Pól Huus Sólstein

RESPEKT!

2019-08-24 - Pól Huus Sólstein

RESPEKT!

Var á valfundi hjá Sinnisbata í gjárkvøldið. Ein so sera góður fundur, og viðkomandi fyri okkum øll.

Hóast hann er væl og virðiliga lýstur bæði í sosialu miðlunum og útvarpið, so saknaði eg nakað. Og tað slóg meg ikki sørt, at ikki allir flokkar sum vóru umboðaðir í løgtinginum møttu. Vánaligt.

Og hyggjandi yvir áskoðarafjøldina kundi eg staðfesta at ikki
EIN - Ja ikki ein einasti mannligur politikari var møttur. Teir politikara sum vóru møttir vóru kvinnur. Og takk fyri tað. Hetta sigur ikki sørt fyri virðingina innan økið

Og so tað allartýdningarmesta - har var ongin sálarlækni møttur. Og eg havi ein mistanka til, at teir kanska eru so fáir, at ongin hevur tíð. Tað er tí ikki teirra skyld, men politiska raðfestingin sum hevur ábyrgdina. Og heldur ikki dugdi eg at hóma serliga nógv innan sálarheilsuøki í Sjúkrahúsverkinum.

Hetta sigur mær bara tað, at tað verður als ikki givið hesum øki nóg nógvan ans.

Takk fyri eitt gott og gevandi tiltak Sinnisbati, Tit gera eitt megnararbeiði og haldið tit áfram við hesum. Men við slikari virðing fyri økinum, so er tað ein tung mótbrekka at fáa batar.

Men eg skal eg so siga fyri mína rokning: Mín partur skal ikki liggja eftir um eg komi so langt.

SInnisbati á ferð

Innbjóðing til norðurlendskan psykiatritoppfund fyri ung

Sunnudagin 17. november til týsdagin 19. november 2019 verður norðurlenskur psykiatritoppfundur fyri ung avhildin í Keypmannahavn. Tað er Det Sociale Netværk í Danmark, sum skipar fyri.

Endamálið til hendan ungdómstoppfundurin er, at styrkja samstarvið millum tey norðurlendsku londini á økinum, sum snýr seg um sálarliga heilsu hjá ungum. Á fundinum fáa ung úr norðurlondum møguleikan fyri at deila tankar og hugskot, umframt at menna politikk á økinum yvir tveir dagar. Tað er sera tydningarmikið at ung hoyrast í hesum kjakinum og deila teirra royndir, soleiðis at tey saman kunnu skapa loysnir og menning. Tíverri er tað soleiðis, at sálarligar avbjóðingar millum ung er ein vaksandi trupulleiki. Tað mugu vit gera okkara til at broyta. Sinnisbata sendir aðalskrivara felagsins, Laura Apol, umframt at Sinnisbati skal finna 2-3 onnur ungdómsumboð, sum kann verða við at umboða Føroyar á fundinum. Hesi umboðinu skulu verða millum 15 og 30 ár. Hava tit eitt umboð, tit ynskja at senda avstað, so er at senda eina umsókn til sinnisbati@sinnisbati.fo áðrenn mánadagin 2. september kl. 12:00, har viðkomandi, sum hevur hug og eldhuga innan øki, skrivar eitt sindur um seg sjálva/n.

Krøvini eru hesi:

  • Gjarna hava innlit í arbeiðsøkið í tínum landi; antin politiskt, sum avvarðandi ella sum fyrrverandi ella núverandi brúkari av psykiatriini
  • Tú skal hava áhuga innan arbeiðsøki
  • Vera millum 15-30 ár
  • Skriva eina umsókn á í mesta lagi 2400 tekn

Flogferðaseðlar og hotel frá sunnudagin til týsdagin verða goldið av Sinnisbata og Det Sociale Netværk. Viðkomandi verður útvald/ur av einari nevnd, sum er óheft av feløgunum. Spurningar kunnu sendast til laura.apol@sinnisbati.fo

Bjørg Dam

Serflokkar: Tíverri ikki pláss fyri tær!

