mynd

VALFUNDUR: Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er

Í samband við løgtingsvalið bjóða Fountainhúsið og Sinnisbati til politiskt orðaskifti um psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman. Vit umrøða evni um m.a fyribyrging, psykiatriætlan, rúmliga arbeiðsmarknaðin, skúlatilboð, bústaðarmøguleikar og eftirløn til fyritíðarpensjónistar. Umboð frá øllum politisku flokkunum luttaka, og vit spyrja, hvussu tey ætla at raðfesta økið í komandi løgtingsskeiði.

 

Fountainhúsið fyllur 12 ár 1. apríl, og nú tað stundar til val, er upplagt høvi at seta okkara politisku flokkum stevnu um átøk, sum eru neyðug at gera, fyri at fólk við sálarligum avbjóðingum eisini føla seg væl í okkara samfelag.

Húsið er opið frá kl. 14.00-17.00. Pallborðfundurin byrjar kl. 15.00.

Vit bjóða føðingardagslagkøku, kaffi og te.

Páskasøla: Tað verður eisini møguligt at keypa páskaprýði, sum limir í Fountainhúsinum hava gjørt.

 

Vit síggjast í Fountainhúsinum á V.U.Hammerheimbsgøtu 3 – øll eru vælkomin.

SAMRØÐUBÓLKUR FYRI AVVARÐANDI

Samrøðubólkur fyri avvarðandi

Ert tú avvarðandi til ein, sum hevur sálarsjúku og ert eldri enn 18 ár? So er avvarðandibólkurin hjá Sinnisbata møguliga fyri teg

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlað og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í bólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu í tryggum kørmum deila kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Luttakarar fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.


Endamálið við bólkinum er:

– at møta øðrum í líknandi støðu
– at læra at handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá tínum avvarðandi
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur


Luttakararnir møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 8 luttakandi. Bólkurin byrjar 24. mars (ella tá fullteknað er) og møtist týsdagar kl. 17.00-19.00.

Bólkurin er leiddur av faklærdum bólkaleiðara við hollum royndum í avvarðandibólkum hjá Sinnisbata.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert yvir 18 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.


Melda til

Tað er ókeypis at luttaka í bólki hjá Sinnisbata. Einasta krav er, at tú ert limur í felagnum. Tekna teg til lim her

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo við navni og telefonnummari.

Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

AÐALFUNDUR

Aðalfundur í Sinnisbata

Týsdagin 17. mars kl. 17.00 verður árligi aðalfundurin hjá Sinnisbata. Aðalfundurin verður hildin í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10C.

Skrá er sambært viðtøkum felagsins:
Val av orðstýrara
Ársfrágreiðing forfólksins
Framløga av granskoðaðum roknskapi fyri seinasta rakstrarár felagsins
Møguligar lógarbroytingar
Innkomin mál
Limagjald fyri komandi ár
Nevndarval
Val av grannskoðara
Ymiskt

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

Stilla upp í nevndina
Hevur tú hug at vera við í arbeiðinum at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra, varpa ljós á sálarheilsu og skipa fyri tiltøkum og átøkum? Stilla so upp í nevndina hjá Sinnisbata.

Ynskir tú at stilla upp í nevndina og hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo ella ringja á 597913.

Nevndin í Sinnisbata

Nýggj nevnd í Sinnisbata: Stórt arbeiði fyri framman

19. mars var aðalfundur hjá Sinnisbata í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.  Til aðalfundin var stórur áhugi fyri at koma í nevndina, og tvey nýggj fólk stillaðu upp.

Í nevndini hjá Sinnisbata kunnu 7 nevndarlimir sita og í minsta lagi 2 tiltakslimir. Til aðalfundin valdu Erla Matras Jensen, Súsanna Herdalur Tausen og Rannvá Dam í Baianstovu at takka fyri seg. Tær hava allar verið við í nevndini í fleiri ár, og Sinnisbati takkar teimum fyri teirra megnar arbeiði øll árini. Somuleiðis ynskja vit Oddbjørg Johansen og Biritu Clementsen vælkomnar, og vit gleða okkum til gott samstarv.

