AT LEITA SÆR HJÁLP (1)

Generaliserað angist (GAD)

Generaliserað angist (Generalized Anxiety Disorder) er ein angistlíðing, sum er eyðkend við áhaldandi angist og stúranum um øll lívsins viðurskifti. Generaliserað angist er tann angistlíðingin, ið rakar flest fólk, og hildið verður at eini 4-5% koma at stríðast við hesari einaferð í lívinum.


Hvussu vísir generaliserað angist seg?

Angistin er ikki knýtt til eitt ávíst stað, persón, støðu ella hending - angistin er flótandi og skiftandi í fokus. Fólk við generaliseraðari angist stúra ofta um vanligar gerandisstøður. Tað kann eitt nú vera at ikki koma til tíðina, ikki gera sítt arbeiði nóg væl, missa avvarðandi og vinir, koma í fíggjarligt óføri, ella ikki megna at handfara lívsins avbjóðingar nóg væl. Tað eru stúranir, sum nógv av okkum hava, men hesar eru bara nógv verri og sterkari stúranir - og so eru tær til staðar meira ella minni alla tíðina og dominera øll lívsins viðurskifti hjá tí rakta.

Generaliserað angist er torfør at fáa tamarhald á, tí at hon ikki er knýtt til eina ítøkiliga hending - tó at nýggjar hendingar og støður kunnu styrkja stúranirnar. Angistin kann útloysast og blíva verri, sjálvt innan tryggu rammurnar í heiminum. Fólk við generaliseraðari angist stúra ofta fyri at stúra og hava tankar sum: “hví eri eg so stúrin? Hvat er galið við mær, hví stúri eg um hetta?”. Tú kann óttast, at stúranirnar ikki kunnu steðgast, at tú missir tamarhaldið á tonkunum, fær ein hjartatilburð ella verður sjúkur av øllum stúranunum. Hetta gevur aftur høvi til nýggjar stúranir, og soleiðis koyrir tað í ring. Saman við tankameldrinum og áhaldandi stúranunum, upplivir man eisini fleiri kropslig eyðkenni, so sum hjartabankan, órógv í búkinum, sveittan, trýst fyri bringuna, kvalmu, rastloysi og svøvnloysi.


Tað er ikki altíð, at eg veit, hví eg føli ótta á mær. Tað nýtist ikki at vera ein ávís grund, hann er har bara. Nakrar dagar vinnur óttin á mær, líkamikið hvussu nógv eg royni atstríðast ímóti. Tað er serliga um kvøldarnar. Dagurin skal gjøgnumgangast og hvørt lítið smáting skal endavendast og hugsast ígjøgnum. Hvat segði eg, og hvat gjørdi eg skeivt í dag? 


Viðgerð fyri generaliserað angist

Tey flestu við generaliseraðari angist virka væl í gerandisdegnum og megna at røkja sítt arbeiði og skyldur, hóast allar stúranirnar. Fleiri leita sær ikki hjálp, fyrr enn tey eru endað í eini stressandi lívsstøðu, sum økir angist eyðkennini, og uppliva, at tey ikki longur megna tað, tey áður megnaðu. Tá talan er um svera generaliseraða angist, eru ofta fleiri aðrar fylgisjúkur knýttar at angistini. Fleiri stríðast við tunglyndi og øðrum angistlíðingum samstundis.

Generaliserað angist hevur ofta verið umtalað, sum ein varðandi líðing. Ein líðing, sum er torfør at viðgera, og sum er eyðkend við nógvum afturstigum.

Í dag hava vit tíbetur nógvar góðar viðgerðarhættir fyri generaliserað angist, har flestu uppliva bata og gerast leys av angistini.  Tað er ein breið semja ímillum fakfólk og granskarar um, at sálarfrøðilig viðgerð gevur betri úrslit fyri generaliserað angist enn t.d medisinsk viðgerð. Medisinsk viðgerð kann tó vera umráðandi, um tú somuleiðis stríðist við tunglyndi, svøvnloysi ella rastloysi.

Um tú heldur teg stríðast við generaliserað angist, eigur tú at set teg í samband við tín lækna, esálarfrøðing ella annað heilsustarvsfólk og hoyra um tínar møguleikar fyri viðgerð.