2019-08-19 - Bjørg Dam

Ídag fara tey flestu skúlabørnini aftur í skúla. Tey flestu eru spent, vónrík og glað. Men ikki øll.
- Tíverri eru nøkur við avbjóðingum ella serligum tørvi, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð.

Tosaði við eina mammu, sum við grátandi rødd fortaldi um sonin,
sum skal skifta skúla, tí skúlin hann gekk í einans gongur upp í 7.flokk. Av tí at sonurin hevur ADHD og autismu er serflokkatilboðið í Hoyvíkarskúla sum stoypt til hansara. Foreldrini hava eisini brennandi ynski um, at sonurin skal ganga í einum vanligum fólkaskúla við serfokkatilboði, sum gevur honum møguleika at ganga lutvíst í einum vanligum “heima” flokki og í einum serflokki.

- Men av tí at tað er fult í Hoyvík, og einki annað serflokkatilboð er í Havnini, so ber ikki til hjá soninum at ganga í einum vanligum fólkaskúla. Hetta hava foreldrini sera stóra sorg um.

Afturat tilboðnum í Havn eru serflokkar í Vági, Klaksvík, Sørvági og Runavík. Men hetta er alt ov lítið!

Í 2015 mælti ein arbeiðsbólkur til fleiri serflokkar. Skúlaárið 2013/2014 gingu 6.898 næmingar í føroyska fólkaskúlanum, men einans 1,5% av øllum næmingunum gingu í serflokki, 0,72% í serskúlanum (Guli skúli), og 2,23% samlað uttan fyri almennu skúlaskipanina.

Arbeiðsbólkurin segði tá, at “Hetta tal má sigast at vera ógvuliga lágt, um vit sammeta okkum við okkara grannalond”. Kelda: Skúlablaðið 19.02.2015.

- Sum tað er nú, so eru tað bert nøkur heppin, sum fáa tilboð um serflokk. Aðalmálið hjá
Javnaðarflokkinum er, at øll børn fáa somu møguleikar. Tað fáa tey ikki nú

Hetta má og skal broytast skjótast til ber!

Um hugsað verður um, at umleið 10% av børnunum hava ADHD, ADD, autismu ella annan serligan tørv, so er eisini statistiskt grundarlag fyri nógv fleiri serflokkum - helst í øllum skúlum við umleið 200 næmingum ella fleiri.

Um so var, so høvdu øll børn fingið sama góða møguleikan at farið glað, spent og nøgd í skúla í dag.

Um álit verður sýnt mær á løgtingsvalinum 31.august, verður eitt av mínum høvuðsmálum, at allir skúlar við 200 ella fleiri næmingum skula fáa serskúlastovur.

Øll børn hava rætt til góð skúlaár!

Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið.

Rósa Samuelsen

Samfelagið er ikki fyri øll!

2019-08-19 - Rósa Samuelsen

Tá tað er sagt, so lúka vit ikki krøvini, sum ásett eru í ST-sáttmálanum, fyri rættindini hjá teimum, sum bera brek.

Vit mugu betra um tað sosialu og almennu skipanina, sum vit hava í dag.

Tað eru børn og ung, sum ikki fáa neyðugu hjálpina, og eru í kreppu og ikki orka at vera til. Familjurnar eru í sorli og í svárastu neyð. Sum støðan er, so hoyra vit frá foreldrum, at tey mugurenna frá einari skipan til aðra‚ og til tíðir merkja tey, at skipanir koyra tey frá sær‚ vísa til onnur ella mótarbeiða hvør øðrum.

Serfrøðin rópar varskó‚ tað má henda nakað beinanvegin.

Tann góða tilgongdin skal beinanvegin fevna um øll børn og ung við serligari avbjóðing ella varandi sjúku. Hon skal víðkast beinanvegin til eisini at fevna um at hava samskipandi uppgávuna, millum avvarðandi myndugleikar og ymisku økini.

Alt taðalmenna og sosiala økið skal endavendast og gerast av nýggjum og peningurin skal fylgja barninum og familjuni.