Ársfrágreiðing kann lesast her

Á fyrsta nevndarfundi 9. apríl skipaði nevndin seg soleiðis:
– Súsanna Olsen, forkvinna
– Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
– Minna Sólfinnsdóttir, skrivari
– Joan B. Poulsen, kassameistari
– Elisabeth Carlsson, nevndarlimur
– Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
– Oddbjørg Johansen, nevndarlimur
– Margretha Poulsen, tiltakslimur
– Birita Clementsen, tiltakslimur

Fleiri týðandi viðurskifti at varpa ljós á

Nýggja nevndin er til reiðar at fara til verka til eitt nýtt nevndarár og hevur sett sær fleiri mál fyri. Vit standa við stórum avbjóðingum á sálarheilsu- og psykiatriska økinum, og vit í Sinnisbata meina, at tað er av alstórum týdningi, at økið verður raðfest hægri politiskt. Komandi tíðina fara vit at varpa størri ljós á fleiri av viðurskiftunum, ið vit meta verða týdningarmikil fyri at uppraðfesta økið. Vit fara at varpa ljós á, hvat vit kunnu gera, í meðan vit bíða eftir, at politiska skipanin handlar.

Tað næsta, sum stendur fyri framman, er frumsýning av nýggja leikinum, Løstir – ein leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið, ið Sinnisbati er partur av. Við leikinum vóna vit at vera við til at skapa eina samrøðu um tabuevni og varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit gerast betri at tosa opið um at stríðast sálarliga. Leikurin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 24. mai.

maid 4

Ummæli av Netflixrøðini, Maid

Tá ið einki er eftir

Skrivað hevur Annu Joensen-Næs

´Mítt hjartað brotnaði mótvegis endanum´. Netflix røðin ´Maid´ av Molly Smith Metzler lýsir beinrakt, hvussu háfløktur og niðurbrótandi sálarligur harðskapur er.

Í røðini fylgja vit 25 ára gomlu mammuni Alex Langley. Vit eru stødd í Port Townsend, Washinton. Vit møta henni ta náttina, tá ið hon er á eggini. Sean, makin, hevur júst sligið eitt hol í veggin í eini roynd at raka hana. Tá ið hon seinni er vís í at hann er sovnaður, tekur hon dóttrina undir armin og flýggjar.

Gjøgnum alla røðina er Alex í fríum falli. Uttan ein støðugan bústað, á fátækramarkinum og sálarliga niðurbrotin, fylgja vit henni berjast fyri at forsyrgja dóttrini og skapa eina betri framtíð fyri tær. Hóast ómetaliga veruleikan, megnar hon at vísa á eina sjarmu og sarkasmu, ið gevur røðini nakað heilt serstakt.

Vit fylgja Alex flyta á eitt heim fyri harðskapsrakt móti hennara ynski. Tað tekur henni langa tíð at viðurkenna, at hon hoyrir til har. Tá ið hon ikki er har, roynir hon at skava pening saman til dagin, har ið hon starvast sum reingerðarfólk fyri 12 dollarar um dagin.

Hon vil gera alt fyri dóttrina Maddy. Dóttirin er gjøgnum røðina tað einasta, ið heldur henni koyrandi, samt dreymurin um at gerast rithøvundur. Tá ið hon ikki vaskar, finnur hon seg í einum bureakratiskum helviti við sakini um foreldramyndugleikan hjá dóttrini.

Tá ið Alex fer frá Sean, ið eisini er pápin hjá Maddy, leitar hann sær til fløskuna enn einaferð. Rúsdrekka fær djevulin fram í Sean, ið annars er ein nærverandi, gevandi og umsorganarfullur pápi og partnari. Hann vil gera alt fyri at fáa Alex aftur og vísa, at hann kann vera ein betri pápi. Hetta gongur tó galið ferð eftir ferð.

Samtíðis við ruðuleikan, hoyra vit eisini um foreldrini hjá Alex. Um eksentrisku listarligu mammuna við eini samsvarandi narsissismu, ið avspeglast í hennara stóra purluta hári og listaverkum av jungianskum frumritum. Tað er týðiligt at mamman stríðist sálarliga, hóast hon ikki ynskir at fáa staðfest nakra diagnosu. Hon hevur eina langa fortíð við sálarliga harðligum og niðurbrótandi kærleikssambondum, ið avspegla seg í Alex. Pápin fór frá mammuni fyri mongum árum síðani og hevur aldrin verið har fyri Alex.

