Bubu á ferð_mynd

Nógvar vinningar eru at vinna á ólavsøku!

Nógvar fyritøkur og handlar hava stuðlað Sinnisbata við vinningum til okkara lutaseðla-sølu. Tað eru vit sera takksom fyri!

Vinningar sum eru at vinna eru:

  • Gómagott gávukort 400,-
  • Silvursnið oyraringar,
  • Trin 27 gávukort 300,-
  • Køtlum gávukort 200,-
  • Salong Shair, gávukort 300,-
  • Akkuleya gávukort 300,-
  • Árstíðirnar gávukort 500,-
  • Jógvan Weihe gávukort 500,-
  • Hennara gávukort 1000,-
  • THE TARV, eta og Etika 3x gávukort á 300,-
  • Frumbiti gávukort 300,-
  • Umami gávukort 330,-
  • Irish Pub gávukort 400,-
  • G&G eitt blátt turruklæðið virði yvir 1000 kr,-,
  • Sirkus gávukort 500,-
  • Útilív eitt skateboard virði 1000,-,
  • Javnvág gávukort á 450,-
  • Javnvág gávukort á 450,-
  • Myndlist eina lilDavinci rammu virði 399,-
  • Cafe mormor gávukort á 300,-
  • Mia H. Smith, listakvinna, akvarel málning stødd A4
  • Conrad, høsnarungapakka virði 239,-
  • Blábarr gávukort 500,-
  • Burn gávubræv 4xbrunch virði
  • Eldborg Fiski, gávurkort á 500,-
  • Gávan, 1 eskja av fiskaflak
  • Rib62 túr fyri 2 Hestur Kittywakes and caves virið 800,-
  • Niels J. Arge, gávukort á 200,-
  • Bob & Marilyn’s Suitcase gávukort 500,-
  • Norðlýsið Seeightseeing gávukort 300,-
  • Guðrið Poulsen, Leirlist
  • No10, leirvasi
  • Smakka, gávukort 2xbrunch
  • Jacqson, gávukort 2xjacqson burgara og sodavatn
  • Myndaboks, gávukort 800,-

Umframt fyritøkur sum hava stuðlað við vinningum, hava Blika stuðlað við eingangstilfar og PM heilsølan við sunkistum til ólavsøka-kaféina.

Vit takka stórliga fyri stuðulin sum vit hava fingið!

Til ber at keypa lutaseðlar fyri 25 kr. stykkið ólavsøkuaftan millum kl. 14-18 í hølunum hjá Sinnisbata á Laðabrekku 1 í Tórshavn. Eisini ganga vit runt í Havnargøtu, har vit somuleiðis selja lutaseðlar.

Tølini á vinningunum verða kunngjørd tann 1. august 2018 kl. 12 her á heimasíðuna! 

Bubu á ferð_mynd

Sinnisbati hevur opið hús ólavsøkuaftan

Fyri fyrstu ferð letur Sinnisbati dyrnar upp á ólavsøku. Tað verður ólavsøkuaftan frá kl. 14-18 í hølunum hjá felagnum á Laðabrekku 1 í Tórshavn.

Vit fara at selja kaffi, te, køku og vaflur.

Eisini ber tað til, hjá børnum, at mála sítt egna ólavsøku flagg.

Harumframt verður tað møguligt at keypa lutaseðlar fyri 25 kr. pr. stk. Vit ganga runt í Havn og selja lutaseðlar og inni hjá okkum. Nógvar góðar vinningar eru!

Allur stuðul fer beinleiðis til Sinnisbata, sum arbeiðir fyri at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Góða ólavsøku!

 

Bubu á ferð_mynd

Turið Maria er sett í starv sum aðalskrivari í Sinnisbata

Turið Maria Jóhansdóttir er sett í farloyvisstarvið sum aðalskrivari í Sinnisbata. Hon byrjar í starvinum 1. august 2018.

Turið Maria er 31 ár, býr í Tórshavn, og hevur útbúgving innan sosiologi og sosialt arbeiði. Hon hevur í fleiri ár arbeitt í áhugafelagsskapum við fyrisiting og samskipan av størri og minni tiltøkum. Harumframt hevur Turið Maria stóra vitan innan sosiala og sálarliga økið í Føroyum, og hevur somuleiðis stóra vitan um politisk og samfelagslig viðurskifti.

15 umsóknir komu inn til farloyvisstarvið sum aðalskrivari í Sinnisbata.

Turið Maria Jóhansdóttir er sett i starv fram til 1. juli 2019, tá Laura Apol væntandi kemur aftur úr barnsburðarfarloyvi.

Turið Maria fer at hava ábyrgd av dagligu umsitingini í felagnum, leiðslu og samskipan av størri verkætlanum og tiltøkum, umframt átøkum og kunningararbeiði. Harumframt kemur hon at arbeiða við limarøkt og fundraising.

Bubu á ferð_mynd

Altjóða Sálarheilsudagur 2018

Aftur í ár verður skipað fyri Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober.

Set kross í kalendaran 10. oktober til ein spennandi dagur har sálarheilsa verður í miðdeplinum!

Skrá verður lýst seinni 🙂

Tiltakið verður í Østrøm í Tórshavn 10. oktober kl. 13 til 18.

Bubu á ferð_mynd

Kaféhugni á ólavsøku

Ólavsøkaaftan tann 28. juli frá klokkan 14 til 18, skipar Sinnisbati fyri kafé í hølinum á Laðabrekku 1 í Tórshavn.

Vit selja kaffi, te, køku og vaflur.

Eisini ber tað til, hjá børnum, at mála sítt egna ólavsøku flagg.

Somuleiðis ber til at keypa “vesi”-armband, sum er galdandi frá klokkan 14-18.
Tað verður hugnaligasta vesi-køin í Havn 😀

Allur stuðul fer beinleiðis til Sinnisbata, sum arbeiðir fyri at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

 

 

VIT SELJA LUTASEÐLAR Á ÓLAVSØKU! 😀

Vit ganga runt í Havn og selja lutaseðlar á ólavsøku. Prísurin er 25 kr. pr. stk.

Nógvar góðar vinningar eru!

Nøkur av teimum, ið hava valt at stuðla, eru m.a.:

– Rib62
– Umami
– Eta
– Gómagott
– Silvursnið
– Trin27
– Norðlýsið sightseeing
– Suðringurin
– Útilív
– Irish Pub
– Hvonn
– The Tarv
– Frumbiti
– Café MorMor
– Árstíðirnar
– Conrad
– Akkuleya
– Javnvág v/Mariannu Simonsen
– Køtlum
– Jógvan Weihe
– Niels L. Arge
– Mia H. Smith stuðlar við einum málningi

Tá tú hevur keypt lutaseðlar frá Sinnisbata, stuðlar tú einum góðum endamálið.

Stuðulin fer óskerdur til arbeiðið hjá felagnum, sum arbeiðir fyri at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

HEVUR TÚ VUNNIÐ?
Á ólavsøku kanst tú á heimasíðu felagsins www.sinnisbati.fo kanna, um tú hevur vunnið 🙂