Skærmbillede 2022-06-28 kl. 10.16.09 AM

Laura takkar fyri seg

Laura Apol, ið hevur arbeitt sum aðalskrivari í Sinnisbata síðani 2017, takkar fyri seg:

Síðani 2017 havi eg arbeitt sum aðalskrivari í Sinnisbata. Eitt arbeiði eg havi verið sera takksom og glað fyri. Eg havi lært so ómetaliga nógv. Um samfelagið, og ikki minst um meg sjálva. Eg hevði ikki vilja verið allar royndirnar fyri uttan, og eg eri vís í, at tær koma at hjálpa mær frameftir. Eg eri ómetaliga takksom fyri álitið felagið hevur víst mær, fyri gott samstarv við samstarvsfelagar og fyri øll tey fantastisku fólkini, eg havi hitt gjøgnum mítt arbeiði gjøgnum seinastu árini. Ikki minst tey mongu tiltøkini, vit hava skipað fyri og átøkini, vit hava sett í verk. Eg eri sera errin av at hava verið partur av øllum hesum.

At arbeiða fyri og við menniskjum við sálarligum avbjóðingum, fólkum við brekum, og at vera við í bardaganum fyri javnstøðu og rættvísi, stendur mínum hjarta sera nær. Tað verður ikki broytt, hóast eg nú fara at gevast í Sinnisbata. Men tíðin er komin til at royna nakað nýtt og lata nýggjar kreftir sleppa framat.

Hvat nú skal henda er ikki heilt komin upp á pláss enn, men keða meg fari eg nokk neyvan. Eg havi fleiri jørn í eldinum, fleiri verkætlanir, eg arbeiði við, og fleiri eg ynski at fara í holt við. Til dømis vil eg fegin brúka meira orku upp á tað kreativa, ið eg elski at fáast við.

Tað er sjálvsagt kensluborið, at siga farvæl við eitt starv, ið er so nógv meira enn eitt starv. At arbeiði í einum áhugafelag, einum hjálparfelagsskapi, ein NGO, er ein lívsstílur. Tað krevur, at tú brennir fyri økinum og fyri at broyta samfelagið til tað betra, og tað krevur, at tú áhaldandi trýr uppá, at broytingarnar kunnu henda, og gleðast um tær smáu sigrarnar.

Sinnisbati fyllir 40 ár 24. mai, og nógv er hent gjøgnum øll hesi árini. Eg eri takksom fyri og errin av, at eg havi verið ein partur av arbeiðnum í 17% av hesum árinunum. Men tað er eisini 23% av mínum egna lívi. Nógv er hent á psykiatriska økinum bara ta tíðina, eg sjálv havi verið í felagnum. Nógv er hent í mun til hugburð í samfelagnum, og sum heild eru vit á góðari leið til eitt meira javnbjóðis samfelag, eisini fyri fólki, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Nakað er tó enn á mál, til enn vit kunnu siga, at Sinnisbati hevur røkt sína skyldu og politiska raðfestingin er har, hon átti at verið. Nógv kann henda uppá stutta tíð, um bara viljan og dirvið er har. Eg hopi og vóni, at ein føðingardagsgáva til Sinnisbata verður eina psykiatrisk skaðastovutilbúgving, ið felagið hevur arbeitt fyri og ynskt í nógv ár. At tað verður hægri játtan, soleiðis at felagið kann styrka starvsfólkaorkuna í felagnum, nú vit fingu eitt methøgt tal av áheitanum í 2021. Yvir 1300 fólk vendi sær til felagið. Og so ynski eg, at fyribyrgjandi ráðgevingartilboðið ætlað ungum føroyingum, Headspace, fær eina játtan, og verður sett á stovn innan stutta tíð, soleiðis at vit kunnu fyribyrgja, at ung fáa so ilt í sálini, at tey hava tørv á sálarligari og psykiatriskari viðgerð.

31.mars er mín seinasti starvsdagur í Sinnisbata. Eg gleði meg at síggja, hvør fer at røkja hetta týdningarmikla starvið í hesum fantastiska felagagnum, ið rúmar nógvar eldsalir, dirvi og áhaldni.

Alt tað besta til tykkum øll. Takk fyri meg.

Skærmbillede 2022-06-28 kl. 10.16.09 AM

Vit vísa “ROSE” í Filmsfelagnum 20. apríl

20. apríl kl 20:00 verður "Rose" sýndur í Filmsfelagnum.
Koronastongsulin er av og øll droyma um at ferðast, ikki minst til søguríka franska høvuðsstaðin París.
Saman við Filmsfelagnum fara vit í huganum hagar, tá vit vísa nýggja danska filmin ”Rose”.
Hetta er ein sterk og hjartanemandi søga um familjusambond og kærleika, og um at einki er so einfalt, sum tað av fyrstan tíð sá út til. Vit eru í árinum 1997. Inger (Sofie Gråbøl), systurin Ellen (Lene Maria Christensen) og svágurin Vagn fara við ferðafólkabussi úr Aalborg til París.So skjótt bussurin er komin út á motorvegin, sigur Inger øllum ferðafólkunum frá um sálarligu støðuna hon er í og tær avbjóðingar, hon hevur. Úrslitið er, at eingin av teim ferðandi fer at gloyma vikuferðina til býðanna bý. Orsøkin er, at Inger hevur eina fjalda dagsskrá, sum er at finna og vekja aftur eitt gamalt kærleikssamband, so skjótt París nærkast.
Umframt Sofie Gråbøl og Lena Maria Christensen, síggja vit eisini Anders W. Berthelsen og Søren Malling í filminum.Leikstjóri er Niels Arden Oplev. ”Rose” er hin mest persónsligi filmur hjá Niels Arden Oplev, sum fyrr hevur gjørt filmin ”Ser du månen, Daniel”, ”Mænd, der hader kvinder”, ”Drømmen”, ”Kapgang” og einsini sjónvarpsfilmar í USA.
Filmurin "Rose" er 106 minuttir til longdar.