Avvarðandibólkur til vaksin


Endamálið við bólkinum er:

– at møta øðrum í líknandi støðu
– at læra, hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egnu støðu

Bólkurin byrjar hálvan septembur, ella tá fullteknað er. Luttakarar møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 8 luttakandi í bólkinum. Kunning um dagfesting og tíð kemur seinni.

Bólkurin er leiddur av  faklærdum bólkaleiðara við hollum royndum í avvarðandibólkum hjá Sinnisbata.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert yvir 18 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Tilmelding og kostnaður

Eitt gjald á 300 kr. er fyri at luttaka, sum dekkar kostnaða fyri kaffi o.a. Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo við navni og telefonnummari.

Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.


Um avvarðandibólkarnar hjá Sinnisbata

Avvarðandibólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í sjálvhjálparbólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og gerandisdagin sum avvarðandi. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.