TIME OUT í Suðuroy


Sinnisbati skipar aftur fyri TIME OUT bólki til børn og ung millum 12-18 ár, ið hava foreldur ella systkin við sálarsjúku – nú í Suðuroy


TIME OUT er eitt frírúm hjá børnum og ungum – eitt stað, har tey kunnu siga time out frá gerandisdegnum, og møta øðrum í líknandi støðu. Her kunnu tey tosa við onnur við somu upplivingum og deila royndir saman og alt møguligt annað, tí vit hugna og stuttleika okkum eisini.

Bólkurin er skipaður av royndum bólkaleiðarum, sum saman við luttakarunum fara at taka ymisk evni upp at viðgera. Eisini fáa luttakarar amboð at fáa røttu javnvágina at liva egið lív, og samstundis vera ein partur av familjuni.

*Bólkurin byrjar í seinnu helvt av apríl/fyrst í mai – dato og tíðspunkt verða kunngjørd seinni. *


Hvat siga luttakararnir um TIME OUT?

Sinnisbati hevur havt TIME OUT bólkar síðani 2016, og hava afturmeldingarnar frá luttakarunum verið góðar. Eitt, sum gongur aftur, er, at tey ikki longur kenna seg einsamøll.

Um bólkin siga tey m.a:


Melda til bólkin

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ella ein tú kennir? Tilmelding fer fram við at skriva ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo við navni og telefonnummari. Tað kostar 300 kr. at luttaka (eru tað sysktin, so er tað bert eitt gjald).

Hevur tú spurningar, so ber til at ringja til Sinnisbata á 597913 ella senda ein teldupost.

Bólkaleiðarar eru álagdir tagnarskyldu eftir galdandi reglum.