´Maid´ er ein av heilt fáum røðum, ið eg havi sæð og funnið fram til, ið beinleiðis snúgva seg um hetta ógvuliga týdningarmikla evnið, ið verður nógv umrøtt í dag. Eg mátti fleiri ferðir steðga á meðan eg hugdi, tí at røðin er so tung. Hon gjørdist ov hjartabrótandi og ov verulig. Mítt hjarta brotnaði til síðst. Alex hevur veruliga einki eftir til síðst og tað merkist. Ongar pengar, eina dóttir, ið hon ikki megnar at forsyrgja, ein harðligan partnara, ið hon ferð eftir ferð fer aftur til, eingir familjulimir, ið hon kann venda sær til, sum hon stólar á.

Røðin lýsir beinrakt og nakið hjartabrótandi veruleikan við sálarligum og fysiskum harðskapi. Somuleiðis er tað ein ógvuliga menniskjaslig mynd, ið vit fáa av teimum ymisku persónunum. Vit fáa samkenslu við teimum øllum og skilja, hví tey gera, sum tey gera. Mammuna, ið flýggjar undan sær sjálvari og ikki megnar at viðurkenna, at hon hevur tørv á sálarligari hjálp. Pápin, ið hevur tikið frástøðu frá hansara fyrrverandi familju, tí at hann ikki kláraði meir. Sean, ið ikki fær funnið mótið at leggja fløskuna á hillina. Alex gerst ein sterk ímynd av einari brotnari kvinnu, sum í síðsta enda bert ynskir at elskast. Somuleiðis er tað ógvuliga sigandi at síggja, hvussu torført hon hevur tað við at viðurkenna, at hon hevur tørv á hjálp, tí tað er jú partnarin og pápin hjá barninum, ið fær hana at fáa tað so. Hvussu kann nakar hugsa, at hann vil henni nakað ilt? Mótstøðan og ruðuleikin í hennara lívi, brýtur hana stillisliga. Tá ið hon ikki megnar at vera sterk longur, fer hon aftur til Sean. Hon elskar hann hóast alt. Kann man skylda hana fyri tað?

Í Kvinnuhúsinum vóru 949 áheitanir í 2022. Áheitanirnar eru býttar á 421 kvinnur og 5 menn. Saman við kvinnunum eru skrásett tilsamans 529 børn. Tølini eru ræðandi og eftir at hava sæð hesa røðina, gongur tað upp fyri mær, at her er okkurt heilt galið. Hvussu kann hetta vera veruleikin her heima í okkara lítla og góða vælferðarsamfelagi?

Eg viðmæli øllum, ung sum gomul, at síggja røðina, ið er tøk á Netflix.

Nevndarmynd 2026

Tvingsil í Psykiatri: avbyrging og at missa sjálvræðið– søguligt baksýn


Vit liva í einum samfelagi, har vit leggja dent á frælsi og sjálvræði. Hesir tankar skulu eisini gjarna vera galdandi fyri menniskjur við sálarsjúku. Men tað hevur ikki altíð verið so. Søgan er lang, torgreidd og heldur dapur. Men eitt yvirlit kann gerast. 


Avbyrging, dárakistur, spennitroyggjur, Cella og vaktarhald

Frá umleið 1500 til umleið 1800, gekk ein internering fyri seg í samfelagnum, ið gekk út uppá at rudda upp í samfelagnum fyri fólk, sum vóru sæð sum ein trupulleika fyri samfelagið. Hospitalið hevði juridiskt vald til at sperra fólk inni, her uppí: arbeiðisleys, fátøk, evnaveik, brotsgerðarfólk og fólk, sum vóru sálarliga illa fyri (Foucault, 2008, kap. 2). Síðst í 1700 vórður fólk við sálarsjúku í Danmark koyrd í dárakistur, sum tey kundu liggja áravís í (Vaczy Kragh (red.), 2008), og varð hetta praktiserað væl inn í 1800 talinum (ibid.). Hesar dárakistur vóru bókstaviligt sagt kistur, sum fólk lógu í. Í 1792 kemur spennitroyggjan í nýtslu (Hansen, 1996). Miskeiðis í 1800 kemur ein avdeiling til Hospitalið í Føroyum kallað „Cellan“, har fólk við sálarsjúku vórðu avbyrgd (Jacobsen, 2004). Cellan varð standandi fram til 1977 (ibid.). Síðst í 1800 kemur ein játtin til at hava vaktarhald yvir fólkum við sálarsjúku á Færø Amts Hospital (ibid.).

