Mannfólkabólkur

Sinnisbati hevur skipað fyri avvarðandibólkur fyri menn tvær ferðir! Fyrstu ferð var hann í Tórshavn, men seinast flutti hann til Klaksvíkar!
Næsti bólkur: Einki ásett tíðspunkt í løtuni (upd. 20. august 2020)

***

Ert tú, ella kennir tú ein, sum er avvarðandi at einum, sum hevur sálarsjúku? So er her eitt tilboð ætlað mannfólkum! Har er avmarkað pláss, so tað er um at tekna seg til sum skjótast. Freistin er 20. oktober 2019 – har er eitt egingjald uppá 300 kr.

Erling Fles, sálarfrøðingur, kemur at leiða bólkin, les meira um Erling her.

Avvarðandi bólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. ​Tey​ avvarðandi​ kunnu tosa opið og erligt um uppliving​ar​, trupul​leikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera.

Bólkur fyri avvarðandi mannfólk

Endamálið er:

– at møta monnum í líknandi støðu

– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt

– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)

– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egna støðu

Tað verður bygt upp við undirvísing, felagspráti, psykoedukatión og sosialum tiltøkum.