27. mars var aðalfundur í Sinnisbata, og sostatt eisini nevndarval.
Beinta V. S. Henze og Vida A. Højgaard hava takkað fyri seg, og takka vit teimum hjartaliga fyri teirra arbeiði í felagnum. Nógv nýggj andlit eru at síggja í nevndini hjá Sinnisbata – tað gleðast vit um og bjóða vit teimum hjartaliga vælkomnum. Hesi eru Turid Christoffersen, Anna Malan Jógvansdóttir, Jógvan Thomassen, Elin Hansen, Gunnhild Persson og Alice Simonsen.
Á fyrsta nevndarfundi skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Róa Midjord heldur fram sum forkvinna
Næstforkvinna: Marjun J. Henze heldur fram sum næstforkvinna
Peningarøkil: Tummas Thomassen heldur fram sum peningarøkil
Skrivari: Anna Malan Jógvansdóttir er nýggj í nevndini og er skrivari
Nevndarlimir: Erla Matras Jensen, Súsanna Olsen og Turid Christoffersen
Tiltakslimir: Ragnar Petersen, Margretha Poulsen, Jógvan Thomsen, Elin Hansen, Gunnhild Persson og Alice Simonsen
Nevnd og skrivastova gleða seg til eitt nýtt, spennandi ár.
Afrasta rað: Súsanna Olsen, Erla Matras Jensen, Elin Hansen, Turid Christoffersen og Gunnhild Persson. Fremsta rað: Marjun J. Henze, Tummas Thomassen og Róa Midjord. Vanta á myndini: Margretha Poulsen, Ragnar Petersen, Jógvan Thomsen, Alice Simonsen og Anna Malan Jógvansdóttir.