AVLÝST: Kafékvøld í Klaksvík: Foreldraskapur og barnsburðareaktiónir

Hóskvøldið 12. mars klokkan 19-21 verður aftur kafékvøld hjá Sinnisbata, hesuferð í Klaksvík. Evnið fyri kvøldið er foreldraskapur, barnsburðareaktiónir og tunglyndi í tí sambandinum.

Evnið er valt út frá, at tað hevur verið eitt ynski, sum limir hava víst í limakanningum felagsins fyri 2018 og 2019.

Tiltakið verður á bókasavninum á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Endamálið við kafékvøldinum er at seta foreldraskap í eyðsjón vit denti á alla familjuna. Tað at blíva foreldur er ein stór broyting í lívinum og hevur við sær nógvar kenslur og reaktiónir. Flestu eru natúrligar og vanligar, og eru trupuleikar viðvíkjandi hesum, eru fleiri tilboð, sum ein kann taka av. Sinnisbati ynskir at vísa á hvørjar barnsburðareaktiónir kunnu vera, herundir barnsburðatunglyndi.

Við okkum at greiða frá hesum eru umboð úr sertoyminum á psykiatriska depilinum og Gigni, sum koma at greiða frá um, hvørjar barnsburðareaktiónir kunnu vera, hvussu vit ansa eftir okkum sjálvi og hvørjum øðrum sum foreldur og nærumhvørvi, um foreldurskapur og tey tilboðini sum eru í føroyska samfelagnum.

Endamálið við kvøldinum er har afturat at elva til meira opinleika kring natúrligar viðuskifti í lívinum, tá ein verður foreldur, og skapa eitt rúm fyri upplýsing, kjak og prát í eitt hugnaligt umhvørvi.

Gevið gætur: Kafékvøldið um foreldraskap og barnsburðareaktiónir er eitt av trimum kafékvøldum um hetta evni. 23. apríl verður kafékvøld á Sandi og 30. apríl verður kafékvøld í Tórshavn.

--

Fleiri nevndarlimir í Sinnisbata fara at vera við hetta kvøldið, og høvi verður til at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við uppskot til virksemi felagsins.

Kaffi, the og okkurt gott til góman verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin - møtið fjølment!