At missa sjálvræði

í 1911 fekk ein patientur diagnosu frá yvirlækna við Sinnissjúkrahúsið í Vordingborg: „kronisk Sindssygdom, Paranoia, og maa anses for uhelbredelig og farlig for sine Omgivelser“ (Yvirlækni við Vordingborg, 1911). Í 1912 varð ein politisak gjørd burtúr hesum, har patienturin bleiv ómynduggjørd/ur (Kjøbenhavns Politi, 1912). Í 1918 skrivar ein familjulimur hjá einum patienti við sálarsjúku eitt bræv til amtmannin, har hann vil fáa patientin ómynduggjørdan, tí patienturin er óhjálpin og er ein byrða fyri familjuna (Familjulimur, 1918). At hetta brævið er til, vísir, at tað varð møguligt at skriva eina umbøn til amtmannin um at fáa ein sálarsjúkan persón ómynduggjørdan. Ástøðingurin Foucault skrivar um hetta fyribrigdið um ómynduggerðing, har hann sigur, at læknin fekk ein foreldraleiklut, sum viðførdi patientar sum børn (Foucault, 2008, p. 166). Foreldraleikluturin, sum læknin fekk í hesum tíðarskeiðinum gjørdi, at sálarsjúk kundu verða ómynduggjørd. Eitt annað hugtak, Foucault ger nógv við, er hugtakið um læknaligu skoðanina (Foucault, 1973). Læknaliga skoðanin snýr seg um, at læknin fortelur patientinum, hvat er galið við honum, og so má patienturin og øll onnur bara góðtaka tað. Soleiðis fær læknin vald til at taka sjálvræði frá einum patienti, um læknin metur tað verða neyðugt. Og í Føroyum í 1911 og 1912, og aftur í 1918, síggja vit hetta valdið framganga. Familjulimurin, sum skrivaði til amtmannin um at ómynduggerða patientin, grundgav fyri tí við at siga, at læknin hevði sagt, at patienturin var óhjálpin.

Týdningurin í sjálvræði í dag
Í dag eru vit tíbetur komin so mikið langt, at vit hava stóra virðing fyri sjálvsræðnum hjá einum patienti, har so lítið inntriv í persónliga fræslinum verður gjørt sum gjørligt. Hetta sæst í uppskotinum hjá Sinnisbata frá 1987, ið mælti til at desentralisera viðgerðina á borgarum við sálarsjúku (Sinnisbati, 1987). Hetta er eitt uppskot, ið leggur upp til at integrera borgarar við sálarsjúku, heldur enn at goyma tey burtur. Í hesum sambandi, kemur ein viðgerðarhættur inn, ið kallast økispsykiatri, ið gongur út uppá at viðgerða tann sjúka í tí økinum og umhvørvinum, viðkomandi býr (Arbeiðsbólkurin, 1991, p. 10). Hugburðurin er, at vit skulu fara frá avbyrging, og heldur integrera menniskjur við sálarsjúku.

Skrivað hevur John Sigurd Hammer


Keldur:

Arbeiðsbólkurin. (1991). Løgmansskrivstovan. Sótt frá Løgmansskrivstovan: http://tilfar.lms.fo/logir/alit/1991.00%20Psykiatriætlan%20ár%202000.pdf?fbclid=Iw AR3s0pmYyMaSaxmqkhFakaL2SefUE8KX7lCAUzjl1hcOw_4U1Bseyr4DQPg (tikið niður 17.05.21)
Familjulimur. (1. August 1918). Til Færø Amt, 3/8, F. A. J. 1918, Nr. 463. Føroyar: Landsskjalasavnið.

Foucault, M. (1973). The Birth of the Clinic. New York: Pantheon Books. Foucault, M. (2008). Galskapens Historie. Oslo: Gyldendal Akademisk.

Hansen, D. (1996). Søgan um hini. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur. Jacobsen, E. S. (2004). Slóðir í Heilsuverkssøguni. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag.

Kjøbenhavns Politi. (15. Juni 1912). Politikammeret, 24/6 F. A. J. 1912, Nr 722. Keypmannahavn, Danmark: Landsskjalasavnið.

Sinnisbati. (1987). Decentaliserið viðgerðina av sinnissjúkum! Uppskot frá Sinnisbata um framtíðar politikk innan sinnisrøkt. Sinnisbati.

