Sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek

Inngangur

Partarnir í hesum sáttmála:

(a) minna á aðalreglurnar, ásettar eru í stovningarskjali Sameindu tjóða, sum viðurkenna, at øll menniskju hava virðing og tign íborna, og at hvørt mansbarn eigur somu ómissandi rættindi, og at tær eru grundarlagið undir frælsi, rættvísi og friði í heiminum,

(b) viðurkenna, at Sameindu tjóðir í heimsyvirlýsingini um mannarættindi og í Altjóða mannarættindasáttmálum hava lýst og samtykt, at ein og hvør hevur rætt til øll tey rættindi og alt tað frælsi, ið er lýst í teimum, við ongum mismuni av nøkrum slagi,

(c) vátta av nýggjum at øll mannarættindi og grundleggjandi frælsisrættindi eru alheimslig, óskerd, sínámillum treytað og sínámillum skyld og at tørvur er á at tryggja, at fólk, ið bera brek, til fulnar kunna brúka tey og ikki vera fyri mismuni,

(d) minna á altjóða sáttmálan um búskaparlig, samfelagslig og mentanarlig rættindi, altjóða sáttmálan um borgarlig og politisk rættindi, Altjóða Sáttmálan um at beina fyri øllum mismuni á fólksløgum, altjóða sáttmálan um at beina fyri øllum mismuni mótvegis konufólki, altjóða sáttmálan móti píning og aðrari óndari, ómenniskjaligari ella niðrandi viðferð ella revsing, sáttmálan um rættindi barnsins, og altjóða sáttmálan um at verja rættindini hjá øllum arbeiðarum, sum flyta millum lond, og limum í familjum teirra,

(e) viðurkenna, at brek er hugtak í broyting, og at brek er úrslit av sínámillum ávirkan millum fólk, sum eru viknað, og forðingar, ið standast av hugburði og umhvørvi, sum tarnar teimum til fulnar og á virknan hátt at verða við í samfelagnum javnbjóðis øðrum,

(f) viðurkenna týdningin í aðalreglum og leiðreglum, sum eru í heimsvirkisætlanini fyri fólk, ið bera brek, og í Fyrimyndarreglum um at útvega javnlíkar møguleikar fyri fólk, ið bera brek, at vera við til at fáa fram, orða og eftirmeta politikk, ætlanir, tiltøk og virksemi á lands-, økis- og altjóða stigi, sum virka fyri at javnseta møguleikar hjá fólki, ið bera brek,

(g) leggja herðslu á týdningin at tvinna evni viðvíkjandi teimum, ið bera brek, inn í viðkomandi virkisætlanir um burðardygga menning,

(h) viðurkenna eisini, at mismunur gjørdur móti einum og hvørjum fólki, grundað á brek, ger seg inn á ta viðføddu virðing og virði, ið hvørt einstakt menniskja eigur,

(i) viðurkenna harumframt, hvussu ymisk fólk, ið bera brek, eru,

(j) viðurkenna tørvin at virka fyri og verja mannarættindi hjá øllum fólkum, ið bera brek, eisini teimum, ið krevja víðfevndan stuðul,

(k) stúra fyri, at hóast hesi ymisligu amboð og tiltøk fara fólk, ið bera brek, framvegis at verða fyri forðingum, tá ið tey skulu verða við í samfelagnum javnbjóðis øðrum, og teirra mannarættindi fara at verða skerd í øllum pørtum í heiminum,

(l) viðurkenna týdningin í altjóða samstarvi at bøta um liviumstøðurnar hjá fólki, ið bera brek í einum og hvørjum landi, serstakliga í menningarlondum,

(m) viðurkenna tað virðismikla íkast, bæði tað, ið er og fer at verða, sum fólk, ið bera brek, í síni heild veita trivnaði og fjølbroytni í sínum samfeløgum og viðurkenna, at tað at virka fyri, at fólk, ið bera brek, til fulnar fáa síni mannarættindi og grundleggjandi frælsi og fullvegis luttøku í samfelagnum fer at elva til eina økta kenslu av at hoyra til, og tað verður týðandi framstig í menniskjaligari, sosialari og búskaparligari samfelagsmenning og fer at beina fyri fátækdømi,

(n) viðurkenna týdningin, tað hevur fyri fólk, ið bera brek, at tey ráða sær, eru óheft og hava frælsið at taka egnar avgerðir,

(o) hugsa um, at fólk, ið bera brek, eiga at fáa høvið sjálv at verða við í arbeiði, tá ið avgerðir verða tiknar um leiðreglur og skipanir, ikki minst teimum, sum beinleiðis viðvíkja teimum,

(p) stúra fyri truplu umstøðunum hjá fólki, ið bera brek, sum eru fyri nógvum ella grovum mismuni, grundað á rasu, lit, kyn, mál, átrúnað, politiska ella
aðra áskoðan, tjóðskaparligan, etniskan, innføddan ella samfelagsligan uppruna,
ogn, føðing, aldur ella aðra samfelagsstøðu,

(q) viðurkenna, at kvinnur og gentur, ið bera brek, ofta eru í størri vanda fyri harðskapi, løsti, misnýtslu og vanrøkt, ringari viðferð ella eyðræning, innanhýsis sum uttanhýsis,

(r) viðurkenna, at børn, ið bera brek, til fulnar eiga øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi á jøvnum føti við onnur børn, og mint verður á skyldur, sum tey limalond, ið eru partar av altjóða sáttmálanum um rættindi barnsins hava átikið sær við atliti at hesum,

(s) leggja herðslu á tørvin at bregda kynsatlit inn í allar royndir og tiltøk, ið gera, at fólk, ið bera brek, til fulnar kunnu njóta mannarættindi og grundleggjandi frælsi,

(t) varpa ljós á tann veruleikan, at meginparturin av fólki, ið bera brek, liva í fátækt, og í hesum viðfangi viðurkenna álvarsama tørvin á at gera nakað við ta ringu ávirkanina, sum fátækdømi hevur á fólk, ið bera brek,

(u) hava í huga, at treytirnar fyri friði og tryggum viðurskiftum, grundað á veruliga virðing fyri endamáli og aðalreglum í ST-stovningarskjalinum og teirri viðurkenning, at mannarættindaamboð, ið kunnu verða nýtt, eru alneyðug til tess at verja fólk, ið bera brek, til fulnar, serstakliga tá ið vápnað stríð og fremmand hertøka er,

(v) viðurkenna, hvussu stóran týdning tað hevur at sleppa fram at fysiskum, sosialum, búskaparligum og mentanarligum umhvørvi, heilsu og útbúgving, upplýsing og samskifti til tess at at gera fólk, ið bera brek, før fyri at kunna brúka mannarættindini og grundleggjandi frælsi til fulnar,

(w) ásanna, at einstaklingur, sum hevur skyldur mótvegis øðrum einstaklingum og samfelagnum, sum hann ella hon er partur av, hevur skyldu at stremba eftir at fremja og virka fyri teimum rættindum, sum altjóða mannarættindaskjalið Bill of Human Rights viðurkennir,

(x) eru sannførd um, at familjan er natúrliga og grundleggjandi eindin í samfelagnum, og hon hevur krav um at verða vard av samfelagnum og ríkinum, og at fólk, ið bera brek og familjur teirra eiga at fáa neyðuga verju og hjálp at gera sítt til at fólk, ið bera brek, til fulnar og javnbjóðis øðrum kunnu brúka síni rættindini,

(y) eru sannførd um, at víðfevndur og integreraður altjóða sáttmáli, sum virkar fyri og verjir rættindi og virðing fyri fólki, ið bera brek, fer at hava stóran týdning til tess at bøta um djúptøknu sosialu vansarnar hjá fólki, ið bera brekog fer at virka fyri, at tey sleppa upp í borgaraligt, politiskt, fíggjarligt, sosialt og mentanarligt virksemi við javnbjóðis møguleikum í menningarlondum eins og í fullmentum londum,

eru komin ásamt um tað, ið niðanfyri stendur:

Grein 1

Endamál

Endamálið við hesum sáttmála er at fremja, verja og tryggja fólki, ið bera brek, øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi fullvegis og javnbjóðis, og fremja virðingina fyri teirra viðføddu tign.

Fólk, ið bera brek, fevna um tey, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og kenslulig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu vera við í samfelagnum á jøvunum føti við onnur.

Grein 2

Allýsingar

Í hesum sáttmála er:

hugtakið ”samskifti” at skilja sum mál, tekstsýning, blindaskrift [Braille], samskifti við punktskrift og nerting, stórstavaprent, tøkar margmiðlar, skrivligar og ljóðligar hættir, vanligt mál, tekstir, ið fólk lesa upp, snið, ið víkja frá og eru vaksin um, samskiftistól og samskiftishættir, sum eisini fevna um tøka kunningar- og samskiftistøkni;

hugtakið ”mál” at skilja sum talað mál, teknmál og onnur ikki-talað mál;

hugtakið ”mismunur grundaður á brek” at skilja sum ein og hvør munur, útihýsing ella avmarking, grundað á brek, sum hevur til endamáls ella sum ávirkan at skaða ella gera til einkis, at fólk við breki javnbjóðis øðrum kunnu viðurkenna, njóta og nýta øll mannarættindi og grundleggandi politisk, búskaparlig, sosial, mentanarlig, borgarlig ella onnur frælsi. Tað fevnir um allan mismun, eisini at fáa noktað rímiligar tillagingar;

hugtakið ”rímiligar tillagingar” at skilja sum neyðugar og hóskandi broytingar og tillagingar, sum ikki leggja órímiliga stóra ella óneyðuga byrði á, har tað í ávísum førum er neyðugt, til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at fáa og brúka øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum;

hugtakið ”algilt snið” er at skilja sum snið á vørum, umhvørvi, skipanum og tænastum, sum øll fólk kunnu nýta mest møguligt uttan at tillaginar og serskilt sniði eru neyðug. ”Algilt snið” forðar ikki fyri at útvega hjálpartól til fólk við ávísum breki, tá ið tørvur er á teimum.

