time ouutt

Hoyringsskriv og íkast frá Sinnisbata til yvirskipaða frágreiðing, ið Føroyar skulu lata Sameindu Tjóðum  um mannarættindastøðuna i Føroyum, 2020

7. desembur 2020

Sinnisbati hevur viðmerkingar til mál innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Felagið hevur einans viðmerkingar til tey málini, ið felagið hevur mett verða tey mest átrokandi á økinum. Leggjast má afturat, at Sinnisbati mælir til og metir, at psykiatriska økið, í síni heild, hevur tørv á einari gjøllari gjøgnumgongd, við tí fyri eyga at seta sjóneykuna á tey øki, har mannarættindasáttmálarnir, sum Føroyar hava bundið seg til, ikki verða fylgdir. Tað hevur fyri felagið ikki verið gjørligt í hesum umførinum vegna stutta hoyringsfreist, og í mun til hvussu stórt økið er og fevnir um. 

Sinnisbati hevur fylgandi viðmerkingar, ið eiga at vera tiknar við í frágreiðingina hjá Føroya Landsstýri:

Børn og ung

Nýggj fólkaheilsukanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísir, at serliga ung millum 18 - 24 ár hava tað munandi verri sálarliga í Føroyum, um vit samanbera tølini við onnur Norðurlond. Somuleiðis eru tølini hækkað í alt ov stóra mun bara seinastu fýra árini, tá seinasti kanning bleiv gjørd í 2015. Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísir millum annað á, at fimta hvør kvinna og tíggjundi hvør maður í aldrinum 18 - 24 ár hava havt eina sálarliga sjúku, sum hevur vart longri enn seks mánaðir. Haruftrat sigur kanningin okkum, at onnur hvør kvinna og triði hvør maður í aldursbólkinum 18-24 ár kenna seg strongd. Nógv bendir á, at nógv ymisk virðurskifti spæla inn. Natúrligt er, at undómslívið hevur avbjóðingar við sær, ið eru natúrligar og eins fyri tey flestu, men viðuskifti eru í føroyska samfelagnum, sum ikki eru eins kend í grannalond okkara, í londum við samanbera okkum við - eitt nú Danmark. Talan eru um samansettar trupulleikar, sum myndugleikarnair eiga at taka í alstørsta álvara. Altjóða Heilsustovnurin metir, at tunglyndi fer at verða størsta fólkasjúkan í 2030, og tøl vísa somuleiðis, at 50% av sálarsjúkum vísa seg hjá fólki áðrenn 14. liviárið og 75% áðrenn 24. liviárið. 

Sinnisbati vil vísa á, at í Føroyum verður ikki sett nóg tíðiliga inn við fyribyrgjandi átøkum, ið kunnu lofta teimum ungu, sum hava tað trupult. Batar eru gjørdir á økinum seinasti fáu árini, men ov fá fyribyrgjandi tiltøk eru sett í verk fyri at lofta teimum ungu, áðrenn útgreiðning og viðgerð eru neyðug. Neyðugt er við einum stórum taki, um vit skulu lofta teimum ungu og liva upp til ásetingarnar, ið Barnarættindasáttmálin fyriskrivar um, at børn, ið liva serliga truplum korum, skulu hava serligt fyrilit.

Væntandi skúlatilboð

Grein 24 í   ST-sáttmálinum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, hevur Føroyar bundið seg til, at tryggja at børnum og ungum, ið bera brek, ikki eru fyri mismuni í útbúgvingarskipanini. Hetta metir Sinnisbati ikki, at Føroyar liva upp til. Einans heilt fáar kommunur veita skúlatilboð til næmingar í barnaskúlaaldri, ið hava sinnisligar avbjóðingar, og eru flestu tilboðini fevna ikki um næmingar, ið hava aðrar sinnisligar diagnosur enn neropsykiatrisk brek, sum eitt nú autismu. Í løtuni eru einans heilsusúkrasystrar knýttar fastar at barnaskúlunum og ikki sálarfrøðingar 

Eisini vænta tilboð og stuðul til ung, ið hava sinnisligar sjúkur og avbjóðingar, um hesi ynskja at nema sær ungdómsútbúgving. Mett verður ikki, at Føroyar liva upp til kravið um, at har skal veitast dygdargóður stuðul, lagaður eftir tí einstaka, so fakliga og sosiala menning verða tryggjað, soleiðis sum sáttmálan sigur.

Børn ið eru avvarðandi

Barnarættindasáttmálan, ið Føroyar hava bundið seg til, hevur krøv um, at øll børn sum meginregla hava rætt til eitt gott lív. Í hesum liggur rætturin til tryggleika og stuðul, um tørvur er á tí. Sinnisbati metir ikki, at Føroyar í nóg stóran mun liva upp til hesa ásetingar, tá talan er um børn, ið veksa upp í familjum við álvarsamari sálarsjúku, ið til tíðir krevur sjúkrahúsviðgerð og innlegging. Ongar kravdar mannagongdir eru hjá myndugleikum og stovnum at fylgja, ið skulu tryggja, at hesi børn hava umsorgarnarpersónar rundan um, ið kunnu lofta tørvinum hjá barninum.