Vaczy Kragh (red.), J. (2008). Psykiatriens historie i Danmark. København: Hans Reitzels Forlag.
Yvirlækni við Vordingborg. (31. Oktober 1911). Fra Overlægen ved Sindssygeanstalten ved Vordingborg til Færøernes Sorenskriveri, J. Nr. 113-1911/12. Føroya Amt. Vordingborg, Danmark: Landsskjalasavnið.

Nevndarmynd 2026

ERT TÚ EIN AV OKKARA NÝGGJU RÁÐGEVUM?

Hevur tú eina heilsufrøðiliga, námsfrøðiliga, sosialfakliga útbúgving ella líknandi, og hevur hug at nýta tínar førleikar til eitt gott endamál? Sinnisbati leitar í løtuni eftir fleiri sjálvbodnum kjatt-ráðgevum til okkara toymi við dugnaligum fakfólkum.

Síðani 2019 hevur Sinnisbati bjóðað kjatt-ráðgeving á okkara heimasíðu, og hevur ráðgevingin verið væl vitjað. Øll, sum venda sær til ráðgevingina eru dulnevnd, og tað eru ráðgevarnir eisini. Felags fyri allar samrøðurnar er, at talan eru um menniskju, ið hava tað trupult og hava tørv á ráðgeving og vegleiðing. Kjatt-ráðgevingin er opin 5 dagar um vikuna í 2 tímar (sunnudag-hósdag kl. 20.00-22.00).

Starvið er ólønt og sjálvboðið, men tað krevst, at tú hevur eina viðkomandi útbúgving ella samsvarandi starvsroyndir við ráðgeving og vegleiðing av fólki. Tað er eisini umráðandi, at tú hevur gott innlit í samfelagsviðurskifti og psykiatri, og góðar førleikar innan skriftligt samskifti. Lesandi innan heilsufrøðiliga, námsfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving eru eisini vælkomin at søkja.

Starvið snýr seg um umleið eina vakt á 2 tímar hvørja ella aðru hvørja viku.

Sinnisbati bjóðar eitt mennandi og avbjóðandi sjálvboðið starv, umframt upplæring í talgildari ráðgeving, supervisjón og skeið.

Introskeið við Livslinien

Í samband við at Sinnisbati søkir eftir nýggjum ráðgevum, bjóða vit introskeið við Livslinien. Livslinien er eitt danskt sjálvmorðsfyribyrgjandi tilboð, sum veitir telefon- og kjatt-ráðgeving. Eisini skipa tey fyri skeiðum og undirvísing.

Á skeiðnum fært tú millum annað vitan og undirvísing í sjálvmorðsfyribyrgjandi samrøðuni og undirvísing í kjatt samskifti. Skeiðið verður 3. mai.

Ert tú okkara nýggi ráðgevi?

Ljóðar hetta spennandi, og sum nakað fyri teg? So ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við viðkomandi prógvum og lívsrensli á sinnisbati@sinnisbati.fo.

Freistin at søkja starvið er mánadagin 1. mai 2023.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ber til at seta seg í samband við Gunnhild Persson, aðalskrivara, á teldupost gunnhild.persson@sinnisbati.fo.

Nevndarmynd 2026

Vetrardagurin

Eftir Eyðbjørg Reynslág

Tey ísakøldu, bláu eyguni vóru ólesandi. Var tað ótti, pína ella okkurt heilt triðja, sum fylti tey? Tey boraðu seg í gjøgnum sálina við síni tómu gánan. Ein kuldi breiddi seg yvir hennara kropp. Tey vóru heilt ræðandi at hyggja at. Tvær stórar, víðopnar, gløandi… Við eitt skrykti dundranin á hurðina hana úr tankafloyminum, og hon hugdi burtur frá speglinum. Pætur rópti uttanfyri á hana um at skunda sær. Tungliga suffandi opnaði hon ta gomlu, brakandi hurðina og gjørdi seg klára til skúla.

‘’Tú hevur skikkað tær væl í ár,’’ segði hann, uttan at eyguni viku av vegnum. Hon ønti honum ikki aftur. Hann plagdi aldrin at tosa við hana, so hon skilti ikki, hví hann knappliga byrjaði nú. Hevði hann onkra óreina ætlan? Tað mátti liggja okkurt aftanfyri. Hví skuldi hann annars tosa við hana? Hann vildi einki hava við hana at gera. Tað einasta, sum vísti á, at tey vóru systkin, vóru tey bláu, køldu eyguni, tey høvdu frá pápanum. Pætur var júst sum hann. So skjótt, hann hevði ráð, fór hann at rýma, og so vóru bert mamman og hon eftir í húsinum. Og mamman var nóg illa til staðar. Hon vildi sleppa úr bilinum, ikki tí at hon vildi í skúla, men tað var, sum bilurin bleiv trengri nú. So skjótt Pætur steðgaði uttanfyri skúlan, leyp hon út, so hon ikki náddi at svara hansara ‘’bei.’’

