time ouutt

Kunning: Sinnisbati fingið ungdómstoymi

Sinnisligar avbjóðingar raka breitt og ikki einans ein avísan aldursbólk. Tó siga flest allar kanningar á økininum, at fleiri og fleiri ung gerast illa fyri sinnisliga og dragast við avbjóðingum, sum eitt nú angist, strongd, tunglyndi og einsemi. Nýggjasta fólkaheilsukanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísir júst á tí gongdini. Ein sera ræðandi gongd, sum er neyðug at varpa ljós á og gera nakað við. Sinnisbati hevur í fleiri ár varpað ljós á gongdina og veitt upplýsing og tilvit, og nú er næsta stig at fáa tey ungu meira við í arbeiðnum at finna loysnir, skapa enn størri tilvit í samfelagnum og skipa fyri upplýsandi tiltøkum, sum eru ætlað at virka fyribyrgjandi, kunnandi og kveikjandi hjá føroyski ungdómurin. 

Rúmd og karmar fyri ungdómurin

Sinnisbati hevur seinastu árini verið ein sera virkin felagsskapur, bæði í samfelagnum, millum fólk, og politiskt, har avbjóðingarnar hjá ungdóminum hava fylt nógv og fylla meira og meira. Tí er tað eitt heilt natúrligt næsta stig at stovna eitt ungmannafelag. Á fyrsta introfundinum 6. apríl møttu 11 ungdómar upp og á næsta fundinum vóru 17. Síðani hava tey ungu møtst reguliga mánakvøld, har tey hava arbeitt við eitt nú intro-kafé, sosialar miðlar, kampanjum og eina poddvarpsrøð. Fyribils er ungdómstoymið undir veingjunum hjá Sinnisbata, men innan stutta tíð fer ungdómstoymið at stovna eitt ungdomsfelag, ið fer at verða rópt Sinnisbati Ung, ella í dagliga talu SBU. 

Nevndin stuðlar 

Nevndin í Sinnisbata er stuðlandi í arbeiðnum hjá teimum ungu og gleðist um, at fáa ungar kreftir inn í felagnum. Tá talan eru um ungdómsviðuskifti, hevur tað alstóran týdning, at tey ungu sjálvi eru við at seta dagsskránna og karmarnar fyri arbeiðnum. Ætlanin er, at ungmannafelagið fær eitt umboð í nevndina í Sinnisbata, soleiðis at eitt gott og tætt samstarv verður millum móðurfelagnum og ungmannafelagnum. 

Meira kunning um stovnandi aðalfund hjá SBU kemur seinni.

Fyribils búmerki
time ouutt

Tíðindaskriv: Tá góð uppskot verða feld

Uppskot til samtyktar er lagt fyri tingið. Talan er um eitt anstøðuuppskot, sum í stuttum snýr seg um at fáa sálarfrøðingar inn í fólkaskúlan.

Sinnisbati var til hoyringar í málinum. Heilt grunnleggjandi er Sinnisbati av tí fatan, at jú meira vit kunnu fyribyrgja at børn og ung fáa álvarsligar sinnisligar avbjóðingar at dragast við, jú betri er tað. Fyri børnini, tey ungu, teirra familjur og ikki minst fyri trivnaðin í skúlunum og fyri alt samfelagið.

Málið LM-079/2020: Uppskot til samtyktar um økissálarfrøði er á uppá nógvar mátar eitt gott og slóðbrótandi uppskot.

At sálarfrøðingar blivu ein integreraður partur av fólkaskúlatilboðnum, eins og heilsufrøðingarnar eru tað í dag, hevði styrkt arbeiðið hjá lærarunum, námsfrøðingunum og stuðlað upp undir tað stóra arbeiðið, sum heilsufrøðingarnir longu gera úti á skúlunum umframt arbeiðið hjá Sernámi. Samstundis kann tað í summum førum lætta um summar av arbeiðsuppgávunum og trýstið á Sernám, tí meira fyribyrging av størri avbjóðingum, kann vera viðvirkandi til, at trupulleikarnar ikki vaksa seg so stórar, at meira viðgerð og fleiri skipanir skulu inn og gerast partur av málum. Samstundis má sernámsskipanin styrkjast munandi, soleiðis at tey enn betur enn í dag fáa loftað teimum børnum og ungum, sum hava størstu avbjóðingarnar.