Grein 3

Almennar reglur

Aðalreglurnar í hesum sáttmála skulu vera:

(a) at virða viðfødda tign, sjálvræði einstaklingsins, eisini frælsi einstaklingsins sjálvur at velja og at vera sjálvstøðugur;

(b) ongin mismunur
(c) at fáa fólk, ið bera brek, fullvegis og virkið at verða við í og verða tikin upp í samfelagið

(d) at virða mun og góðtaka fólk, ið bera brek, sum liðir í fjølbroytni millum manna og í mannaættini;

(e)at virka fyri javnrættindum

(f) at virka fyri atgeingi

(g) at virka fyri javnstøðu millum menn og kvinnur

(h) at virða menningarmøguleikar hjá børnum, ið bera brek, og virða rættindi hjá børnum, ið bera brek, at varðveita sín samleika.

Grein 4

Almennar skyldur

1. Limalondini binda seg til at tryggja og fremja til fulnar, øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi fyri øll fólk, ið bera brek, við ongum mismuni av nøkrum slagi, grundað á brekið. Til hetta endamál, skulu limalondini:

(a) Seta í gildi alla hóskandi lóggávu og fyrisitingarligar mannagongdir til tess at seta í verk tey rættindi, sum viðurkend eru í hesum sáttmála;

(b) Taka øll hóskandi stig, eisini lógarlig, at broyta ella taka av tær lógir, ið eru í gildi, reglur, mannagongdir og siðvenju, sum gera mismun á fólki, ið bera brek;

(c) Hava í huga at verja og fremja mannarættindini hjá fólki, ið bera brek í øllum ætlanum og skipanum;

(d) Halda seg undan einari og hvørjari atgerð ella siðvenju, sum er í ósamsvari við henda sáttmála, og tryggja, at almennir myndugleikar og stovnar virka í samsvari við henda sáttmála;

(e) Seta í verk øll hóskandi tiltøk til tess at beina fyri mismuni, ið er grundaður á brek, sum ein og hvør einstaklingur, felagsskapur ella privat fyritøka fremur;

(f) Taka stig til ella granska í og menna algilda sniðgivna vøru, tænastu, útgerð og hentleika, sum allýst í grein 2 í hesum sáttmála, sum skuldi kravt minst møguliga tillaging og minsta kostnað at ganga ítøkiligum tørvi á møti hjá fólki, sum bera brek, til tess at gera tað lættari at fáa fatur á og brúka og at stuðla upp undir algilda sniðgávu, tá ið metingarstøði og leiðbeiningar verða gjørd;

(g) Granska í og menna nýggja tøkni og virka fyri, at hon er tøk og verður brúkt, eisini kunningar- og samskiftistøkni, flutningshjálpartól, amboð og hjálpartøkni, sum hóskar fólki, ið bera brek, og raðfesta tøkni fyri kostnað, ið ráð eru til;

(h) Útvega tøka kunning til fólk, ið bera brek, um flutningshjálpartól, amboð og hjálpartøkni, eisini nýggja tøkni og aðra hjálp, stuðulstænstur og hentleikar;

(i) At virka fyri at læra fakfólk og starvsfólk, sum arbeiða við fólkum, ið bera brek, um tey rættindi, sum staðfest eru í hesum sáttmála til tess betur at kunna veita ta hjálp og tær tænastur, sum ásettar eru í sáttmálanum;

2. Viðvíkjandi búskaparligum, sosialum og mentanarligum rættindum tekur hvørt limaland undir við at seta í verk so nógv tiltøk, sum orka er til, og har neyðugt er, innan fyri karmarnar um altjóða samstarv við tí atliti stigvíst at seta øll hesi rættindi í gildi uttan at vika við tær skyldur, sum ásettar eru í hesum sáttmála, og sum beinleiðis galda í altjóða rætti.

3. Tá ið lóggáva og mannagongdir verða evnaðar til, sum seta í verk henda sáttmála og í øðrum avgerðartilgongdum um viðurskifti, sum víkja at fólki, ið bera brek, skulu limalondini leita sær ráð hjá fólki, ið bera brek, og taka tey við í arbeiðið. Eisini børn, ið bera brek, verða umboðað gjøgnum teirra umboðandi felagsskapir.

4. Einki í hesum sáttmála skal ávirka tær ásetingar, sum eru í gildi í limalandi, annaðhvørt við lóg ella altjóða sáttmála, tá ið tær ásetingar tryggja rættindini hjá fólki, ið bera brek, betur. Tey mannarættindi og grundleggjandi frælsi, sum eru viðurkend og í gildi í limalondum sambært lóg, sáttmálum, reglum og siðvenju, mugu ikki verða avmarkað ella lítilsmett við teirri undanførslu, at hesin sáttmálin ikki viðurkennir slík rættindi ella frælsi, ella at hesin sáttmáli viðurkennir slík rættindi ella frælsi í minni mun.

5. Ásetingarnar í hesum sáttmála skulu galda fyri allar partar av sambandsríkjum við ongum avmarkingum og ongum undantøkum.

Grein 5

Javnrættindi og eingin mismunur

1. Limalondini viðurkenna, at øll fólk eru eins fyri og undir lógini og hava rætt við ongum mismuni til somu verju og sama gagn av lógini.

2. Limalondini skulu banna øllum mismuni, grundað á brek, og tryggjafólki, ið bera brek, javnbjóðis og munagóða lógarverju ímóti mismuni sama, hvør grundin er.

3. Til tess at fremja javnrættindi og beina fyri mismuni skulu limalondini taka øll hóskandi stig at tryggja, at rímiligar tillagingar verða gjørdar

4. Serlig tiltøk, sum neyðug eru til tess at skunda undir ella at fáa í lag verulig javnrættindi fyri fólk, ið bera brek, verða ikki mett sum mismunur sambært hesum sáttmála.

Grein 6

Konufólk, ið bera brek

1. Limalondini viðurkenna, at konur og gentur, ið bera brek, eru fyri margmismuni og í hesum viðfangi skulu stig verða tikin at tryggja teimum fullgóða nýtslu av øllum mannarættindum og grundleggjandi frælsi á jøvnum føti við onnur.

2. Limalondini skulu taka øll hóskandi stig til tess at tryggja, at konufólk til fulnar fáa atstøður at menna seg og verða sjálvstøðugar við tí endamáli, at tær kunnu brúka og fáa ágóðan av teimum mannarættindum og tí grundleggjandi frælsi, sum ásett eru í hesum sáttmála.

Grein 7

Børn, ið bera brek

1. Limalondini skulu taka øll neyðug stig til tess at tryggja, at børn, ið bera brek, til fulnar kunnu njóta øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum børnum.

2. Í øllum atgerðum, sum víkja at børnum, ið bera brek, skal tað, ið best tænir barninum, vera fremsta atlit

3. Limalondini skulu tryggja, at børn, ið bera brek, hava rætt til frítt at siga frá sínum áskoðanum í øllum málum, sum viðvíkja teimum, at teirra áskoðanir fáa hóskandi atlit samsvarandi aldri og búningarstigi á jøvnum føti við onnur børn, og fáa hjálp samsvarandi breki og aldurstigi at fremja tann rætt í verki.

Grein 8

Tilvitsku-stimbran

1. Limalondini fara undir at seta í verk tiltøk, sum eru munagóð, hóskilig og fara at virka beinanvegin:

(a) Stimbra tilvitsku í øllum samfelagnum, eisini á familju-stigi, um fólk, ið bera brek, og at ala fram virðing fyri rættindum og tign hjá fólki, ið bera brek;

(b) Berja niður vanamyndir, fordómar og skaðiliga siðvenju, sum víkir at fólkum, ið bera brek, eisini slíkt, ið grundað er á kyn og aldur í øllum lívsins viðurskiftum;

(c) Økja tilvitskuna um, hvat fólk, ið bera brek, eru før fyri og kunnu geva;

2. Stig til tess at fremja hetta eru m.a.:

(a) at seta í verk og varðveita munagóð almenn tilvitskuátøk til tess:

(i) at læra fólk at virða rættindini hjá fólki, ið bera brek

 (ii) at virka fyri at viðurkenna fólk, ið bera brek, og økja tilvitskuna í samfelagnum um teirra støðu

(iii)  at virka fyri at virðismeta evni, virði og gávur hjá fólki, ið bera brek, og teirra íkast í arbeiðspláss og arbeiðsmarknað;

(b) at ala fram á øllum stigum í útbúgvingarskipanini, eisini í børnum frá ungum árum, ein hugburð við virðing fyri rættindum hjá fólki, ið bera brek;

(c) at eggja øllum fjølmiðlum at mynda fólk, ið bera brek, á ein hátt, sum er í samsvari við endamálið í hesum sáttmála;

(d) at seta í verk útbúgvingar- og kunningarátøk fyri at bøta um tilvitanina til fólk, ið bera brek, og teirra rættindi.

