time ouutt

Kendur føroyskur framleiðari ger sang saman við Aqua-stjørnuni René Dif til Poul Nyrup og headspace

Ung, sum hava tørv á onkrum at tosa við, fáa teirra heilt egna sang við nýggja staklagnum, ”Vinterbarn”, hjá Aqua-stjørnuni René Dif.  Hann hevur skrivað og framleitt sangin saman við viðurkenda føroyska framleiðararnum Kristoffer Mørkøre.

Óstøðug barnaár við ikki færri enn átta skúlaskiftum.

Sangarin René Dif veit, hvussu tað er at vera ungur, hava lítið sjálvsálit og at kenna seg einsamallan í heiminum. So tá fyrrverandi danski forsætisráðharrin og protektor fyri Det Sociale Netværk og ungdómsráðgevingina headspace, Poul Nyrup Rasmussen, spurdi, um Dif hevði hug at skriva ein sang til headspace, hugsaði René Dif seg ikki leingi um, áðrenn hann játtaði.

Tað bleiv til sangin ”Vinterbarn”, sum handlar um, at mann er nóg góður, sum mann er, uttan mun til hvat onnur halda.

René Dif ber nógv fyri brósti, tá talan er um ung, sum stríðast við alt frá hjartasorg til sálarligt viðbrekni. Hann hevur sjálvur upplivað at skula skifta skúla átta ferðir, tá hann var barn. Hann fekk ikki 9. floks prógv, og hann hevði ynskt, at hann hevði havt eitt headspace, tá hann var barn og ungur.

”Um headspace hevði verið til, har mann bara kann koma beint inn av vegnum uttan at skula mátast og vigast, og uttan at skula bíða í 2 ½ mánað, so hevði eg verið glaður. Tað, at mann kann koma uttan at skula vísa á alt møguligt, merkir, at mann kann koma við teimum trupulleikunum, mann hevur, nú og her. Tað eru øll tey stóru tingini, sum mann er heilt einsamallur um. Tær stóru avgerðirnar, kenslan av ikki at vera nóg góður, at mann ikki veit, hvar mann skal fara, hvønn mann skal venda sær til, hvat mann skal gera,” sigur René Dif.

Føroyskt headspace

Ungdómsráðgevingin headspace hevur nú 16 miðstøðir í Danmark og hevur eisini ætlan um at lata ráðgeving upp í Føroyum. Ung kunnu koma til headspace anonymt og fáa hjálp til alt frá hjartasorg og einsemi til vantandi sjálvsálit og sálarligt viðbrekni. Í løtuni verður kannað, um til ber at finna fígging til at lata eina headspacemiðstøð upp, sum í fyrstu atløgu verður í Tórshavn. Samstarvið um eina føroyska headspacemiðstøð er ímillum Det Sociale Netværk og Sinnisbata, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

René Dif og poppbólkurin Aqua seldu í sínum bestu døgum í 90’unum meira enn 36 milliónir fløgur, so vantandi sjálvsálit og einsemi er nokk ikki tað, sum heimurin setur í samband við René Dif. Men hansara egnu avbjóðingar sum barn og ungur gera, at hann væl skilir tey ungu, sum hava trupult við at finna fótafesti í tilveruni. Til tey ungu, sum hava tað trupult í dag, hevur hann hesa áheitan, sum eisini er kjarnan í nýggja staklagnum, “Vinterbarn”:

”Eg tori væl sjálvur at kalla meg størsta mynsturbrótaran í Danmark. Men øll ung hava tað í sær. Tað er bara ein spurningur um at halda á og ikki geva tí, sum onnur halda, gætur. Tað er ringt, tá mann er ungur og ikki hevur stórt sjálvsálit, men trúgv uppá tað! Um tú kanst droyma tað, so kanst tú gera tað. At hava tamarhald á egnum lívi er ein sigur. Og mann skal ongantíð vera bangin fyri at biðja um hjálp. Tað havi eg altíð gjørt, og tað fari eg altíð at gera. Um eg byrji uppá okkurt nýtt, sum til dømis nú, har eg sum 48 ára gamal havi fingið eina kokkaútbúgving, so eri eg jú noyddur at spyrja onnur, sum hava royndir. Og tað eru tey fæstu sum siga, at tey ikki vilja hjálpa tær”, sigur René Dif.

René Dif er sera glaður fyri samstarvið við framleiðaran Kristoffer Mørkøre, sum eigur Kris-Stuff Studio í Tórshavn. Sangurin, ”Vinterbarn”, er skrivaður á eini ferð til Føroya í samstarvi við framleiðaran og tónleikaran, Kristoffer Mørkøre, sum René Dif bert kann bera rós.

”Kristoffer er ein ótrúligur framleiðari. Hann dugir framúr væl at lesa tey listafólkini, sum hann arbeiðir saman við. Hann hevur eina einastandandi tónleikafatan, og hann er tann besti at samstarva við í tí tónleikaligu tilgongdini og undir menningini av einum sangi. Kristoffer er bara sum heild ein góður tónleikari. Vit hava arbeitt saman fleiri ferðir, eg havi verið í Føroyum meira enn 10 ferðir nú. Vit arbeiða so væl saman, at tá vit skrivaðu ”Vinterbarn”, gjørdu vit líka nakrar sangir afturat, nú tá vit vóru í gongd, sum vit skjótt fara í studio at spæla inn”, endar René Dif.

 

HYGG EFTIR SJÓNBANDINUM, ”VINTERBARN”, HER:

https://youtu.be/QJu5mx_6Z5w

Staklagið ”Vinterbarn” er spælt inn í Sweet Silence studionum og Kris-Stuff Studio.  Tónleikarar: Gert Smedegaard á trummum (CV Jørgensen mm), Niklas Schneiderman (Magtens Korridorer) og Niclas Johannesen á guitarum, Kristoffer Mørkøre á bass og keyboards og tann fløguaktuella Ulla Britt Simonsen á kór og 2. rødd.

Fakta um headspace.

headspace er eitt anonymt og ókeypis ráðgevingartilboð í Danmark undir Foreningen Det Sociale Netværk. Málbólkurin er børn og ung í aldrinum 12-25 ár. Tað verður rikið av meira enn 500 sjálvbodnum um alt landið.

Í headspace eru eingir trupulleikar ov stórir ella smáir, tey ungu gera sjálvi av, hvussu farast skal fram, og tað er eingin bíðitíð ella journalir.

Síðan byrjanina í 2003 hevur headspace havt samband við meira enn 27.000 ung. Tað eru headspace í Aabenraa, Aalborg, Albertslund, Ballerup, Billund, Esbjerg, Greve, Helsingør, Herlev, Herning, Horsens, Hvidovre, København, Odense, Roskilde og Rødovre. headspace hevur somuleiðis ætlan um at lata ráðgeving upp fyri ungum í Føroyum.

Poul Nyrup Rasmussen setti Det Sociale Netværk á stovn í 2009, hevur verið formaður fyri Det Sociale Netværk og er í dag protektor fyri bæði headspace Danmark/Det Sociale Netværk.