Hóast barnaverndarstovunar kring landið hava møguleika at veita sálarfrøðiliga hjálp og viðgerð umvegis teirra stuðuls- og ráðgevingarskipan, kann tað í sjálvum sær gerast ein avbjóðing, at eitt barn, ið annars er vælfungerandi, skal gerast til eitt barnaverndamál.

Tá tosað verður um fyribyrging, snýr tað seg grundleggajandi um, at fokusið á okkara sinnisligu heilsu verður javnmett við okkara kropsligu heilsu. Heilsufrøðingarnar hava eina fjølbroytta útbúgving, har fokusið er flutt meira frá einans at snúgva seg um kropsligu heilsuna ímóti eisini at fevna um sinnisligu heilsuna. Tað er ordiliga jaligt. Hóast hetta jaliga rákið, kann í summum førum verða tørvur á meira og serfrøðiligari vitan innan sálarfrøðina.

Sinnisbati hevur ítøkiligar meiningar um, hvussu tilboðið við sálarfrøðingum í fólkaskúlanum skal skipast. Har eru ymiskar loysnir til leistir, sum kunnu nýtast. Eitt nú kann tað skipast á tann hátt, sum heilsufrøðingaskipanin er skipað í løtuni, har árligar viðtalur eru við flest allar nærmingar á skúlunum umframt at hava viðtalutíð gjøgnum skúlaárið annars. Stigmatisering av einstøkum nærmingum kann á henda hátt fyribyrgjast, soleiðis at mann heldur sær tilboðið sum eins fyri øll. Á tann hátt ger mann tað natúrligt og ein interegraðan part av okkara heilsufatan, at vit eins væl fara til eitt sálarheilsukanning eina ferð árliga, ella hvussu ofta tørvur skuldi verið á tí. Ein annar leistur kundi verið, at sálarfrøðingarnar eru á skúlunum nakrar tímar ella dagar um vikuna, soleiðis at opin hurð prinsippið kann praktiserast, og sálarfrøðingin á tann hátt eisini kann nýtast sum ráðgevi og sparringspartnari hjá heilsufrøðingunum.

Eitt uppskot um sálarfrøðingar í fólkaskúlanum er kærkomið, tí vit vita, at sinnisligar avbjóðingar millum tey ungu eru vaksandi. Hetta er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, men vit síggja tíverri, at føroysk ung í summum aldursbólkum hava tað verri samanborið við onnur lond, vit ofta leggja okkum upp at. Tað er ein avbjóðing, sum samfelagið og politiska skipanin mugu taka í allarstørsta álvara. Ikki bara tí vit í Sinnisbata siga tað, ella tí Fólkaheilsuráðið sigur tað, men eisini tí altjóða heilsustovnar siga tað. Serfrøðin sigur tað.

Longu nú er sálarsjúka størsta sjúkrabyrðan millum heilt ung fólk. Vit síggja, at hjá helvtini av øllum, ið verða rakt av sinnisligum sjúkum, sæst tað áðrenn 14. liviár og hjá 75% áðrenn 24. liviár. Samstundis síggja vit, at fleiri ung enda í ólukkuligum støðum, har rúsevni og misnýtsla fylla. Tað er ein samfelagsábyrgd, vit mugu lofta og ongantíð ov skjótt.

Uppskotið um økissálarfrøði fevnir ikki einans um fólkaskúlarnar, men leggur eisini upp til, at skipanin skal lofta børnum heilt niður í dagsstovnaaldur. Tað kann Sinnisbati einans taka undir við og mæla politisku skipanini til at taka undir við. Fyribyrging er lykilin.

Týdningarmikið er at síggja hesa skipan og uppskot sum eina íløgu í framtíð okkara, tí hóast vit helst ikki vilja seta tøl á trupulleikarnar hjá fólki, so er tað ongin loyna, at tað ikki loysir seg fyri samfelagið IKKI at leggja í. Tað gevur til eina og hvørja tíð meining at gera íløgur í skipanir, sum kunnu virka fyribyrgjandi og styrkja tey tilboð, sum longu virka á økinum.