Grein 9

Atkoma

Til tess at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við øllum lívsins viðurskiftum, skulu limalondini seta í verk hóskandi tiltøk til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at tey eins væl og onnur sleppa inn í bygningar og fram at ymisligum umhvørvi, ferðamøguleikum, upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanum, og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi, bæði í bý og á bygd. Hesar atgerðir, sum skulu fata um at eyðmerkja og beina fyri forðingum og hindri fyri atkomu, skulu galda fyri m.a.:

(a) bygningar, vegir, samferðslu og aðrar innan- og uttandura hentleikar, íroknað skúlar, hús, heilsu- og læknastøðir og arbeiðspláss.

(b) upplýsing, samskifti og aðrar tænastur, íroknað tøkniligar tænastur og neyðtænastur.

2. Limalondini skulu eisini seta í verk hóskandi tiltøk til tess at:
a) menna, kunngera og hava eftirlit við, at minstukrøv og leiðreglur verða sett í gildi til tess at fólk, ið bera brek, sleppa fram at hentleikum og tænastum, sum eru tøkar og veittar almenningi.

b) tryggja, at privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, hava atlit at øllum, ið viðvíkur atkomu hjá fólki, ið bera brek.

c) læra ábyrgdarfólk um atkomutrupulleikar hjá fólki, ið bera brek.

d) útvega skelti í blindaskrift (Braille) og í sniði, sum lætt er at lesa og skilja, á bygningum og øðrum støðum, sum opin eru fyri almenningi.

e) fáa til vega hjálparar og millumgongufólk, eisini ferðaleiðarar, lesarar og teknmálstulkar til at lætta um atkomu til bygningar og onnur støð, sum opin eru fyri almenningi.

f) fáa í lag aðra hjálp og stuðul til fólk, ið bera brek, til tess at tryggja, at tey sleppa fram at upplýsing.

g) bera so í bandi, at fólk, ið bera brek, sleppa fram at nýggjari upplýsing og samskiftistøkni og skipanum, alnet íroknað.

h) stuðla uppundir at skapa, menna, framleiða og útflýggja tøka upplýsing og samskiftistøkni og skipanir so mikið tíðliga at henda tøkni og hesar skipanir kunnu fáast til vega fyri so lítlan kostnað sum til ber.

Grein 10

Rættur til lív

Limalondini vátta, at eitt og hvørt menniskja hevur natúrligan rætt til lív og vilja taka øll neyðug stig til at tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa notið henda rætt til fulnar á jøvnum føti við onnur.

Grein 11
Vandastøður og menniskjalig neyðstøða

Limalondini skulu, í samsvari við sínar skyldur eftir altjóða lóg, íroknað altjóða humaniterlóg og altjóða mannarættindalóg, taka øll neyðug stig til at tryggja fólki, ið bera brek, verju og trygd, tá ið tey eru stødd í vanda, eisini í vápnaðari ósemju, neyðstøðu í krígstíð, og tá ið nattúruvanlukkur henda.

Grein 12

Eins fyri lógini

1. Limalondini vátta uppaftur, at fólk, ið bera brek, hava rætt til alla staðni at fáa sítt rættarføri viðurkent.

2. Limalondini ásanna, at fólk, ið bera brek, eiga rættarføri á jøvnum føti við onnur í øllum lívsins viðurskiftum.

3. Limalondini skulu taka hóskandi stig at útvega fólkum, ið bera brek, atgongd til tann stuðul, tey kunnu hava tørv á til tess at nýta sítt rættarføri.

4. Limalondini skulu tryggja, at øll stig, sum viðvíkja tí at útinna rættarføri, fata um hóskandi og munagóð verjutiltøk til at fyribyrgja misnýtslu sambært altjóða mannarættindalóg. Slík stig skulu tryggja, at atgerðir viðvíkjandi at útinna rættarføri, virða rættindi, vilja og áhugamál hjá fólkinum, ikki hava egináhugamál og óhóskiliga ávirkan, standa mát við og eru lagað eftir umstøðunum hjá einstaklinginum, krevja stytst møguliga tíð og verða javnan endurskoðaðar av skikkaðum, uttanveltaðum og óheftum myndugleika ella dómsvaldi. Verjutiltøkini skulu standa mát við ta ávirkan, sum slík stig hava á rættindi og áhugamál hjá einstaklingi.

5. Sambært ásetingunum í hesi grein skulu limalondini taka øll hóskandi og munadygg stig til at tryggja fólkum, ið bera brek, rætt til at eiga ella arva ogn, at stýra sínum egnu fíggjarviðurskiftum og hava somu atgongd til bankalán, veðskuldarlán og annan fíggjarligan kreditt, á jøvunum føti við onnur, og limalondini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, ikki tilvildarliga kunnu fáa rænt sínar ognir.

Grein 13
Atgongd til rættarskipanina

1. Limalondini skulu tryggja fólki, ið bera brek, at tey á jøvnum føti við onnur fáa brúkt rættarskipanina, og gera tillagingar í mannagongdum og sum hóska aldrinum, við tí fyri eyga at lætta um, um tey, eisini sum vitni, verða beinleiðis og óbeinleiðis partar í rættarmálum, á kanningarstigi og øðrum fyrireikandi stigum eisini.

2. Til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at tey fáa brúkt rættarskipanina, skulu limalondini virka fyri, at tey, sum arbeiða í rættarfyrisitingini, harímillum løgregla og fongsulsstarvsfólk, fáa hóskandi uppvenjing í tí.

Grein 14
Frælsi og trygd hins einstaka

1. Limalondini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, á jøvnum føti við onnur:

a)  fáa nýtt sín rætt til persónligt frælsi og persónliga trygd.

b)  verða ikki fongslað ólógliga og tilvildarliga, og at øll frælsisskerjing skal vera í

samsvari við lógina, og at brek má í ongum føri rættvísgera frælsisskerjing.

2. Limalondini skulu tryggja, at um so er, at fólk, ið bera brek, verða frælsisskerd av einihvørjari orsøk, skulu tey á jøvnum føti við onnur hava rætt til trygd í samsvari við altjóða mannarættindi og skulu verða viðfarin í samsvari við endamál og meginreglur í hesum sáttmála, millum annað við at fáa útvegað hóskiligt innivist.

Grein 15
Frælsi frá píning ella miskunnarleysari, ómenniskjaligari ella niðrandi viðferð ella revsing

1. Eingin skal verða píndur ella miskunnarleyst, ómenniskjaliga ella niðrandi viðfarin ella revsaður. Serstakliga skal eingin, sum ikki hevur givið sítt samtykki við fríum vilja, vera brúktur í læknaligum ella vísindaligum royndum,

2. Limalondini skulu taka øll munadygg stig viðvíkjandi lóggávu, fyrisiting, rætti og øðrum til tess at forða fyri, at fólk, ið bera brek, verða pínd ella miskunnarleyst, ómenniskjaliga ella niðrandi viðfarin ella revsað.

Grein 16
Sleppa undan eyðræning, harðskapi og misnýtslu

1. Limalondini skulu taka øll hóskandi lóggávulig, fyrisitingarlig, sosial, undirvísingarlig og onnur stig til at verja fólk, ið bera brek, bæði innanhýsis og uttanhýsis, fyri einari og hvørjari eyðræning, harðskapi og misnýtslu, og eisini viðurskiftum sum viðvíkja kyni.

2. Limalondini skulu eisini taka øll hóskandi stig til at forða fyri einari og hvørjari eyðræning, harðskapi og misnýtslu við millum annað at tryggja hóskandi kyns- og aldursstýrda ráðgeving og stuðul til fólk, ið bera brek, og teirra avvarðandi og hjálparar, eisini við at geva upplýsing og uppvenjing í, hvussu ein sleppur undan, verður varugur við og boðar frá tilburðum við eyðræning, harðskapi og misnýtslu. Limalondini skulu tryggja, at verjutiltøkini hava atlit at aldri, kyni og breki.

3. Til tess at forða fyri tilburðum av einari og hvørjari eyðræning, harðskapi og misnýtslu skulu limalondini tryggja, at allir hentleikar og skipanir, ætlað at veita fólki, ið bera brek, tænastur, eru undir eftirliti hjá óheftum myndugleikum.

4. Limalondini skulu taka øll hóskandi stig til at fremja likamligan, kognitivan og sálarligan bata, at endurmenna og sosialt endurvenja fólk, ið bera brek, sum eru fyri eyðræning, harðskapi ella misnýtslu, eisini við at útvega verjutænastur. Bati og endurmenning av slíkum slagi skal fara fram í umhvørvi, sum bøtir heilsu, vælferð, sjálvsvirðing, tign og persónligt frælsi hjá einstaklinginum og hevur fyrilit fyri serligum tørvi eftir kyni og aldri.

5. Limalondini skulu seta í gildi lóggávu og mannagongdir, sum muna, millum annað lóggávu og mannagongdir viðvíkjandi konufólki og børnum, til at tryggja, at tilburðir við eyðræning, harðskapi og misnýtslu mótvegis fólki, ið bera brek, verða sæddir, kannaðir og um neyðugt koma fyri rættin.