Eitt hús skal vera til familjuna at koma til‚ har hond verður tikið um barn‚ foreldur og systkin‚ á einum staði í tryggum umhvørvi. Eitt stað, har barnið hevur eina rødd, har tað verður lurta og lært. Børn og ung uttan orð (non-verbal), deyv og blind skulu eisini hava eina rødd, tað er alneyðugt, at hesi eisini hava ein møguleika í samfelagnum.

Í húsinum skal verða atgongd til Psykiatriska depilin‚ Sernám‚ Almannaverki‚ Barnaverndartænastuna‚ Gigni‚ fysio- og ergoterapi‚ sálarfrøði‚ kostráðgeva v.m., alt eftir, hvat tøvur er á. Saman skulu øll finna bestu loysnina fyri barnið. Ein samskipa tvørfaklig heildarætlan skal gerast‚ saman við familjuni‚ sum uttan himpr skal hava alla ta hjálp‚ sum brúk er fyri uttan drál. Út frá hesum skulu skúli‚ frítíðarskúli og barnagarður veita tað hjálp, sum barnið hevur brúk fyri at mennast og búnast til lívi.

Tað krevur nógv av foreldrum‚ meðan eygleiðingin og útgreiningin verður gjørd av barninum, og aftaná, tá tey skulu læra at “takla”støðuna og framtíðina. Nógv frávera er frá arbeiðinum‚ tí er neyðugt, at tey fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tá serlækni metir tað er neyðugt. Somuleiðis skal familjan fáa í boði húshjálp til at taka sær av praktiskum uppgávum í húsinum, s.s. klædnavask og reingerð.

Verður skjótt sett inn‚ er tað ein stórur vinningur fyri familjuna og samfelagi sum heild.

Hetta er eitt av mínum hjartamálum, sum eg brenni fyri.

Bara við stuðli frá tær, kann eg røkka málinum. Set X við,

Rósa Samuelsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Pauli Trond Petersen

Bíðilistar til útgreiningar og privat viðgerðartrygging

2019-08-17 - Pauli Trónd Petersen

Fyri tíð síðan varð greitt frá í miðlunum um bíðilistan til adhd- útgreining av vaksnum fólki. Sum skilst er 4 ára bíðitíð til hesa útgreining. Síðan er eisini bíðilisti til psykiatriina, so ein viðgerð kann fara í gongd.

Greitt var frá, at nøkur fóru til privata sálarfrøðistovu fyri at fáa hesa útgreining, so skjótari varð at sleppa framat viðgerðini. Hetta má so brúkarin gjalda sjálvur.

Leiðandi psykiatarin Tórmóður Stórá geiddi frá um hendan óhepna langa bíðilista og hetta, at tað var ódámligt, at tey ríkastu vórðu tey, ið komu fyrst framat viðgerð.

Og rætt hevur hann, tað er ikki soleiðis vit skulu skipa okkara heilsuverk, at tey ríkastu, t.e. antin tey ið bara hava nokk og gjalda tað tað kostar, ella tey ið hava ráð til at tekna sær viðgerðartrygging, ið nú kann keypast frá tryggingarfeløgum í Føroyum.

Vit eru heimsins javnaðsta samfelag, og tað skulu vit verða errin av. Vit mugu tí verja hendan rættin hjá fólkinum í Føroyum, at uttan mun til inntøku, kemur tú líka skjótt framat heilsuviðgerð.

Tá nú t.d. adhd er vorðin ein tilstandur, har tað vísir seg, at fleiri og fleiri eru fongd av, jamen, so mugu fleiri fólk setast í starv til at taka sær av útgreining og viðgerð av hesum.

Sálarliga heilsan má javnsetast við kropsliga heilsu.

Kristina Háfoss

Fólk við serligum avbjóðingum – meira samskipan, stuðul, skúla og vardar bústaðir – nú!