‘’Hygga síggj! Har hava vit sjálvt føðingardagsbarnið’’ rópti ein, so skjótt hon traðkaði inn í ta stóru floksstovuna. Alt varð kvirt í somu stund, sum hann hevði sagt tað. Hon merkti kaldasveittan renna eftir rygginum. Hvussu vistu tey tað? Hon merkti eyguni á floksfeløgunum á sær, meðan hon dró føturnir eftir tí reyða gólvinum ímóti sínum plássi. Eitt lagkøkustykki lá á borðinum við einum lítlum, svørtum kertuljósi. Tann lítli neistin blaktraði so vakurt, hóast hann var so veikur. Við skelvandi hondum legði hon taskuna við stólin og setti seg. Høvdu tey koyrt okkurt sterkt ella ólekkurt í køkustykkið? Hvat var teirra ætlan hesuferð?
‘’Hvat feilar? Vit hava glett okkum so nógv og hava gjørt okkum ómak, so tín dagur kann verða nakað heilt serligt. Tú má vísa eitt sindur av takksemi,’’ segði ein genta og smíltist smikursøtt. ‘’Ver so góð og ynsk tær okkurt, meðan tú blæsir ljósið út.’’ Hon hevði ikki hug at blása ljósið út. Hon hevði ikki hug at vera har. Men hon visti, at tað bara bleiv verri, um hon noktaði at gera, sum hon segði. Spakuliga lat hon luftina sleppa lungunum og sløkti ljósið. Gævi, eg hevði doyð í dag… Áðrenn hon visti av, varð lagkøkan smurd í andlitið á henni. Ísakalt vatn rann eftir klæna, bleika kroppinum, so hon gnísti. Tárini byrjaðu at renna eftir rómakløddu kjálkunum, og andadrátturin varð títtari. Hon reisti seg og rann móti hurðini, men onkur forðaði henni og slongdi hana niður í gólvið. Blóðið dukaði í høvdinum. Hon royndi at reisa seg, men ein fótur trýsti hana niður aftur. Eitt spark. Tvey, trý, fýra… Hon misti skjótt talið, og pínan yvirdoyvdi alt. Tað hvíta loftið tóktist at myrkna, og ljóðini fánaðu…

Hon stakk upp úr sofuni hjá heilsusystrini. Hvussu leingi hevði hon ligið í óviti? Hvat høvdu floksfelagarnir nú billa læraranum inn? Váti lappin á enninum var vorðin lunkaður, so tað mátti vera ein góð løta. Heilsusystirin var ongastaðni at síggja, so hon reisti seg og byrjaði at ganga ímóti hurðini. Hon merkti eymleikan um allan kroppin av viðferðini, hon hevði fingið av floksfeløgunum. Hon vildi ikki í tíma, so hon rýmdi til sítt uppihaldsstað, har hon plagdi at sita í fríkorterum.