Grein 17
Verja sjálvræðisrætt (integritet) hins einstaka

Ein og hvør, ið ber brek, hevur rætt til virðing fyri sínum likamliga og sálarliga sjálvræðisrætti (integritet) á jøvnum føti við onnur.

Grein 18
Frælsi til at flyta og til tjóðskap

1. Limalondini skulu viðurkenna rættin hjá fólki, ið bera brek, til frælsið at flyta úr einum staði í annað, til møguleikan at velja sær bústað og tjóðskap á jøvnum føti við onnur, eisini við at tryggja, at:

a. fólk, ið bera brek, hava rætt til at ogna sær og skifta tjóðskap, og tjóðskapur skal ikki verða noktaður teimum tilvildarliga ella vegna teirra brek.

b. fólk, ið bera brek, hava møguleika at ogna sær, eiga og brúka síni tjóðskaparprógv og onnur samleikaprógv, ella at brúka viðkomandi mannagongdir, t.d. innflytingarmannagongdir, sum kunnu vera neyðugar til at lætta um, tá ið ein skal brúka frælsið at flyta úr einum staði í annað.

c. fólk, ið bera brek, kunnu frítt fara úr einum og hvørjum landi, eisini sínum egna.

d. fólkum, ið bera brek, verður ikki noktað hvørki tilvildarliga ella vegna teirra brek at koma inn í sítt egna land.

2 Børn, ið bera brek, skulu verða skrásett beint eftir føðing, skulu hava rætt til navn beint eftir føðing, rætt til at ogna sær tjóðskap, og, um tað ber til , rætt til at kenna síni foreldur og vaksa upp hjá teimum,.

Grein 19
At liva sjálvstøðugt og verða tikin upp í samfelagið

Limalondini viðurkenna rættin hjá øllum fólkum, ið bera brek, at liva í samfelagnum á jøvnum føti við onnur og við somu valmøguleikum, og limalondini skulu taka munagóð og hóskandi stig til at lætta um hjá fólki, ið bera brek, so tey til fulnar fáa ágóðan av hesum rætti, verða fult og heilt tikin upp í samfelagið og kunnu verða fult og heilt við í samfelagnum, eisini við at tryggja at:

a. fólk, ið bera brek, sleppa at velja sær bústað og velja hvar og saman við hvørjum, tey vilja liva – á jøvnum føti við onnur – og tey skulu ikki vera noydd at liva í serligum bústøðum.

b. fólk, ið bera brek, fáa brúkt nógvar ymiskar stuðulstænastur, bæði heima og á bústøðum og fáa brúkt aðrar stuðulstænastur, millum aðrar persónliga hjálp til tess at lætta um gerandisdagin og at kunna verða við í samfelagnum og til tess at forða fyri, at tey verða einsamøll og avbyrgd frá samfelagnum.

c. samfelagsligar tænastur og veitingar til almenning sum heild eru tøkar fólki, ið bera brek, á jøvnum føti við onnur, og at tær eru lagaðar eftir teirra tørvi.

Grein 20

Persónligt flytføri

Limalondini skulu taka munadygg stig til at tryggja persónligt flytføri við størst møguligum sjálvbjargni hjá fólki, ið bera brek, eisini við at:

a. lætta um flytføri hjá fólki, ið bera brek, á tann hátt og til ta tíð, tey ynskja og fyri rímiligan kostnað.

b. lætta um atkomu hjá fólki, ið bera brek, til góð flutningshjálpartól, amboð, hjálpartøkni og ymisk hjálparfólk og millumgongufólk, eisini við at bjóða slíkt fyri rímiligan kostnað.

c. útvega fólki, ið bera brek, og serútbúnum starvsfólki, sum arbeiða við fólki, ið bera brek, venjing í flytføri.

d. eggja teimum, ið framleiða flutningshjálpartól, amboð og hjálpartøkni at hava atlit fyri øllum viðurskiftum í sambandi við flytføri hjá fólki, ið bera brek.

Grein 21
Talifrælsi, meiningarfrælsi og atgongd til upplýsingar.

Limalondini skulu taka øll hóskandi stig til at tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa brúkt sín rætt til talufræsi og meiningarfrælsi, harímillum frælsi til at leita upp, taka ímóti og lata frá sær upplýsingar og hugskot á jøvnum føti við onnur og við øllum sjálvvaldum samskifti, sambært ásetingunum í grein 2 í hesum sáttmála, eisini við at:

a. útvega fólki, ið bera brek, almennar upplýsingar í atkomiligum sniði og við tøkni, ið lagað er til ymisk brek, í góðari tíð og við ongum eykakostnað

b. góðtaka og lætta um at nýta teknmál, blindaskrift, alternativt samskifti og øll onnur samskiftissløg, samskiftissnið og allar samskiftishættir, sum eru fólki, ið bera brek, tøk eftir egnu ynski í almennum samskifti.

c. staðiliga eggja privatum fyritøkum, sum veita almenningi tænastur, eisini ígjøgnum alnetið, at útvega fólki, ið bera brek, upplýsingar og tænastur í atkomiligum og nýtiligum sniði.

d. eggja fjølmiðlum, harímillum teimum, sum veita upplýsing ígjøgnum alnetið, at laga sínar tænastur soleiðis, at fólk, ið bera brek, fáa brúkt tær.

e. viðurkenna og menna teknmálsnýtslu.

Grein 22

Virðing fyri privatlívi

1. Einki fólk, sum ber brek, sama hvønn bústað ella hvørjar liviumstøður, skal vera fyri tilvildarligari ella ólógligari uppíblanding í hansara ella hennara privatlív, familju, heim, brævaskifti ella annað samskifti ella fyri ólógligum álopum á hansara ella hennara heiður og æru. Fólk, ið bera brek, hava rætt til lógarverju fyri slíkari uppíblanding og slíkum ágangi.

2. Limalondini skulu verja rættin at dylja upplýsingar um persón, heilsu og endurmenning hjá fólki, ið bera brek, á jøvnum føti við onnur.

Grein 23
Virðing fyri heimi og húski

1. Limalondini skulu taka munadygg og hóskandi stig til at beina burtur mismun móti fólki, sum bera brek í øllum viðurskiftum, sum viðvíkja giftarmáli, familju, foreldraskapi og persónligum sambandi á jøvnum føti við onnur til tess at tryggja:

a. at rætturin hjá øllum fólkum í giftingarførum aldri, sum bera brek, til at gifta seg og stovna familju, sum byggir á frælst og fult samtykki hjá báðum framtíðarhjúnafeløgunum, verður viðurkendur.

b. at rætturin hjá fólki, sum ber brek, til frítt og við ábyrgd at gera av, hvussu mong børn tey ynskja sær og hvussu tøtt, verður virdur, og at tey fáa atgongd til aldurshóskandi upplýsing, undirvísing í nøring og barnaavmarking, og at tey amboð, sum eru neyðug, til tess at tey kunna nýta henda rætt, verða útvegað.

c. at fólk, ið bera brek, harímillum børn, varðveita sítt fruktabæri á jøvnum føti við onnur.

2. Limalondini skulu tryggja rættindi og skyldur hjá fólki, sum bera brek, viðvíkjandi verjumálum, tilsjón umsiting av ognum, barnaættleiðing ella tílíkum, tá ið hesi hugtøk eru í tjóðarlógum; í øllum førum skulu atlitini at barnsins tørvi hava størsta týdning. Limalondini skulu veita hóskandi stuðul til fólk, ið bera brek, tá ið tey skulu røkja sínar skyldur sum barnauppalarar.

3. Limalondini skulu tryggja børnum, sum bera brek, javnrættindi í familjulívi. Til tess at fremja hesi rættindi og til tess at fyrbyrgja at børn, sum bera brek, verða duld, svikin, vanrøkt og avbyrgd, skulu limalondini veita børnum, sum bera brek, og teirra avvarðandi skjóta og umfatandi upplýsing, tænastur og stuðul.

4. Limalondini skulu tryggja, at eitt barn skal ikki verða tikið frá sínum foreldrum ímóti teirra vilja, uttan so at skikkaðir myndugleikar, sum eru undir dómseftirliti, gera av, í samsvari við lóg og fyriskipanir í gildi, at slík sundurskiljing er í samsvari við barnsins tørv. Í ongum føri skal eitt barn verða tikið frá foreldrunum vegna brek annnaðhvørt hjá barninum ella øðrum ella báðum foreldrunum.

5. Limalondini skulu í teimum førum, tá ið næstu skyldfólk eru ikki før fyri at taka sær av barni, sum ber brek, gera sítt ítarsta til at útvega røkt hjá skyldfólki, og ber tað ikki til, í familju aðrastaðni í nærsamfelagnum.

Grein 24

Útbúgving

1. Limalondini viðurkenna rættin hjá fólki, ið bera brek, til útbúgving. Við tí fyri eyga at fremja henda rætt uttan mismun, og sum byggir á javnbjóðis møguleikar, skulu limalondini tryggja eina innkluderandi útbúgvingarskipan á øllum stigum og læring fyri lívið, sum miðar ímóti:

a. fullvegis at menna menniskjaligar møguleikar og ærukenslu og sjálvsvirðing, og at styrkja virðingina fyri mannarættindum, grundleggjandi frælsi og menniskjaligum fjølbroytni;

b. at menna fólk, ið bera brek, teirra persónsmensku, gávur og skapandi evni, eins og teirra andaligu og likamligu førleikar so nógv sum til ber;

c. at gera fólk, ið bera brek, før fyri veruliga at verða við í einum frælsum samfelag.

2. til tess at fremja henda rætt skulu limalondini tryggja at:

a. fólk, ið bera brek, verða ikki útihýst úr vanligu útbúgvingarskipanini vegna brek, og at børn, sum bera brek, verða ikki útihýst úr ókeypis og kravdum barnaskúla ella framhaldsskúla vegna brek.

b. fólk, ið bera brek, hava atgongd til dygdargóðan og ókeypis barnaskúla og framhaldsskúla saman við og á jøvnum føti við onnur í samfelagnum, har tey búgva.

c. rímiligar umstøður verða veittar eftir einstaklings tørvi.

d. fólk, ið bera brek, fáa neyðugan stuðul innanvert vanligu skúlaskipanina til tess at fremja dygdargóða útbúgving.

e. dygdargóð stuðulstiltøk, lagað eftir tí einstaka, verða sett í verk í umhvørvi, sum á besta hátt tryggjar fakliga og sosiala menning í samsvari við endamálið, sum er fult at verða tikin uppí.

3. Limalondini skulu gera fólk, ið bera brek, før fyri at fáa lívs- og sosialar menningarførleikar til at fremja teirra heilu og javnbjóðis luttøku í útbúgving og sum samfelagsborgarar. Til at røkka hesum máli skulu limalondini taka hóskandi stig, harímillum:

a. gera tað lættari at læra blindaskrift [Braille], alternativa skrift, økjandi og alternativar arbeiðshætti, læra um miðlar og samskiftishættir og -snið og kunning og flytføri, og gera tað lættari at fáa stuðul og vegleiðing frá javnlíkum.

b. lætta um at læra teknmál og stimbra málsligan samleika millum tey deyvu.

c. tryggja, at fólk, serstakliga børn, sum eru blind, deyv ella deyvblind fáa undirvísing við mest hóskandi málum og samskiftisháttum og samskiftismiðlum fyri tann einstaka og í umhvørvi, sum á bestan hátt tryggjar fakliga og sosiala menning.

4. Til tess at hjálpa til at tryggja, at hesi rættindi verða framd í verki skulu limalondini taka hóskandi stig til at seta lærarar í starv, harímillum lærarar, sum bera brek, sum hava útbúgving í teknmáli og/ella Braille og at útbúgva serfrøðingar og starvsfólk, sum arbeiða á øllum skúlastigum. Slík útbúgving skal eisini gera starvsfólkini tilvitandi um brek og læra tey at brúka hóskandi hjálpartól og alternativan arbeiðshátt, miðlar og snið í samskifti, frálæringarhátti og tilfari sum stuðul til fólk, ið bera brek.

5. Limalondini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa høvi til at stunda hægri lestur, vinnuútbúgving, vaksnamannaútbúgving og læring fyri lívið uttan mismun og á jøvnum føti við onnur. Til at røkka hesum endamáli skulu limalondini tryggja, at rímiligar umstøður verða veittar fólki, ið bera brek.

Grein 25

Heilsa

Limalondini ásanna, at fólk, ið bera brek, hava rætt til at njóta best møguliga heilsustøðið uttan mismun vegna brek. Limalondini skulu taka øll hóskandi stig til at tryggja fólki, sum bera brek, atgongd til heilsutænastur, sum eru lagaðar eftir kyni, harímillum heilsuliga endurmenning. Serstakliga skulu limalondini:

a. útvega fólki, sum bera brek, sama útboð, góðsku og støði av ókeypis ella ódýrari heilsurøkt og heilsuskipanum, sum verða veitt øðrum fólkum, eisini skipanir, sum viðvíkja kynslívi og nøring og almennar heilsutænastuskipanir fyri alt fólkið;

b. útvega tær heilsutænastur, sum eru neyðugar fyri fólk, ið bera brek, júst vegna teirra brek, harímillum skjóta sjúkugreining og viðgerð, sum hóskar, og tænastur, ætlaðar at minka um og forða fyri fleiri brekum, eisini millum børn og gomul fólk;

c. útvega hesar heilsutænastur so nær sum gjørligt bústaðnum hjá fólkinum sjálvum, eisini úti um landið;

d. krevja, at heilsustarvsfólk útvega røkt á sama støði til fólk, ið bera brek, sum til onnur, eisini, við støði í fríum og upplýstum samtykki, m.a. við at økja um tilvitskuna um mannarættindi, virðing, sjálvstøðu og tørv hjá fólki, sum bera brek, gjøgnum útbúgving og útbreiðslu av etiskum støði fyri almenna og privata heilsurøkt.

e. banna mismun ímóti fólki, sum ber brek, í sambandi við heilsutrygging og lívstrygging, har ið slík trygging er loyvd í tjóðarlóg, sum skal verða veitt á skynsaman og skilagóðan hátt.

f. Forða fyri, at heilsurøkt ella heilsutænasta ella matur og drekka verða noktað vegna brek, og at mismunur á tann hátt verður gjørdur.

Grein 26

Menning og endurmenning

1. Limalondini skulu taka munadygg og hóskandi stig, harímillum stuðul frá javnlíkum, til tess at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Til at røkka hesum máli skulu limalondini skipa, styrkja og víðka víðfevndar menningar- og endurmenningartænastur og skipanir, serstakliga á heilsu-, starvs-, útbúgvingar- og almannaøkinum á slíkan hátt, at hesar tænastur og skipanir:

a. byrja so tíðliga sum gjørligt og byggja á tvørfakliga meting av tørvi og styrki hjá tí einstaka.

b. stuðla uppundir, at fólk, ið bera brek, eru við og verða tikin upp í samfelagið á allan hátt, eru sjálvboðnar og eru tøkar fólkum, ið bera brek, so tætt sum til ber egnum bústaði, eisini úti um landið

2. Limalondini skulu virka fyri at menna byrjanarútbúgving og framhaldsútbúgving fyri fakfólk og onnur starvsfólk, sum arbeiða í menningar- og endurmenningartænastum.

3. Limalondini skulu virka fyri, at hjálpartól og tøkni, sniðgivin til fólk, ið bera brek, verða tøk, at kunnleiki er um tey, og at tey verða nýtt í sambandi við menning og endurmenning.

Grein 27

Arbeiði og starvssetan

1. Limalondini viðurkenna rættin hjá fólki, sum bera brek, at arbeiða á jøvnum føti við onnur; tað fevnir eisini um rættin at vinna til lívsins uppihald við arbeiði, sum valt er av fríum vilja ella góðtikið á arbeiðsmarknaði og arbeiðsumhvørvi, sum er opið, sum tekur øll uppí og loyvir fólkum, ið bera brek, framat. Limalondini skulu verja og virka fyri, at rætturin til arbeiði verður framdur, eisini hjá teimum, sum fáa brek í sínum arbeiði, við at taka hóskandi stig, eisini gjøgnum lóggávu, til millum annað, at:

a. banna mismun vegna brek í sambandi við øll mál, sum viðvíkja arbeiði, eisini treytir í sambandi við at útvega fólk, starvssetan og arbeiði, framhald í arbeiði, framflyting í arbeiði og trygg og heilsugóð arbeiðsviðurskifti.

b. verja rættin hjá fólki, sum bera brek, til – á jøvnum føti við onnur – rættvís og gagnlig arbeiðsviðurskifti, harímillum javnbjóðis møguleikar og somu løn fyri arbeiði við sama virði, trygg og heilsugóð arbeiðsviðurskifti, harímillum verju fyri happing og uppreisn fyri vanbýti.

c. tryggja, at fólk, ið bera brek, eru før fyri at gagnnýta síni arbeiðs- og fakfelagsrættindi á jøvnum føti við onnur.

d. geva fólki, sum bera brek, møguleika at hava veruliga atgongd til almenna, tøkniliga og vinnuliga lærlingaútbúgving, starvsvenjingartilboð og vinnu- og framhaldsútbúgving.

e. virka fyri starvsmøguleikum og framflyting í arbeiði fyri fólk, ið bera brek, á arbeiðsmarknaðinum og hjálpa teimum at finna, útvega sær, halda fast um og venda aftur til arbeiði.

f. virka fyri møguleikum til sjálvstøðugt vinnuvirksemi, ígongdsetaravirksemi, at menna samvinnufeløg og at fara undir egið virki.

g. seta fólk, ið bera brek, í alment starv.

h. virka fyri, at fólk, ið bera brek, verða sett í starv í privatum virkjum gjøgnum hóskandi politiskar ætlanir og tiltøk, sum kunnu vera skipaður fyrimunur, tileggjan og onnur tiltøk.

i. tryggja, at hampuligar umstøður verða veittar fólki, ið bera brek, á arbeiðsplássinum.

j. virka fyri, at fólk, ið bera brek, fáa royndir á tí opna arbeiðsmarknaðinum.

k. virka fyri, at fólk, ið bera brek, fáa endurmenning í síni vinnu ella yrki, fáa varðveitt sítt arbeiði og fáa skeið til tess at kunna sleppa aftur í arbeiði.

2. Limalondini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, verða ikki hildin í trældómi ella í ófrælsi og verða vard á jøvnum føti við onnur fyri tvingsilsarbeiði ella annað kravt arbeiði

Grein 28
Nøktandi lívskor og almannavernd

1. Limalondini viðurkenna, at fólk, ið bera brek, hava rætt til nøktandi lívskor, bæði fyri seg sjálv og familjur teirra, hetta merkir eisini at hava nóg mikið av mati, klæðum og nóg góðan bústað og rætt til støðugt bøtt lívskor, og limalondini skulu taka tey stig, ið krevjast, til at tryggja og virka fyri, at hesin rættur verður framdur, uttan at mismunur verður gjørdur vegna brek.

2. Limalondini viðurkenna, at fólk, ið bera brek, hava rætt til samfelagsvernd og til at njóta tann rættin uttan mismun vegna brek, og limalondini skulu taka tey stig, ið krevjast, til at tryggja og virka fyri, at hesin rættur verður framdur – millum annað at:

(a) tryggja, at fólk, ið bera brek, sleppa eins væl fram at reinum vatni, sum onnur, og at tryggja, at fólk, ið bera brek, sleppa fram at hóskandi sertænastum, sertólum og aðrari serhjálp fyri ein rímiligan kostnað;

(b) tryggja, at fólk, ið bera brek, serliga kvinnur, gentur og gomul fólk, ið bera brek, fáa brúkt skipanir, ið tryggja sosiala/almannavernd og mótvirka fátækradømi;

(c) tryggja, at fólk, ið bera brek, og familjur teirra, sum liva í fátækradømi, fáa stuðul frá landinum til útreiðslur, sum eru knýttar at brekinum, uppi í hesum eru hóskandi venjing, ráðgeving, fíggjarligur stuðul og umlætting;

(d)  tryggja, at fólk, ið bera brek, sleppa upp í almenn bústaðartiltøk;

(e)  tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa sama rætt sum onnur til eftirlønir og skipanir.

Grein 29
At vera við í politiskum og almennum lívi

1. Limalondini skulu tryggja fólki, ið bera brek, politisk rættindi og møguleika til at brúka hesi rættindi á jøvnum føti við onnur, og skulu binda seg til, at:

a) tryggja, at fólk, ið bera brek, fult og heilt fáa verið við í politiskum og almennum lívi á jøvnum føti við onnur, beinleiðis ella umvegis umboð, ið tey sjálv velja sær, her uppií er rætturin og møguleikin hjá fólki, ið bera brek, at velja og verða vald, millum annað soleiðis:

(i) tryggja at val-mannagongdir, hentleikar og tilfar eru hóskandi, atkomulig og løtt at skilja og nýta;

(ii) verja rættin hjá fólki, ið bera brek, til loyniliga atkvøðugreiðslu á vali og á almennum fólkaatkvøðum, uttan at tey skulu kenna seg hótt, og rættin til at stilla upp, væl og virðiliga taka við politiskum sessi og røkja allar almennar uppgávur á øllum stjórnarstigum, tá skal síggjast til, at har, ið tørvur er á tí, verður lætt um, tá ið hjálpartøkni og nýggj tøkni skal nýtast;

(iii) tryggja, at fólk, ið bera brek, sum veljarar, frítt kunnu gera vart við sín vilja, og tá ið tað er neyðugt, um tey biðja um tað, loyva einum persóni, sum tey sjálv hava valt, at hjálpa teimum at velja;

b) virkin at stimbra umhvørvi, har ið fólk, ið bera brek, fult og heilt fáa verið uppi í almennum málum, uttan mismun og á jøvnum føti við onnur, og eggja teimum til at verða við í almennum málum, uppi í hesum eru:

(i) at verða við í ikki-stjórnarligum felagsskapum og felagsskapum, sum hava við almenna og politiska lív landsins at gera, og í virkseminum og umsitingini hjá politiskum flokkum;

(ii) at stovna og fara upp í felagsskapir við fólki, ið bera brek, til tess at umboða tey á altjóða stigi, innlendis stigi, økisstigi og á heimstaðnum.

Grein 30
At vera uppi í mentanarlívi, ítrivi, frítíðarlívi og ítrótti

1. Limalondini viðurkenna rættindini hjá fólki, ið bera brek, til á jøvnum føti við onnur at vera við í mentanarlívi, og tey skulu taka øll hóskandi stig til tess at tryggja, at fólk, ið bera brek:

a)  sleppa fram at mentanarligum tilfari í hóskandi sniði og formum

b)  sleppa fram at sjónvarpssendingum, filmum, leiki og øðrum mentanarligum tiltøkum í hóskandi formum;

c) sleppa til støð, har ið mentanarligar framførslur og tænastur eru, so sum leikhús, søvn, biohallir, bókasøvn og ferðamannatænastur, og so vítt møguligt sleppa fram at minnisvarðum og øðrum støðum, sum hava tjóðarmentanarligan týdning.

2. Limalondini skulu taka til hóskandi stig, so at fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika at menna og nýta skapandi, listaligu og vitbornu gávur sínar, ikki bara fyri sína skyld, men eisini til tess at ríka samfelagið.

3. Limalondini skulu taka øll hóskandi stig til sambært altjóða lóg at tryggja, at lógir, sum verja vitborin ognarrættindi, ikki órímiliga og vegna mismun forða fyri, at fólk, ið bera brek, sleppa fram at mentarnarligum tilfari.

4. Fólk, ið bera brek, skulu – á jøvnum føti við onnur – hava rætt til at verða viðurkend og stuðlað í serliga mentanarliga og málsliga samleika sínum, her eru teknmál og deyvamentan uppií.

5. Við tí í hyggju at gera fólk, ið bera brek, før fyri at verða við á jøvnum føti við onnur í ítrivs-, frítíðarítrivs- og ítróttartiltøkum, skulu limalondini taka til hóskandi stig til at:

a) geva fólki, ið bera brek, áræði til og virka fyri, at tey, í so stóran mun sum til ber, eru við í øllum vanligum ítróttargreinum á øllum stigum;

b) tryggja, at fólk, ið bera brek, sleppa at skipa seg, mennast og vera við í serligum ítróttar- og frítíðarvirksemi fyri brekað og við hesum fyri eyga hjálpa til at útvega hóskandi vegleiðing, venjing og fígging á jøvnum føti við onnur;

c) tryggja, at fólk, ið bera brek, sleppa til ítróttar-, frítíðar- og ferðamannastøð;

d) tryggja, at børn, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur børn at sleppa at vera uppi í spæli, ítrivi og frítíðar- og ítróttarvirksemi, her er virksemi innan skúlaskipanina uppií;

e) tryggja, at tey, sum skipa fyri stuttleika-, ferðamanna-, frítíðar- og ítróttarvirksemi, síggja til, at fólk, ið bera brek, sleppa fram at hesum tænastum.

Grein 31
Hagtals- og dátuinnsavning

1. Limalondini átaka sær at savna hóskandi upplýsingar, eisini hagtals- og granskingartilfar, sum ger tey før fyri at orða og seta í gildi reglur, ið seta henda sáttmála í verk. Tá ið hesar upplýsingar verða savnaðar og dagførdar, skal:

a) verða tryggjað, at virkað verður eftir lógini, eisini lóggávuni um dátuverju, til tess at tryggja, at tagnarskylda verður hildin, og at privatlívið hjá fólki, ið bera brek, verður virt;

b) verða tryggjað, at virkað verður eftir altjóða góðtiknum mannagongdum, tá ið hagtøl verða savnað og nýtt, til tess at verja mannarættindi og grundleggjandi frælsi og etiskar grundreglur.

2. Upplýsingarnar, sum verða savnaðar sambært hesari grein, skulu verða skildar sundur eftir tørvi og nýttar til at hjálpa limalondunum at meta um, hvussu teimum gongst við at seta tær skyldur, ið tey hava eftir hesum sáttmála, í gildi í innlendis lóggávu og til at eyðmerkja og fara undir tær forðingarnar, sum fólk, ið bera brek, renna seg í, tá ið tey brúka rættindi síni.

3. Limalondini skulu taka á seg ábyrgdina av at breiða hesi hagtøl út og tryggja, at fólk, ið bera brek, og onnur sleppa fram at teimum.

Grein 32

Altjóða samstarv

1. Limalondini viðurkenna, hvussu týdningarmikið altjóða samstarv er, og at altjóða samstarv verður hevjað fram fyri at stuðla limalondunum í royndunum at seta í verk tey mál og mið, ið ásett eru í hesum sáttmála, og limalondini fara at taka hóskandi og munagóð stig hesum viðvíkjandi millum lond og – sum tørvur er á tí – saman við avvarðandi altjóða- og økisfelagsskapum og borgarafeløgum, serliga feløgum hjá fólki, ið bera brek. Slík stig kundu millum annað verið at:

a) tryggja, at altjóða samstarv, herundir altjóða menningartiltøk, eisini fevna um fólk, ið bera brek, og at fólk, ið bera brek, sleppa fram at teimum;

b) lætta um og stuðla førleikamenning, eisini við at skifta upplýsingar, royndir, upplæringarskipanir og frægastu royndirnar sínámillum og vera saman um tey;

c) lætta um granskingarsamstarv og atgongd til vísindaliga og tøkniliga vitan;

d) eftir tørvi útvega tøkniligan og fíggjarligan stuðul, eisini tá ið tað snýr seg at lætta um møguleikarnar at sleppa framat og at vera saman um tøka og stuðlandi tøkni og at flyta tøknifrøði sínámillum.

2. Ásetingarnar í hesi grein, minka ikki um tær skyldur, ið hvørt limaland hevur sambært hesum sáttmála.

Grein 33
Innlendis ígildisetan og eftirlit

1. Limalondini skulu, alt eftir hvussu tey eru skipað, stovna eina ella fleiri savnandi eindir í miðfyrisitingini í sambandi við, at ásetingarnar í hesum sáttmála verða settar í gildi í innlendis lóggávu, og tey eiga at geva tí hóskandi ans at fáa í lag og skipa fyri samskipandi eindum í miðfyrisitingini fyri at lætta um tiltøk, ið líkjast á teimum ymisku málsøkjunum og ymsu stigunum.

2. Limalondini skulu, í samsvari við løgligu og umsitingarligu skipan teirra, varðveita, styrkja, tilnevna og grunda karmar innlendis, eisini eina ella – eftir tørvi – fleiri sjálvstøðugar eindir, sum kunnu virka fyri, verja og hava eftirlit við, at ásetingarnar í hesum sáttmála verða settar í gildi í innlendis lóggávu. Tá ið limalondini tilnevna og grunda tílíkar eindir, skulu tey hava tær meginreglurnar í huga, sum fevna um, hvussu landsstovnar, ið verja og fremja mannarættindi, virka, og hvussu støða teirra er.

3. Samfelagið sum heild, serliga fólk, ið bera brek, og tey feløg, ið umboða tey, skulu verða knýtt at og fult og heilt verða við í eftirlitsgongdini.

Grein 34
Nevnd at røkja rættindini hjá fólki, ið bera brek,

1. Nevnd verður sett at røkja rættindini hjá fólki, ið bera brek, (niðanfyri nevnd “nevndin”), ið skal fremja tær skyldurnar, ið niðanfyri eru nevndar.

2. Tá ið hesin sáttmáli verður settur í gildi, skulu tólv serfrøðingar manna nevndina. Eftir at seksti fleiri lond hava staðfest ella samtykt sáttmálan, skal nevndarlimatalið verða økt við seks limum, so komið verður upp á í mesta lagi átjan limir.

3. Nevndarlimirnir skulu veita hjálp við persónliga førleika sínum, og teir skulu vera fólk við góðum morali, hvørs málsræði og royndir á tí økinum, sum hesin sáttmáli fevnir um, eru viðurkend. Tá ið limalondini tilnevna evni til nevndarlimir, verður heitt á tey um at geva ásetingunum í grein 4, stk. 3 í hesum sáttmála hóskiligan ans.

4. Limalondini velja nevndarlimirnar og skulu ansa eftir, at teir eru úr rímiliga nógvum pørtum av heiminum, umboða ymiska mentan og ymiskar lógarskipanir, at javnt er býtt millum kynini, og at serfrøðingar, ið bera brek, eru við.

5. Nevndarlimirnir skulu veljast við loyniligari atkvøðu av einum lista við fólki, sum limalondini hava tilnevnt burtur úr tjóðarumboðum sínum á fundum á limalandaráðstevnuni. Á hesum fundum, har ið tveir triðingar av limalondunum skulu mynda viðtøkuføri, skulu tey fólk, ið verða vald í nevndina, vera tey, ið fáa hægsta atkvøðutalið og avgjørdan meiriluta av atkvøðunum frá teimum umboðunum fyri limalondini, ið eru hjá og sum atkvøða.

6. Fyrsta valið skal vera ikki meiri enn seks mánaðir eftir tann dag, tá ið hesin sáttmáli kemur í gildi. Í minsta lagi fýra mánaðir fyri hvønn valdag skal aðalskrivarin í Sameindu Tjóðum skriva bræv til limalondini og heita á tey um at senda tilnevningarnar innan tveir mánaðir. Síðani skal aðalskrivarin skriva lista í bókstavarøð við øllum teimum, sum á henda hátt eru tilnevnd, sum ger kunnugt, hvørji av limalondunum hava tilnevnt tey, og hann skal senda listan til limalondini í hesum sáttmála

7. Nevndarlimirnir verða valdir fyri eitt fýra-ára skeið. Teir kunnu verða afturvaldir eina ferð. Men hjá seks av limunum, ið eru valdir á fyrsta valinum, skal valskeiðið enda eftir tveimum árum; beint eftir fyrsta valið verða nøvnini á hesum seks limunum vald við lutakasti, sum fundarstjórin, ið víst verður til í stykki 5 í hesi grein, stendur fyri.

8. Teir seks nevndarlimirnir, ið skulu veljast afturat, verða valdir, tá ið vanligt val er, sambært avvarðandi ásetingum í hesi grein.

9. Um nevndarlimur doyr ella fer frá ella kunnger, at hann av onkrari orsøk ikki longur fær røkt skyldur sínar, skal tað limalandið, sum tilnevndi limin, útnevna annan serfrøðing við somu førleikum, sum lýkur tey krøv, ið eru ásett í avvarðandi ásetingum í hesi grein, at sita tað, sum eftir er av valskeiðnum.

10. Nevndin ger sjálv reglurnar fyri arbeiðsháttin.

11. Aðalskrivarin í Sameindu Tjóðum sær til, at tann manning og teir hentleikar eru tøkir, ið krevjast, skal nevndin fult og heilt fremja tær embætisskyldur, henni eru álagdar í hesum sáttmála, og aðalskrivarin skal kalla inn til fyrsta fundin.

12. Tekur ST-aðalfundurin undir við tí, skulu limirnir í nevndini, sum er sett sambært hesum sáttmála, verða samsýndir við ST-peningi sambært teimum treytum og umstøðum, sum aðalfundurin ger av, samstundis sum hann tá eigur at hava í huga, hvussu týdningarmikil ábyrgdin hjá nevndini er.

13. Nevndarlimirnir skulu hava rætt til teir hentleikar, tey framíhjárættindi og tað órin, sum fellur teimum serfrøðingum í lut, ið starvast fyri Sameindu Tjóðir soleiðis, sum tað er ásett í avvarðandi stykkjum í ST-sáttmálanum um framíhjárættindi og órin.

Grein 35

Frágreiðingar frá limalondunum

1. Øll limalond skulu ígjøgnum ST-aðalskrivaran lata nevndini víðfevnda frágreiðing um tey ráð, ið tikin eru til at seta í verk tær skyldur, sum hesin sáttmáli leggur á tey, og um tey framstig, gjørd eru í tí sambandi, áðrenn tvey ár eru liðin, eftir at hesin sáttmáli er komin í gildi í tí einstaka limalandinum.

2. Síðani skulu limalondini lata fylgjandi frágreiðingar í minsta lagi fjórða hvørt ár og annars, hvørja ferð nevndin biður um tað.

3. Nevndin ger leiðreglur um innihaldið í frágreiðingunum.

4. Limaland, sum hevur latið ta fyrstu víðfevndu frágreiðingina inn til nevndina, hevur ikki fyri neyðini í seinni frágreiðingum at endurtaka upplýsingar, sum tað er komið við frammanundan. Tá ið limaland skrivar frágreiðing til nevndina, verður heitt á tað at ansa eftir, at arbeitt verður opið og gjøgnumskygt, og at ásetingarnar í grein 4, stk. 3 í hesum sáttmála verða havdar í huga.

5. Frágreiðingar kunnu siga frá viðurskiftum og tvørleikum, sum gera sítt til, at ikki er komið nóg langt við at halda tær skyldur, sum hesin sáttmáli áleggur.

Grein 36

Frágreiðingameting

1. Nevndin skal meta um hvørja einstaka frágreiðing sær og skal koma við uppskotum og vanligum tilmælum um frágreiðingina, sum hon metir hóskandi, og senda aftur til limalandið, talan er um. Limalandið kann svara nevndini aftur og senda allar tær upplýsingar tað vil hava. Nevndin kann biðja um fleiri upplýsingar frá limalandinum, ið eru viðkomandi fyri at seta henda sáttmála í verk.

2. Letur limaland frágreiðing inn ógvuliga seint, kann nevndin boða viðkomandi limalandi frá, at neyðugt verður at kanna, hvussu hesin sáttmáli verður settur í verk í innlendis lóggávu; kanningin verður grundað á álítandi upplýsingar, sum nevndin hevur, um avvarðandi frágreiðing ikki er latin inn tríggjar mánaðir eftir fráboðanina. Nevndin skal bjóða avvarðandi limalandi við upp í slíka kanning. Svarar limalandið við at lata avvarðandi frágreiðing inn, verða ásetingarnar í stykki 1 í hesi grein at galda.

3. Aðalskrivari Sameindu Tjóða sær til, at frágreiðingarnar eru til taks hjá øllum limalondunum.

4. Limalondini síggja til, at frágreiðingar teirra eru til taks hjá almenninginum víða hvar í heimlandi teirra, og at tað lættliga slepst fram at uppskotunum og almennu tilmælunum í sambandi við hesar frágreiðingar.