2019-08-15 - Kristina Háfoss

Stór framstig eru hend seinastu árini. Fleiri vardir bústaðir. Fleiri bústovnar. Meira sett av til stuðul og umlætting. Serligt skipað miðnám stovnað og útbygt. Økispsykiatri útbygd kring landið. 200 mió. kr. eru settar av afturat til nýggjar bústovnar og vardar bústaðir, og nýggj tilboð stovnsett. Men framhaldandi eru nógv, ið ikki fáa nøktandi stuðul, umlætting, skúlatilboð ella ein nøktandi bústað. Hetta er ikki í lagi. Tí sjálvandi skulu tey, ið hava allar størsta tørvin á eini hjálpandi hond – og góðum umstøðum fyri at mennast og trívast – fáa hesa í Føroyum.

Ov lítil samskipan og nógvar dyr
Sernámsfrøðiliga økið er eisini ment seinastu árini, men enn veita vit ikki tað samskipaða tilboðið, ið tørvur er á. Settar eru á stovn nógvar ymsar tænastur tvørtur um stovnar, stjórnarráð, land og kommunur. Sera trupult er tí eisini, at fáa neyðuga yvirlitið hjá einstaka brúkaranum, og skal viðkomandi, familja og avvarðandi venda sær til fleiri ymiskar dyr, áðrenn komið er á mál við einum heildartilboði. Tí verða somu upplýsingar ofta givnar og viðgjørdar fleiri staðni, og óneyðugt dupultarbeiði í stóran mun framt. ”Tann góða tilgongdin” er sett í verk fyri ávísar bólkar, men enn manglar nógv, áðrenn henda kemur øllum til góðar.

Samskipan og “eina hurð” – nú!
Neyðugt er, at brúkarar frameftir kunnu venda sær til eitt stað, ið samskipar øll viðurskifti vegna brúkaran. Á henda hátt verður tryggjað ein skjót og góð tænasta. Tvørturum stovnar, stjórnarráð, land og kommunur. Samstundis kann størri samskipan tryggja størri samstarv tvørturum ymsu eindirnar. Hetta fer aftur at bera við sær størri vitanardeiling, betri gagnnýtslu av førleikum, at sloppið verður undan dupultum fyrisitingararbeiði, og at fleiri og betri tænastur kunnu veitast.

Skúlin á Trøðni og Serligt skipað miðnám mennast

Á skúlaøkinum skulu átøk eisini fremjast. Eitt nú eigur serligt skipað miðnám at taka inn fleiri næmingar, eins og Skúlin á Trøðni eigur at verða skipaður heilt av nýggjum og nútímansgjørdur. Fólkaskúlin eigur eisini at fáa góðar umstøður til børnini við serligum avbjóðingum, og til, at skipa serstovur kring landið. Eisini eiga persónligar menningarætlanir og uppfylging av hesum at verða framdar, eins og vit støðugt skulu virka fyri, at fáa fleiri vard størv kring landið.

Øll hava rætt til eitt gott lív

Styrkin hjá einum samfelag verður mett eftir, hvussu dugnaligt samfelagið er til, at taka sær av teimum, ið hava størst tørv á hesum. Tí megna vit ikki at bjóða teimum, ið hava allar størst tørv á eini hjálpandi hond neyðugu hjálpina, tá megna vit ikki at reka eitt framkomið og sjálvbjargið samfelag, ið er fyritreytin fyri, at okkara land og samfelag skal mennast og hava eina bjarta framtíð.

Komandi valskeið røkka vit saman á mál!

Fleiri jalig átøk eru framd seinastu 4 árini, men nú er nokk tosað um manglandi samskipan og manglandi stuðul, umlætting, skúlatilboð og manglandi vardar bústaðir.

Komandi 4 árini skulu vit røkka á mál á hesum øki, so vit saman kunnu staðfesta, at øll hava møguleika fyri, at liva eitt gott, mennandi og gevandi lív í Føroyum – sum skjótast.

Vóni at fáa títt álit á komandi løgtingsvali – til at fremja hetta í verki.

