Sinnisbati við inniligari áheitan!

Tøl frá Barna- og ungdómspsykiatriskari deild siga okkum, at støðan er ikki góð. Frá 2013-2021 eru ávísingarnar til Barna- og ungdómspsykiatriina  4,4 ferðnar faldaðar. Vit eru nú komin hálvvegis ígøgnum 2022, og í løtuni standa 215 børn og ung á bíðilista til Barna- og ungdómspsykiatriina. Metta bíðitíðin í mai 2022 er 18 mánaðir.

Hetta er til miklan ampa fyri bæði børn og ung, sum stríðast, og ikki minni fyri avvarðandi teirra. Eingin pína er so ring, sum hjá foreldrum, sum síggja at barn teirra líður, og at ein ikki fær hjálpt – ella at tann hjálpin, sum er serkunnleikin á psykiatriska- og sálarfrøðiliga økinum, ikki strekkir til.

Tað kann ikki passa, at vit ikki kunnu gera okkurt munagott her. Vit hava júst verið í eini koronutilgongd, har vit hava brúkt 100 tals milliónir av almennum pengum fyri at bjarga lívum. Samstarvsviljin ímillum geirarnar gekk sera væl, og einki var óført. Hetta er gott, og eg eri glað, takksom og errin av, at vit liva í einum vælferðarsamfelagi, ið megnar slíkt.

Samstundis vísa tølini í talvuni omanfyri, at vit hava fingið nakað, ið minnir um eina sálarheilsu-umfarssótt og kreppu. Hendan umfarssóttin er minst líka álvarsom fyri ein part av børnum og ungum í Føroyum, sum korona er, og hetta er ikki nýggj vitan.

Nøkur av okkara børnum og ungu fara at detta niður ímillum, um tey ikki fáa røttu hjálpina í tøkum tíma. Sálarsjúka, og av hesum sosial armóð og sálarligur mistrívnaður, kunnu so ella so blíva ein óynsktur fylgisveinur hjá mongum restina av lívinum.

Hetta hava vit als ikki ráð til – hvørki í vanliga landsrokniskapinum, og enn minni á etisku almennu konto okkara her á landi. Líðingin her og nú er eitt, men sálarlig seinárin, um vit bara lata standa til, vilja fáa trýstið á almenna geiranum, at gerast nógv størri á langa bananum.

Her ruggar als ikki rætt. Eg veit ikki, ‘hvar ketan hoppar av’, men ein loysn má finnast nú.

Heilsumálaráðið hevur sett pening av til at økja um útgreiningarorkuna. Eg eri tó bangin fyri, at hetta ikki er nokk, um so er at nakað munagott kemur at henda, fyri at fáa bíðilistan niður. Í mai mánað kundi barna- og ungdómspsykiatriin vísa á, at tað eru alsamt fleiri børn og ung, ið dragast við svárar sálarligar trupulleikar, ið verða ávíst teimum – og børnini eru eri eisini yngri enn áður.

Tað krevur serlækna, sálarfrøðiligan og líknandi fakkunnleika, sum vit hava her á landi, at loysa trupulleikan. Men tey eru ov fá, ella haltar sínámillum samstarvið við aðrar viðkomandi stovnar, og ein klárar ikki at arbeiða undan, eri eg bangin fyri. Tað er neyðugt við einum tvørgeiraligum átaki, um alt økið skal lyftast.

Avvarðandi ráð eiga at ‘fínkemba’ viðkomandi stovnar her í Føroyum fyri fakfólk, ið kunnu vera ein partur av loysnini, sum saman við Barna- og ungdómspsykiatriini, effektivt skunda undir at fáa bíðilistan niður, og samstundis lofta hesum børnum og ungu, ið stríðast.

Eg ynski at síggja sama samstarvsvilja og agilitet millum stovnar og fakfólk, sum bleiv lagt fyri dagin undir koronu-farssóttini, har Føroyar legði seg á odda í heimshøpi við m.a at testa flest fólk.

Um hetta ikki hjálpir, so má eyka fakligur stuðul og serkunnleiki keypast inn uttanlanda frá, sum kann økja um skjótleikan av útgreining og viðgerð. Hetta er kostnaðarmikið, men eg haldi ikki, at vit sum samfelag hava ráð at lata vera at brúka pengar uppá nakað so átrokandi, sum omanfyri lýsta trupulleika. Børn og ung eru okkara dýrabarasta tilfeingi.

 

Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.