnað. Vit gleða okkum til at kunna bjóða ungum í Føroyum eitt tilboð í nærmastu framtíð.”

– Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata

 

Á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur skipar Sinnisbati fyri almennum tiltaki í auluni í Finsen við denti á sálarheilsu hjá ungum. Eftir tiltakið verður opið hús í nýggju hølunum hjá Ungdómsráðgevingini.

Á degnum verða navnið, samleikin og heimasíðan hjá ráðgevingini almannakunngjørd, og møguleiki verður at hitta nýggja leiðaran, Gunnvá Árnadóttir Djurhuus.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Meira kann lesast um tiltakið og skránna á sinnisbati.fo

Altjóða Sálarheilsudagur

Altjóða sálarheilsudagur 2026: hvussu lofta vit?

10. oktobur er altjóða sálarheilsudagur. Í ár varpar Sinnisbati ljós á sálarheilsu hjá ungum, og hvussu vit í felag kunnu skapa betri karmar fyri góðari sálarheilsu og trivnaði.

Hvat siga tey ungu sjálvi um sálarheilsu, og hvussu vit sum samfelag kunnu lofta? Monika Hjelm Joensen, ungdómsumboð, heldur røðu.
Vit fáa vitjan úr Íslandi. Eva Rós Ólafsdóttir, stjóri í Berginum í Íslandi, fer at greiða frá arbeiðinum hjá Berginum, og hvussu Bergið er við til at loysa avbjóðingar við mistrivnaði millum ung.
Umframt hetta, verður tónleikur við Annu Lovisu Mýri, ársins sálarheilsuvirðisløn verður handað og møguleiki at síggja nýggju hølini hjá komandi føroysku ungdómsráðgevingini.

Tiltakið verður í auluni í Finsen.

Skrá:
kl. 15.00: Anna Lovisa Mýri spælir nøkur løg
kl. 15.15: Súsanna Olsen, forkvinna, bjóðar vælkomin
kl. 15.25: Monika Hjelm Joensen, ungdómsumboð, heldur røðu
kl. 15.35: Framløga við Evu Rós Ólafsdóttir, stjóra í Bergið-Headspace í Íslandi
kl. 16.10: Margit Stórá, landsstýriskvinna, handar ársins sálarheilsuvirðisløn

Opið hús
Eftir tiltakið verður opið hús í nýggju hølunum, har Ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata fer at halda til. Møguleiki verður at síggja nýggju hølini, hitta leiðaran og fáa innlit í komandi tilboðið.
Navnið, samleikin og heimasíðan hjá ráðgevingini verður avdúkað.

Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin

SInnisbati á ferð

Sýningar av heimildarfilminum Mammuskepilsið

Sinnisbati fegnast um góðu undirtøkuna til sýningarnar av Geytavirðislønta filminum ‘Mammuskepilsið’, sum vóru í mars mánaða í Klaksvík og Miðvági. Sinnisbati fer nú aftur at sýna filmin, og hesaferð verður tað í Havn og í Vestmanna.

Tiltøkini eru ókeypis, men tilmelding krevst.

Sýning á Føroya Fólkaháskúla í Havn 2. juni kl 19.00. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo

Sýning í biografsalinum á Miðnámi í Vestmanna 4. juni kl. 20.00. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.

Áðrenn filmssýningarnar fer Beinir Bergsson at lesa úr yrkingasavninum ‘Leitanin eftir at vera’ eftir Katarinu Nolsøe, og sum er ein týðandi partur av filminum. Aftaná verður prát við leikstjóra, Mariu Tórgarð.

Um Mammuskepilsið:
Mammuskepilsið er endafilmurin hjá Mariu Tórgarð frá Stockholm University of the Arts. Filmurin vann bæði Geytavirðislønina og Áskoðaravirðislønina til Geytan 2026, umframt at filmurin hevði altjóða frumsýning á stóra filmsfestivalinum CPH:DOX fyrr í ár. Høvuðsleikarar í filminum eru: Maria Tórgarð, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð.

Samandráttur: Mammuskepilsið vaknar. Dóttirskepilsið roynir at nærkast henni. Mamma Mariu hevur altíð tosað um sína skisofreni sum eitt skepilsi. Leikstjóri, Maria, roynir at bjóða skepilsinum vælkomið í hesum hybrid heimildarfilminum.

1

Fyrilestur: at geva røddunum meining

Mikudagin 27. mai kl. 19:00 verður spennandi fyrilestur um at hoyra røddir í Perluni í Havn.

Tað er viðurkendi bretin, Trevor Eyles, sum heldur fyrilesturin. Trevor er útbúgvin psykiatriskur sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt við menniskjum, sum hoyra røddir, í meira enn 20 ár.

Hann hevur seinastu mongu árini starvast í sosialpsykiatriini í Aarhus og ment tilboð til fólk, ið hoyra røddir. Hann undirvísir, heldur fyrilestrar og skeið, har hann fortelur um sínar royndir og vegleiðir fakfólkum í, hvussu tey best kunnu stuðla fólkum við hesum upplivingum.

Til fyrilesturin fer Trevor Eyles at greiða frá sínum royndum við at menna ‘Aarhus-myndilin’, og hvussu tað hevur verið at arbeitt við raddarhoyring í so mong ár. Aarhus-myndilin byggir á, at røddir kunnu hava týdning og samanhang í lívinum hjá tí einstaka, og at tað ber til at finna sín egna hátt at liva við teimum.

Trevor ynskir at skapa størri opinleika og at broyta okkara fatan á hesum øki, sum ofta verður misskilt. Hansara tilgongd hevur gjørt hann til eina viðurkenda rødd og til eina fyrimynd fyri mong.
Vit gleða okkum til eitt upplýsandi kvøld við fyrilestri og livandi práti, har tað eisini verður høvi til at seta spurningar.

Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru vælkomin. Tað er ikki neyðugt við tilmelding.

Nevndarmynd 2026

Nýggj nevnd í Sinnisbata

Aðalfundur hjá Sinnisbata varð hildin 17. mars og tríggir nevndarsessir stóðu fyri vali.

Í nevndini hjá Sinnisbata skulu sjey nevndarlimir veljast og tveir tiltakslimir. Til aðalfundin valdi Oddbjørg Johansen at takka fyri seg. Oddbjørg hevur sitið í nevndini í Sinnisbata í tvey ár, og vit takka henni fyri hennara góða arbeiði hesi árini, málbólkinum at frama. Elisabeth Carlsson og Joan B. Poulsen tóku við afturvali og Monika Hjelm Joensen er nýggj í nevndini. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við valinum og Moniku vælkomnari í nevndina.

 

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

– Súsanna Olsen, forkvinna
– Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
– Joan B. Poulsen, kassameistari
– Minna Sólfinnsdóttir, skrivari
– Elisabeth Carlsson, nevndarlimur
– Nuka Heinrich Eidesgaard, nevndarlimur
– Monika Hjelm Joensen, nevndarlimur
– Margretha Poulsen, tiltakslimur
– Vivian Sjóðklett, tiltakslimur

 

Nýggja nevndin hevur sett sær fleiri mál fyri og er til reiðar at fara til verka til nevndarárið 2026/2027. Í 2026 fór Sinnisbati undir nýggja fyrilestrarrøð, og fara vit at halda áfram við hesum leisti og hava tiltøk runt í Føroyum. Nýggja Ungdómsráðgevingin er á gáttini, og fer hetta serliga at eyðmerkja nevndarárið. Vit eru takksom fyri allan stuðulin og álitið, og gleða okkum at skapa eitt fyribyrgjandi tilboð, ið kann vera við til at basa á mistrivnaði millum ung.

 

Les ársfrágreiðing 2025 her

Starvslýsing Leiðari til Ungdómsráðgevingina hjá Sinnisbata

Starvslýsing: Leiðari til Ungdómsráðgevingina hjá Sinnisbata

Vilt tú vera við til at menna og standa á odda fyri nýggju Ungdómsráðgevingini og gera ein veruligan mun í lívinum hjá ungum í Føroyum?

Eitt áhugavert og avbjóðandi starv er leyst at søkja hjá Sinnisbata.

Um Ungdómsráðgevingina
Sinnisbati setur á stovn eina ungdómsráðgeving við íblástri frá Headspace í Íslandi og Danmark.
Ungdómsráðgevingini arbeiðir fyri, at øll ung skulu hava eitt trygt stað at venda sær til, tá teimum tørvar hjálp ella onkran at tosa við. Talan er um eitt lággáttartilboð, sum er ókeypis og dulnevnt. Endamálið er at skapa eitt fyribyrgjandi og lætt atkomuligt tilboð, har ung kunnu fáa skjóta ráðgeving.

Starvið
Starvið er til tín, sum brennir fyri trivnaði hjá ungum og hevur evni og hug at ganga á odda. Starvið er fjølbroytt, og tú kemur at spæla ein týðandi leiklut í at menna og byggja upp eitt nýtt tilboð til ung.

Sum leiðari hevur tú ábyrgd av dagligu leiðsluni og virkseminum í Ungdómsráðgevingini. Tú hevur ábyrgd av at skapa góðar karmar fyri ráðgevingina og tryggja, at ung, sum venda sær til hana, verða møtt við opinleika, virðing og fakligari dygd.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at:
– Hava ábyrgd av dagligu leiðsluni, við tilvísing til aðalskrivarin
– Skapa góðar karmar fyri ráðgevingina
– Tryggja fakliga grundarlagið
– Framleiða kunningartilfar til ung
– Samstarva við viðkomandi myndugleikar og felagsskapir
– Økja um fíggjarliga grundarlagið hjá Ungdómsráðgevingini

Vit vænta, at tú:
– Hevur viðkomandi útbúgving innan sosial-/heilsufakliga økið, s.s sálarfrøði ella líknandi. Fyrimunur er, um tú hevur leiðsluroyndir
– Góðar fyrisitingarligar førleikar og fíggjarliga fatan
– Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
– Dugir væl at málbera teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
– Hevur royndir við ráðgeving
– Góðar førleikar við at brúka talgildar pallar
– Hevur góð samstarvsevni og dugur at byggja góðar relatiónir
– Ert nýhugsandi og skapandi og dugir at finna loysnir og bróta upp úr nýggjum
– Góðan kunnleika til barna- og ungdómsøkið í Føroyum herundir psykiatriska økið
– Gott innlit í føroyska samfelagið

Vit bjóða tær:
– Eitt fjølbroytt og meiningsfult starv við einum týdningarmiklum endamáli
– At standa á odda fyri at menna eitt nýtt tilboð til ung í Føroyum
– Møguleika fyri fakligari menning og luttøku í skeiðum og ráðstevnum

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður fyribils sett 30 tímar um vikuna og miðað verður eftir, at tað verður eitt fulltíðarstarv. Starvið verður sett fyri eitt ár við møguleika at leingja.

Starvið verður sett skjótast tilber ella eftir avtalu.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Roknast kann við at arbeiðið til tíðir fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir §4 stk. 3 skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn setanin verður framd.

Umsóknarfreist
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til sinnisbati@sinnisbati.fo seinast 23. apríl 2026 kl. 12.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnhild Persson, aðalskrivara, á gunnhild@sinnisbati.fo ella á tlf. 597913.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær og vóna, at tú vilt vera við til at skapa eitt gott og trygt umhvørvi fyri ung í Føroyum.

Sinnisbati er áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Fyribyrging er lykilin, tá talan er um at forða fyri at fólk gerast álvarsliga sjúk og illa fyri. Sinnisbati stuðlar undir fyribyrgjandi verklætlanum og átøkum, gransking og øðrum, ið kann virka sálarheilsufremjandi.

mynd

VALFUNDUR: Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er

Í samband við løgtingsvalið bjóða Fountainhúsið og Sinnisbati til politiskt orðaskifti um psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman. Vit umrøða evni um m.a fyribyrging, psykiatriætlan, rúmliga arbeiðsmarknaðin, skúlatilboð, bústaðarmøguleikar og eftirløn til fyritíðarpensjónistar. Umboð frá øllum politisku flokkunum luttaka, og vit spyrja, hvussu tey ætla at raðfesta økið í komandi løgtingsskeiði.

 

Fountainhúsið fyllur 12 ár 1. apríl, og nú tað stundar til val, er upplagt høvi at seta okkara politisku flokkum stevnu um átøk, sum eru neyðug at gera, fyri at fólk við sálarligum avbjóðingum eisini føla seg væl í okkara samfelag.

Húsið er opið frá kl. 14.00-17.00. Pallborðfundurin byrjar kl. 15.00.

Vit bjóða føðingardagslagkøku, kaffi og te.

Páskasøla: Tað verður eisini møguligt at keypa páskaprýði, sum limir í Fountainhúsinum hava gjørt.

 

Vit síggjast í Fountainhúsinum á V.U.Hammerheimbsgøtu 3 – øll eru vælkomin.

495596769_10165407066517907_2590102810987929616_n

Nær fara politikarar at javnseta sálarliga og kropsliga heilsu?

Í Føroyum er talið av innleggingum í psykiatriini økt við umleið 12% frá 2016 til 2024. Tað merkir, at fleiri enn nakrantíð stríðast so mikið sálarliga, at tey hava brúk fyri einari innlegging. Men samstundis skal psykiatriski depilin spara.

Hvussu kann eg, sum brúkari á psykiatriska deplinum, góðtaka tað?