Hóast uppskotið er eitt anstøðuuppskot og bleiv felt við 2. viðgerð í tinginum hin. 27. apríl, so mælir Sinnisbati til, at arbeitt verður víðari við uppskotinum og at ein loysn verður funnin í felag, sum er hóskandi fyri allar partar og fakfólk, ið longu arbeiða á dagstovnaøkinum og í okkara fólkaskúla.

time ouutt

Tíðindaskriv: 166 børn- og ung á bíðilista til Barna- og ungdómspsykiatri í Føroyum

Hetta er ein syndarligur standur vit eru í, at so nógv eru á bíðilista, og handan hesi børn og ung eru sperdar
familjur og onnur avvarðandi. Skúlin t.d. har lærarin er ørkymlaður um næmingin, ítróttarfelagsskapurin har
tann, sum er ússaligur kanska ikki kann luttaka longur, vinfólk hjá barninum og tí unga, sum ikki skilja, hvat
er á vási o.s.fr.

Hvar hoppar ketan av? Jú, vit mangla fígging, so at fakfólk her heima, og tey, sum vit keypa inn uttanífrá,
sleppa til arbeiðis at útgreina hesi, okkara dýrabarasta tilfeingi, børn og ung, sum standa á langa
bíðilistanum. Sinnisbati vil staðiliga heita á avvarðandi politiska mynduleika og málaráð at játta hesa fígging,
ongantíð ov skjótt, tí vit vita, at skjót hjálp er besta hjálp, tá ið vit tosa um psykiatriskar problematikkir.
Lat okkum, sum landið, ið er ein úrmælingur í at basa og halda koronu frá hurðini, somuleiðis verða
heimsmeistari í at hava eina barna- og ungdómspsykiatri, har eingin hongur á einum bíðilista eina løtu ov
leingi.

Vit byggja tunnlar og menna okkara undirstøðukervi, hetta er gleðiligt og gott fyri Føroyar. Hetta kostar
milliónir, og í nøkrum føri milliardir, og okkara politiska skipan himprast ikki serliga nógv við at fara undir
hesar risa verkætlanir. Sinnisbati vil heita á tykkum, sum taka politiskar avgerðir, og kunnu játta tann
pening, sum skal til á psykiatriska økinum, ið útgreinar og viðgerð okkara ungu, um at sína somu vælvild,
sum víst verður á undirstøðukervsøkinum. Felags fyri báðar íløgur er, at tær í longdini spara seg sjálvar inn
aftur fleirfaldað.

time ouutt

Hoyringsskriv og íkast frá Sinnisbata til yvirskipaða frágreiðing, ið Føroyar skulu lata Sameindu Tjóðum  um mannarættindastøðuna i Føroyum, 2020

7. desembur 2020

Sinnisbati hevur viðmerkingar til mál innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Felagið hevur einans viðmerkingar til tey málini, ið felagið hevur mett verða tey mest átrokandi á økinum. Leggjast má afturat, at Sinnisbati mælir til og metir, at psykiatriska økið, í síni heild, hevur tørv á einari gjøllari gjøgnumgongd, við tí fyri eyga at seta sjóneykuna á tey øki, har mannarættindasáttmálarnir, sum Føroyar hava bundið seg til, ikki verða fylgdir. Tað hevur fyri felagið ikki verið gjørligt í hesum umførinum vegna stutta hoyringsfreist, og í mun til hvussu stórt økið er og fevnir um. 

Sinnisbati hevur fylgandi viðmerkingar, ið eiga at vera tiknar við í frágreiðingina hjá Føroya Landsstýri:

Børn og ung

Nýggj fólkaheilsukanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísir, at serliga ung millum 18 - 24 ár hava tað munandi verri sálarliga í Føroyum, um vit samanbera tølini við onnur Norðurlond. Somuleiðis eru tølini hækkað í alt ov stóra mun bara seinastu fýra árini, tá seinasti kanning bleiv gjørd í 2015. Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísir millum annað á, at fimta hvør kvinna og tíggjundi hvør maður í aldrinum 18 - 24 ár hava havt eina sálarliga sjúku, sum hevur vart longri enn seks mánaðir. Haruftrat sigur kanningin okkum, at onnur hvør kvinna og triði hvør maður í aldursbólkinum 18-24 ár kenna seg strongd. Nógv bendir á, at nógv ymisk virðurskifti spæla inn. Natúrligt er, at undómslívið hevur avbjóðingar við sær, ið eru natúrligar og eins fyri tey flestu, men viðuskifti eru í føroyska samfelagnum, sum ikki eru eins kend í grannalond okkara, í londum við samanbera okkum við - eitt nú Danmark. Talan eru um samansettar trupulleikar, sum myndugleikarnair eiga at taka í alstørsta álvara. Altjóða Heilsustovnurin metir, at tunglyndi fer at verða størsta fólkasjúkan í 2030, og tøl vísa somuleiðis, at 50% av sálarsjúkum vísa seg hjá fólki áðrenn 14. liviárið og 75% áðrenn 24. liviárið. 

