Gangið í mínum skóm

 

Átakið 'Gangið í mínum skóm' verður fyrstu ferð 12. juni í samband við Tórshavn Marathon. Endamálið við átakinum er at varpa ljós á sálarsjúku, og hvussu tað kann kennast at liva við sjúkueyðkennunum; í hesum førum við tunglyndi, angist og skizofreni.

Um tú luttekur til Tórshavn Marathon sunnudagin 12. juni, so fert tú møguliga at síggja fólk við gulum ballónum og faldarum - hetta eru starvsfólk hjá Almannaverkinum og Sinnisbata. Vit fara at býta faldarar út við eini QR-kotu á, og við at skanna QR-kotuna, fært tú atgongd til trý ljóðbrot um tunglyndi, angist og skizofreni. Ljóðbrotini skulu ímynda, hvussu tað kann kennast at liva við hesum sjúkueyðkennum á egnum kroppi og sinni. Tú kanst lurta ímeðan tú rennur ella gongur, og fáa eina uppliving av, hvussu avbjóðandi tað kann vera at ganga nakrar metrar við sálarsjúku.

GG* Ljóðbrotini kunnu kennast ógvuslig og vekja neiligar kenslur og minnir. Kjattráðgevingin hjá Sinnisbata er opin hvørt kvøld kl. 20.00-22.00 á Sinnisbati.fo

 

Stutt um diagnosurnar:

Tunglyndi

Tunglyndi er ein av teimum mest útbreiddu sálarsjúkunum. Fimti til sætti hvør persónur hevur ella fer at fáa sjúkueyðkenni fyri tunglyndi eina ferð í lívinum. Øll kunnu blíva rakt av sjúkuni, ung sum gomul. Orsakirnar til tunglyndi kunnu vera ógvuliga ymiskar. Summi av sjúkueyðkennunum kunnu vera: dapurskygni, kenslan av vónloysi, møði og manglandi orka í longri tíð, umframt lítil til ongin lívshugur. Tað verður bólkað sum lætt, moderat og tungt tunglyndi.

Angist (ótti)

Kenslan av ótta er ein natúrlig reaktión uppá eina uppliving av vanda, og hon tryggjar at vit handla skjótt. Í summum førum er tann natúrliga reaktiónin nógv størri enn tað, ið vandin krevur. Tá er talan um patologiskan ótta. Tað eru nógv stig av ótta, t.d. frá lættum nervøsiteti til deyðsótta, og tað eru ymisk sløg av ótta, t.d. sosialfobi, panikótti og generaliseraður ótti.

Skizofreni

Skizofreni kann ávirka tankar, kenslur og sansir. Ofta byrja sjúkueyðkennini fyri skizofreni í ungdómsárunum. Í sambandi við sálarsjúkuna kann ein uppliva sjúkueyðkennini: ranghugsan, apati og hallusinatiónir, t.d. at hoyra røddir. Skizofreni vísir seg ymiskt frá persóni til persón. Summi hava áhaldandi psykotisk sjúkueyðkenni, meðan onnur sleppa av við tey psykotisku sjúkueyðkennini.

Átakið er eitt samstarv ímillum Almannaverkið og Sinnisbata.

 

Hoyr ljóðbrotini longu nú, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:

Tunglyndi: https://soundcloud.com/user-923866353/tunglyndi-1?utm_source=clipboard&utm_medium=text&utm_campaign=social_sharing

Angist: https://soundcloud.com/user-923866353/otti?utm_source=clipboard&utm_medium=text&utm_campaign=social_sharing

Skizofreni: https://soundcloud.com/user-923866353/skizofreni-1?utm_source=clipboard&utm_medium=text&utm_campaign=social_sharing

 

Ella við at skanna QR-koturnar: