Kunning: Sinnisbati fingið ungdómstoymi

Sinnisligar avbjóðingar raka breitt og ikki einans ein avísan aldursbólk. Tó siga flest allar kanningar á økininum, at fleiri og fleiri ung gerast illa fyri sinnisliga og dragast við avbjóðingum, sum eitt nú angist, strongd, tunglyndi og einsemi. Nýggjasta fólkaheilsukanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísir júst á tí gongdini. Ein sera ræðandi gongd, sum er neyðug at varpa ljós á og gera nakað við. Sinnisbati hevur í fleiri ár varpað ljós á gongdina og veitt upplýsing og tilvit, og nú er næsta stig at fáa tey ungu meira við í arbeiðnum at finna loysnir, skapa enn størri tilvit í samfelagnum og skipa fyri upplýsandi tiltøkum, sum eru ætlað at virka fyribyrgjandi, kunnandi og kveikjandi hjá føroyski ungdómurin. 

Rúmd og karmar fyri ungdómurin

Sinnisbati hevur seinastu árini verið ein sera virkin felagsskapur, bæði í samfelagnum, millum fólk, og politiskt, har avbjóðingarnar hjá ungdóminum hava fylt nógv og fylla meira og meira. Tí er tað eitt heilt natúrligt næsta stig at stovna eitt ungmannafelag. Á fyrsta introfundinum 6. apríl møttu 11 ungdómar upp og á næsta fundinum vóru 17. Síðani hava tey ungu møtst reguliga mánakvøld, har tey hava arbeitt við eitt nú intro-kafé, sosialar miðlar, kampanjum og eina poddvarpsrøð. Fyribils er ungdómstoymið undir veingjunum hjá Sinnisbata, men innan stutta tíð fer ungdómstoymið at stovna eitt ungdomsfelag, ið fer at verða rópt Sinnisbati Ung, ella í dagliga talu SBU. 

Nevndin stuðlar 

Nevndin í Sinnisbata er stuðlandi í arbeiðnum hjá teimum ungu og gleðist um, at fáa ungar kreftir inn í felagnum. Tá talan eru um ungdómsviðuskifti, hevur tað alstóran týdning, at tey ungu sjálvi eru við at seta dagsskránna og karmarnar fyri arbeiðnum. Ætlanin er, at ungmannafelagið fær eitt umboð í nevndina í Sinnisbata, soleiðis at eitt gott og tætt samstarv verður millum móðurfelagnum og ungmannafelagnum. 

Meira kunning um stovnandi aðalfund hjá SBU kemur seinni.

Fyribils búmerki