Sinnisbati vil vísa á, at í Føroyum verður ikki sett nóg tíðiliga inn við fyribyrgjandi átøkum, ið kunnu lofta teimum ungu, sum hava tað trupult. Batar eru gjørdir á økinum seinasti fáu árini, men ov fá fyribyrgjandi tiltøk eru sett í verk fyri at lofta teimum ungu, áðrenn útgreiðning og viðgerð eru neyðug. Neyðugt er við einum stórum taki, um vit skulu lofta teimum ungu og liva upp til ásetingarnar, ið Barnarættindasáttmálin fyriskrivar um, at børn, ið liva serliga truplum korum, skulu hava serligt fyrilit.

Væntandi skúlatilboð

Grein 24 í   ST-sáttmálinum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, hevur Føroyar bundið seg til, at tryggja at børnum og ungum, ið bera brek, ikki eru fyri mismuni í útbúgvingarskipanini. Hetta metir Sinnisbati ikki, at Føroyar liva upp til. Einans heilt fáar kommunur veita skúlatilboð til næmingar í barnaskúlaaldri, ið hava sinnisligar avbjóðingar, og eru flestu tilboðini fevna ikki um næmingar, ið hava aðrar sinnisligar diagnosur enn neropsykiatrisk brek, sum eitt nú autismu. Í løtuni eru einans heilsusúkrasystrar knýttar fastar at barnaskúlunum og ikki sálarfrøðingar 

Eisini vænta tilboð og stuðul til ung, ið hava sinnisligar sjúkur og avbjóðingar, um hesi ynskja at nema sær ungdómsútbúgving. Mett verður ikki, at Føroyar liva upp til kravið um, at har skal veitast dygdargóður stuðul, lagaður eftir tí einstaka, so fakliga og sosiala menning verða tryggjað, soleiðis sum sáttmálan sigur.

Børn ið eru avvarðandi

Barnarættindasáttmálan, ið Føroyar hava bundið seg til, hevur krøv um, at øll børn sum meginregla hava rætt til eitt gott lív. Í hesum liggur rætturin til tryggleika og stuðul, um tørvur er á tí. Sinnisbati metir ikki, at Føroyar í nóg stóran mun liva upp til hesa ásetingar, tá talan er um børn, ið veksa upp í familjum við álvarsamari sálarsjúku, ið til tíðir krevur sjúkrahúsviðgerð og innlegging. Ongar kravdar mannagongdir eru hjá myndugleikum og stovnum at fylgja, ið skulu tryggja, at hesi børn hava umsorgarnarpersónar rundan um, ið kunnu lofta tørvinum hjá barninum.

Bráfeingistilboð, útgreining og viðgerð

Í grein 25 í  ST-sáttmálinum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, eru greiðar ásetingar um, at limalondini skulu útvega heilsutænastur, ið verða mettar verða neyðugar, fyri fólki, ið bera brek, eisini vegna teirra brek. Hetta inniheldur skjóta sjúkugreining og viðgerð, ið skulu forða fyri fleiri brekum. Sinnisbati metir ikki, at Føroyar livir upp til hesa áseting við fylgjandi grunngeving:

Menniskju við sinnisligum sjúkum og líðingum hava ikki eina bráðfeingismóttøku, at venda sær til, sum menniskju við likamligum sjúkum hava. Ei heldur finnst eitt bráðfeingis tilboð, ið ber til at ringja til, um ein borgari er í sálarkreppu. 

Bíðilistar, upp í fleiri ár, eru at sleppa framat útgreiðingum fyri fleiri psykiatriskar diagnosur. Her kann nevnast útgreining av vaksnum við ADHD og ADD. Eisini eru væntandi viðgerðatilboð fyri fleiri sjúkrabólkar, ið ikki fevna um heilivágiliga viðgerð. Langir bíðilistar eru at sleppa framat summum viðgerðatilboðum og ov fá ítriv eru, tá psykiatriskar sjúklingar eru innlagdir á Landssjúkrahúsinum. 

