Sinnisbati til hoyringar í Trivnaðarnevndini viðvíkjandi Løgtingsmáli nr. 22/2019

Viðmerkingar viðvíkjandi Løgtingsmáli nr. 22/2019: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð

Sinnisbati hevur fylgjandi viðmerkingar til málið á hoyringsfundi tann 26. novembur 2019 hjá Trivnaðarnevnd Løgtingsins:

Áhugafelagið Sinnisbati fegnast um, at hol er sett á at seta í verk ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð hjá børnum og ungum. Hetta er eitt átak sum leingi hevur verið ynskt, og sum bleiv eitt av tilmælinum i Heildarætlan fyri Sálarliga heilsu, sum bleiv handað fyrrverandi landsstyriskvinnu i Heilsumálum í oktobur i fjør.

Sinnisbati ynskir, at fylgjandi verður tikið atlit til íverksetanina av slíkum tilboði:

  1. Lættari atgongd og stuðul gjøgnum Heilsutrygd

Tað skal gerast lættari at fáa stuðul gjøgnum Heilsutrygd. Sambært kunngerðini um fíggjarligt ískoyti úr Heilsutrýgd til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, Kunngerð nr. 150, eru níggju punkt, sum skulu uppfyllast fyri at ískoyti verður latið. Mett verður, at kunngerðin í ov stóran mun leggur upp til hjálp, tá fólk eru blivin sjúk, ella hava upplivað álvarsamar avleiðingar. Sálarfrøðilig viðgerð má sostatt eisini veitast sum bráðfeingis viðgerð, soleiðis at tørvur ikki er á psykiatriskari viðgerð og heilivági. Mælt verður til at lætta um krøvini at fáa ískoyti úr Heilsutrygd til sálarfrøðiliga viðgerð, soleiðis at fólki við lættari trupulleikum kunnu fáa ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð.

  1. Favorisering av einum ávísum fakbólki

Við at leggja dent á sálarfrøðiliga viðgerð, verður ikki tikið hædd fyri teimum viðgerum, sum psykoterapeutar, privatpraktiserandi psykiatarar og onnur heilsufakfólk við tilbúgvingsútbúgving, hava. Tað meta vit kann vera við til at skapa eina favorisering av einum ávísum fakbólki, sum kann gerast trupul. Ikki øll meta seg hava tørv á sálarfrøðiliga viðgerð, men ynskja heldur annan viðgerðahátt nýttan, frá einum autoriseraðum fakbólki, við serkunnleika í heilsufrøðilig og sálarviðgerðum.

  1. Politiskar gjáir

Sinnisbati vónar innarliga, við alla viðing fyri politsku arbeiðsmannagongdirnar, at politisku gjáinar ikki verða ein forðing fyri at uppskotið verður samtykt. Sinnisbati er ein politiskt óheftur felagsskapur, men hetta uppskotið hevur so stóra týdning, og vigar tí tyngri enn ongarskapurin av uppskotinum. Sinnisbati mælir til, at meirluti nevndsins og sitandi samgonga, ikki fella uppskotið vegna politisku gjáirnar, men heldur síggja hetta sum eina íløgu og møguleika at lofta nøkur av teimum børnum og ungum, sum í løtuni eru í vandabólki fyri at gerast álvarsliga sjúk av sálarligum ávum, og tí hava tørv á sálarfrøðiliga viðgerð.

  1. Sálarfrøðingar gjøgnum fólkaskúlan

Sinnisbati heldur at tað hevur týdning at børn heilt niður í fólkaskúlaadri hava møguleika at fáa gagn av tilboðnum um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Gransking vísir, at sálarheilsutrupulleikar eru størsta sjúkrabyrðan millum ung fólk, og at angist ofta sæst longu tá børnini eru niður í átta ár. Eisini sæst at umleið 50% av teimum sum fáa sálarsjúku, sæst sjúkan áðrenn 14. liviár. Sinnisbati mælir tí til, at sálarfrøðingar verða knýttir at fólkaskúlan, sum eitt ókeypis tilboð til teimum børnum, sum hava tørv á tí.

  1. Útbygging av uppskotinum

Hóast Sinnisbati fegnast um, at uppskotið liggur til samtyktar, vilja vil reisa eina áheitan um, at ókeypis sálarfrøðilig viðgerð eigur at veitast øllum føroyingum, eins væl sum kommunulæknaviðtalur eru fevndar av slíkum treytum. Vit mugu gera upp við hugmyndina um, at sálarfrøðilig viðgerð bara skal og má veitast teimum sum hava sálarheilsutrupulleikar, tí at tað kann vera við at forða fyri álvarlig sinnislig brek. Uppskotið sum liggur til samtyktar er ein byrjan, sum vit virða, og halda er alneyðug, men sambært tølum hjá Altjóða Heilsustovnurin, WHO, er sálarsjúka longu ein av teimum størstu sjúkrabyrðum í heimshøpi. Samlaða sjúkrabyrðan fyri sálarsjúkum og lýðingum er 25%, har krabbamein, til samanbering er á 17%. Tíanverri bendir nógv á, at sálarsjúkur sum sjúkrabyrða gerst størri kommandi árini.

  1. Partur av skipanina

Sum ískoyti til uppskotið hevði verið viðkomandi at fingið greiði á, hvat krevst fyri at fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerðina veitta. Skal ein eitt nú verða partur av eina almenna skipan, sum eitt nú Almannaverkið, Sernám ella barna- og ungdómspsykiatriin, ella kann tað gerast lagaliðari at fáa atgongd til tilboð. Vit síggja ein vanda í, at tilboðið kann enda við at koma teimum til gangs, sum longu eru ein partur av eina almenna skipan, og at tilboðið tí møguliga ikki fer at veita teimum hjálp, sum í summum førum kundu havt mest tørv á slíkum átøkum.