Á fundi við landsstýrismanninum í Heilsumálum

Í gjár vóru við á fundi við landsstýrismanninum í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

Vit greiddu frá okkara virksemi og vístu á ynski til framtiðar tiltøk og átøk, sum vit ynskja at seta í verk - eitt nú headspace - fyri at vit í felag kunnu bøta um sálarheilsuna hjá børnum, ungum og eldru.

Eisini varð prátað um at seta eitt áratal uppá nær heildarætlanin fyri sálarliga heilsu skal vera sett í verk. Okkara boð er innan komandi 10 árini. Har afturat løgdu vit dent á at eldru við sálarsjúku, og sum eru fysiskt røktarkrevjandi, mangla røktarheimspláss. Vit nevndu at vit ynskja at minimum 2 % av føroyingunum í framtíðina hava skeið í sálarlarliga fyrstuhjálp, og betri normering í psykiatriini. Afturat hesum var prátað um at lofta teimum sum liva við tvídiagnosum, sum detta niðurímillum.

Landsstýrismaðurin virkaði jaligur, og greiddi frá, at hann í løtuni arbeiðir við fleiri ætlanir, sum eitt nú psykiatriska skaðastovu og ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til ung millum 15-35 ár.

Sum umboð fyri Sinnisbata vóru: Róa Midjord, forkvinna, Laura Apol, aðalskrivari og Rannvá Dam í Baianstovu, skrivstovufólk.