Grein 25 ásetur, at tilboð skulu útvegast kring landið, men manglandi sálarfrøðilig tilboð og viðgerð er til taks kring landið. Økispsykiatriin er seinasti árini blivin víðkað, soleiðis at hon nú geografiskt dekkar alt Føroyar, men hetta einans í dagtímunum av eitt monofakligum toymi. 

Sinnisbati er  av teirra fatan, at ov lítið uppsøkjandi arbeiði verður gjørt av myndugleikastovnum, so tryggjað verður, at borgarar, ið hava tað serliga tungt sinnisliga, og eru avbyrgdir, fáa góða hjálp, soleiðis at tey fáa møguleikan at fóta sær aftur í lívinum. 

At enda verður mett, at ov veikt samband er millum viðgerða- og økispsykiatri, tá ið psykiatriskar sjúklingar skulu útskrivast. Undir grein 25 í ST-sáttmálinum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, hava limalondini bundið seg til, at øll fá eins góða heilsuliga endurmenning. Sinnisbati metir ikki, at Føroyar liva nógv væl upp til hesa áseting og ynskir at sambandið millum viðgerðapsykiatri, økispsykiatri og sosialpsykiatri verður styrkt munandi. Hetta eisini fyri at liva upp til ásetingarnar í grein 26 í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, sum viðgerð menning og endurmenning.

Tryggingarviðuskifti

Sambært grein 25  í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, eru klárar ásetingar um, at loyvt er ikki at gera muni á fólki vegna teirra brek, tá talan er um tekning av tryggingum. Sinnisbati er av teirra fatan, at batar eru hendir á økinum seinastu árini, men at tryggingarfeløg ikki liva upp til hesa áseting til fulnar.

Tvingsil og klagur

Løgtingsins Umboðsmann hevur í fleiri umførum seinastu árini víst á, at klagur viðvíkjandi tvingsilsintriv í Føroysku Psykiatriini taka ov leingi at viðgerða vegna manglandi innlit í dokumentatión. Tydningarmikið er, at klagur av slíkum slag fáa skjóta viðgerð. 

Tvingsilsintriv skal ein í størsta mun umgangast, soleiðis at persónligt frælsi og sjálvavgerðarætturin hjá einstaklingin ikki verður forðaður. Manglandi raðfesting av psykiatriskum viðgerðum og starvsfólkanormering kann hava ávirkan á talið av tvingsilsintrivum í psykiatriini.

Bústaðarviðuskifti

Bústaðarmarknaðurin er undir trýsti og ov fáir bústaðarmøguleikar eru. Serligt gongur hetta útyvir tey fólkini í samfelagnum, ið eru ringast fyri og hava tørv á eyka stuðli. Í hesum førinum fólki við sinnisligum sjúkum og avbjóðingum. Hóast grein 19 í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, ásetir, at menniskju, ið bera brek, skulu sleppa at velja sær bústað og hvar og hvørjum, tey ynskja at búgva saman við, ber hetta ikki til. 

Langir bíðilistar eru til bústaðartilboð hjá Almannaverkinum og av teimum, ið standa á bíðilistunum, hava tey flestu sinnisligar avbjóðingar. Tørvur eru á búfelagsskapum, sum skulu virka sum eitt bindilið millum sambýlið og egnan bústað. Harumframt er tørvur á fleiri viðgerðar- og bústovnum. Eingir stovnar av hesum slag eru í Norðoyggjum, Eysturoy og Suðuroy, og ger tað tí trupult hjá føroysku myndugleikunum, at liva upp til krøvini og ætlanum um at veita tilboð til borgaran í nærumhvørvinum hansara.

Gerontopsykiatri

Vantanti tilboð eru til eldri borgarar við sinnisligum sjúkum og avbjóðingum, til tess at fá røktarheimspláss. Tá borgarin er undir 67 ár, hoyrir hann undir ábyrgdarøkið hjá landinum, men rakar eitt markamót, tá hann nær pensjónsaldur, har kommunan traðkar til. Tá talan er um eldri borgarar, sum ikki einans hava tørv á fysiskari røkt, men eisini eru sálarliga røktarkrevjandi, eru ov fá tilboð, ið skulul tryggja, at Føroyar liva upp til ásetingarnar í  grein 25 í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek. Eitt nú at útvega nøktandi og neyðugar heilsutænastur kring landið, har borgarin er og viðgerð, best hóskandi fyri einstaka borgaran. Tískil eigur eitt størri samstarv at vera millum landsmyndugleikar og kommunur, soleiðis at heildartilboð kann tryggjast.