Turið Horn

Fólkaheilsa er eisini sálarheilsa

2019-08-14 - Turið Horn

Í valskránni hjá Tjóðveldi er fokus sett á fólkaheilsu, tí tað er alneyðugt at fólkaheilsan verður sett í fremstu røð.

Eg fegnist stórliga um hetta, tí fólkaheilsa fevnir um sera stórt og sera týdningarmikið øki.

Fyri meg er fólkaheilsa eisini sálarheilsa, og tíðin er komin til at vit nú raðfesta sálarheilsuna hjá okkum føroyingum, – okkara børnum, ungu, vaksnu og eldri.

Í míni verð er hetta ein av stórstu uppgávunum hjá eini politiskari skipan, ein kjarnuuppgáva.

Góð sálarheilsa er grundarlagið fyri trivnaði og menning hjá børnum, og tað er grundarlagið fyri eini góðari prsónligari og sosialari menning. Trivnaður og góð sálarheilsa eru grundleggjandi fyritreytir fyri læring.

Og góð sálarheilsa hevur eisini stóran týdning seinni i lívinum, tá vit eru vaksin og sjálvi skulu fáa okkum familju og arbeiði.

Alt ov nógv børn og ung hava tað strævið, ov nógv børn og ung hava avbjóðingar við ótta og tunglyndi. Um tey ikki fáa hjálpina tey hava tørv á er vandin fyri álvarsamari sálarsjúku stórur.

Her eiga vit at seta i verk eina skjóta og góða hjálp, td eina ungdómsráðgeving sum sálarfrøðingar hava víst á. Eina ráðgeving har tú sleppur framat skjótt.

Arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum við ABC er somuleiðis týdningmikil partur av fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiðinum um sálarheilsu og eigur at halda fram og mennast.

Eg undrist og eri hørm um vaksandi talið av børnum og ungum sum hava sálarligar avbjóðingar. Vit vita at børn sum liva saman við foreldrum sum td hava rústrupulleikar ella eru sálarsjúk eru serliga útsett. Og vit vita, at børn sum eru útsett fyri ágangi ella umsorganarsviki hava stóran tørv á hjálp.

Og einasta almenna tilboði sum vit hava i dag er barna og ungdómsdeildin á psykiatriska deplinum! Tey gera eitt sera gott arbeiði, men tað er tørvur á eini nógv smidligari skipan, har bíðilistin ikki er langur, – eina ráðgeving sum er løtt atkomulig.

Almennu Føroyar eiga at seta hetta i vek sum skjótast og tað skal vera ókeypis hjá børnum og ungum at fáa hesa hjálp. Slík ráðgeving eigur eisini at umfata hjálp til familjuna.

Hesum vil eg virka fyri á løgtingi

Sirið Stenberg

Sálarheilsan somu virðing og rúmd sum likamliga heilsan- víst í verki

2019-08-14 - Sirið Stenberg

Tað er neyvan nakrantíð hent so nógv í psykiatriini og á sálarheilsuøkinum sum nú. Og tað er bæði gott og neyðugt. Her er nakað av tí.

Vit settu okkum fyri at fara undir eitt miðvíst arbeiði fyri at javnseta sálarheilsuna við likamligu heilsuna við støði í, at okkara borgarar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. Og eisini tí okkara grundsjónarmið er at taka serliga hond um teir bólkar av menniskjum, sum hava veikastu røddina.

Søguliga hava vit ikki altíð verið nóg dugnalig at tikið okkum av sálarsjúkum. Í stóran mun hava hesi fólk livað undir vána korum annaðhvørt í útlegd ella meira ella minni goymd burtur her hjá okkum. Og ofta bæði goymd og gloymd. Tíbetur er siðaskiftið í gongd, og psykiatriin er í stórari menning og hevur fingið rúmd bæði í almenna rúminum og í tilvitskuni hjá okkum øllum.

Fokus er nú á, at sálarsjúka ikki nýtist at vera kronisk, og at góðir møguleikar eru bæði at koma seg aftur, at fáa tað betri og at kunna livað eitt innihaldsríkt lív við sálarsjúku. Hetta er vitan, sum gevur vón. Og vit hava sera góð og dugnalig starvsfólk og áhugabólkar, sum stuðla undir hetta.

