Løstir – ein leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið

Í døgunum 24. til 26. mai verður leikurin, Løstir – ein leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið, sýndur í Norðurlandahúsinum. 

Løstir er nýskrivaður leikur hjá yrkisleikarunum Bárði Persson (FO) og Barbaru Hesselager (DK).

Bárður og Barbara hittust fyrstuferð í 1998, tá tey bæði sluppu inn á statsgóðkenda sjónleikaraskúlan í Aarhus Teater. Tey næstu fýra árini skuldu tey í holt við sína dreymaútbúgving. 20 ár seinni hittast Bárður og Barbara aftur og finna útav, at umframt at hava leiklistina í felag, eru eisini aðrar lívsupplivingar, sum tey bæði hava til felags.

Við sjálvsironi, dirvi og lættleika – og ikki minst leikarum, sum hava merkt sjúkuna á egnum kroppi –  verður leikurin pallsettur í Norðurlandahúsinum.

Prát um sálarheilsu

Eftir frumsýningina 24. mai bjóða Sinnisbati og Sinnisbati Ung til prát um ung og sálarheilsu og fyribyrgjandi átøk.

Meira kunning um leikin og atgongumerki fáast á síðuni hjá Norðurlandahúsinum: https://www.nlh.fo/?event=10621/loestir-fodk

Tað er okkara vón í Sinnisbata, at leikurin kann vera ein liður í at avtabuisera og avstigmatisera sálarsjúku. Við leikinum fáa áskoðararnir innlit í søgurnar hjá Bárði og Barbaru, ið hava merkt á egnum kroppi, hvat sálarsjúka er. Vit hoyra eisini um, hvussu tú saktans kann hava eitt gott og virkið lív hóast sálarsjúku.

Teirra persónliga uppliving, samantvinnað við leiklistarligari professionalismu, hevur við sær, at tey eru før fyri á ein rørandi, sannførandi, humoristiskan og autentiskan hátt at leiða okkum áskoðarar inn í, hvat sálarsjúka kann gera við ein persón. Leikurin verður uttan iva ein heildaruppliving av teimum góðu, har gaman og álvari ganga upp í eina hægri eind.

– Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata