Bubu á ferð_mynd

Áheitarnarskriv: Námsfrøðingar hava ein týðandi leiklut

Til partarnar í lønarsamráðingunum millum Føroya Pedagogfelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Lønardeild Fíggjarmálaráðsins,

Sinnisbati vil við hesum heita á partarnar um at náa eini semju skjótast til ber.

Námsfrøðingar hava ein týðandi leiklut í at fáa eitt samfelag at hanga saman. Ikki bara í og við, at tey eru um, menna og taka sær av okkara børn á dagstovnunum, og eru við at mynda børnini sum menniskju, men eisini við at verða um borgarar við serligum tørvi.

Námsfrøðingar veita í fleiri førum umsorgan og tryggleika til eitt nú borgarar á sambýlum, bústovnum, sjálvsognarstovnum og øðrum, har tað ikki bara er týdningarmikið at námsfrøðingarnar sleppa at arbeiða – tað er eisini neyðugt. Eitt nú tá um ræður sambýli við borgarum við ringum sosialum avbjóðingum og sálarsjúkum, ber oftast ikki til hjá teirra kæru at vera um tey sum starvsfólkini eru. Hetta eru borgarar, sum eru serlig viðgerðar- og umsorganarkrevjandi, og tað eru námsfrøðingarnir, ið hava fakligu førleikarnar til at hjálpa teimum – eins og ikki øll hava avvarðandi, ið kunnu hjálpa.

Við einum ynski um skjóta semju millum partarnar og vælvild,

Nevndin í Sinnisbata