Men góðar hugsanir og politiskar visjónir mugu gerast til veruleika fyri at fáa týdning fyri tey, sum vit vilja hjálpa. Tað má síggjast aftur í okkara handlingum. Og tað ger tað.

Tá ið vit tóku við, vóru tað enn fólk, sum høvdu búð í áratíggju á psykiatriska deplinum. Hesi hava nú tíbetur fingið varandi bústað hjá Almannaverkinum.

At hugsa sær til, at fólk hava búð á sjúkrahúsi størsta part av teirra lívi !

Og so eru tað fysisku karmarnar á psykiatriska deplinum, sum vóru undir alt lágmark. Har var púra niðurslitið og misrøkt. Eg plagi at siga, at hølini signaleraðu, at hetta er ongin góður við. Tey signaleraðu manglandi umsorgan. Nú er deildin umvæld, og sjúklingarnir hava fingið góðar umstøður.

Hetta eru bert tvey dømi um, hvussu vit kunnu vísa í verki, hvussu vit vilja hjálpa. Tvey dømi, sum hava so ómetaliga stóran týdning fyri tey menniskju, sum tørva okkara hjálp. Tvey dømi um, hvat samfelag vit vilja vera.

Og hyggja vit bara heilt stutt inn í framtíðina, so eru vit við at byggja nýggjan psykiatriskan depil, sum kemur at flyta økið heilt inn í nútíðina. Tað kunnu vit øll gleða okkum til.

Tað er hugaligt at síggja modellini av stovunum, sum verða víst fram í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Tá ið eg síggi tað, royni eg at turka burtur myndina av gomlu deildini. Men hon hevur onkursvegna brent seg fasta, og eg harmist og undrist yvir, hvussu tað kundi koma so vítt.

Gott at vit fingu hetta stórmál uppá pláss.

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum

Sálarfrøðingar inn í fólkaskúlan

2019-08-13 - Eyðbjartur Sólheyg Skaalum

Alsamt fleiri og fleiri ung stríðast við sálarligt órógv. Hetta vísti kanning, ið varð gjørd millum miðnámsskúlanæmingar fyri fáum árum síðan.

At hava sálarlig órógv kann føra við sær, at ein ikki fær tað, ið ein átti burturúr skúlagongdini. At ein ikki hevur yvirskot í gerandisdegnum til frítíðarítriv, til sosial tiltøk við vinfólki o.a.

Ein treyt fyri innlæring er trivnaður og eingin trívist við einum órógvi - tvørtur ímóti og tískil hevur barnið trupult at læra tað, tað skal.

Orsøkirnar til sálarligu órógvini kunnu vera nógvar. Tað kann vera eitthvørt, ið tey hava upplivað sum smábørn, sum ung og so framvegis.

Sálarliga órógvið hvørvur sjáldan av sær sjálvum, tí er tað týdningarmikið, at hjálpin verður sett inn skjótast til ber.

Núverandi skipan loftar tó ikki altíð hesum børnum nóg skjótt. Tað gongur ov long tíð til barnið fær hjálp.

Tað er týdningarmikið, at hjálpin verður sett inn so tíðliga sum gjørligt. Tí skjótari barnið fær hjálp, skjótari er at basa órógvinum, barnið upplivir.

Eg vil virka fyri, at allir skúlar fáa ein sálarfrøðing, ið er tengdur at skúlanum. Sálarfrøðingurin kemur at verða partur av skúlanum í tøttum samstarvi við leiðslu, lærarar, námsfrøðingar og heilsusystur.

Tað kundi eitt nú verði uppbýtt soleiðis, at ein sálarfrøðingur virkar til eitt ávíst øki - kanska eitt ávíst tal av næmingum. Tað eru ikki øll børn, ið hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, men tey, ið hava tørv á tí, eiga at fáa hjálpina, teimum tørvar skjótast gjørligt.

