Tá ið einki er eftir
Skrivað hevur Annu Joensen-Næs
´Mítt hjartað brotnaði mótvegis endanum´. Netflix røðin ´Maid´ av Molly Smith Metzler lýsir beinrakt, hvussu háfløktur og niðurbrótandi sálarligur harðskapur er.
Í røðini fylgja vit 25 ára gomlu mammuni Alex Langley. Vit eru stødd í Port Townsend, Washinton. Vit møta henni ta náttina, tá ið hon er á eggini. Sean, makin, hevur júst sligið eitt hol í veggin í eini roynd at raka hana. Tá ið hon seinni er vís í at hann er sovnaður, tekur hon dóttrina undir armin og flýggjar.
Gjøgnum alla røðina er Alex í fríum falli. Uttan ein støðugan bústað, á fátækramarkinum og sálarliga niðurbrotin, fylgja vit henni berjast fyri at forsyrgja dóttrini og skapa eina betri framtíð fyri tær. Hóast ómetaliga veruleikan, megnar hon at vísa á eina sjarmu og sarkasmu, ið gevur røðini nakað heilt serstakt.
Vit fylgja Alex flyta á eitt heim fyri harðskapsrakt móti hennara ynski. Tað tekur henni langa tíð at viðurkenna, at hon hoyrir til har. Tá ið hon ikki er har, roynir hon at skava pening saman til dagin, har ið hon starvast sum reingerðarfólk fyri 12 dollarar um dagin.
Hon vil gera alt fyri dóttrina Maddy. Dóttirin er gjøgnum røðina tað einasta, ið heldur henni koyrandi, samt dreymurin um at gerast rithøvundur. Tá ið hon ikki vaskar, finnur hon seg í einum bureakratiskum helviti við sakini um foreldramyndugleikan hjá dóttrini.
Tá ið Alex fer frá Sean, ið eisini er pápin hjá Maddy, leitar hann sær til fløskuna enn einaferð. Rúsdrekka fær djevulin fram í Sean, ið annars er ein nærverandi, gevandi og umsorganarfullur pápi og partnari. Hann vil gera alt fyri at fáa Alex aftur og vísa, at hann kann vera ein betri pápi. Hetta gongur tó galið ferð eftir ferð.
Samtíðis við ruðuleikan, hoyra vit eisini um foreldrini hjá Alex. Um eksentrisku listarligu mammuna við eini samsvarandi narsissismu, ið avspeglast í hennara stóra purluta hári og listaverkum av jungianskum frumritum. Tað er týðiligt at mamman stríðist sálarliga, hóast hon ikki ynskir at fáa staðfest nakra diagnosu. Hon hevur eina langa fortíð við sálarliga harðligum og niðurbrótandi kærleikssambondum, ið avspegla seg í Alex. Pápin fór frá mammuni fyri mongum árum síðani og hevur aldrin verið har fyri Alex.
´Maid´ er ein av heilt fáum røðum, ið eg havi sæð og funnið fram til, ið beinleiðis snúgva seg um hetta ógvuliga týdningarmikla evnið, ið verður nógv umrøtt í dag. Eg mátti fleiri ferðir steðga á meðan eg hugdi, tí at røðin er so tung. Hon gjørdist ov hjartabrótandi og ov verulig. Mítt hjarta brotnaði til síðst. Alex hevur veruliga einki eftir til síðst og tað merkist. Ongar pengar, eina dóttir, ið hon ikki megnar at forsyrgja, ein harðligan partnara, ið hon ferð eftir ferð fer aftur til, eingir familjulimir, ið hon kann venda sær til, sum hon stólar á.
Røðin lýsir beinrakt og nakið hjartabrótandi veruleikan við sálarligum og fysiskum harðskapi. Somuleiðis er tað ein ógvuliga menniskjaslig mynd, ið vit fáa av teimum ymisku persónunum. Vit fáa samkenslu við teimum øllum og skilja, hví tey gera, sum tey gera. Mammuna, ið flýggjar undan sær sjálvari og ikki megnar at viðurkenna, at hon hevur tørv á sálarligari hjálp. Pápin, ið hevur tikið frástøðu frá hansara fyrrverandi familju, tí at hann ikki kláraði meir. Sean, ið ikki fær funnið mótið at leggja fløskuna á hillina. Alex gerst ein sterk ímynd av einari brotnari kvinnu, sum í síðsta enda bert ynskir at elskast. Somuleiðis er tað ógvuliga sigandi at síggja, hvussu torført hon hevur tað við at viðurkenna, at hon hevur tørv á hjálp, tí tað er jú partnarin og pápin hjá barninum, ið fær hana at fáa tað so. Hvussu kann nakar hugsa, at hann vil henni nakað ilt? Mótstøðan og ruðuleikin í hennara lívi, brýtur hana stillisliga. Tá ið hon ikki megnar at vera sterk longur, fer hon aftur til Sean. Hon elskar hann hóast alt. Kann man skylda hana fyri tað?
Í Kvinnuhúsinum vóru 949 áheitanir í 2022. Áheitanirnar eru býttar á 421 kvinnur og 5 menn. Saman við kvinnunum eru skrásett tilsamans 529 børn. Tølini eru ræðandi og eftir at hava sæð hesa røðina, gongur tað upp fyri mær, at her er okkurt heilt galið. Hvussu kann hetta vera veruleikin her heima í okkara lítla og góða vælferðarsamfelagi?
Eg viðmæli øllum, ung sum gomul, at síggja røðina, ið er tøk á Netflix.