Sinnisbati fegnast um góðu undirtøkuna til sýningarnar av Geytavirðislønta filminum ‘Mammuskepilsið’, sum vóru í mars mánaða í Klaksvík og Miðvági. Sinnisbati fer nú aftur at sýna filmin, og hesaferð verður tað í Havn og í Vestmanna.
Tiltøkini eru ókeypis, men tilmelding krevst.
Sýning á Føroya Fólkaháskúla í Havn 2. juni kl 19.00. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo
Sýning í biografsalinum á Miðnámi í Vestmanna 4. juni kl. 20.00. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.
Áðrenn filmssýningarnar fer Beinir Bergsson at lesa úr yrkingasavninum ‘Leitanin eftir at vera’ eftir Katarinu Nolsøe, og sum er ein týðandi partur av filminum. Aftaná verður prát við leikstjóra, Mariu Tórgarð.
Um Mammuskepilsið:
Mammuskepilsið er endafilmurin hjá Mariu Tórgarð frá Stockholm University of the Arts. Filmurin vann bæði Geytavirðislønina og Áskoðaravirðislønina til Geytan 2026, umframt at filmurin hevði altjóða frumsýning á stóra filmsfestivalinum CPH:DOX fyrr í ár. Høvuðsleikarar í filminum eru: Maria Tórgarð, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð.
Samandráttur: Mammuskepilsið vaknar. Dóttirskepilsið roynir at nærkast henni. Mamma Mariu hevur altíð tosað um sína skisofreni sum eitt skepilsi. Leikstjóri, Maria, roynir at bjóða skepilsinum vælkomið í hesum hybrid heimildarfilminum.