Við at seta ein sálarfrøðing í starv í einum fólkaskúla kunnu avbjóðingar, ið seinri kunnu gerast rúgvismiklar skjótt basast. Hetta er eisini við til, at barnið í sínum vaksnamannalívi dugir betri at takla støður og hevur lættari við at leita sær hjálp. Hetta vildi verði ein sparing fyri samfelagið í síðsta enda.

Jú skjótari hjálpin er at heinta, jú skjótari gerst barnið ”frískt” og læringin kann halda fram.

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

SInnisbati á ferð

Psykosudrotningin sigur frá – bókaframløga v.m. 15. september kl. 15

Psykosudrotningin sigur frá
Bókaframløga, framsýning og fyrilestur, sum forlagið Eksil og Sinnisbati skipa fyri, verður í Perluni 15. september kl. 15.

Hybridbókin ”Psykosudrotningin sigur frá”, sum Anna Malan Jógvansdóttir hevur skrivað, verður løgd fram í Perluni í Havn 15. september kl. 15. Í hesum sambandi verður upplestur, framsýning av tekningum úr bókini og fyrilestur um psykosu.

Sálarfrøðingurin Suni Poulsen fer at bjóða vælkomin til tiltakið og stutt at greiða frá, hvussu sálarheilsutilboð í dag aloftast eru afturúrsigld av greinskingini, sum m.a. vísir, at flestu psykiatrisku diagnosurnar ikki eru vísindaliga prógvaðar, og at flestu ástøði um sálarliga líðing eiga at endurskoðast og nýhugsast.

Sálarfrøðingurin Olga Runciman úr Danmark fer at halda fyrilestur um sambandið millum trauma og psykosu. Endamálið við bókini “Psykosudrotningin sigur frá” og fyrilestrinum er at varpa ljós á psykosu sum ein natúrlig reaktión upp á lemjandi og traumatiskar hendingar í lívinum. Í sínum arbeiðið leggur Olga dent á lívssøguna hjá tí, ið stríðist. Umvegis lívssøguna kann meiningin í psykosuni finnast. Tað er altíð ein orsøk til slíkt sálarligt órógv, og við at skilja orsøkina til líðingina, so kann vegurin til linna finnast. Meira og meira gransking vísir á, at samband er millum trauma og psykosu. Tíverri arbeiðir psykiatriin ikki við støði í hesum í dag, men tvíheldur um ástøðina um kemiska ójavnvág í heilanum og um ástøðina, at psykosa er heilasjúka. Somuleiðis tvíheldur hon um, at talan er um ólag við dopamin reseptorunum í heilanum, at psykotisk eyðkenni koma av eini øðrvísi heila-anatomi ella øðrvísi aktiviteti í heilanum. Einki av hesum er nær námind prógvað soleiðis sum sambandið millum trauma og psykosu er, og tað óhepnasta av øllum er, at skeiva fatanin av, at psykosa er heilasjúka, førir til vónloysi og døpurhuga millum tey, sum stríðast. Tey hava sambært psykiatriini ein sjúkan heila, og alt tey siga er íspunnið.
Við bókini og hesum tiltaki er endamálið at geva teimum psykotisku ein narrativitet aftur, tey skulu hava rætt til sína lívssøgu og siga hana, sum tey ynskja. Greinsking vísir eisini, at um tey, ið stríðast við psykosu, fara út og siga sína søgu og knýta lívshendingar og líðing saman, so minkar stigmatiseringin, ið er knýtt at hesum menniskjum.

Skrá:

Kl.15.00 Vælkomin við sálarfrøðinginum Suna Poulsen

Kl.15.10 Kim Simonsen frá Eksil greiðir frá skránni

Kl.15.15 Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp úr psykosudrotningini

Kl. 15.30 Sálarfrøðingurin Olga Runciman heldur fyrilestur um sambandið millum psykosu og trauma

Kl. 16.15 Listaframsýning við myndum úr psykosudrotningini og Eksil bjóðar okkurt at drekka og eta.