Menniskju, ið stríðast sálarliga, missa ofta vónina, tá tey hoyra um langar bíðitíðir til útgreining, langar bíðitíðir til sálarfrøðing, ein psykiatriskan depil, sum longu er fult upptikin, og eitt øki, sum hevur verið niðurraðfest í alt ov langa tíð.

Tí hetta er tann beiski veruleikin: flestu bíðitíðir á psykiatriska deplinum eru langar, og tá ið vit tosa um sálarliga hjálp, eru tilboðini fá. Samstundis verður ábyrgdin ov ofta løgd á einstaklingin og familjuna, sum frammanundan eru sperd, heldur enn á eina skipan, sum í einum vælferðarsamfelagi eigur at lofta.

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um starvsfólkini á psykiatriska deplinum, sum gera eitt fantastisk arbeiði, men sum eru undir einum risa trýsti. Fleiri sjúklingar mugu deila kamar, og uppaftur fleiri verða útskrivaðir ov tíðliga, tí fleiri verða innlagdir. Soleiðis mugu tey dagliga raðfesta, hvør skal út, áðrenn viðkomandi yvirhøvur er komin seg so mikið, at tað er trygt at lata hann fara.

Sama høvdu vit ongantíð góðtikið á einum somatiskum øki. Eingin hevði sagt, at tað er í lagi at skriva ein hjartasjúkan út, áðrenn hann er stabilur, tí plássið skal brúkast til ein annan. Men tá tað snýr seg um sálarliga heilsu, tykist tað kortini verða meira góðtikið.

Fólk við sálarligum líðingum og avbjóðingum skulu hava eins góðan rætt og øll onnur, og mann skal ongantíð føla seg sum eina byrðu fyri heilsuverkið, tí ein hevur tørv á hjálp.

Eg sum brúkari ynski so inniliga, at tey, sum stilla upp til løgtingsvalið veruliga raðfesta sálarheilsu og arbeiða fyri at hjálp eru til tey, ið hava tørv á henni, og at tey steðga sparingini á einum øki, har tørvurin bara sær út til at veksa.

Framyvir eiga tey at tryggja nøktandi karmar, so sjúklingar ikki verða útskrivaðir ov tíðliga, og at leggja eina greiða ætlan fyri at stytta bíðitíðir og byggja út fyribyrgjandi tilboð.

Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, sum ger lívið vert at liva.

Tí er ikki nokk at taka orðini í munn um, at “sálarliga heilsa fara vit at raðfesta” nú eiga politikarar at vísa tað í verki og javnseta sálarliga og kropsliga heilsu, bæði í raðfestingum, fígging og lógum.

 

Nuka Heinrich Eidesgaard

35 ár, mamma, lesandi.

Brúkari á psykiatriska deplinum / nevndarlimur í Sinnisbata

SAMRØÐUBÓLKUR FYRI AVVARÐANDI

Samrøðubólkur fyri avvarðandi

Ert tú avvarðandi til ein, sum hevur sálarsjúku og ert eldri enn 18 ár? So er avvarðandibólkurin hjá Sinnisbata møguliga fyri teg

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlað og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í bólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu í tryggum kørmum deila kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Luttakarar fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.


Endamálið við bólkinum er:

– at møta øðrum í líknandi støðu
– at læra at handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá tínum avvarðandi
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur


Luttakararnir møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 8 luttakandi. Bólkurin byrjar 24. mars (ella tá fullteknað er) og møtist týsdagar kl. 17.00-19.00.

Bólkurin er leiddur av faklærdum bólkaleiðara við hollum royndum í avvarðandibólkum hjá Sinnisbata.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert yvir 18 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.


Melda til

Tað er ókeypis at luttaka í bólki hjá Sinnisbata. Einasta krav er, at tú ert limur í felagnum. Tekna teg til lim her

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo við navni og telefonnummari.

Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

AÐALFUNDUR

Aðalfundur í Sinnisbata

Týsdagin 17. mars kl. 17.00 verður árligi aðalfundurin hjá Sinnisbata. Aðalfundurin verður hildin í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10C.

Skrá er sambært viðtøkum felagsins:
Val av orðstýrara
Ársfrágreiðing forfólksins
Framløga av granskoðaðum roknskapi fyri seinasta rakstrarár felagsins
Møguligar lógarbroytingar
Innkomin mál
Limagjald fyri komandi ár
Nevndarval
Val av grannskoðara
Ymiskt

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

Stilla upp í nevndina
Hevur tú hug at vera við í arbeiðinum at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra, varpa ljós á sálarheilsu og skipa fyri tiltøkum og átøkum? Stilla so upp í nevndina hjá Sinnisbata.

Ynskir tú at stilla upp í nevndina og hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo ella ringja á 597913.