time ouutt

ADHD ráðstevna í Norðurlandahúsinum

Í døgunum 14. og 15. apríl skipar Psykiatriski depilin fyri ráðstevnu um ADHD á Hotel Føroyum. Endamálið við ráðstevnuni er, við kunning og upplýsing, at seta sjóneykuna á ADHD. Hvussu kunnu vit sum fakfólk veita dygdargóða og rætta hjálp og viðgerð til hesi fólk?

Nógv áhugaverd evni verða umrødd á ráðstevnuni, sum t.d.: hvat vita vit um ADHD hjá føroyingum, og er hetta ein nýggj avbjóðing hjá okkum? Er ADHD eitt mótafyribrigdi? Hvør er munurin millum ADHD og umsorganartrot ella hongur tað saman? Hvussu kunnu vit veita bestu námsfrøðiligu hjálpina í skúlahøpi? Umframt hetta verður m.a. nomið við evni sum misnýtsla og kriminalitetur, svøvntrupulleikar, hvussu ADHD kemur til sjóndar hjá gentum, avbjóðingar í gerandisdegnum hjá vaksnum og viðgerðarmøguleikar sum heild.

Talan er um tveir dagar við fyrilestrum, framløgum og pallborðskjaki. Hesi fara at halda fyrilestur: Per Hove Thomsen, kliniskur professari í barna- og ungdómspsykiatri og yvirlækni, Dorte Damm, barnaneuropsykologur og spesialpsykologur í barna- og ungdómspsykiatri og Tormóður Stórá, serlækni í psykiatri og leiðandi yvirlækni. Harumframt verða tað umboð frá Almannaverkinum, Sernám, Psykiatriska deplinum og serflokkinum í Skúlanum á Fløtum, ið koma at hava framløgur. Eisini koma tvær familjur at greiða frá teirra upplivingum og royndum.

Ráðstevnan er ætlað fakfólki, ið arbeiða við børnum, ungum ella vaksnum, sum hava ADHD.

Sí meira um skrá og tilmelding á www.tilmelding.fo.

time ouutt

Tormóður Stórá heldur fyrilestur um ótta

Í samband við kunnandi átøk um sálarheilsu og sjúku, skipar Økispsykiatriin á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum fyri fjórða fundinum í røðini.

Almenni fyrilesturin um ótta, verður í miðhøllini á Felagsskúlanum á Oyrarbakka týskvøldið 23. februar kl. 19.00.

Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

time ouutt

Ársaðalfundur í felagnum Sinnisbati

Árligi aðalfundur felagsins verður í hølunum hjá Sinnisbata (Laðabrekka 1) tann 5.03.16 klokkan 16.

Skrá sambært viðtøkum felagsins:

  • Val av orðstýrara
  • Val af skrivara
  • Ársfrágreiðing (Súsanna Olsen, forkvinna)
  • Framløga av grannskoðaum roknskapi fyri seinasta rakstrarár felagsins (Tummas Thomassen)
  • Viðgerð av innkomnum uppskotum
  • Limagjald fyri komandi ár
  • Nevndarval
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt

 

Sinnisbati vil eisini heita á fólk, ið ynskja at at vera við til at styrkja um felagsskapin, um at stilla upp til nevndina.

Eftir aðalfundin verður spennandi fyrilestur. Meiri kunning kemur seinni.

/Nevndin í Sinnisbata