time ouutt

Basic Body Awareness Therapy Fremur rørslukvalitet og heilsu í gerandisdegnum

Fyrilestur verður hóskvøldið tann 21. mai, kl. 19:00 til 21:00, á Laðabrekku 1, í Tórshavn.
Tað verða Jórun Simonsen og Lív Egholm, fysioteraputar, sum koma at halda fyrilesturin. Stutt at lesa um evnið: ”Basic Body Awareness Therapy ( BBAT) er ein fysioterapeutiskur viðgerðarháttur, sum hevur verið nýttur tey seinastu 30 árini, viðgerðarhátturin verður brúktur til fólk við sálarligum heilsu trupulleikum og øðrum vødda sjúkum. Seinastu 6 árini hevur BBAT verið ein partur av viðgerðartilboðnum á fysioterapideildini á Psykiatriska deplinum í LS. B BAT er ein viðgerðarháttur, ið er samansettur av vanligum gerandis rørslum sum vera gjørdar í róligum tempo. Hetta gevur tær møguleika at gerast tilvitað/ur um kroppin og hvussu hann virkar. BBAT økir um rørslukvalitetin, sum er grundaður á MQM (Movement Quality Model), og inniheldur 4 dimensiónir: 1. Biomekanisk / 2. Fysiologisk / 3. Psyko-socio-kulturel / 4. Existensiel – nærvera. BBAT viðgerðin er vend ímóti likamligari sjálvkenslu og setur gongd í kropsliga tilfeingið. Likamliga sjálvkenslan sum rúmar tilvitaðar / ótilvitaðar og verbalar / nonverbalar partar. Likamliga sjálvkenslan er partur av samleikafatanini hjá menniskjanum. Hon rúmar ta uppliving og fatan ein hevur um seg sjálvan og hvat hansara/hennara kroppur megnar. Við BBAT rørslum økist og styrkist; kropsliga javnvágin, fríi andadrátturin og nærvera í dagligdegnum.” The very basis of the work – the very core of the work, is that everything we do can come always new. (Citat: Charlotte Selver) Felagið bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum, at lurta eftir hesum spennandi fyrilestri. Tiltakið er ókeypis! -Sinnisbati