Bráfeingistilboð, útgreining og viðgerð

Í grein 25 í  ST-sáttmálinum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, eru greiðar ásetingar um, at limalondini skulu útvega heilsutænastur, ið verða mettar verða neyðugar, fyri fólki, ið bera brek, eisini vegna teirra brek. Hetta inniheldur skjóta sjúkugreining og viðgerð, ið skulu forða fyri fleiri brekum. Sinnisbati metir ikki, at Føroyar livir upp til hesa áseting við fylgjandi grunngeving:

Menniskju við sinnisligum sjúkum og líðingum hava ikki eina bráðfeingismóttøku, at venda sær til, sum menniskju við likamligum sjúkum hava. Ei heldur finnst eitt bráðfeingis tilboð, ið ber til at ringja til, um ein borgari er í sálarkreppu. 

Bíðilistar, upp í fleiri ár, eru at sleppa framat útgreiðingum fyri fleiri psykiatriskar diagnosur. Her kann nevnast útgreining av vaksnum við ADHD og ADD. Eisini eru væntandi viðgerðatilboð fyri fleiri sjúkrabólkar, ið ikki fevna um heilivágiliga viðgerð. Langir bíðilistar eru at sleppa framat summum viðgerðatilboðum og ov fá ítriv eru, tá psykiatriskar sjúklingar eru innlagdir á Landssjúkrahúsinum. 

Grein 25 ásetur, at tilboð skulu útvegast kring landið, men manglandi sálarfrøðilig tilboð og viðgerð er til taks kring landið. Økispsykiatriin er seinasti árini blivin víðkað, soleiðis at hon nú geografiskt dekkar alt Føroyar, men hetta einans í dagtímunum av eitt monofakligum toymi. 

Sinnisbati er  av teirra fatan, at ov lítið uppsøkjandi arbeiði verður gjørt av myndugleikastovnum, so tryggjað verður, at borgarar, ið hava tað serliga tungt sinnisliga, og eru avbyrgdir, fáa góða hjálp, soleiðis at tey fáa møguleikan at fóta sær aftur í lívinum. 

At enda verður mett, at ov veikt samband er millum viðgerða- og økispsykiatri, tá ið psykiatriskar sjúklingar skulu útskrivast. Undir grein 25 í ST-sáttmálinum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, hava limalondini bundið seg til, at øll fá eins góða heilsuliga endurmenning. Sinnisbati metir ikki, at Føroyar liva nógv væl upp til hesa áseting og ynskir at sambandið millum viðgerðapsykiatri, økispsykiatri og sosialpsykiatri verður styrkt munandi. Hetta eisini fyri at liva upp til ásetingarnar í grein 26 í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, sum viðgerð menning og endurmenning.

Tryggingarviðuskifti

Sambært grein 25  í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, eru klárar ásetingar um, at loyvt er ikki at gera muni á fólki vegna teirra brek, tá talan er um tekning av tryggingum. Sinnisbati er av teirra fatan, at batar eru hendir á økinum seinastu árini, men at tryggingarfeløg ikki liva upp til hesa áseting til fulnar.

Tvingsil og klagur

Løgtingsins Umboðsmann hevur í fleiri umførum seinastu árini víst á, at klagur viðvíkjandi tvingsilsintriv í Føroysku Psykiatriini taka ov leingi at viðgerða vegna manglandi innlit í dokumentatión. Tydningarmikið er, at klagur av slíkum slag fáa skjóta viðgerð. 

Tvingsilsintriv skal ein í størsta mun umgangast, soleiðis at persónligt frælsi og sjálvavgerðarætturin hjá einstaklingin ikki verður forðaður. Manglandi raðfesting av psykiatriskum viðgerðum og starvsfólkanormering kann hava ávirkan á talið av tvingsilsintrivum í psykiatriini.

Bústaðarviðuskifti

Bústaðarmarknaðurin er undir trýsti og ov fáir bústaðarmøguleikar eru. Serligt gongur hetta útyvir tey fólkini í samfelagnum, ið eru ringast fyri og hava tørv á eyka stuðli. Í hesum førinum fólki við sinnisligum sjúkum og avbjóðingum. Hóast grein 19 í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, ásetir, at menniskju, ið bera brek, skulu sleppa at velja sær bústað og hvar og hvørjum, tey ynskja at búgva saman við, ber hetta ikki til. 

Langir bíðilistar eru til bústaðartilboð hjá Almannaverkinum og av teimum, ið standa á bíðilistunum, hava tey flestu sinnisligar avbjóðingar. Tørvur eru á búfelagsskapum, sum skulu virka sum eitt bindilið millum sambýlið og egnan bústað. Harumframt er tørvur á fleiri viðgerðar- og bústovnum. Eingir stovnar av hesum slag eru í Norðoyggjum, Eysturoy og Suðuroy, og ger tað tí trupult hjá føroysku myndugleikunum, at liva upp til krøvini og ætlanum um at veita tilboð til borgaran í nærumhvørvinum hansara.

Gerontopsykiatri

Vantanti tilboð eru til eldri borgarar við sinnisligum sjúkum og avbjóðingum, til tess at fá røktarheimspláss. Tá borgarin er undir 67 ár, hoyrir hann undir ábyrgdarøkið hjá landinum, men rakar eitt markamót, tá hann nær pensjónsaldur, har kommunan traðkar til. Tá talan er um eldri borgarar, sum ikki einans hava tørv á fysiskari røkt, men eisini eru sálarliga røktarkrevjandi, eru ov fá tilboð, ið skulul tryggja, at Føroyar liva upp til ásetingarnar í  grein 25 í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek. Eitt nú at útvega nøktandi og neyðugar heilsutænastur kring landið, har borgarin er og viðgerð, best hóskandi fyri einstaka borgaran. Tískil eigur eitt størri samstarv at vera millum landsmyndugleikar og kommunur, soleiðis at heildartilboð kann tryggjast.