5. Nevndin skal, sum hon metir tørvin vera á tí, senda serstovnum, grunnum og skipanum undir Sameindu Tjóðum og øðrum skikkaðum bólkum frágreiðingar frá limalondunum, so tey kunnu gera viðmerkingar til ella koma við ávísum ráðum ella stuðli, sum tørvur er á, og sum er í frágreiðingunum. Samstundis skal nevndin senda sínar egnu viðmerkingar og síni egnu tilmæli til hesar fyrispurningar og tilmæli, um hon kemur við nøkrum.

Grein 37
Samstarv millum limalondini og nevndina

1. Øll limalondini skulu samstarva við nevndina og hjálpa limunum í henni at gera sum mest, meðan teir sita í nevndarsessinum.

2. Í viðurskiftum við limalondini eigur nevndini at liggja frammarlaga í huga, hvussu og við hvørjum hon kann menna førleikan hjá ymsu tjóðunum til at seta ásetingarnar í hesum sáttmála í gildi í innlendis lóggávu, herundir ígjøgnum altjóða samstarv.

Grein 38
Viðurskifti nevndarinnar við aðrar bólkar

Til tess at virka fyri eini munadyggari ígildissetan av hesum sáttmála í innlendis lóggávu og at eggja til altjóða samstarv í viðurskiftum, sum hesin sáttmáli fevnir um:

a) Skulu serkønir stovnar og aðrar ST-undirnevndir hava rætt til at verða umboðaðar – í mun til heimildir teirra annars – tá ið mett skal verða um, hvussu ásetingarnar í hesum sáttmála skulu verða settar í gildi í innlendis lóggávu. Nevndin kann bjóða serkønum stovnum og øðrum serkønum bólkum, sum hon metir førar fyri tí, at koma við serkønum ráðum viðvíkjandi gildisseting av sáttmálanum í innlendis lóggávu á økjum, har teir – hvør í sínum lagi – hava heimildir. Nevndin kann bjóða serkønum stovnum og øðrum ST-undirnevndum at senda inn frágreiðingar um, hvussu ásetingarnar í hesum sáttmála kunnu verða settar í gildi í innlendis lóggávu, viðvíkjandi økjum, ið koma inn undir teirra málsøki.

b) Tá ið hon røkir nevndararbeiði, skal nevndin í tann mun, tørvur er á, ráðføra seg við aðrar viðkomandi stovnar, sum altjóða mannarættindasáttmálar hava stovnsett, við tí í hyggju at tryggja, at samsvar er ímillum stevnumið, uppskot og tilmæli annars í frágreiðingum teirra, og til tess at sleppa undan dupultarbeiði og umskaring, tá ið tey røkja embætisskyldur sínar.

Grein 39

Nevndarfrágreiðing

Annaðhvørt ár skal nevndin leggja fram álit fyri ST-aðalfundin og fyri Búskapar- og Sosialráðið um tað, ið hon hevur tikist við, og kann koma við uppskotum og tilmælum annars, ið eru grundað á gjølligar kanningar av frágreiðingum og upplýsingum, ið limalondini eru komin við. Hesi uppskot og tilmæli annars skulu vera partur av nevndarfrágreiðingini saman við møguligum viðmerkingum frá limalondunum.

Grein 40

Limalandaráðstevna

1. Limalondini skulu hittast javnan á limalandaráðstevnu til tess at meta um alt tað, sum viðvíkur at seta ásetingarnar í hesum sáttmála í gildi í innlendis lóggávu.
2. Í mesta lagi seks mánaðir eftir, at hesin sáttmáli er komin í gildi, kallar aðalskrivari Sameindu Tjóða inn til limalandaráðstevnu. Fundirnir, sum koma aftaná, kallar aðalskrivarin inn annaðhvørt ár ella soleiðis, sum limalandaráðstevnan ger av.

Grein 41

Varðveitslufólk

Aðalskrivari Sameindu Tjóða fær litið henda sáttmála í varðveitslu.

Grein 42

Undirskrift

Tað skal standa øllum ríkjum og landspartafylkingum í boði at skriva undir henda sáttmála á høvuðsstøð Sameindu Tjóða í New York frá 30.mars 2007.

Grein 43
Játta at vera bundin

Tey lond, ið skriva undir henda sáttmála, fáa staðfest hann við lóg, og tær landspartafylkingar, sum skriva undir, staðfesta hann formliga. Tað skal standa øllum ríkjum ella landspartafylkingum, ið ikki hava skrivað undir sáttmálan, frítt fyri at taka undir við honum.

Grein 44

Landspartafylkingar

1. ”Landspartafylking” skal merkja felagsskapur, ið sjálvstøðugu londini í einumhvørjum stórøki mynda, sum frá limalondum sínum hava fingið málsræði, tá ið tað kemur til mál, ið verða stýrd av hesum sáttmála. Í formliga váttanar- ella viðtøkuskjali sínum skulu hesar fylkingar kunngera, hvussu langt málsræði teirra røkkur, tá ið tað kemur til mál, sum hesin sáttmáli stýrir. Síðani skulu tær siga vørslufólkinum frá, um málsræði teirra verður munandi skert.

2. Hugtakið “limalond” skal í hesum sáttmála eisini fevna um slíkar felagsskapir, sum eru innan fyri mørkini fyri málsræði teirra.
3. Formlig skjøl, ið landspartafylking letur inn sambært grein 45, stykki 1, og grein 47, stykki 2 og 3 í hesum sáttmála, verða ikki taldar við.

4. Tá ið ræður um mál innan málsræði teirra, kunnu landspartafylkingar nýta valrætt sín á limalandaráðstevnuni við tí atkvøðutali, sum svarar til talið á limalondum teirra, ið eru partar av hesum sáttmála. Hesar fylkingar skulu ikki nýta atkvøðurætt sín, um nakað av limalondum teirra nýtir sín rætt, og øvut.

Grein 45

Kemur í gildi

1. Hesin sáttmáli kemur í gildi tríatiunda dag eftir, at tjúgunda staðfesta ella viðtikna formliga staðfestingarskjalið er latið inn.
2. Í teimum ríkjum ella landspartafylkingum, sum hava staðfest, formliga váttað ella viðtikið henda sáttmála, eftir at tjúgunda formliga staðfestingarskjali hesum viðvíkjandi er latið inn, kemur sáttmálin í gildi tríatiunda dagin, eftir at hetta teirra egna formliga staðfestingarskjal er latið inn.

Grein 46

Fyrivarni

1. Fyrivarni, ið eru ósambærilig við mál og mið í hesum sáttmála, verða ikki loyvd.
2. Fyrivarni kunnu verða tikin aftur nær sum helst.

Grein 47

Broytingar

1. Øll limalond kunnu koma við uppskoti til broytingar í hesum sáttmála og lata aðalskrivara Sameindu Tjóða tað. Aðalskrivarin skal boða limalondunum frá øllum broytingaruppskotum og biðja tey siga sær frá, um so er, at tey eru hugað fyri limalandaráðstevnu til tess at meta um uppskotini og gera úrskurð. Um so er, at í minsta lagi ein triðingur av limalondunum – innan fýra mánaðir eftir at tey hava fingið boðini – eru hugað fyri hesari ráðstevnu, skal aðalskrivarin kalla inn til ráðstevnuna, ið verður hildin undir ST-eftirliti. Aðalskrivarin skal senda øll tey broytingaruppskotini, sum ein meiriluti góðtekur, ið telur tveir triðing av teimum limalondum, sum vóru á fundi og sum atkvøddu, til ST-aðalfundin til samtyktar og síðani til øll limalondini til góðkenningar.

2. Broytingaruppskot, sum hevur fingið undirtøku og sum er góðkent samsvarandi 1. stykki í hesi grein, skal koma í gildi á tríatiunda degi, eftir at talið á formligum staðfestingarskjølum, sum eru innlatin, kemur upp á tveir triðingar av tí tali av limalondum, sum vóru á fundi tann dagin, tá ið tikið varð undir við broytingaruppskotinum. Síðani skal broytingaruppskotið koma í gildi hjá øllum limalondum tríatiunda dagin eftir, at tey hava latið sítt egna formliga staðfestingarskjal inn. Broytingaruppskotið skal bara vera skyldubindandi fyri tey limalond, ið hava góðtikið tað.

3. Um limalandaráðstevnan einmælt hevur samtykt tað, skal broytingaruppskot, sum er góðtikið og góðkent samsvarandi 1. stykki í hesi grein, sum bara sipar til 34, 38, 39. og 40. grein, koma í gildi fyri øll limalond á tríatiunda degi eftir, at talið á formligum staðfestingarskjølum, sum eru latin inn, er komið upp á tveir triðingar av tí tali av limalondum, sum vóru á fundi tann dagin, broytingaruppskotið varð góðtikið.

Grein 48

Uppsøgn

Limaland kann siga henda sáttmála upp við skrivligari fráboðan til aðalskrivara Sameindu Tjóða. Uppsøgnin fer at virka eitt ár eftir tann dagin, aðalskrivarin hevur fingið fráboðanina.

Grein 49

Atkomulig snið

Teksturin í hesum sáttmála skal gerast tøkur í atkomuligum sniði

Grein 50

Eftirfarandi orðingar

Arabisku, kinversku, ensku, fronsku, russisku og sponsku orðingarnar í hesum sáttmála hava sama gildi.

SUM VITNI UM TAÐ hava undirritaðu ráðharrar við lógligari fulltrú, hvør frá síni stjórn, skrivað undir henda sáttmála.

One thought on “Sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek

Comments are closed.