Útsýnið av skúlatakinum var, sum tað plagdi, burtursæð frá tí dalandi kavanum. Hon stóð á kantinum og hugdi niður. Tað var bert eitt fet. Bert eitt fet og so slapp hon frá øllum. Skuldi hon? Øll onnur vóru langt síðani farin heim. Tað var bara hon eftir her, so tey høvdu ikki funnið útav tí fyrr enn í morgin, tá tey skuldu aftur í skúla. Hon kom ikki í tankar um nakra orsøk til ikki at gera tað. Hon lyfti tann eina fótin, men júst tá hon skuldi traðka út yvir kantin, tók onkur um miðjuna á henni og togaði hana harðliga aftur.
‘’Hvat tramin? Tú gjørdi meg ræðsluslignan! Hvussu kanst tú gera hatta ímóti mær?’’ Pætur helt henni fast inn at sær, sum tey lógu har. Hon venaði seg, tí hon enn hevði ilt í øllum kroppinum. Knappliga kendi hon heita vætu í nakkahárunum, so hon brast útúr at gráta. Hevði hann ikki komið júst tá, hevði hon nú ligið knúst á tí frostbitna asfaltinum. ‘’Tú mást fyrigeva mær! Eg havi verið ein so vánaligur beiggi. Eg skuldi havt verið har-‘’ hann higstraði og vendi henni ímóti sær- ‘’fyri teg. Eg visti ikki, at tú hevði tað so ringt.’’ Hon setti seg út til kantin, so føturnir hingu niður eftir vegginum. Hon hevði ikki hug at hyggja at honum. Hon var flóv av, at hon hevði verið so nær við at gera tað. Hann setti seg undir liðina á henni og legði armin um hana. Hitin frá honum floymdi um allan kroppin á henni. Tað var langt síðani, hon hevði upplivað nakra umsorgan frá honum, og nústaðni nú kom saknurin eftir kærleika, sum ein fossandi streymur, og tárini vórðu fleiri og skjótari.
‘’Tú noyðist ikki at siga nakað við meg, og eg skilji væl, um tú ert ill inn á meg, men eg vóni, at tú alíkavæl vilt taka ímóti føðingardagsgávuni frá mær. Ikki hyggja so undrandi at mær. Sjálvandi havi eg ikki gloymt at keyp eina.’’ Hann hevði eitt skálkabros og helt eini lítlari, bláari, innpakkaðari eskju ímóti henni.
‘’Eg keypti hetta, tí tað fekk meg at hugsa um teg og okkara barndómsætlanir saman.’’ Í eskjuni lá ein silvurhálsketa við einum lítlum silvurflogfari sum prýði. Enn einaferð merkti hon tárini væta eyguni.
‘’Minnist tú, at vit ætlaðu at rýma saman langt burtur frá mammu, so hon ikki kundi skaða okkum longur? Eg lovaði tær, at eg skuldi uppfylla tað, og tað kann eg nú. Eg havi endiliga fingið ráð,’’ segði hann og klemmaði hana tætt inn at sær.
‘’Men eg trúði, at tú ætlaði at rýma undan mær? Tað segði tú í telefonini við onkran vinmann.’’
‘’Eg segði ongantíð, at tað var uttan teg. Tað hevði eg ikki funnið uppá! Kom, eg skal keypa tær ein føðingardagsís.’’ Hann reistist og hon tað sama. Men hon hevði gloymt, at kanturin var hálur, so hon gleið… Tað var, sum fór alt í ‘’slow motion.’’ Tey ísakøldu, bláu eyguni vóru ólesandi.

Nevndarmynd 2026

Ikki í dag

Eftir Eyðbjørg Reynslág

Skipið hevur ligið uttanfyri grønu oynna nakrar dagar. ‘’Dierdre’’ stendur á síðuni við blonkum, hvítum bókstavum. Skipsmenninir hava fríðkað um skipið, gjørt klárt at fara longu leiðina um heimshøvini aftur, og hevur hvíta húð teirra tí fingið eitt sólbrent dæmi. Hóast teir ikki tosa upprunamálið á grønu oynni, so hava teir megnað at fingið nóg mikið av fruktum í øllum litum. Síðsti smábáturin liggur inni við strondina, har tann síðsti førningurin verður gjørdur klárur at hiva umborð á hann.

Hon hevur eygleitt teir. Eygleitt hann. Hann við tí ljósa, bylgjuta hárinum, ið fellir um ennið niður til tey myrkabláu djúpu eyguni. Hvørja ferð hann smílist, glógva tey sum stjørnur á himmalhválvinum. Í dag má hon gera tað. Tað er seinasti møguleiki. So við og við førkar hon seg úr tí grøna, ið hevur fjalt hana so væl. Hon nærkast, inntil bert fáir metrar skilja tey. Skipsmenninir eru á veg innar eftir tí síðsta góðsinum, ið liggur í skugga undir pálmunum. Eisini hann. Áðrenn hon nær at broyta ætlan, byrjar hon at syngja. Tað eru bara tey bæði úti í bakandi sólini, so skjótt er, at hann hevur fest eyguni á loyndarfullu sangarinnuna. At byrja við tykist hann at ivast í, um hann skal fara niðan til hinar, men sangurin treingir ígjøgnum, og mest sum dregur hann ímóti henni sum í duli. Spakuliga rættir hon honum sólbrendu hond sína við einum dárandi smíli. Smílikullurnar koma fram í kjálkum hans í tí, hann tekur ímóti. Eitursgrønu eygu hennara draga hann til sín, nærri og nærri. Nú er hann komin so nær, at hon sær allar tær smáu frøknurnar á andliti hansara. Hann letur eyguni aftur og byrjar at hella seg ímóti henni.

Í sama bili hálar hon hann niður við sær í dýpið, áðrenn hann gáar eftir mosagrønu sveivini í vatninum. Við øllum mátti dregur hon hann við sær longur og longur út og roynir sum frægast at halda høvdi hansara undir vatnskorpuni. Maðurin berjist fyri lívinum, men hon hevur fyrimunin. Tað gongur ikki leingi, áðrenn hon sjálv fer undir, so at eingin av hinum monnunum byrjar at skjóta við hasum forpestu vápnunum. Eisini má hon skunda sær, so hon nær at síggja sál mansins fara úr kroppinum. Tað er besti parturin av øllum, so synd hevði verið at hava strevast fyri einki. 

Tey bláu eyguni hyggja so biðandi uppá hana. Hon heldur seg ørminnast at hava sæð eini líknandi fyrr í sínum lívi. Áðrenn hon gjørdist ein av havsins skapningum. Ja, tá hon var ein vøkur genta, genta skiparans. Skiparin við bláu eygunum og freistandi smílinum; tað var tað, ið hevði fingið hana umborð. Hon helt tað vera kærleika, droymdi um eina framtíð við honum, har tey ráddu yvir øllum høvunum. Men so kom hasin forbrendi stormurin, og hon fekk alla skuldina, tí hon var einasta kvinna umborð. Hon hevði bønað og biðið, men ikki eingang skiparin segði nøkrum ímóti. Hon varð tveitt fyri borð við samnanbundnum beinum at drukna og søkka niður á havsins botn. Seinni partur varð uppfyltur, men hon doyði ikki. Í staðin vuksu beinini saman, og hon fekk førleikan at anda undir vatni. Ikki gekk leingi áðrenn hon fekk fatur á skiparanum. Hon gav honum ein spakuligan deyða. Hetta gav henni okkurt slag av rættvísiskenslu. 

Hon smílist við tankan, men nú ið gomlu minnini eru blivin upplívgað, stingur eitt annað minni seg upp. Hon situr sum smágenta í føvninginum á mammu síni. Mamman fortelur søguna um teir báðar hundarnar, tann hvíta og tann svarta, ið liva í øllum menniskjum. Tað var yndissøgan hjá mammuni. ‘’Hvíti hundurin er tað góða, og tann svarti alt tað ónda. Tú velur sjálv hvørjum tú fóðrar, Elidia.’’ Tað var langt síðani, hon hevði hugsað um teir báðar hundarnar og mammuna. Á, sum hon saknaði hana nógv. Hevði hon bara lurtað eftir henni, so hevði hon havt eitt eydnusamt lív og ikki verið dømd til hesa lagnuna. 

Eyguni á manninum eru enn ræðslusligin og plágað. Øll hesi minnini um mammuna hava givið henni samvitskubit. Nakað, hon ikki visti, hon kundi fáa longur. Hon kennir báðar hundarnar berjast í sær. Dysturin er javnur. Tað er hennara val; hon hevur fóðrið til hundarnar. Maðurin er steðgaður at stríðast nú, hann hevur givið upp. Hon tekur eina avgerð, so hon sleppur honum. Við tí styrkini, hann hevur eftir, byrjar hann at arbeiða seg upp móti vatnskorpuni nakrar metrar yvir teimum. Tað fer kanska ikki at eydnast hvørja ferð at lata hvíta hundin vinna, men hetta er so ein byrjan. 

Hon hevur snarað sær á fyri at svimja niður aftur í myrkri, tá hon hoyrir eitt gjums uppi yvir sær. Tað er frá skipinum sær hon; ein steinur søkkur niður við nógvari ferð. Um steinin er eitt tog bundið um, og í hinum endanum er eitt skapilsi. Eitt menniskja – ein ung kvinna – við samanbundnum beinum. Ikki gongur leingi áðrenn kvinnan er úr eygsjón niðri í myrka dýpinum og ikki til at bjarga. Við eini øgiligari styrki bylgist tann gamla vreiðin uppaftur í Elidiu. Ljóshærdi maðurin er komin heilt upp til vatnskorpuna nú og er á veg móti lítla róðrabátinum nærhendis honum. Tann hvíti hundurin skal sleppa at vinna einaferð… Men tað verður ikki í dag!