Skærmbillede 2022-06-28 kl. 10.16.09 AM

Sinnisbati móttikið stuðul

Alt vikuskiftið hevur Norðurlandahúsið verið karmur um FO TATT FEST. Til festivalin hevur uppboðsøla verið av málningi, sum Livar Nysted hevur málað, og í dag endaði sølan. Málningurin varð seldur fyri 20.000 krónur, og allur peningurin verður latin til arbeiðið hjá Sinnisbata.

Vit í Sinnisbata takka mangar ferðir fyri stuðulin, og eru vit sera rørd av hesi flottu gávu. Allur stuðul ger stóran mun í okkara arbeiði.

Vit vilja takka fyriskiparunum av Fo Tatt fest, Livari Nysted og keyparanum av málninginum.

Skærmbillede 2022-06-28 kl. 10.16.09 AM

Sinnisbati 40 ár

Týsdagin tann 24. mai fyllir Sinnisbati 40 ár. Tað eru nú 40 ár liðin, síðani stovnandi aðalfundin hjá Sinnisbata í 1982, har stig varð tikið til at stovna felag, sum skuldi arbeiða fyri fólki við sálarsjúku, og avvarðandi teirra.

Vit vilja fegin hátíðarhalda dagin saman við tykkum, og skipa í hesum sambandi fyri almennum føðingardegi og bókaútgávu í Reinsarínum.

Í samband við føðingardagin gevur Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, bók út um søguna hjá felagnum. Til tiltakið verður bókin løgd fram, og prát verður við Grækaris um bókina. Prát verður eisini við tvey av fólkunum í nýggju bókini, ið hava myndað felagið og føroysku sálarsjúkusøguna. Møguleiki verður eisini fyri at keypa bókina hetta kvøldið.

Umframt hetta, vísir Sinnisbati Ung ein nýggjan stuttfilm fram, og Herborg Torkilsdóttir kemur at spæla eitt nýtt lag fyri okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Sinnisbati bjóðar føðingardagskøku og kaffi.

 

Leinkja til tiltakið á Facebook: https://www.facebook.com/events/309229121368761?ref=newsfeed